týsdagur 19. september 2017síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 20. september 2017 · Nr. 109
Sosialurin
Ein tøkk til føroyingar
Sjúkrahúsverk Føroya
Sigmundargøta 5, FO-100 Tórshavn
Tlf.: +298 31 66 96, Fax: +298 31 97 08, T-postur: dfaa@health.fo
Nú tað stundar til Vísindavøku, vilja vit á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu nýta høvið at siga Føroya
fólki okkara stóru tøkk fyri luttøku í kanningum okkara og fyri trúfesti, tá ið vit ferð eftir ferð, sum árini eru
farin, hava bjóðað til nýggjar kanningar.
Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hevur øll árini, síðani hon varð sett á stovn innan føroyska
sjúkrahúsverkið í 1988, granskað heilsuna hjá føroyingum, serliga við atliti til avleiðingarnar dálkaður
matur úr havinum hevur á børnini. Granskingarhátturin hevur verið at bjóða stórum tali av fólki at luttaka í
ymiskum heilsukanningum og so samanhalda heilsustøðuna við tað, sum tey hava verið úti fyri av
umhvørvisdálking. Vit hava kannað stórt tal av kvinnum í viðgongutíðini, og síðani eru børn teirra fylgd
heilt upp til 29 ára aldur. Í hinum endanum av lívinum hava vit kannað nógv fólk um 70 ára aldur, og nú 10
ár eftir fyrstu kanning fara vit aftur at kanna somu fólk. Fólk í miðum árum hava eisini luttikið – eitt nú
grindamenn og tilvildarliga útvald fólk, sum vórðu kannað fyri sukursjúku.
Mong týdningarmikil úrslit og tilmæli eru komin burturúr okkara gransking. T.d. er altjóða markvirði fyri
kviksilvur ásett grundað á okkara gransking, og vit hava ávíst, at ávís dálkingarevni stórliga tálma
virknaðin av barnakoppsetingum.
Allar hesar granskingarverkætlanir hava kostað nógvar pengar at gera, men vit hava verið so heppin at
fingið tann allarstørsta partin av fíggingini frá útlendskum granskingargrunnum.
Okkara granskarar hava enn nógvar ætlanir um komandi verkætlanir og vóna tí, at áhugin at luttaka fer at
verða líka stórur komandi mongu árini.
Niðanfyri nakrar av granskingarverkætlanunum, sum eru ella verða framdar her á stovninum:
•
Vit fylgja støðugt umleið 2.300 børnum/ungum, fødd frá 1986 til 2010, við kanningum av miðnervalagi,
immunverjuni og búning annars.
•
Allir 9. floks næmingar hava regluliga síðan 1989, svarað spurnabløðum um teirra lívsvanar.
•
Diabetes – stívliga 3.000 fólk eru kannað fyri diabetes, bæði fyri at finna títtleikan av typu 2 diabetes,
men eisini fyri at kanna, um dálkingarevni virkað sukursjúkuelvandi.
•
Parkinsons sjúka – hví er sjúkan so vanlig í Føroyum – umhvørvið, arvur ella bæði?
•
Alzheimers sjúka – hvussu vanlig er sjúkan millum føroyingar, og eru serligar grundir til hesa sjúku her
heima?
•
Essentiellur Tremor í Føroyum (ristingar av ókendari orsøk) – títtleiki og umhvørvisárin
•
ALS (amyotrofisk lateral sklerosa) – hevur sjúkan arviligar orsøkir?
•
Sáðgóðska – nógvir føroyskir menn hava verið til kanningar av sáðgóðskuni til tess at greina, um lág
sáðgóðska hongur saman við lívsvanum.
•
Fruktbæri – umfatandi spurnakanning er gjørd av, hvussu leingi tað gongur frá ein kvinna vil gerast við
barn, til hon verður tað.
•
Tarmbrunasjúkur – títtleikin í Føroyum er høgur. Hví so er, verður kannað í eini PhD – verkætlan.
•
Hvussu nógv minkar árvaknið hjá fiskimonnum, sum arbeiða leingi uttan at sova (PhD – verkætlan)
•
Strongd hjá trolaramonnum í Barentshavinum.
•
Heilsustøðan hjá stívliga 700 føroyingum í sjeytiárunum er gjølla kannað.