fríggjadagur 22. oktober 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 202 - 22. oktober 2004
Nr. 202 - 22. oktober 2004
9
- Vit eru líka nógv
konufólk í kommun-
uni sum mannfólk, og
tí halda vit, at tað er
náttúrligt, at konu-
fólk eru líka væl um-
boðaði í bygda-ráðn-
um sum mannfólk,
sigur Katrin Olsen,
sum ikki stillar
uppaftur á komm-
unuvalinum hesaferð,
men hevur verið við í
arbeiðnum at gera ein
kvinnulista í Nes
kommunu
KOMMUNUVAL
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Av sjey bygdaráðslimum í
Nes kommunu, eru í løtuni
tvær kvinnur. Tær eru borg-
arstjórin, Marjun Gaardbo
og Katrin Poulsen. Nú hetta
valskeiðið er við at renna
út, hava tær báðar sitið í
bygdaráðnum í tilsamans
átta ár, men á valinum, 9.
november, stillar hvørgin
teirrar uppaftur.
Saman við Jansy Olsen,
sum eisini hevur sitið í
bygdaráðnum í Nes komm-
unu í átta ár – fram til valið
1996, hevur Katrin verið
við til at skipað kvinnulist-
an, sum nú stillar upp við
11 kvinnum á valinum
komandi.
Tað er Kvinnufelagið á
Toftum, sum hevur gjørt
listan, og formaður í fel-
agnum er Jansy Olsen.
Seinastu 16 árini hevur
kvinnulisti stillað upp til
bygdaráðsval í Nes komm-
unu, og Jansy Olsen var
fyrsta kvinnan, sum vald
varð á hesum lista.
Fyrsta kvinnuliga um-
boðið í Nes kommunu ann-
ars var Kristina V. Andreas-
sen.
Aðrar eiga tørn
Katrin Poulsen, sum báðu
ferðirnar er vald á kvinnu-
listanum, heldur, at nú eiga
aðrar kvinnur at bjóða seg
fram og taka við tí álitis-
starvi, sum tað er at sita í
einum bygdaráði.
– Eg haldi, at tað er rætt
at geva øðrum møguleikan,
tá ið tú hevur sitið í bygda-
ráðnum í átta ár.
Katrin sigur, at tað er
spennandi og læruríkt at
taka lut í kommunalum
arbeiði, men tað krevur eis-
ini tíð og orku.
– Eg havi fulltíðarstarv í
dagrøktini, og vit hava bát
og seyð. Tí helt eg, at tíðin
var komin til at geva øðrum
kvinnum møguleikan at
sleppa fram at.
Málið hjá Kvinnufelagn-
um á Toftum, har Katrin
eisini er limur, er at fáa eini
2-3 umboð í bygdaráðið á
komandi vali.
– Jú, sjálvandi seta vit
nøsina upp ímóti at fáa
nøkur umboð vald, sigur
Katrin.
Hon vísir á, at líka nógv-
ar kvinnur eru í Nes komm-
unu sum menn, og í bygda-
ráðnum sita tilsamans sjey
umboð.
– So, hví skulu vit kvinn-
ur ikki seta nøsina upp
ímóti fleiri umboðum, spyr
hon sannførandi.
Katrin leggur aftrat, at
felagið hevði ikki farið og
gjørt ein kvinnulista, um
tær ikki meina nakað við
tað.
Sum Sosialurin hevur
skilt, er eingin kvinna á
nøkrum øðrum lista til
bygdaráðsvalið
í
Nes
kommunu hesaferð.
– Helen Højgaard var eis-
ini á almenna listanum,
men hon er nú við á
kvinnulistanum,
sigur
Katrin.
Mál eru rokkin
Katrin heldur, at fleiri mál,
sum hon og onnur í bygda-
ráðnum hava lagt dent á
seinastu átta árini, nú eru
rokkin.
Í hesum sambandi nevnir
hon eitt nú barnaansingina,
eldrarøktina og skúlan, sum
skjótt verður útbygdur.
– Tað er deiligt at vita, at
fleiri av teimum málum, tú
hevur virkað fyri, eru rokk-
in, sigur hon.
Spurd, um kvinnulistin
hevur gjørt nakra serstaka
valskrá, sigur Katrin, at
hendan er í stoypiskeiðini,
men er ikki liðug og al-
mannakunngjørd enn.
– Men vit fara at stinga
høvdini saman og tosa um,
hvørji mál vit serliga skulu
leggja dent á at røkka í ein-
um komandi valskeiði, sig-
ur hon.
Á kvinnulistanum á Toft-
um eru tilsamans 11 kvinn-
ur, og listin er óheftur polit-
iskt.
– Hetta eru kvinnur við
ymiskum
politiskum
áskoðanum, men vit hava
slett ikki spurt tær eftir,
hvar tær standa politiskt.
Málið hjá okkum er at fáa
sum mest burtur úr í einum
komandi bygdaráði – øllum
borgarunum at gagni, og tí
spyrja vit ikki eftir, hvar tær
annars standa í politiskari
merking.
Katrin Poulsen vónar at
enda, at fólk í Nes komm-
unu fara at taka væl ímóti
kvinnulistanum á valinum,
9. november.
– Av umleið 12.000
pundum á tveimum
setum, vóru eini
10.000 pund toskur,
sigur Páll Højgaard,
útróðrarmaður
ÚTRÓÐUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað er nú ikki heilt rætt, at
lítil og eingin toskur er at
fáa.
Herfyri gjørdi ein útróðr-
arbátur á Toftum tveir
góðar línutúrar í ein lands-
ynning úr Borðuni.
Teir settu millum 22 og
28 stampar og fingu umleið
6.000 pund hvønn dagin.
Páll Højgaard, útróðrar-
maður, sigur, at av hesum
umleið 12.000 pundunum,
vóru eini 10.000 pund tosk-
ur, meginparturin 3’arar og
4’arar.
Teir egndu bara feska
gággu, og hann heldur, at
hetta var høvuðsorsøkin til,
at teir fingu so nógvan tosk.
– Vit egna at kalla bara
feska gággu, og er eingin
gágga, verður ikki egnt.
Góður fiskur
Útróðrarmaðurin sigur, at
fiskurin, teir fingu hesar
báðar dagarnar, var í góð-
um holdum.
– Prísurin á toski er eisini
góður, og tí vóru hetta tveir
góðir túrar á leiðini eystur
úr Dímun, sigur Páll Høj-
gaard.
Fingu nógvan tosk á feskari gággu
Aðrar kvinnur eiga at sleppa framat
- Hava vit onga feska gággu, verður ikki egnt, sigur Páll
Højgaard, útróðrarmaður á Toftum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Kvinnulistin í Nes kommunu
hevur góðar vónir um at fáa
fleiri kvinnur í bygdaráðið í
Nes kommunu á valinum, 9.
november
Mynd: Vilmund Jacobsen
Sitandi borgarstjóri í Nes kommunu, er Marjun Gaardbo. Hon
hevur sitið í bygdaráðnum í átta ár og stillar ikki uppaftur á
komandi vali
Mynd: Vilmund Jacobsen
Geysir við í 2. útbjóðing
Nøkur stór feløg við -
onnur bjóða neyvan
hesaferð
OLJULEITING
Jan Müller
Nú bert ein knappur mánaði
er eftir, til 2. útbjóðing til
oljuleiting við Føroyar letur
aftur, er rættiliga óvist,
hvussu mong feløg fara at
søkja. Útmeldingarnar frá
oljufeløgunum hava verið
rættiliga varnar. Tað hevur
tó líkasum ligið í luftini, at
stóra bretska BP fer ikki at
søkja hesaferð og sera óvist
er
við
feløgum
sum
Amerada Hess og ENI. Tó
ber illa til at koma til nakra
avgjørda niðurstøðu, tí hesi
feløg antin hava sagt frá, at
tey fáa at síggja ella tey als
ikki hava latið við seg koma.
Hinvegin eru onnur stór
og meðalstór oljufeløg, sum
hava boðað frá, at tey verða
við. Hesi eru m.a. Statoil og
Dong.
Síðani
eru
tað
uppaftur onnur, sum eisini
kunnu hugsast at fara at
bjóða. Hesi eru t.d. Shell og
ChevronTexaco. Taka vit
Shell, so hevur tað havt eina
rættiliga fjølbroytna gongd
á landgrunninum. Felagið er
so við í loyvinum hjá BP frá
1. Rundu, men hóast BP
hevur latið ljóðað, at tað
ikki fer at bjóða í nýggjari
rundu, so er ikki vist, at
Shell nýtist at fylgja BP.
Helst er tað beint tvørtur-
ímóti. Shell hevur gjørt seis-
miskar kanningar í summar
og nakað herfyri flutti
ábyrgdin av Atlantsmót-
inum yvir til Noregs. Taka
vit so ChevronTexaco, sum
hevur verið nógv frammi í
seinastuni, so hevur stjórin
har úttalað seg um, at fór ein
boring við markið at vera
positiv, so vóru eisini møgu-
leikar fyri, at felagið fór at
bjóða í føroyskum øki. Og
tað er so nettupp tað, sum
helst fer at henda, nú tað er
komið fram, at felagið hevur
gjørt eitt stórt oljufund.
Síðani eru tað smærri
føroysku oljufeløgini, At-
lants Kolvetni og Føroya
Kolvetni, sum eisini tykj-
ast at verða áhugað í
nýggju
runduni.
Mest
áhugavert fyri tey er sjálv-
andi, hvønn bólk við stór-
um oljufeløgum, ið tey
sleppa at vera partur av. Tað
kann so ganga báðar vegir.
Men enn vita vit tað ikki.
Norsk-íslendska
olju-
felagið Geysir, sum eisini
má sigast at hoyra til tey
smærri oljufeløgini, hevur
áður boðað frá, at tað helst
fór at vera við. Nú váttar
Terje Hagevang, stjóri, at
Geysir verður við. Spurn-
ingurin er so bara, hvørji
feløg fara saman í samtøk
og hvørji verða einsamøll,
um nakað. Og tá er spurn-
ingurin so, hvørjir møgu-
leikarnir hjá eitt nú Geysir
er fyri at finna sær sam-
starvsfeløg.
Hetta
við
bólkum í sambandi við eina
útbjóðing kann vera rætti-
liga avgerandi fyri úrslitið
av útbjóðingini bæði fyri
einstøku feløgini og fyri
útbjóðaran, Føroyar.
Tá hugsað verður um, at
talan er um nýggj øki, um
djúpt vatn og um basalt, so
er neyvan hugsandi, at fel-
øg verða einsamøll. Heldur
er hugsandi, at fleiri stór
feløg finna saman fyri at
fáa sum mest burtur úr.
Spurningurin er tá, hvussu
nógv av smærri feløgunum
sum tey føroysku og so
Geysir hava møguleika at
kobla seg uppá umsóknir
hjá teimum stóru og meðal-
stóru. Hetta vita vit 17.
november.
Geysir má sigast at vera
eitt av teimum smærri fel-
øgunum og váttar Terji
Hagevang, at teir í løtuni
leita eftir øðrum feløgum at
vera saman við. Eydnast
hetta ikki, so útihýsir hann
ikki, at teir søkja einsamall-
ir. – Tað er enn ov tíðliga at
siga, men vit fara at so at
søkja einsamallir ella saman
við einum ella fleiri øðrum
um eina ella fleiri teigar.
Terji Hagevang dylur ikki
fyri, at skulu teir fara undir
at bora ein brunn, so verður
neyðgut at vera saman við
øðrum feløgum, men um
talan fyribils bert verður
um at gera kanningar, so
sum at skjóta seismikk, so
eru teir ikki ov smáir.
Uppá fyrispurning hvørja
viðmerking hann hevur til
tíðindini um, at stór fund
helst eru gjørd beint hinu-
megin markið, so heldur
Terji Hagevang, at hetta eru
sera góð tíðindi. Fundini
liggja so ikki so langt frá
strukturum á føroyska øk-
inum, sum Geysir arbeiðir
við og fyrr hevur peikað út
sum sera áhugaverd, og
møgulig risastór gassfelt,
eitt nú Durita-strukturin
nakað norðari, á 62 stigum
og longur inni á landgrunn-
inum. – Tað er altíð gott at
hoyra um nýggj fund, sum
liggja nærhendis einum
øki, sum man vil sleppa at
kanna nærri. Eg vóni, at
hetta fer at skapa størri
áhuga fyri runduni.
Terji Hagevang
Rock-
konsert í
Kelduni
Fyri fyrstu ferð
verður rock-kon-
sert hildin í nýggju
hølunum hjá Keld-
uni í Skálabotni
KONSERT
Tíðindaskriv
Tað verða bólkarnar
Narnia úr Svøríki og I
Am úr Føroyum.
Bólkarnir báðir hava
nógvar royndir innan
tónleik, og ikki minst
man I Am vera bæði
kent og væl umtókt her í
Føroyum.
Teir
hava
lutikið á Prix Føroyar og
vunnu eisini Gospel-
Prix’ið. Síðani hava teir
ferðast runt landi og
uttan fyri landaoddar-
nar.
Eisini hava teir givið
tvær fløgur út, og hevur
tann seinna av hesum
selt fleiri enn 1.800
eintøk.
Narnia er úr Svøríki og
er ein tann kendasti
Rock Bólkurin í norður-
londum innan gospel-
tónleikin.
Teir
hava
givið út fýra fløgur, sum
allar hava verið sera
vælumtóktar.
Tað er Adore Music,
sum skipar fyri Kon-
sertini í Skálabotni.
Hóast forsætisráð-
harrin, Anders Fogh
Rasmussen, mælir
donskum politikar-
um frá at blanda seg í
fosturtøkumálið í
Føroyum, gongur
danski familjuráð-
harrin, Henriette
Kjær, ímóti boðun-
um. Hon heldur, at
føroyingar eiga at
hava fría fosturtøku
FOSTURTØKUMÁLIÐ
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Danski familjuráðharrin,
Henriette Kjær, fýrir eftir
øllum at døma ikki fyri at
ganga stjórnarleiðaranum,
Anders Fogh Rasmussen
ímóti.
Hóast forsætisráðharrin
gav greitt til kennar á tíð-
indafundinum á Christians-
borg týsdagin, at hann helt
ikki tað var rætt av donsk-
um politikarum at leggja
seg út í kjakið um fostur-
tøku í Føroyum, hevur
Henriette
Kjær
gingið
ímóti boðunum frá forsæt-
isráðharranum.
Við netsíðuna hjá Dan-
mark Radio sigur familju-
ráðharrin, at tað er ótíðar-
hóskandi,
at
føroyskar
kvinnur ikki hava rættindi
til fría fosturtøku.
– Eg haldi, at føroyingar
eiga hava fría fosturtøku.
Eg haldi tað er ótíðarhósk-
andi og einki samband við
veruleikan í dag, har stórt
sæð øll børn eru ynskibørn,
at føroyskar kvinnur ikki
hava møguleikan fyri fríari
fosturtøka, heldur Henri-
ette Kjær.
Í Danmark hava annars
framsøgumenninir í javn-
støðumálum hjá Vinstra,
Danska Fólkaflokkinum og
teimum Kristiligu verið av
teirra áskoðan, at danir ikki
eiga at blanda seg í føroysku
viðurskifti.Hesum er Hen-
riette Kjær ikki samd við.
– Tað er tað sama sum at
eg viðmerki støðuna í
USA, har George Bush
stríðist ímóti rættindinum
hjá kvinnum fyri fríari fost-
urtøku, sigur Henriette
Kjær.
Hon heldur, at so leingi
talan er um eina viðmerk-
ing og eina áheitan, er eing-
in trupulleiki við, at hon
sigur sína hugsan um
spurningin.
Danski familjuráðharrin, Henriette Kjær:
Føroyingar eiga at hava
fría fosturtøku
– Hatta er bert ein út-
søgn frá einum per-
sóni, og satt at siga
vænti eg, at hugburð-
urin hjá Anders Fogh
Rasmussen um at
danir ikki skulu blan-
da seg, vigar tyngri í
málinum, sigur
Jóannes Eidesgaard
FOSTURTØKUMÁLIÐ
Páll Holm Johannesen
Løgmaður, Jóannes Eides-
gaard, heldur lítið um, at
útsagnirnar hjá danska
familjuráðharranum, Hen-
riette Kjær, á Danmark
Radio mikudagin.
– Tað hevur verið ein
greiður málsetningur hjá
samgonguni, at vit skulu
hava góð viðurskifti við
Danmark. Higartil hevur
ein felagsskapur og ein-
stakir parlamentarikarar í
Føroyum og Danmark út-
talað seg, men tá talan er
um ein danskan ráðharra,
er støðan øðrvísi. Eg haldi
tað er ótrúliga óheppi, at
eitt umboð fyri stjórnina
blandar seg í viðkvæma
málið, sigur løgmaður.
Hann væntar kortini
ikki, at útsøgnin hjá Henri-
ette Kjær um, at føroyingar
eiga at hava fría fosturtøku
fer at broyta gongdina í
málinum nakað.
– Hatta er bert ein útsøgn
frá einum persóni, og satt
at siga vænti eg, at hug-
burðurin hjá Anders Fogh
Rasmussen um at danir
ikki skulu blanda seg, vigar
tyngri í málinum, sigur
Jóannes Eidesgaard.
Kjakast í Føroyum
Tað hevur lopið í øði í
mangar
føroyingar,
at
danskir politikarar sein-
astu vikuna hava sagt sína
hugsan um fosturtøkumál-
ið. Fleiri vilja vera við, at
danir áttu ikki at blanda
seg í føroysk viðurskifti.
Danir hava svarað aftur,
at málið um fosturtøku er
eitt mál, sum grundleggj-
andi fyri allar kvinnur í
heiminum, og tí kenna
danir seg hava rætt at siga
sína hugsan í málinum.
Væntar tú, at danir í
framtíðini í størri mun fara
at siga sína hugsan um
grundleggjandi rættindini
sum
javnrættindi
og
borgararættindi?
– Tað er ómetaliga ringt
at siga hvar markið gongur
fyri at siga sína hugsan. Eg
haldi kortini tað er stak
óheppið, at Henriette Kjær
sum umboð fyri stjórnina
kemur inn og leggur trýst á
okkum. Tú skalt minnast,
at málið um fosturtøku er
eitt felagsmál, har lóg-
gávuheimildin liggur í
Danmark. Tað er kortini
siðvenja fyri, at skal okkurt
henda í málinum er neyð-
ugt at broytingin kemur úr
Føroyum, sigur Jóannes
Eidesgaard, løgmaður.
Stak óheppi
C
M
Y
K
9
8