fríggjadagur 22. oktober 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 202 - 22. oktober 2004
Nr. 202 - 22. oktober 2004
3
UTTAN ÚR HEIMI
Clinton hjálpir Kerry
Fyri minni enn tveimum mánaðum síðani mátti
fyrrverandi amerikanski forsetin Bill Clinton leggjast
undir skurð, tí hann hevði trupulleikar við hjartanum,
men kortini er hann nú farin upp í forsetavalstríðið.
Demokratarnir hava boðað frá, at Clinton fer undir
eitt átak fyri John Kerry mánadagin, og at hann fer at
leggja fyri í býnum Philadelphia. Býurin er í statinum
Pennsylvania, har tað stendur á jøvnum ímillum Kery
og George W. Bush, men demokratarnir vóna, at Clin-
ton kann útvega Kerry so mikið av atkvøðum afturat, at
hann kann vinna valið har.
Sambært BBC hevur Bill Clinton eisini eggjað
demokratiskum stuðlum til at lata pengar til valstríðið
hjá Kerry.
Rabbinar elva til rok
Ísraelska herleiðslan er í øðini, tí 60 rabbinar hava
eggjað hermonnunum til at siga nei, tá herleiðslan fer
at biðja teir flyta tey jødisku niðursetufólkini úr Gaza-
geiranum. Rabbinararnir siga, at Gaza er partur av tí
Ísrael, sum Guð hevur givið jødunum, og tí eru teir
ímóti ætlanini hjá Ariel Sharon, forsætisráðharra um at
flyta øll tey 8.000 niðursetufólkini úr geiranum.
Fleiri av niðursetufólkunum hava boðað frá, at tey
fara ikki at flyta við góðum, men myndugleikarnir hava
svarað, at tey , sum ikki fara sjálvboðin, verða flutt við
makt. Tað skal herurin gera, og Moshe Yaalon, verju-
ovasti, er eisini í øðini inn á teir 60 rabbinararnar. Hann
sigur, at tað kann als ikki góðtakast, at nakar mælir her-
monnunum til at seta seg up ímóti leiðsluni.
– Eitt tílíkt tilmæli er vandamikið fyri herin, sam-
felagið og ísraelska ríkið, sigur Moshe Yaalon.
Tey mest víðgongdu niðursetufólkini í Gaza-geiran-
um hava hótt við at taka vápn í hond, gera myndugleik-
arnir álvara av hóttanini at senda herin eftir teimum.
Tilboð um skattafrælsi
Norski reiðarin John Fredriksen, sum hevur búð uttan-
lands í fleiri ár, boðaði í fjør frá, at hann ætlaði sær at
flyta aftur til Noregs at búgva. Hetta varð kortini av
ongum, tí John Fredriksen helt, at hann skuldi gjalda
alt ov nógvan skatt, flutti hann heimaftur.
Reiðarin sigst eiga umleið 35 milliardir norskar
krónur, og vil hann sleppa undan at gjalda skatt av ogn-
ini, kann hann velja at flyta til okkurt annað land.
Aftenposten skrivar, at John Fredriksen hevur fingið
tilboð úr fleiri londum, sum fegin vilja hýsa honum, og
sum eru til reiðar at geva honum skattafrælsi. Millum
londini eru Kanada og Niðurlond.
Norskir politikarar vilja ikki gera eina skattalóg, sum
einans skal koma teimum ríkastu til góðar.
Marknatræta loyst
Myndugleikarnir í Russlandi og Kina eru vorðnir
samdir um at loysa eitt 150 ára gamalt stríð um markið
ímillum tey bæði londini.
Semjan, sum teir báðir forsetarnir, Vladimir Putin og
Hu Jintao, skrivaðu undir í Beijing í síðstu viku, ber í
sær, at Russland fær ræðið á einum øki, sum bæði
londini hava kannað sær. Kina hevði kravt, ar russar
skuldu leggja eina oljurørleiðing til Kina afturfyri, men
tað vildu russar ikki. Ístaðin fyri játtaði Putin kinesar-
um 10 milliónir tons av olju næsta ár og 15 milliónir
tonsí 2006.
Á fundinum í Beijing lovaði Hu Jintao, at Kina fer at
stuðla royndunum hjá Russlandi at fáa limaskap í
heimshandilsfelagsskapinum WTO. Eygleiðarar halda,
at tað vóru ørindini hjá Putin, og at tilsøgnin frá
kinesisku leiðsluni má sigast at vera ein stórsigur fyri
russiska fortan.
Tað er ikki lukkuligt at
mótmæla hvítaruss-
iska forsetanum,
Alexander Lukasjenko
HVÍTARUSLAND
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Hvítarussisk lóg bannar
fólki at ganga mótmælis-
gongu ímóti myndugleik-
unum, og tí var løgreglan
skjót, tá umleið 500 umboð
fyri ta politisku andstøðuna
gingu mótmælisgongu í
høvuðsstaðnum Minsk týs-
kvøldið.
Fleiri
mótmælisfólk
vórðu tikin, teirra millum
tríggir leiðandi politikarar í
andstøðuni. Russiskar tíð-
indastovur skriva, at ein av
politikarunum,
Anatolij
Lebedko, royndi at sleppa
til rýmingar, men at løg-
reglan jagstraði hann inn á
eina matstovu. Løgreglu-
menninir stongdu síðani
dyrnar, og Lebedko bleiv
bukaður og síðani handtik-
in. Hann mátti tó á sjúkra-
húsið fyrst.
Tríggir aðrir andstøðu-
politikarar, sum vóru uppi í
motmælisgonguni,
eru
dømdir at sita ímillum 10
og 15 dagar í fongsli.
Ein av teimum dømdu
segði við russiska útvarpið
Ekho Moskvy týsdagin, at
andstøðan kann ikki góð-
taka úrslitið av fólkaat-
kvøðuni og tjóðartingsval-
inum seinasta vikuskiftið,
men at Alexander Luka-
sjenko, forseti, hevur givið
løgregluni boð um at kvala
øll mótmæli.
Sambært almennu val-
nevndini fekk andstøðan
ikki ein einasta tinglim á
valinum. Bæði ES, evrope-
iski samstarvsfelagsskap-
urin OSCE og USA siga, at
valið var merkt av um-
fatandi sviki.
Russland hevur haraftur-
ímóti góðtikið valúrslitið,
men russiskir fjølmiðlar
eru alt annað enn hugtiknir
av úrslitinum.
–
Lukasjenko
hevur
styrkt støðu sína sum eina-
ræðisharri. Við hesum val-
inum hevur hann prógvað,
at hann megnar at ganga í
fótasporum Stalins, skriv-
aði
blaðið
Moskovskij
Komsomolets fyrradagin.
Myndugleikarnir í
Japan bera ótta fyri, at
meiri enn 80 fólk hava
latið lív í ódnarveðr-
inum, sum hevur herj-
að landið teir seinastu
dagarnar
ÓDNARVEÐUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Í gjár høvdu bjargingarlið
funnið 55 lík, men tá vóru
33 fólk ikki komin afturí-
aftur, og myndugleikarnir
stúra tí fyri, at ódnin Tokage
helst hevur kravt meiri enn
80 mannalív.
Sambært bjargingarliðun-
um doyðu tey flestu, tá
skriðulop tóku hús og bilar
við sær. Onnur druknaðu, tá
oysandi regn legði stór øki
undir í vatni, tí fleiri áir fóru
upp um áarbakkarnar. Eitt
skúlaskip
sjá
sjóvinnu-
myndugleikunum við 167
fólkum umborð fór á land
nakað vestan fyri Tokyo,
men tað eydnaðist bjarging-
arliðunum at bjarga øllum.
Í sjálvum Tokyo máttu
myndugleikarnir flyta nógv
fólk burtur, og fleiri skúlar
vórðu stongdir. Nógv al-
menn starvsfólk fingu eisini
frí, tí stovnarnir lótu aftur.
Minst 40.000 húsarhald á
Tokyo-leiðini
mistu
streymin.
Japanskir veðurmenn siga
við Reuter-tíðindastovuna,
at Torkage hevur gjørt størri
skaða enn tær flestu ódnir-
nar, sum hava herjað landið,
og orsøkin er, at hon rakti
ein nógv størri part av land-
inum, enn tílíkar ódnir
vanliga gera, siga teir.
Veðurmenninir siga, at
ódnin er tann ringasta í
tíggju ár, men hon hevur
kravt fleiri mannalív enn
nøkur onnur ódn siðani
1991, tá ódnarveður kostaði
62 fólkum lívið.
Tokage er tann 10. ódnin,
sum hevur rakt Japan í ár, og
meiri enn 100 fólk hava
latið lív. Fyrr í hesum mán-
aðinum rakti ódnin Ma-on
Tokyo, og seks fólk doyðu.
Andstøðupolitikarar
bukaðir og settir fastir
Ringasta veðrið í 10 ár
Stormur og skriðulop hava oyðilagt nógv hús í Japan
Føroyskur barnadansur
Aftur í vetur skipar
Tøkum Lætt fyri
barnadansi
DANSUR
Tíðindaskriv frá Tøkum Lætt
Byrja verður 20. oktober.
Ætlanin er at børnini skulu
fáa eina hugnaliga løtu har
høðursdenturin
verður
lagdur á kvæðini. Men tað
verður eisini pláss fyri eini
hugnaligari løtu við onkr-
um leskandi og eini góðari
søgn ella einum góðum æv-
intýri.
Dansa
verður
hvørt
mikukvøld kl. 19.00-20.00.
Øll børn eru hjartaliga
vælkomin – tey heilt smáðu
skulu helst hava ein vaksn-
an við sær. Størri bólkar t.d.
ein skúlaklassi við lærara
eru eisini vælkomin at lut-
taka, so kunnu vit sam-
starvað soleiðis at næming-
arnir kunnu venja tey
kvæðir, ið verða tikin í
barnadansinum sum ein
náttúrligur partur av tí ob-
ligatorisku undirvísingini í
skúlanum.
Dansurin verður skipaður
av frívilligum limum hjá
Tøkum Lætt og luttakandi
børn skulu einki gjalda. Øll
børnini fáa eitt hefti við
kvæðum og vísum til gávu.
C
M
Y
K
3
2