Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. oktober 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 202 - 22. oktober 2004 Nr. 202 - 22. oktober 2004 11 Tað er kanska við einum ávísum sorgblídni, at vit nú mugu ásanna, at tíðin hjá summarítróttini er við at vera runnin fyri í ár. Milllum annað hava súkklingin og frælsi ítrótturin havt sínar seinstu kappingar, ein og allar seinastu fótbóltsdystirnir verða eisini leiktir nú hetta vikuskiftið. Longu fyri viku síðani merkti hetta eitt farvæl til fótbóltslandsliðið, sum flest allir føroyingar munnu hava tikið til sín. Eitt landslið, sum enn einaferð hevur prógvað, at hóast vit eru fáment, so kunnu vit standa okkum, tá harðast leikar á. Árið í ár var kanska eitt sindur blandað. Ikki ser- liga sannførandi avrik í Sveis og í Írlandi høvdu við sær, at fólk einamest mundu sita og rista við høvdinum framman fyri skíggjan, men sam- stundis bar til at minnast á framúr løturnar, sum liðið í ár hevur givið okkum. Sjálvasta Frakland ók á knøunum, tá teir á Tórsvølli vóru hálvgum hepnir at sleppa avstað við 2-0 sigri, og niðri á Cypros riðu okkara menn stormin av, hóast heilt nógv stóð á seinastu longu løtuna. Takk skulu tit hava, sum gera tað gjørligt hjá okkum at uppliva slíkar løtur við so stórari felagskenslu. Bæði tit, sum standa á vøllinum, og eisini tit, sum við megnar arbeiði uttan fyri grøna grasið gera hesar avbjóðingar møguligar. Hóast eitt farvæl altíð er keðiligt – eisini tá tað er fyribils – so merkir eitt farvæl hesaferð eisini góðan dag. Vetrarítróttin hevur í blíðu summ- arlýðkuni alla tíðina verið í bíðistøðu, og langt um leingi er bíðitíðin eisini av. Fyri góðari viku síðani fór hondbólturin ígongd. Flogbólturin fór á flog seinasta vikuskiftið, og í løtuni telvar landslið okkara á olympisku talv- leikunum á Mallorka. Hópur av øðrum ítróttar- greinum eru nú eisini um at standa í besta blóma. Fimleikur, borðtennis, dart, svimjing, badminton, borðtennis. Ja, listin tykist óendaligur við øllum tí, sum vit hóast alt kunnu nýta veturin til. Eisini her á blaðnum vilja vit gera okkara til, at tað eisini um veturin skal vera vert at fylgja við ítróttini. Eisini her hava vit kvinnur og menn, sum vilja geva heilt nógv fyri at røkka málinum, og eisini tey fara at geva okkum ógloymandi løtur. Bæði í høllum kring landið og framman fyri skíggjan. Hvørt málið so verður rokkið, stendur ikki greitt fyrr enn tað aftur várar, so fram til tá mugu vit liva í óvissuni. Eftir er bert at ynskja ein góðan ítróttarvetur. DAGSINS MEINING Sosialurin Farvæl og góðan dag VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Bjarti Mohr býráðslimur, Fólkaflokkurin Ein arbeiðsbólkur undir Landsstýrinum er komin fram til at nú skal mvg leggjast á í samband við húsabygging. Hetta er ein skeiv niðurstøða at koma til og kemur eitt mvg gjald at fáa sera ringar avleiðingar fyri nógv fólk. Alivinnan er stórt sæð farin og við met- høgum oljuprísum, minni fiskiveiðu og lágum fiska- prísum er longu steðgur komin í føroyska búskapin. Nógvar familjur merkja hesa afturgongd og eru tað serliga familjur sum ikki hava almenna løn at liva av. Eitt mvg avgjaldið á húsa- bygging kemur at skunda undir afturgongdina í bú- skapinum. Hetta rakar fyrst og fremst tær ungu familjurnar sum skulu seta búgv og tær familjuranr sum longu eru raktar av fallandi inntøkum í vinnu- lívinum. Heldur enn at darva bú- skapinum við enn fleiri av- gjøldum eiga bæði komm- unur og landsstýri at stimbra búskapin við at seta arbeiðir í gongd og lækka skattin hjá borgar- anum. Avgjøld hava ongan- tíð og koma ongantíð at skapa nakran framburð. Heini Magnussen Valevni Fólkafloksins Tórshavn, sum tann størsta og sterkasta kommuna í landinum, hevur ment seg ómetaliga nógv, hetta farna valskeiði. Eitt nú, eru samanlegg- ingar framdar, tørvurin á barnaansing er nøktaður, eldrabýli eru bygd og mangt annað. Men umráðandi er, at býráðið nú fer undir at stykkja fleiri grundstykkir út, byggja næmingaheim, og fáa tørvin á íbúðum nøktaðan. Eisini er tørvur á bý- lingshúsum til tey eldru í kommununi, og hetta má kommunan sjálvandi eisini taka í fullum álvara. Nú er tíðin komin, at býráðið bindur um heilan fingur, og kallar ein spaka fyri ein spaka, og fer til verka við tí fyri eygað at fáa hendan tørvin nøktað- an. í verðandi støðu, er eftirspurningurin eftir bú- staði nógv størri enn út- boðið, og tað er ikki nóg gott. Vit fara til arbeiðis, við góðum treysti, og fáa tørvin nøktaðan, so at ein og hvør sum vil, skal kunna seta føtur undir egið borð. Skulu kalla ein spaka ein spaka VAL04 Eldraíbúðir Poula Apol valevni hjá Javnaðar- flokkinum Nú hevur so dúgliga verið tosað um eldraøkið og eldraíbúðir; men sigast má, at ikki er nógv gjørt við hettar. Tað verða bygd nógv raðhús, men bert tey, sum hava ráð kunnu keypa, tí tað eru ávísir íbúðarhávar sum sleppa at leggja hvønn grønan blett undir seg og síðan byggja og selja fyri yvir eina mill. Hvar blivu eldraíbúðirnar av? Tað eru fleiri eldri fólk sum í dag sita í stórum húsum einsamøll, og kundu hugsa sær at selt tey, um tey kundu keypt eina íbúð ístaðin; sum so ein familja á 4-5 fólk kundu keypt hesi hús. Men hesar íbúðir sum nú verða bygdar eru so dýrar, at tær kostar yvir eina mill. og tá er ikki alt innrætta, og skal alt inn- rættast kosta tær nærri tveimum mill. Hettar kann eingin klára uttan at seta seg í stóra skuld og tað fer neyvan nakar at gera á ellisárum. Nei, her hevur býráðið so sanniliga nakað at hugsa um, og ikki bert parkeringsøkir. Eisini kundi verið ynski- ligt at fingið eitt gott, hugnaligt ellisheim, líka hugnaligt sum tað vit hava í Havn í dag, men sum tíverri er alt ov lítið; men heimligt og ikki so moderna, so tey gomlu kunnu føla seg heima. VAL04 Einki MVG skal leggjast á VAL04 Gjald fyri valgreinar Nú kommunuvalið er lýst, og fleiri vallistar eru almannakunngjørdir, fara vit eins og til undanfarin val at taka gjald fyri valgreinar. Gjaldið fyri valgreinar er hálvur lýsingaprísur. Sosialurin Birgir Sondum valevni á Lista E Sjálvt um umstøðurnar hjá Bragdinum – felag- num fyri frælsan ítrótt í Føroyum – eru út av lagi vánaligar, halda fram- vegis nakrar eldsálir lív í felagnum. Og nú ein dagin lýsti felagið eftir børnum at íðka hesa ítróttagrein. Tað var gleðiligt at hoyra. Eitt av mínum hjarta- málum er nevniliga frælsi ítrótturin, og gongst sum ætlað, tekur frælsi ítrótturin dik á seg. Eg ætli mær at ar- beiða fyri, at ein vøllur við rennibreyt kemur í høvuðsstaðnum og helst við ítróttarøkið í Gunda- dali. Nú eru eisini góð fimtan ár síðani, at Oyggjaleikirnir vóru í Føroyum. Tíðin er kom- in, at leikirnir aftur verða hildnir her heima, og tí krevst eitt stadion við rennibreyt. Ferð á frælsa ítróttin Poul Michelsen Las eina valgrein, sum eitt av valevnunum hjá Tjóð- veldislistanum í Havn hevði skrivað. Marianna Heinesen skrivar nakað soleiðis, at eg miðskeiðis í 80-unum hevði skírt ung- dómin í Havn nyttuleysan, og at tað tí var »sum at geva plastblómun vatn« at stuðla og menna ungdómin í Havn. At Marianna minnist hesi orð míni er bara gott - men at hon útleggur orð míni soleiðis, at eg við hesum skírdi ungdómin í Havn nyttuleysan og forkelaðan, er púra misskilt. Orð míni vóru júst søgd í stórari virðing fyri teimum ungu og tí ungdómsarbeiði, sum var og er í Havn. Havnin hevur altíð havt eitt fyrimyndarliga gott ungdómsarbeið. Eitt ung- dómsarbeiði, sum verður fyriskipað av teimum ymisku frítíðarfelagsskap- unum við kommunalan stuðli. Ein lítil bólkur av ungum fólki, sum m. a. Marianna, eftir øllum at døma var ein partur av, hevði ongan hug at virka eftir hesum treyt- um. Vit krevja av býráð- num, at tað skal gera so og so fyri okkum. Okay, hetta var so teirra máti at síggja tingini uppá og kanska ikki ungdómi ólíkt, men eina ella aðrastaðni skuldi bý- ráðið so seta eitt mark fyri, hvussu stóran part av ábyrgdini býráðið átti at taka fyri at nøkta frítíðar- tørvin hjá tí einstaka. Onkustaðni skal eginlutur einstaklinga (bólkum) koma til sjóndar. Og hetta var júst tað, sum manglaði í hesum føri. Tí varð mett, at hetta ikki var mátin at loysa frítíðartørvin í Havn uppá, og eg vóni heldur ikki, at býráðið nakrantíð ferð at loysa ungdómsarbeiði upp á henda mátan. Tekur krav- mentaliteturin yvirhond, er tað til óbótaligan skaða - ikki bert fyri tað ungdóms- virksemi, sum longu virkar í besta lagi, men eisini fyri tey, sum fáa síni krøv eftirlíkað. Tí eri eg glaður fyri, at Marianna í grein síni nú slær fast, at tað er av stórsta týdningi, at Havnin hevur ein ábyrgdafullan ungdóm, sum sjálvur er við til at skapa tær rammur og fyri- treytir, sum eru fyri tey. Kommunan eigur tá sjálv- sagt at hjálpa til, og tað veit Marianna at kommunan hevur gjørt í nógv ár. Gott kommunuval!! VIÐMERKINGAR Rasmus A. Joensen Valevni Sambandsfloksins til Tórshavnar býráð Í sambandi við kommunu- valini, ið nú eru fyri hond- um, fari eg, sum ein teirra, ið eri uppstillaður á Sam- bandslistanum í Havnini, at siga nakað um býráðs- arbeiðið, soleiðis sum eg síggi tað. Arbeiðið kann eftir míni meting, býtast upp í fleiri partar. Tríggir teirra eru • Støðan sum hon er í dag, útgangsstøðan • Ætlanir fyri farmtíðina • Vanligi gerandisdagurin Tað er sjálvsagt, at allur politikkur tekur støði í støðuni, sum hon er í dag, og haðani frá verður so sett út í kortið - ætlanir lagdar fyri framtíðina. Summar av hesum ætlan- um eru fyri styttri tíðar- skeið og aðrar fevna um longri tíðarskeið. Tær stuttu eru ein vega- stubbi, ein rundkoyring, fíggjarætlanin fyri næsta árið og líknandi. Tær longru eru byggiætlanir við øllum tí, tær hava við sær og langtíðarfíggjarætlan. Vanligi gerandisdagurin er allir teir fyrispurningar og uppskot, ið dagliga koma til býráðið og sum verða lagdir fyri umsiting og nevndir, at taka støðu til. Bygging av hjalli, kvist á húsini, blihús v.m. Í gerandisdegnum er eis- ini sera umráðandi, at skipa soleiðis fyri, at tey mongu fólkini, ið arbeiða hjá kommununi, trívast og hava eitt gott arbeiðspláss. Onnur mál eru uppskot frá borgarunum um tiltøk, sum teir eru áhugaðir fyri, og sum teir meta fara at skapa størri trivna í býnum. Eg hugsi um mentanartil- tøk og ítróttartiltøk av yms- um slagi. Uppgávurnar hjá býráð- num eru mangar, og eri eg millum teirra, ið bjóða seg fram til at loysa tær. VAL04 Plastblómur nýtast framvegis ikki vatn Uppstillaður til býraðið VAL04 Halla Samuelsen valevni hjá Javnaðar- flokkinum Vit hava nógvar góðar tón- leikarar í landinum, nógv av teimum skriva sín egna tónleik og er hetta sera mennandi og positivt. Men ikki er so lætt hjá teimum at framføra henda tónleik fyri okkum, tí vit hava ikki eitt slíkt stað til hetta endamál. Vit hava fleiri tónleikarar ið eru blivin kendir, eisini uttanfyri landoddarnar, og eg ivist ikki í, at vit kundu haft fleiri, um bara umstøð- urnar hjá teimum vóru betri. Haldi meg minnast, at tá Perlan, ið var eitt stað, har tónleikarar kundu framføra tónleik, bleiv rivin niður fyri uml. 20-25 árum síðan, skuldi eitt nýtt stað finnast í staðin fyri hana. Tað er so einki komið enn, og vit hava nógv fleiri tónleikarar nú enn tá. Tí eigur/má Tórshavnar kommuna, stuðla tónleikar- unum og útvega teimum eitt høli til framførslur. Javnaðarflokkurin er greiður yvir støðuna, og vit ynskja at gera umstøðurnar hjá tónleikarunum betri, nevnliga við at útvega teim- um eitt høli til hetta enda- mál. Fái eg tín stuðul til bý- ráðsvalið 9. nov., so ert tú við til at gera umstøðurnar hjá tónleikaranum betri. So skal eg gera mítt til at hetta mál verður loyst skjótt og væl. Framførsluhøli til tónleikarar VAL04 Kristin Michelsen Borgarstjóri Tvøroyri Viðmerkingar til grein hjá Jón Guttesen, Tvør- oyri, við yvirskriftini " Tíðin er komin at røkja smábygdirnar ". Fyrst vil eg takka fyri, at tú við húski ert fluttur til Tvøroyri ella rættari Suðuroy. Sum borgar- stjóri vil eg geva tær rætt í, at øll sóknin skal rað- festast eins, men vil ikki geva tær rætt í nógvum av tí, tú førir fram í grein tíni. Tað er rætt, at borg- arnir í allari sóknini eru felags um byrðarnar, men eg kann upplýsa tær Jón Guttesen, at sitandi býráð hevur raðfest borgarnir, ið tú nevnur »smábygdir«, eins og aðrar borgarar í sóknini. Tú kemur inn á ávís mál, harímillum skúla- barnaflutning. Eg kann upplýsa tær Jón Gutte- sen, at fyri einum ári síðan gjørdi Tvøroyrar Býráð avtalu við eitt felag um skúlabarna- flutning, við tað at ónøgd var frá fleiri av- varðandi pørtum um skúlabarnaflutningin í sóknini. Hettar royndar- ár eru nú farið afturum, og býráðsins vitandi eru allir partar sera væl nøgdir við hesari loysn- ina við skúlabarnaflutn- inginum. So her ert tú ikki væl inni í málinum, men tú hevur jú búð her í so stutta tíð, so eg beri yvir við tær. Somuleiðis kemur tú inn á vatnveiting, vega- gerð gøtuljós og meir. Viðvíkjandi vatnveiting kann eg upplýsa tær, at tað verður arbeitt mið- víst við hesi ætlan, og er tað ikki lítið av peningi, ið sitandi býráð hevur brúkt til hettar málið, somuleiðis til gøtuljós, og asfalteringar. Nei Jón Guttesen, Tvøroyrar býráð ætlar als ikki at venda smá- bygdunum bakið, sum tú skrivar, men sum áður sagt raðfestir allar borg- arnar í sóknini eins. Vit raðfesta allar borgarar eins VAL04 C M Y K 11 10