Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-19, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. september 2017síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. september 2017 · Nr. 109 18 Sosialurin Búnaðarstovan Búnaðarstovan er stovnur, sum umsitur almennu jørðina sambært løgtingslóg um lands­ jørð. Meginparturin av hesum eru festir og traðir. Búnaðar­ stovan umsitur somuleiðis almenna landbúnaðarstuðulin á fíggjarløgtingslógini, og hon ráðgevur politiska myndug­ leikanum í viðkomandi málum. Á Búnaðarstovuni verður eisini granskað, ráðgivið og kunnað um landbúnað og matframleiðslu. Búnaðarstovan luttekur í ymsum altjóða royndar­verk­ ætlanum innan máls­økið, serliga saman við norður­ lendskum samstarvsfelagum. Fakta: Stjóri: Tróndur G. Leivsson Adressa: Frammi í Dal 166, 410 Kollafjørður Telefon: 479 000 Teldupostur: bst@bst.fo Heimasíða: www.bst.fo Høvuðsgranskingarøki: Landbúnaður og matframleiðsla Vísindastørv (ársverk): 2,5 P/F Fiskaaling Fiskaaling er eitt alment partafelag, sum fevnir um virkisøkini gransking og menning umframt ráðgeving og tænastur.. Arbeiðið á Fiskaaling miðar beinleiðis ímóti at geva úrslit, ið kunnu brúkast í eini burðardyggari menning av verandi alivinnu. Harafturat verður arbeitt við verkætlanum, ið kunnu verða við at menna nýggjar vinnugreinar innan aling. Granskingararbeiðið á Fiskaaling fevnir m.a. um kanningar í bakteriu­ samfeløgum á biofiltrunum, spjæðing av laksalús, rogn­ kelsiskanningar, strongdar­ mátingar, góðska á alifiski, taraaling, umhvørviskanningar og hvussu ali­útgerð stendur seg á harð­balnum aliøkjum Fakta: Stjóri: Jóhanna Lava Køtlum Adressa: við Áir, 430 Hvalvík Telefon: 474 747 Teldupostur: fiskaaling@ fiskaaling.fo Heimasíða: www.fiskaaling.fo Høvuðsgranskingarøki: Gransking innan havbúnað Granskarar/ársverk: 16 Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu er sjálvstøðugur stovnur innan sjúkrahúsverkið. Ein av uppgávunum hjá deildini er heilsugransking, og serliga hevur verið granskað í, hvussu umhvørvisdálking ávirkar heils­una. Síðan deildin varð sett á stovn í 1988 er sera nógv granskingarvirksemi farið fram, og er hettar framt í tøttum samstarvi við gransk­ ingarstovnar uttanlands, m.a. í Danmark, USA og Japan. Hitt meginøkið er at kanna fólk, sum hava verið fyri arbeiðsskaðum á sjógvi og landi. Á deiÁ deildini starvast í løtuni 9 fólk, 5 granskarar og 2 ph.d.- studentar. Granskingarverkætlanirnar fata um kroniskar heilasjúkur og tarmsjúkur, uppfylgjandi kanningar av børnum fyri árin á heila og immunverjuna av dálkandi evnum í grind og kanningar av møði hjá fiskimonnum, sum sova lítið. Fakta: Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu Stjóri og yvirlækni: Pál Weihe Bústaður: Sigmundargøta 5, 100 Tórshavn Telefon: 316 696 Teldupostur: dfaa@health.fo Heimasíða: www.health.fo Høvuðsgranskingarøki: Umhvørvisárin á heilsu Vísindastørv (ársverk): 5 Granskingarráðið Granskingarráðið umsitur Granskingargrunnin, ið veitir stuðul til granskingar­ verkætlanir, og aðrar stuðuls­ skipanir til gransking. Virkisøkið hjá Gransk­ingar­ ráðnum fevnir eisini um ráðgeving og kunningar­tæn­ astu í sambandi við gransk­ ingarsamstarvið Horizon 2020 og EURAXESS tænastuna. Granskingarráðið ráðgevur landsstýri og vinnu í gransk­ ingarpolitiskum spurningum og hevur umfatandi kunningar­ virksemi. Á skrivstovuni starvast 4 fólk fulla ella part tíð. Fakta: Granskingarráðið Stjóri: Annika Sølvará Adressa: Bryggjubakki 12, 100 Tórshavn Telefon: 567 800 Teldupostur: gransking@ gransking.fo Heimasíða: www.gransking.fo Starvsfólk: 2,7 ársverk Havstovan Havstovan kannar føroyskt havumhvørvi og tað livandi tilfeingið, ið har er. Eisini ráðgevur og kunnar hon myndugleikar og almenning. Á hvørjum ári verður støðan og umhvørvið hjá fiskastovnunum lýst, saman við vísindaligum tilráðingum og metingum, samsvarandi lógini um vinnuligan fiskiskap Kanningar verða gjørdar við rannsóknarskipinum Magnusi Heinason og øðrum skipum, umframt av veiddum fiski. Tær lýsa gongdina frá einum ári til annað og hjálpa at skilja broytingarnar í livandi tilfeinginum. Havstovan samstarvar við nógvar granskingarstovnar uttanlands og er við í fleiri føroyskum, norðurlendskum og evropiskum verkætlanum. Fakta: Stjóri: Eilif Gaard Adressa: Nóatún 1, 100 Tórshavn Telefon: 353 900 Teldupostur: hav@hav.fo Heimasíða: www.hav.fo Høvuðsgranskingarøki: Fiskiskapur, havvistskipanir og havfrøði Vísindastørv (ársverk): 17 Heilsufrøðiliga starvsstovan Heilsufrøðiliga starvsstovan røkir eftirlitsuppgávur á mat­ vøru- og djórasjúkuøk­inum, og rekur kanningarstovuvirksemi. Arbeitt verður innan matvørur, djóraheilsu, aliumsiting og gransking á hesum økjum. Stovnurin hevur tríggjar altjóða góðkendar (akkrediteraðar) kanningarstovur: Eina kemiska, eina mikrobiologiska og eina patologiska, sum veita álítandi og skjótar kanningar av mat­ vørum, vatni og umhvørvi, umframt kanningar av sjúkum hjá fiski og djórum. Gransking er ein týðandi partur av virkseminum, ser­ liga innan djóraheilsu og mat­vørutrygd. Fleiri lesandi hava eisini skriva serritgerðir á Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Granskingin fevnir m.a. um ymiskar fiskasjúkur, skelja­djór, fermentering av mat­vørum, og menning av nýggj­um kanningarhættum við fram­ komnum tólum. Fakta: Heilsufrøðiliga Starvsstovan Stjóri: Bárður Enni Adressa: Smyrilsvegur 7, 2. hædd. 100 Tórshavn Telefon: 556 400 Teldupostur: hfs@hfs.fo Heimasíða: www.hfs.fo Høvuðsgranskingarøki: Matvørur og fiskasjúkur Vísindastørv (ársverk): 2-3 Granskarasetrið iNOVA Í juni 2013 bleiv Granskarasetrið iNOVA í Tórshavn tikið í nýtslu. Í Granskarasetrinum hava privatar og almennar fyritøkur atgongd til nýmótans starvsstovur, framkomin tól og skrivstovur. Granskarasetrið iNOVA er úrslitið av einum samstarvi millum privatar og almennar fyritøkur, hvørs endamál var at styrkja vísindaliga undirstøðukervið í Føroyum. Í iNOVA er eitt serstakt vísindaligt umhvørvi, av tí at privatar og almennar fyritøkur granska undir sama taki. Hendan samansetingin gevur betri atgongd til framkomin tól og samstarv millum granskararnar. Fakta: iNOVA Stjóri: Janus Vang Adressa: Hoyvíksvegur 51 Telefon: 733000 Teldupostur: inova@inova.fo Heimasíða: www.inova.fo Jarðfeingi Jarðfeingi er stovnur, hvørs endamál er at granska, ráðgeva og breiða út kunnleika um jarðfrøðilig náttúruvirði. Jarðfeingi granskar, kortleggur og ráðgevur viðvíkjandi jarðfrøði og náttúrulandafrøði á landi, á havbotninum og í undirgrundini. Jarðfeingi er jarðfrøðiligt savn og røkir savn av føroyskum grót- og steinsløgum, umframt at stovnurin skipar fyri framsýningum og undirvísing. Eisini fyrisitur stovnurin lóggávuna innan leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum. Fakta: Jarðfeingi Stjóri: Niels Christian Nolsøe Adressa: Jóannesar Paturssonargøta 32-34, 100 Tórshavn Telefon: 357 000 Teldupostur: jardfeingi@ jardfeingi.fo Heimasíða: www.jardfeingi.fo Høvuðsgranskingarøki: jarðvísindi, herundir m.a. jarðfrøði, jarðalisfrøði, náttúrulandafrøði, jarðvandar. Vísindastørv (ársverk): 15 Føroya landsbókasavn Landsbókasavnið er tjóð­ bókasavn, høvuðsbókasavn og vísindabókasavn. Landsbókasavnið savnar inn, skrásetur og varðveitir føroyskar útgávur, og tekur í hesum sambandi móti skylduavhendingini frá útgevarum og prentsmiðjum. Eisini er ein handritadeild. Landsbókasavnið miðlar tilfarið, talgildir, ger framsýningar og skipar fyri kunning. Umframt hetta er Landsbóka­ savnið høvuðsbókasavn, ið hevur um hendi innkeyp, skráseting og klárgering av bókum og øðrum tilfari til bókasøvnini í Føroyum. Landsbókasavnið hevur eftirlit við og ráðgevur føroysku fólkabókasøvnini, og lænir út tilfar til borgarar í øllum landinum. Harumframt er Landsbóka­ savnið vísindabókasavn, og virkar fyri útbreiðslu av kunnleika og upplýsing í landinum, umframt at tað veitir vísindabókasavnstænastu til granskingarstovnar. Samstarv er við Fróðskapar­ setrið um røkt av teirra bóka­ søvnum, og við granskingar­ stovnarnar um tænastur, so sum veiting av vísindaligum greinum, leitigrunnum, fakligum tíðarritum og e-bókum, nevnt Efeingi. Fakta: Føroya landsbókasavn Stjóri: Annika Smith Adressa: J. C. Svabos gøta 16, 100 Tórshavn Telefon: 340 525 Teldupostur: avgreidsla@ savn.fo Heimasíða: www.flb.fo Høvuðsgranskingarøki: føroyskar útgávur, og útgávur, ið viðvíkja Føroyum, handrit Fróðskaparsetur Føroya Fróðskaparsetrið er føroyski vitanardepilin, ið fremur undirvísing og gransking á altjóða stigi, og sum virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning og nýskapan. Granskingin verður sett inn í ein føroyskan samtekst, og dentur verður lagdur á at miðla granskingarúrslitini, so at tey gerast partur av orðaskiftinum í samfelagnum og í vísindaheiminum. Fróðskaparsetrið hevur sett sær fyri at økja granskingar- og útbúgvingarvirksemið. Hetta verður m.a. gjørt við at styrkja samstarvið við onnur universitet, granskingarstovnar og vinnulív. Á henda hátt kunnu fleiri útbúgvingartilboð mennast, og lunnar leggjast undir nýskapandi virksemi. Fakta: Fróðskaparsetur Føroya Rektari: Sigurð í Jákupsstovu Adressa: J. C. Svabos gøtu 14, 100 Tórshavn Telefon: 352 500 Teldupostur: setur@setur.fo Heimasíða: www.setur.fo Høvuðsgranskingarøki: Hugvísindi, samfelagsvísindi, námsvísindi, náttúruvísindi og heilsuvísindi Vísindastørv: 89 Umhvørvisstovan Umhvørvisstovan er stovn­ur undir Heilsu- og inn­lendis­mála­ ráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini umhvørvisvernd og umhvørvisgransking, orku­mál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, kort og geodátur, matrikul og útskifting, tinglýsing og lands­fólka­yvirlit. Stovnurin umsitir eisini, navnamál, lands­ adressuskránna, vápnaskrá og vápnaloyvi. Umhvørvisstovan hevur týðandi leiklut sum grundardátustovnur í verkætlanini Talgildu Føroyar. Umhvørvisstovan er virkin partur í granskingar­sam­starv­ inum iNova og luttekur eftir førimuni í samfelagskjakinum. Granskingin tryggjar stovninum og samfelagnum grund­ leggjandi vitan. Uppgávan er at granska í før­ oyska umhvørvinum, serliga við atliti til mannaelvdar broyt­ingar og árin av dálking og inntrivum. Eisini verða gjørdar árins- og støðiskanningar og aðrar serstakar kanningar, um­framt at granskað verður í út­ breiðsluni av umhvørvis­eitrandi evnum og árinum av hesum. Fakta: Umhvørvisstovan Stjóri: Petur Nielsen Adressa: Traðargøta 38, 165 Argir Telefon: 342 400 Teldupostur: us@us.fo Heimasíður: us.fo, os.fo og kortal.fo Høvuðsgranskingarøki: Dálking og árin av hesum, ser­ liga á grindahval og sjófugl Vísindastørv (ársverk): uml. 4 Landsskjalasavnið Landsskjalasavnið varð­veit­ir almenn skjøl, tvs. fyri­sitingar­ ligar viðgerðir og avgerðir, sum almennir stovnar, sam­bært lóg, skulu avhenda til Lands­skjala­ savnið. Skjølini verða skipaði og skrá­sett, so at brúkarin kann finna upplýsing um egin viðurskifti ella brúka skjølini til gransking. Landsskjalasavnið granskar í hesum skjølum, m.a. fyri betri at vegleiða brúkarum sínum. Privat skjøl, t.d. frá felags­skap­um, vinnurvirkjum og ein­stak­lingum, sum verða mett at hava granskingarligan ella mentanarligan týdning, eru eisini á Landsskjalasavninum. Lands­skjalasavnið hevur eft­irlit við og ráðgevur almennum myndug­leikum á journal- og arkiv­økinum, gevur atgeingi til skjøl á netinum og á lesistovu. Eisini hevur Lands­skjala­ savnið undirvísing í arkiv­ kunn­leika fyri søgulesandi á Fróð­skapar­setrinum. Landsskjalasavnið byggir og umsitur Ættarbandsskránna, sum er partur av grundarlagnum fyri ílegugransking í Føroyum. Ættarbandsskráin verður fíggjað av Ílegusavninum. Í løtuni arbeiða 11 fólk (7 ársverk) á Lands­skjala­ savninum, harav 5 ársverk verða fíggjaði av vanliga rakstrinum, meðan 2 ársverk eru fíggjaði aðra staðni frá. Fakta: Stjóri: Sámal Tróndur Finnsson Johansen Adressa: V.U. Hammershaimbs gøta 24, 100 Tórshavn Telefon: 340 530 Teldupostur: skjalasavn@ savn.fo Heimasíða: www.lss.fo Høvuðsgranskingarøki: Fyrisitingarsøga, arkivkunnleiki, ættargransking, politisk søga, demografisk viðurskifti, handilssøga og felagssøga. Vísindastørv: 2,5 Landssjúkrahúsið Landssjúkrahúsið er meginsjúkrahús í Føroyum. Ein týdningarmikil uppgáva er eisini frálæra og kliniskt uppihald til lesandi innan heilsuvísindi og menning av ymiskum heilsuviðkomandi virksemi. Hetta skal tryggja eina skilagóða viðgerð á hægsta altjóða fakliga støði og eina tilgongd av dugnaligum starvsfólki í framtíðini. Gransking hevur høga raðfesting á Landssjúkra­ húsinum. Granskingin skapar vísindalig úrslit, men tryggjar eisini, at sjúklingar fáa framkomna og prógvaða sjúkugreining, viðgerð og røkt. Landssjúkrahúsið hevur sum mál at fáa ein ph.d. lesandi um árið, og virkar fyri so góðum umstøðum, sum møguligt til granskingarvirksemi. Landssjúkrahúsið hevur ein granskingarpolitikk, har Granskingarnevndin ráðgevur Landssjúkrahúsinum. Fakta: Stjórn: Ronnie Midjord, virkandi stjóri, Naina Túgvustein og Johan Jansson, varastjórar Adressa: J. C. Svabos gøta 41-49 Telefon: 30 45 00 Teldupostur: ls@ls.fo Heimasíða: www.ls.fo Høvuðsgranskingarøki: Ílegur, klinik, epidemiologi, mikrobiologi, psykiatri, psykologi og musikkterapi. Vísindastørv: Innan- og uttanhýsis fíggjað Tjóðsavn Føroya Tjóðsavnið er ein samanlagdur stovnur av søvnunum, Føroya Náttúrugripasavn og Føroya Fornminnissavn. Virksemi hjá náttúrugripa­savn­ inum er at granska, skjalprógva og breiða út vitan um ta livandi føroysku náttúruna í fortíð og í framtíð. Lívfrøðiligt margfeldi á sjógvi og landi verður granskað og útbreiðsla av plantu- og djórasløgum verða kortløgd. Ein týðandi partur av virkseminum er at varðveita djór og plantur, sum eru innsavnað ella latin til Náttúrugripasavnið. Hesi søvnini skjalprógva okkara náttúru og tryggja, at eyðmerkingar av ymsum sløgum kunnu eftir­ kannast. Fornminnissavnið hevur eitt breitt og umfatandi mentanar­ søguligt virkisøki. Savnið rekur musealt virksemi gjøgnum inn­savning, skráseting, varð­ veit­ing, gransking og miðlan av mentanararvi Føroya. Savnið hevur fleiri myndug­ leika­uppgávur í sambandi við friðaðar bygningar og fornminni og skal eisini umboða Føroyar í altjóða samstørvum í sambandi við mentanararv í breiðastu merking. Tjóðsavn Føroya hevur í løt­uni tvær fastar almennar fram­ sýningar. Onnur er Hoyvíks­ garður í Kúrdali, sum vísir ein vanligan festibóndagarð frá 1920-árunum. Hin framsýningin er í Brekkutúni í Hoyvík. Henda fasta framsýningin er breið bæði í evnum og í tíð. Fakta: Stjóri: Herleif Hammer Starvsfólkatal 23 Adressa: Kúrdalsvegur 15, 188 Hoyvík Telefon: 340 500 Teldupostur: savn@savn.fo Heimasíða: www.savn.fo