fríggjadagur 22. oktober 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 202 - 22. oktober 2004
Nr. 202 - 22. oktober 2004
7
Sólborg skjótt liðug á Skála
Rækjutrolarin Sól-
borg stendur í dokk-
ini á Skála, har gronin
er skift út, og aðrar
umvælingar eru
gjørdar
UMVÆLING
Edvard Joensen
Skála:
Rækjutrolarin Sólborg hjá
Eileri Jacobsen hevur eina
tíð staðið í turrdokkini á
Skála, har ymsar umvæl-
ingar hava verið gjørdar á
skipið.
Millum annað eru eini 12
- 13 tons av stáli skift í
gronini,
sigur
Gunnar
Mohr, stjóri á Skipasmiðj-
uni á Skála. Tað gjørdist
eitt
sindur
meira
enn
væntað, sigur hann. Skaðin
var eitt sindur longur aftur,
enn teir hildu.
Umframt hevur Sólborg
eisini skift aksilgenerator
og fingið tríggjar nýggjar
frystarar ísettar.
Gunnar Mohr væntar, at
Sólborg verður liðug á
skipsamiðjuni, tá ein vika
ella so er farin av novem-
ber.
Á bedingini uttan fyri
Sólborg
stendur
eisini
farmaskipið Sirius hjá Hera
Thomsen í Gøtu.
Teir reinsa motor á Siri-
us, sigur Gunnar Mohr.
Skipið skiftir eisini klassa,
nú tað er uppi. Umframt
verður so ymiskt viðlíka-
haldsarbeiði gjørt so sum
máling o.t.
Tað er eitt sindur deydligt
á Skipasmiðjuni á Skála í
løtuni, letur Gunnar Mohr
at. Hóast tað ikki er nakað
óvnaligt, at so er viðhvørt,
heldur hann, at tað kundi
gott verið meira at gjørt.
Fyri nøkrum árum síðan
vóru russisk skip vanligir
gestir á Skála. Men tað
kemur næstan ikki fyri
meira, at tey síggjst har,
sigur Gunnar Mohr. Seinni
árini er bara onkur hend-
inga russi komin framvið,
og tá hevur vanliga verið
talan um havarí, sum bøtast
skuldi aftur beinanveg,
sigur hann.
Teir hava skift gronina á Sólborg og gjørt annað umvælingararbeiði umborð, meðan hon hevur
staðið í turrdokkini á Skála. Sirius stendur á bedingini uttanfyri
Mynd: Edvard Joensen
Í øllum trimum
kommununum í Vág-
um leggja bygdar-
ráðslimir, sum hava
sitið fleiri valskeið,
frá sær. Borgarstjórin
í Bø stillar upp til
bygdarráðið í Sørvági
KOMMUNUVAL
Edvard Joensen
Vágar:
Borgarstjórin í Sørvági,
Eivin Jacobsen, stillar ikki
upp til kommunuvalið, sum
verður tann 9. november.
Heldur ikki formaðurin í
Felagskommununi í Vág-
um, Jónhild Jørgensen í
Miðvági, stillar upp aftur
hesaferð.
Onkrar útskiftingar vera,
tá nýggj bygdarráð verða
vald í Vágum. Í øllum trim-
um kommunum, sum verða
eftir nýggjar, skulu veljast
nýggir bygdarráðslimir fyri
onkrar, sum ikki stilla upp.
Í Sørvági stilla allir
bygdarráðslimirnir
uttan
borgarstjórin, Eivin Jacob-
sen, uppaftur. Eivin Jacob-
sen hevur fyri nakað av tíð
síðan boðað frá avgerð síni.
Um tað er møguleikin
fyri einum borgarstjóra-
sessi, sum ger stóra áhugan
í Sørvági, skal vera ósagt.
Men ikki færri enn fýra
listar eru gjørdir til komm-
unuvalið í bygdini.
Millum listarnar, sum
stilla upp í Sørvági, er ein
listi við fimm ungum
monnum, tann sonevndi
ungdómslistin, sum rætti-
liga ætla sær at gera vart
við seg í bygdarráðnum.
Hesi menninir eru óroyndir
í kommunalpolitikki.
Teir bygdarráðslimirnir,
sum stilla uppaftur, eru
spjaddir um hinar triggjar
listarnar, sum lýstir eru.
Á einum av hesum listum
er eisini verandi borgar-
stjórin í Bíggjar Sóknar
Kommunu, Jógvan Páll
Joensen,
stillaður
upp.
Bíggjar Kommuna verður á
nýggjárinum løgd saman
við Sørvágs Kommunu.
Eisini onkur fyrrverandi
politikari ætlar at gera
come back. Suni Jacobsen,
fyrrverandi lokal- og lands-
politikari, eru uppstillaður
til bygdarráðið í Sørvági
hesaferð.
Í Miðvági eru tríggir list-
ar gjørdir til valið. Til sein-
asta kommunuval var onkur
politiskur listi. Men tað er
ikki hesaferð.
Í Miðvági leggja tveir
bygdarráðslimir frá sær.
Tað eru Jónhild Jørgensen,
sum seinasta valskeiðið
hevur verið formaður í
Felagskommununi í Vág-
um, og Marianna Simon-
sen, sum hevur sitið í
bygdarráðnum
í
fleiri
fylgjandi valskeið.
Hinir bygdarráðslimirnir
stilla upp á tveimum listum.
Tann triði listin hevur ongan
verandi bygdarráðslim mill-
um valevnini. Sum skilst í
Miðvági er her talan um ein
lista við fleiri útróðrar-
monnum. Og hesin listin er
tann einasti, sum hevur gjørt
nakra skrá kunnuga, verður
sagt í Miðvági.
Í Sandavági stilla allir
bygdarráðslimirnir, uttan
Regin á Lofti, uppaftur. Í
Sandavági eru tveir listar
gjørdir til kommunuvalið.
Sitandi bygdarráðslimir eru
á báðum listunum.
Í Sørvági verður skipað
fyri veljarafundi í fimleik-
arhøllini nakrar dagar fyri
val. Hóskvøldið 4. novem-
ber sleppa tey, sum bjóða
seg fram at stýra komm-
ununi komandi fýra árini,
at leggja fram tað, tey hava
upp á hjarta, og ivaleyst fáa
veljararnir eisini møguleika
fyri at seta teimum ymsar
spurngingar.
Einki er frætt úr hinum
bygdunum í Vágum um, at
ætlanir eru um nakran
slíkan veljarafund.
Veteranar leggja
frá sær
Í øllum trimum bygdarráðunum í Vágum verður nýtt fólk at síggja eftir nýggjár
Mynd: Edvard Joensen
Í Sandavági ganga
smádreingir hús úr
húsi og savna saman
seyðaskinn, sum teir
salta og selja
FLETTING
Edvard Joensen
Sandavági:
Summi halda tað vera
skeivt at blaka seyða-
skinnini burtur, hóast lítið
fæst fyri tey. Hugsanin er,
at savnar tú bara nóg
nógv, kann tað geva eitt
sindur av sær.
Tað hava tveir sanda-
vágsdreingir tikið til sín.
Jóanis Albert hevur sam-
an við eldra bróðrinum,
Andriasi, sett eina plakat
upp, har teir heita á fólk
um at siga sær frá, tá tey
fletta. So skulu teir taka
sær av skinnunum.
Tað hava fólk so tikið
til eftirtektar, og huga-
góður hava teir so gingið
runt og savnað skinn.
Hendan dagin kom Jó-
anis Albert stríðandi við
eini fullari trillubøru við
skinnum. Og hann skuldi
eftir meira, greiddi hann
frá, meðan hann breiddi
skinnini uttan fyri hjá
abbanum. Skyldmaðurin,
Hanus, var og hjálpti
honum.
Jóanis Albert segði, at
teir høvdu fingið heilt
nógv
skinn.
Fleiri
hundrað.
Jú, tað kann vera stræv-
ið at baksast við stórar
trillubørur, tá menninir
eru smáir.
Men teir vænta sær
okkurt afturfyri. Og tað
dregur.
Jóanis Albert
saltar skinn
Jóanis Albert og Hanus hava fingið upp í trillubøruna av
skinnum, sum teir breiða út at turka, áðrenn tey verða
saltað
Mynd: Edvard Joensen
Kvinnufeløgini eru snópislig
– Danska fostur-
tøkutiltakið avdúkar,
at kvinnufeløgini í
Føroyum ikki arbeiða
fyri at hjálpa før-
oyskum kvinnum, ið
vilja hava fosturtøku
ella rættindi til fost-
urtøku. Hetta metir
tíðindakvinnan Bryn-
hild Thomsen út frá
kjakinum, sum verið
hevur um fosturtøku
í seinastuni
FOSTURTØKUMÁLIÐ
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
– Eg havi fylgt við kjak-
inum um fosturtøku síðan í
50 árunum, og eg kann í
dag bert staðfesta, at kjakið
ikki hevur flutt seg ein
tumma seinastu 50 árini.
Orðini eigur Hanna Joen-
sen, sum var biðin um at
siga sína hugsan um fostur-
tøkumálið í Føroyum á
donsku
sjónvarpsrásini
TV2, sum í sending sunnu-
kvøldið varpaði ljós á fost-
urtøkumálið í Føroyum.
Í farnu viku kom enn
einaferð røringur í fostur-
tøkuspurningin í Føroyum,
eftir at fólkatingslimurin,
Kamal Qureshi, og felagið,
Kvindeligt Selskab, boðaðu
frá einum átaki, sum skal
hjálpa føroyskum kvinnum
at fáa fosturtøku í Dan-
mark.
Seinastu
árini
hevur
fosturtøkumálið verið javn-
an upp og vent, kortini
uttan, at politiski myndug-
leikin er komin nærri at taka
støðu í málinum komið.
Vit hava spurt tíðinda-
kvinnuna, Brynhild Thom-
sen, sum hevur fylgt fost-
urtøkumálinum gjølla sein-
astu árini, hvør orsøkin er
til, at tað er so tungt hjá før-
oyingum at taka eina støðu
í eldfima málinum
Ættarliðsskiftið
– Orsøkin er sjálvandi fyrst
av øllum stóra mótstøðan í
Føroyum móti fríari fostur-
tøku. Síðani er tað tí, at
Danmark og fría fosturtøk-
an har verður brúkt sum
ventilur, so avleiðingarnar
av føroyska abortforboðn-
um verða minni sjónskar.
– Í triðja lagi er tað tí, at
løgtingslimir hava ov lætt
við at lata vera við at gera
tað, sum teir eru valdir til,
nevniliga at taka avgerðir
og siga, hvat tey meina.
Mangir teirra umbera seg
jú við, at danskarar hava
skuldina, tí talan er um eina
danska lóg, men gloyma
við vilja at siga, at fostur-
tøkuskipanin er sum hon er,
tí hetta er avleiðingin av, at
føroysku politikararnir ikki
tíma at gera sítt arbeiði.
– Harafturat aftra bæði
politikarar og vanlig fólk
seg við at fara upp í
orðaskiftið, tí klimaið er so
kolandi heitt. Um prísurin
fyri at blanda seg er, at tú
verður stemplað sum ógudi-
lig ella ein barnamordari, so
velja mong at tiga. Og tað
gera tey flestu so, enntá
eisini kvinnufeløgini, sigur
Brynhild Thomsen og vísir
á, at tað er sera avdúkandi,
at eitt danskt átak skal til,
fyri at føroyskar kvinnur
kunnu fáa vegleiðing og
stuðul til at fara av landinum
fyri at fáa fosturtøku. Hetta
kann ikki sigast annað enn
at vera ein fiasko fyri-
kvinnufeløgini í Føroyum, -
serliga nú tað er komið
fram, at tað vóru føroyskar
kvinnur sum av fyrstani tíð
vildu hava dansk Kvinde-
samfund - og ikki tildømis
Havnar Kvinnufelag - at
gera
ein
hjálpargrunn,
heldur hon.
Sum journalistur hevur
Brynhild Thomsen mangan
undrast á, hví kvinnufeløg-
ini í Føroyum hava verið so
ósjónlig í fosturtøkuspurn-
inginum. Í kjaksendingini í
SvF týskvøldið kom undan
kavi, at føroysku kvinnufel-
øgini ikki eru á einum máli,
hvørt frí fosturtøka skal
valda í Føroyum.
Bergtóra Hanusardóttir
vísti á, at Havnar Kvinnu-
felag stuðlar fríari fostur-
tøku, meðan kvinnufeløgini
á bygd eru ímóti.
Er trupulleikin ikki bara,
at føroysku kvinnufeløgini
ikki vilja hava fría fostur-
tøku í Føroyum, og heldur
ynskja status quo?
– Jú, tað er eitt gott boð.
Aðrastaðni er vanligt, at
kvinnufeløg generelt stuðla
ynskinum um fría fostur-
tøku, men mótstøðan í Før-
oyum er eftir øllum at døma
so stór, at sjálvt kvinnufel-
øgini arbeiða ímóti rætt-
inum hjá kvinnum at ráða á
egnum kroppi. Men Havnar
Kvinnufelag, sum sigst
vera einasta felag, ið er fyri
fríari fosturtøku, hevur eftir
míni meining ein stóran
trupulleika, um felagið
veruliga ynskir at fremja
sítt sjónarmið um fría fost-
urtøku. Felagið er púra
ósjónligt, og spurningurin
er um teirra blunda-og-
krógva-strategi
ikki
er
skaðilig fyri teirra egnu
dagsskrá og dagsskránna
hjá teirra limum, vísir
Brynhild Thomsen á.
– Tey eru fullkomiliga
ósjónlig. Sum journalistur
hevur tú ringt við at finna
hesi feløg, og tær kvinnur
sum mynda tey. Tey eru
ikki á netinum og næstan
heldur ikki í telefonbókini,
og tí kanst tú seta spurning-
in, hvussu ein 16-ára gomul
genta skal finna tær fyri at
fáa vegleiðing í eini støðu,
har hon ynskir fosturtøku,
tá vit journalistar hava ilt
við at finna tær og fáa tær
at siga nakað, spyr Bryn-
hild Thomsen.
Hon heldur sum nevnt, at
møguleikin hjá føroyskum
kvinnum at fara til Dan-
markar at fáa fosturtøku er
ein orsøk til, at føroysku
kvinnufeløgunum
ikki
stríðast harðari fyri mál-
inum.
– Var tað ikki so lætt at
fara av landinum fyri at fáa
fosturtøku, so høvdu vit
kanska sæð kvinnur fari út
á barrikadurnar, í øllum
førum tær organiseraðu,
heldur hon.
Politikarar uttan mót
Brynhild Thomsen vísir á,
at tulkingin av fosturtøku-
lógini fra 1956 er avgjørt
ein orsøk til, at bæði
kvinnufeløgini og politikar-
ar hava so torført við at taka
eina støðu í málinum.
– Tað skerst ikki burtur,
at
landssjúkrahúsið
og
læknarnir hava fingið fríar
ræsur at tulka lógina liber-
alt - altso taka atlit til t.d.
sosial viðurskifti, tá tey
hava skulað játtað eina
fosturtøku - enn sjálv lógin
heimilar. T.v.s. at vit hava
onga skottrygga tulking av
lógini, men nettupp tí, so
veldst alt um, hvør situr í
landsstýrissessinum,
og
hetta er undirgravandi fyri
rættartrygdina, heldur hon.
Hon vísir á, at tað tykist
sum um, at bæði politikarar
og kvinnufeløgini vilja
varðveita verandi skipan
við einum forboði, sum
kortini verður brotið í tí
dulda, heldur enn at taka
eitt veruligt orðaskifti og
eina avgerð í tinginum.
Brynhild vísir á, at
møguliga óttast poltikarar-
nir og kvinnufeløgini, at
tingið ynskir eina strangari
tulking av lógini, og harvið
versna møguleikarnir hjá
kvinnum at fáa fosturtøku.
– Í fyrsta lagi er hetta
hyklarí og vandamikið fyri
rættarkensluna, tá politiska
leiðslan stuðlar lógarbrotum
av berari røringsangist, men
hetta er eisini at skáka sær
undan ábyrgd. Og so kann
man av røttum spyrja, hví
tramin politikararnir hava
boðið seg fram at stýra
landinum, tá teir so týðiliga
ikki vilja stýra kortini, spyr
tíðindakvinnan
Hon heldur ikki, at henda
støðutakan kann tulkast
øðrvísi enn, at politiska
valdið er hoknað undir
vandanum fyri einum total-
forboði fyri fosturtøkum.
Men vit fáa ikki greiðu á,
hvat úrslit tingið hevði
komið til, tí tingið ikki vil
viðgera málið, sigur hon.
– Men sum nú er, har
meirlutin tykist ganga inn
fyri eini skipan, har tað er
"siðvenjan" at taka atlit til
kvinnuna meira enn atlit til
strongu lógina, ið ræður, so
átti tað at verið gjørligt at
fingið eina lóg ígjøgnum,
sum loyvdi hesi "siðvenj-
uni", metir hon.
Barberað demkrati
– Politikararnir í Føroyum
hava mangan als onga virð-
ing fyri "bleytum" málum
og harav heldur ikki hava
virðing fyri teimum borgar-
um, sum kunnu hugsast at
verða kroystir, tí politik-
ararnir bara lata tingini
flóta. Tak málið um skrásett
parlag, har ein politikari -
enntá ein, sum sigur seg
ganga inn fyri rættindum til
samkynd - skrivar eina
grein undir yvirskriftini:
"Er homoseksualitetur et-
andi". Hendan yvirskriftin
sigur næstan alt.
Tíðindakvinnan heldur,
at vit í Føroyum hava eitt
barberað demokrati, sum
hon málber seg. Føroysku
politikararnir hugsa meir
um fisk og brýr, meðan
týðandi tættir í demo-
kratinum sum javnrættindi
og borgararættindi verða
tilvitað skúgvaðir til viks.
– Tað, sum dominerar,
eru pengar, fiskur og sam-
ferðsla - og tí hava vit eisini
eina ógvuliga óraffineraða
og barberaða útgávu av
demokratii í Føroyum. Før-
oyskir politikararnir eru
demokratiforskrektir,
og
fleiri ganga als ikki inn fyri
liberalum borgararættind-
um, sigur Brynhild Thom-
sen.
– Tað er eygnarívandi, at
alt ES nú stendur á øðrum
enda, tí ein kommisser-
kandidatur hevur sagt at
homoseksualitetur er synd.
Í næstu viku kann øll ES-
Kommissiónin
falla,
tí
hetta eina úttalilsi - sam-
bært ES-parlamentinum -
er í andsøgn við virðini, ið
ES stendur fyri. Men hetta
er tað reina vatn, samanbor-
ið við, hvat sami minniluti
nærum dagliga skal hoyra
frá pørtum av politisku
leiðsluni í Føroyum.
– Var tað ikki so lætt at fara av landinum fyri at fáa fosturtøku, so høvdu vit kanska sæð
kvinnur fari út á barrikadurnar, í øllum førum tær organiseraðu, heldur Brynhild Thomsen
Mynd: Gunnvør Hofgaard
C
M
Y
K
7
6