fríggjadagur 22. oktober 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 202 - 22. oktober 2004
Nr. 202 - 22. oktober 2004
5
– Nógvir føroyingar
betala lítlan ella als
onganskatt og tað er
skeivt eisini at lata
teir sleppa undan at
betala oljuavgjald
OLJUAVGJALD
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað er skeivt at taka olju-
avgjaldið av.
Tað heldur Karsten Han-
sen, sum var fíggjarmála-
ráðharri í undanfarnu sam-
gongu.
Í Sosialinum í gjár mælti
Ingeborg Vinther landsstýr-
inum til heldur at taka olju-
avgjaldið av enn at lækka
skattin.
HavnarArbeiðsmannafel
ag tekur undir við hesum.
Men tað ger gamli fíggj-
armálaráðharrin, Karsten
Hansen, als ikki.
Hann er talsmaður í
fíggjarmálum hjá stóra
andstøðuflokkinum, tjóð-
veldisflokkinum.
Hann ásannar at oljan er
dýr. Men hann staðfestir
samstundis, at oljan í Før-
oyum er framvegis væl
bíligari enn í flest øllum
øðrum londum rundanum
okkum.
Og hann leggur afturat, at
jú bíligari oljan er, jú meiri
olju brúka fólk, so oljan
verður altíð ein stór út-
reiðsla hjá einum húsar-
haldi.
Hann vísir eisini á, at tað
er ikki so lítil partur av
fólkinum, sum betalir lítlan
og ongan skatt, eitt nú øll
tey, sum sigla undir DIS og
partvís eisini tey, sum sigla
undir FAS. Harumframt eru
tað fyritøkur, sum forvinna
væl av peningi, men sum
fáa avskrivað so nógv, at
tær heldur ikki betala skatt,
hóast nýtslan er stór.
– Skulu øll hesi nú heldur
ikki betala oljuavgjald, aft-
urat tí at tey sleppa undan
skatti til samfelagið, spyr
Karsten Hansen.
Lækka skattin
Hinvegin heldur hann, at
verkafólk betala ov nógv í
skatti av tí inntøku tey fáa.
– Tí er tað einasta rætta at
lækka skattin av inntøkun-
um hjá verkafólki.
Sostatt harmast hann um,
at ætlaði skattalættin hjá
samgonguni gevur teimum
høgu
inntøkunum
tann
størsta lættan.
Og hann undrast eisini á,
at arbeiðarafeløgini lata
hetta um seg ganga.
– Tað undrar meg, at
arbeiðarafeløgini gera so
lítið vart við seg, nú ætlanin
er at lækka skattin hjá teim-
um høgu inntøkunum, sam-
stundis sum verkafólk lítlan
og ongan fyrimun fáa av
skattalæattanum.
– Tað hevði ikki verið
ímeðan undanfarna sam-
gonga sat, at arbeiðarafel-
øgini høvdu verið so friða-
lig í einum slíkum máli,
leggur gamli fíggjarmála-
ráðharrin afturat.
Sinnisbati fer at mæla
til, at eitt sambýli til
sálarsjúk verður gjørt
í Suðuroynni beinan-
vegin. Peningur er
tøkur til endamálið
SÁLARSJÚK
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Stendur tað til sinnisbata,
verður sambýli til sálarsjúk
gjørd í Suðuroy.
Tað er eitt úrslit av fund-
inum, sum felagið hjá teim-
um sálarsjúku hevði í Suð-
uroy mikukvøldið.
Mikukvøldið helt Sinnis-
bati almennan fund á Hotel
Øravík, har greitt varð frá
virkseminum hjá felagnum
og har greitt varð frá ætlan-
unum hjá landsstýrinum at
at skipa økissálarfrøði og
sosialsálarfrøði.
Endamálið við er at tað
skal bera til hjá sálarsjúk-
um at fáa ambulanta við-
gerð í nærumhvørvinum
heldur enn at noyðast til
Havnar hvørja ferð.
Tað verður hildið, at hetta
er nógv betri fyri sjúkling-
arnar og teirra avvarðandi.
Men tað er eisini ein
stórur trupulleiki, at 40-50
seingjarpláss av teimum
70, sum eru á Psykiatriska
deplinum á Landssjúkra-
húsinum, verða nýtt til
sjúklingar, sum ikki hava
tørv á at verða innlagdir.
Flyta inn næsta ár
Í hesum sambandi er eisini
ætlanin at byggja sambýli
til sálarsjúk og á fíggjarlóg-
ini í ár eru tvær milliónir
settar av til endamálið.
Á fundinum í Øravík
mikukvøldið varð víst á, at
Suðuroyggin er tað økið í
landinum, har tað er longst
til Havnar, serliga nú tað
eisini verður fast samband
um Lorvíksfjørð um tvey
ár, eins og tað longu er fast
samband vestur í Vágar.
Sostatt varð skotið upp á
fundinum, at tær báðar
milliónirnar, sum eru til
taks á fíggjarlógini fyri í ár
til sambýli til sálarsjúk,
verða brúktar í Suðuroy.
Soffi Egholm, forkvinna
í Sinnisbata ásannar, at
Suðuroyggin er í eini ser-
ligari støðu, hvat ferðasam-
bandi viðvíkur og hon tekur
undir við, at sambýli til sál-
arsjúk verður bygt í Suður-
oynni.
Sostatt sigur hon, at
Sinnisbati fer at virka fyri,
at tær báðar milliónirnar
verða brúktar til eitt sam-
býli í Suðuroynni.
Í hesum sambandi verður
hugsað um eitt sambýli til
lættari sjúklingar, sum ikki
hava fyri neyðini at vera
innlagdir á psykiatriska
deplinum á Landssjúkra-
húsinum.
Nú er lítið eftir av árin-
um, men Landsstýrið ætlar
framvegis, at tær báðar
milliónirnar skulu brúkast í
ár. Sostatt ætlar Landsstýr-
ið at tað skal vera klárt at
flyta inn í sambýlið fyrst í
komandi ári.
Enn er støða ikki tikin til
sambýli, men Soffi Egholm
metir, at talan verður um
eitt sambýli til eini átta
fólk.
Til teir tyngru brúkararn-
ar, ið hava stóra hjálp fyri
neyðini fyri at klára seg í
gerandisdegnum, er ætlan-
in at byggja størri sambýli
til fleiri brúkarar, ið er betri
egnað til endamálið og bíl-
igari í rakstri smærri sam-
býli til tyngri brúkarar.
Ætlanin er at fara undir
tílíka verkætlan í 2005.
Tað er avgjørt, at Sinnis-
bati skal fáa sæti í byggi-
nevndini og har fer felagið
sostatt at mæla til, at fyrsta
stigið á hesum øki verður
tikið í Suðuroynni.
Fingu lokalnevnd
Annars er forkvinnan í
Sinnisbata seta væl nøgd
við fundin í Øravík.
Eini 30 fólk vóru møtt
upp og tað er meiri enn
Sinnisbati hevði væntað.
Men hesin fundurin varð
enn eitt dømi um, hvussu
langt tað í veruleikanum er
úr høvuðsstaðnum til Suð-
uroyar.
Fyrst var ætlanin at Hans
Pauli Strøm, landsstýris-
maður skuldi koma suður at
greiða frá ætlanum lands-
stýrisins á økinum, men
hann gav rættiliga skjótt
avboð, tí hann var bundin
av øðrum. Sìðani skuldi
annað umboð fyri Al-
manna- og Heilsumálaráðið
koma suður ístaðin, men
eisini tað umboðið gav
avboð.
Men
Almanna-
og
Heilsumálaráðið
sendi
Sinnisbata ein fyrilestur um
ætlanina hjá landsstýrinum
um økisspykiatri og sosial-
psykiatri og so mátti for-
maðurin í Sinnisbata lesa
tað upp!.
Tað vóru annars mong,
sum saknaði politikarar á
fundinum. Landsolitikari
var ongin at síggja og vit
halda ikki at vit gera nøkr-
um órætt tá ið vit siga, at
bara ein einasti kommunal-
politikari í allari Suðuroy
var við á fundinum. Tað var
Katrin??? bygdaráðslimur í
Hvalba
Á fundinum segði Ólavur
Rasmussen nøkur vælupp-
løgd orð um, hvat tað er at
vera manniskja.
Og eitt endamál við
fundinum var eisini at velja
eina lokalnevnd undir Sinn-
isbata fyri Suðuroy og tað
gekk væl at manna nevnd-
ina.
Seinni er ætlanin eisini at
gera lokalnevndir aðra-
staðni í landinum.
Sambýli til sálarsjúk
gerast í Suðuroynni
Hetta eru tey, sum manna lokalnevndina hjá Sinnisbata í Suðuroy. Frá vinstru eru tey Heidi Eyð Strøm á Tvøroyri, nevndarlimur,
Birita Olsen í Hvalba, nevndarlimur, Peina Poulsen í Trongisvági, nevndarlimur, Jan Poulsen í Hvalba, tiltakslimur, Marit
Poulsdóttir á Tvøroyri, nevndarlimur, Malan Klakkstein Vilhelm í Vági, tiltakslimur, Gudrun Olsen úr Hvalba, nevndarlimur og
Óluva Poulsen í Hvalba, tiltakslimur
Skeivt at taka oljuavgjaldið av
– Einasta gongdaleiðin er at lækka skattin á verkamannaløn-
um, sigur gamli fíggjarmálaráðharrin, Karsten Hansen
Hans Pauli Strøm,
landsstýrismaður,
svaraði tveimum
munnligum fyri-
spurningum frá
Annitu á Fríðriks-
mørk, løgtings-
kvinnu, um fostur-
tøku í tinginum
mikudagin. Hann
segði millum annað,
at lóggávan treingir
til at vera dagførd, og
at hann fer at seta eitt
ráðgevandi teimi í
verk til tær kvinnur,
ið umhugsa fostur-
tøku
FOSTURTØKA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Tá munnligir fyrispurning-
ar vóru fyri á tingi miku-
dagin, setti Annita á Fríðr-
iksmørk Hans Paula Strøm,
landsstýrismanni tríggjar
fyrispurningar um fostur-
tøku.
Í orðaskiftinum aftaná
kom fram, at landsstýris-
maðurin hevur ætlanir um
at seta eitt ráðgevandi teimi
í verk, sum skal hava til
endamáls at ráðgeva kvinn-
um, ið ynskja fosturtøku
framda.
Hetta teimið skal mann-
ast av umframt einum
lækna – einum sálarfrøð-
ingi, sosialráðgeva, einum
presti og einum sjúkrarøkt-
arfrøðingi.
– Hetta skal verða eitt til-
boð til tær kvinnur, ið um-
hugsa fosturtøku. Á hendan
hátt verða kvinnur veg-
leiddar og harvið betur før-
ar fyri at taka eina slíka av-
gerð, segði Hans Pauli
Strøm.
Danskt málsøki
– Hvat heldur landsstýris-
maðurin um galdandi lóg-
gávu á fosturtøkuøkinum?
Hevur landsstýrismaðurin
ætlanir um at broyta gald-
andi lóggávu í hesum val-
skeiðinum, og um so er,
hvørjar broytingar kunnu
væntast?
Hetta vóru teir tríggir
spurningarnir, sum Annita
á Fríðriksmørk setti Hans
Paula Strøm, landsstýris-
manni.
Landsstýrismaðurin svar-
aði, at tað er ongin ivi um,
at galdandi lóggáva er
gomul, og tískil kann tað
verða, at dagføringar verða
gjørdar á hana, so at hon
gerst meiri tíðarhóskandi.
Hann vísti á, at í verandi
lóggávu sampakkar uppfat-
anin av kvinnuni als við nú-
tíðina.
Viðvíkjandi
beinleiðis
broytingum á lóggávuna,
segði Hans Pauli, at tað
hevur løgtingið ikki heim-
ild til, tí at ein rammulóg
um tað føroyska heilsu-
verkið, sum varð gjørd í
1995, ikki umfatar fostur-
tøkuøkið.
– Tískil má økið yvirtak-
ast ella ein fólkatings-lóg-
arbroyting til, um verandi
lóggáva skal broytast, segði
landsstýrismaðurin í svari
sínum til Annitu á Fríðriks-
mørk.
Tað kom ikki nógv
nýtt fram undir
orðaskiftinum um
fosturtøku í tinginum
mikudagin. Annita á
Fríðriksmørk, Hans
Pauli Strøm, Jákup
Mikkelsen, Jenis av
Rana og Bill Justin-
ussen tóku orðið
FOSTURTØKA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Orðaskifti á tingi um fost-
urtøkumálið var ikki drúgt.
Fyri uttan Annitu á Fríðr-
iksmørk tóku bert mann-
fólk orðið, og allir søgdu
seg vera í móti fríari fostur-
tøku. Tó segði Hans Pauli
Strøm, landsstýrismaður,
ikki nakað ítøkiligt um sína
støðu til spurningin.
Bill Justinussen helt ikki,
at orðaskifti um fosturtøku
hevur ligið á laku síðuni.
– Mær vitandi hevur
hetta kjakið verið frammi
fleiri ferðir, og tað letur til,
at tað er tann sama niður-
støðan hvørjaferð. Vit før-
oyingar gleðast um verandi
lóggávu, og kanska ein
meiriluti av Føroya fólki
hevði verið fyri at stramma
lógina upp, segði Bill
Justinussen.
Hann vísti eisini á, at
hann saknaði rættin hjá
barninum í tosinum hjá
Annitu.
Jenis av Rana eftirlýsti
eisini rættin hjá barninum í
øllum kjakinum. Men hann
hevði sjálvur eitt uppskot
um orsøk til, at tað ikki
bleiv nevnt.
– Tá ein hugsar um fost-
urtøku, so er ein noyddur at
kopla heilan frá. Barnið
verður ongantíð nevnt í
slíkum, tí ein kann ikki tosa
um barnið, tá tað ræður um
fosturtøku, segði Jenis.
Hann legði út við at siga, at
tann daprasti dagurin í søg-
uni mundi vera hann, tá
tann fyrsta fosturtøkan varð
framd.
Annita á Fríðriksmørk
royndi at fáa kjakið inn á
rættindini hjá kvinnuni.
Hon segði, at endaliga av-
gerðin liggur bara eina-
staðni, og í hennara verð er
kvinnan betur egnað til at
taka avgerðina enn ein
lækni, sum støðan er í dag.
Orðaskiftið á tingi var ikki
drúgt, og sum nevnt kom
ikki nógv nýtt fram. Tó er
tað undrunarvert, at tað
bert var tann eini persón-
urin í tingsalinum, sum er
fyri fríari fosturtøku, ið
valdi at standa fram. Hinir
tríggir vóru ímóti. Um
hetta gevur eina rætta mynd
av, hvør støða Føroya Løg-
ting hevur til fosturtøku-
økið, er ikki gott at vita.
Men um ikki fleiri velja at
standa fram við teirra
støðu, tað veri seg fyri ella
ímóti, so verður torført at
førka kjakið.
Ráðgevandi teimi setast í verk
Í orðaskiftinum á tingi
mikudagin um fostur-
tøku segði Jákup Mikk-
elsen, løgtingsmaður, at
Fólkaflokkurin ikki tekur
undir við einari liberalis-
ering av verandi fostur-
tøkulóg.
Hann helt tó, at hetta er
eitt álvars mál, sum skal
takast upp í einum orða-
skifti.
Hans
Pauli
Strøm,
landsstýrismaður, tók so
orðið aftur og segði, at
dagføring av lóggávuni
ikki prinsippielt merkir,
at hon skal liberaliserast.
Jákup Mikkelsen spældi
út við sjónarmiðinum hjá
øllum
sínum
flokki,
meðan
Annita
á
Fríðriksmørk nýtti høvi
til at undirstrika, at hetta
var hennara persónliga
sjónarmið - og ikki eitt
flokssjónarmið.
- sae -
Fólkaflokkurin ímóti
Nú oktober nærkast end-
anum, byrja tankarnir
uttan iva at snúgva seg
um
jólaborðhaldini.
Hotel Norð á Viðareiði
bjóðar viðskiftafólkum
eina stóra jólabuffét við
35 ymiskum rættum. Har
bæði felagssangur og
undirhald verður undir
borðhaldinum.
Jólaborðhaldini verða
hildin trý kvøld. Tað
fyrsta verður tann 20.
november, tað næsta 27.
og tað seinasta tann 11.
desember.
Av hotellinum verður
sagt, at almennur dansur
verður eisini frá midnátt
øll trý kvøldini við
ymiskum
bólkum.
Somuleiðis er møguleiki
fyri at gista.
Bussur koyrir til og frá
Viðareiði, og borð kunnu
bíleggjast á tlf. 457020
- sae -
Jólini nærkast
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, hevur ætlanir um at seta
eitt ráðgevandi teimi í verk til tær kvinnur, sum umhugsa
fosturtøku
Savnsmynd
Orðaskifti stendur í stað
Orðaskiftið um fosturtøku á tingi mikudagin var ikki drúgt, og synd er at siga, at nakað nýtt
kom fram
Savnsmynd
C
M
Y
K
5
4