Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-19, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. september 2017síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. september 2017 · Nr. 109 14 Sosialurin Endamálið hevur síðani byrjan ver­ ið at byggja brýr millum gransk­ ing­ar­umhvørvið og almenningin. Vís­inda­vøkan skal kveikja áhuga fyri og skapa øktan kunnleika til tað, sum fer fram innan føroyska gransk­ing­arheimin. Tiltakið er eitt høvi hjá stórum og smáum at hitta gransk­arar og síggja og hoyra, hvat teir arbeiða við og hvat hetta hevur at týða fyri fólk í Føroyum. Framløgur og fyrilestrar Tað berandi tiltakið í Vísindavøkuni er miðl­ing­in av gransking hjá tí ein­ staka granskaranum til al­menn­ ing­in. Hetta verður gjørt við fram­ løg­um og fyrilestrum. Granskarin greið­ir frá sínum arbeiði, hví hetta hev­ur týdning og hvat komið er fram til. Oftast eru spurningar og kjak aftaná. Tað hava verið 288 framløgur og fyrilestrar á Vísindavøku á ferð og sjálvari Vísindavøkuni hesi 10 ár­ ini, íroknað tær sum verða í 2017. Nakrir granskarar hava verið við fleiri ferðir, onkur hevur havt 10 framløgur tilsamans, meðan aðr­ ir hava verið við eina ella tvær ferð­ir. Enn eru eisini granskarar, sum ikki hava hildið fyrilestur í Vís­indavøkuhøpi, so her eri fleiri spenn­andi evni eftir, sum vit kunnu hoyra um á komandi Vís­ inda­vøkum. Framsýningar og tiltøk Ein annar máti at miðla gransking er gjøgnum framsýningar og tiltøk av yms­um slag. Síðani 2010 hevur hes­in parturin av Vísindavøkuni ment seg, og nógvir granskarar og onn­ur starvsfólk á stovnunum hava skipað fyri ein ørgrynnu av yms­um tiltøkum á Vísindavøkuni. Endamálið er at sjónliggera gransk­ing, at royna at fáa børn og vaks­in at síggja, hvussu gransking er utt­anum okkum alt fleiri staðni og hvørja nyttu hetta gevur okkum. Stovnarnir hava á hvørjum ári skift­andi framsýningar við sær á borð­um, í montrum, á veggum, plak­at­um og skermum, har teir við til­fari og lutum, teksti, talvum og mynd­um, hava víst sumt av tí, sum arb­eitt verður við. Samvirknu tiltøkini, har tey vitj­ andi sleppa at nerta, smakka, lukta, svara og royna ymiskar av­bjóð­ ing­ar geva ofta høvi til gott prát og nýggja vitan. Úr rúgvuni kann nevn­ast framsýningarnar hjá Hav­ stov­uni av alskyns fiskum, bæði van­lig­um og óvanligum, og ymiskt um sjófugl eisini. Hetta gevur bæði leik­um og lærdum møguleika at práta og kjakast um fisk, fiskivinnu og mangt annað. Fiskaaling hevur um­framt laks eisini havt rognkelsi í ak­vari­um og laksa­lús undir sjón­ eyk­uni við á Vís­inda­vøku. Hjá Ílegu­ savn­in­um hevur bor­ið til at gera sína egnu DNA roynd og at kanna smakki­sans­in. Hjá Lands­sjúkra­hús­ in­um og Deild­ini fyri Arbeiðs- og Al­manna­heilsu hev­ur sjóneykan verið á heilsu, m.a. á blóðtrýst, blóð­ suk­ur, feitt­pro­sent og kost. Søvnini og Jarð­feingi hava havt ymsar lut­ir, skjøl og grót við í montrum og til at nerta við. Búnaðarstovan hev­ur havt alskyns sløg av eplum og korni við. Um­hvørvisstovan og Heilsu­ frøði­liga Starvs­stovan hava millum annað havt fokus á evnafrøði og dálk­ing í náttúruni og í mati. Fróð­ skap­ar­setrið hevur havt eina ør­ grynnu av ymsum tiltøkum, sum fevn­ir um fjøltáttaða virksemið hjá stovn­in­um. Allir stovnar hava eisini havt til­ far á telduskíggjum, myndir, fram­ løg­ur og filmar. Ein afturvendandi táttur, sum ser­liga er ætl­að­ur børnum og ung­ um, er økið við royndum av yms­ um slagi. Tað eru nakrir lær­ar­ar og næm­ing­ar úr Hoy­døl­um, sum standa fyri hes­um. Tey royna við yms­um evnafrøðiligum evnum og øðr­um at undirhalda, kveikja for­ vitni og skapa áhuga fyri royndum og vísindum. Miðling av gransking krevur serligt hegni Ein stórur partur av gransking er at miðla granskingina og úrslitini, bæði til vísindaumhvørvið og al­ ment. Tað er neyðugt at miðla á ein heilt annan hátt til almenning enn til starvs­fe­lag­ar. Ofta má tað sam­ an­setta og fløkta lýsast einfalt og utt­an ov nógvar millumrokningar og fótnotur. Tað er lættari sagt enn gjørt, og krevur nógv og hart arb­ eiði. Fyri at seta ljóskastaran á hesa týdningarmiklu uppgávuna, varð gjørt av at lata eina serliga miðla­ heið­urs­løn fyri almenna miðling av gransk­ing. Hendan varð latin á fyrsta sinni í 2012 og er vorðin eitt aft­ur­vendandi tiltak. Heiðurslønin verð­ur latin fyri fimtu ferð á ársins Vís­inda­vøku. Bestubitar Hesi 10 árini hava tað umframt tey føstu tiltøkini verið fleiri serlig til­ tøk, sum hava verið eina ferð ella nakr­ar ferðir. Í 2010 bar til at fara gongutúr við Rolf Guttesen at hyggja at spor­ um í Tinganesi, sum hann hev­ur granskað og skrivað bók um. Eisini var fyrilestur við Pól Jesper­sen um stjørnuhimmalin og møgu­leiki at kika eftir stjørnum og gongu­stjørn­ um. Heimskendi norski granskarin í dino­saurum og øðrum fornverum Jørn Hurum helt fyrilestur í 2011. Hann greiddi frá um týdn­ing­ar­ miklu fundini, sum hann hevur ver­ið við til saman við øðrum, og ser­liga, hvussu stóran týdning ein skip­að og professionel miðling av hes­um hevði fyri, hvussu nógva um­røðu granskingin fekk í al­tjóða miðl­um. Hetta var aftur við til at gera tað møguligt hjá gransk­ing­ar­ liði hansara at fáa fígging til víðari gransk­ing. Í 2012 vóru fleiri serlig til­tøk. Á fyrsta sinni var eitt Vís­inda­vøku­ blað gjørt, sum varð borið í hvørt hús. Í blað­num vóru greinar um gransk­ar­ar og gransking í Før­oy­um og ym­iskt um tiltøkini á Vísinda­ vøku. Eisini í 2013, 2014 og 2015 vóru Vísindavøkubløð givin út. Í 2016 vóru 2 ferðir 3 drúgvar greinar í Dimma­lætting og Sosialinum. Blað­ ið í ár er tískil nr. 5 í røðini. Ein filmskapping varð skipað í 2012, har uppgávan var at lýsa gransk­ing gjøgnum ein stuttfilm. Tað komu 4 filmar inn til kapp­ing­ ina. Filmurin hjá Gunnar G. Gutte­ sen við heitinum “Í síðsta enda eru tað hini forvitnu, ið broyta heimin”, varð kosin vinnari. Hann var um gransk­ingina hjá Sjúrði Hammer av skúgvi. Tað størsta og mest sjáldsama til­tak­ið, sum hevur verið á Vís­inda­ vøku, var eisini í 2012. Hetta kall­ að­ist “Før­oyar 5.2 - Hvussu ljóða Før­oy­ar?” Hetta var eitt sam­an­ spæl millum jarðvísind, akku­stik og kreativa tónlist hjá bólk­in­um ORKA. Jens L. Thomsen tón­leika­ fram­leiðari úr bólkinum ORKA og Uni Árting jarðfrøðingur vóru sam­an við Una K. Petersen jarð­ al­is­frøð­ingi, runt á 5 seismiskum máti­støð­um í Før­oy­um og tóku upp seis­misk­ar rist­ing­ar í hellu, bergi og grót­brot­um fyri at vita, hvussu und­ir­grund­in ljóðaði, og um tað bar til at spæla uppá hana. Upptøkurnar vóru síð­ani sam­an­ sett­ar til tón­leik. Fram­førsl­an var ein sam­an­renn­ing av video, sur­ round-ljóði og rúmi. Hetta var sera væl eydn­að. Seinni varð verkið sett upp aft­ur í Norðurlandahúsinum og utt­an­lands. Á Vísindavøkuni 2013 varð evn­ið matur. Skipað varð fyri tekni­kapp­ ing fyri børn við evninum “mat­ur og gransking”. Tað komu 225 tekn­ ingar inn og hugflogið var gott. All­ ar tekningarnar vóru fram­sýnd­ar á Vísindavøkuni. Kappingin varð skip­að í tveimum aldursbólkum. Tríggj­ar tær bestu tekningarnar í hvørj­um bólki fingu virðisløn. Um kvøldið var høvuðstiltakið fyri­lestur undir heitinum “Plantur til matna: Hvat ber til í Føroyum” og mat­smakking. Tað vóru Sigga Ras­mussen og Gutti Winther, sum leiddu gestirnar gjøgnum kvøldið við áhugaverdum hugleiðingum, frá­lík­um myndum og smakki. Aft­ ur­við var nýtt øl frá Føroya Bjór, sum hevur stuðlað Vísindavøkuni á hvørjum ári. Eftir ynski frá fólki varð í 2015 farið undir at breiða Vís­inda­vøk­ una út kring landið. Hetta árið fór Vís­indavøkan á ferð kring alt land­ið við 43 framløgum. Fleiri enn 1500 fólk tilsamans hoyrdu hes­ar framløgur. Í 2016 vóru 54 framløgur hildnar og aftur í 2017 eru fleiri enn 50 framløgur av­tal­ að­ar í tíðarskeiðnum frá 13. til 28. sept­ember. Í 2016 gingu pokurnar. Ein røð av tiltøkum var kring evnið Poke­mon GO, sum hevði herjað sum landa­ plága alt árið. Millum annað vóru Pecha Kucha framløgur har Poke­ mon GO varð umrøtt úr ymsum sjón­ar­hornum. Nýggjasta tiltakið, sum verð­ur her í 2017, er kappingin Árs­ins Vit­ an­ar­fróðu, sum er fyri skúla­flokk­ar í mið­deild og hádeild. Vinnararnir verða kosnir á Vísindavøkuni 29. sept­ember kl. 13. Bestubitar frá Vísindavøkunum : Tað er í ár 10. ferð, at føroyska granskingarumhvørvið skipar fyri Vísindavøku. Hugskotið og íblásturin komu frá europeiska átakinum Researcher’s Night, sum varð hildið fyrstu ferð í 2005. Seinasta fríggjadag í september eru líknandi tiltøk í øllum Europa, har gransking verður miðlað til almenningin á ymsan hátt Vísindavøka í 10 ár STØÐ 2008 3 fyrilestrar á Náttúrugripasavninum í Tórshavn 2009 3 ferðir 3 fyrilestrar, í Skúladeplinum í Suðuroy, á Náttúrugripasavninum í Tórshavn og á Norðoya Fornminnissavni í Klaksvík 2010 Framløgur, framsýningar og samvirkin tiltøk í Vágsbotni og í Perluni í Tórshavn 2011 Framløgur, framsýningar og samvirkin tiltøk í Norðurlandahúsinum 2012 Framløgur, framsýningar og samvirkin tiltøk í Østrøm 2013 Framløgur, framsýningar og samvirkin tiltøk í Østrøm 2014 Framløgur, framsýningar og samvirkin tiltøk í iNOVA 2015 Framløgur, framsýningar og samvirkin tiltøk í iNOVA 2016 Framløgur, framsýningar og samvirkin tiltøk í Reinsarínum, Perluni og á Perlutorginum 2017 Framløgur, framsýningar og samvirkin tiltøk í Reinsarínum, Perluni og á Perlutorginum Á gransking.fo / Tilfeingi / Vísindavøka er kunning um allar 10 Vísindavøkurnar 2014