fríggjadagur 22. oktober 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 202 - 22. oktober 2004
Nr. 202 - 22. oktober 2004
13
Petur S. Johannessen
FO-900 Vágur
Undirritaði hevur fyrr,sett
okkara fiskimálaráðharra
nakrar relivantar spurning-
ar viðv. uppboðssølu og
flutningsstuðli, og hevur
undirritaði eisini ført fram í
somu grein, at landsstýrið
ella landið keypti Fiska-
marknað Føroya og opti-
maliserðaði hetta organ,
soleiðis at allur fiskur undir
føroyum bleiv landaður og
flokkaður í Føroyum, og
samstundis bleiv FMF ein
non-profit fyritøka, soleið-
is at tey bíligu fiskasløgini
eisini kundu seljast ella
bjóðast út her.
Eg skal í hesum sam-
bandi spyrja, hvat bleiv av
kunngerðunum til flutn-
ingsstuðilin, tað er átrok-
andi at fáa at vita hvat
landsstýrið ætlar á hesum
økinum, og nær?
Alt skuldi verða lagt so-
leiðis til rættis, at teir stóru
fiska keyparirnir uttanlands
kundu verða við, tá ið upp-
boð bleiv og logistikkurin
bleiv munandi betraður við
dagligum fráferðum til
meginlandi, sum tað al-
menna var við til at menna
bæði fíggjarliga og tekn-
iskt, til frama fyri bæði
føroyingar og útlendingar
fiskakeyparar, og vinnunu-
greinir annars, men tað er
greitt at hetta øki vísir seg
ongan áhuga hava hjá fiski-
málaráðharranum, kanska
tí vitanin um fiskivinnu-
økið er minimal, og tí av
góðum
grundum,
ikki
kundi svara mær uppá, hvat
ætlanin/støðu
fiskimála-
ráðið hevði til hesi bæði
mál, sum eru umrødd om-
anfyri.
Nú meti eg, at fiskimála-
ráðharrin verður noyddur at
siga okkum føroyingum,
hvat niðurstøðu fiskimála-
ráðharrin er komin til, nú
arbeiðspláss í fiskaídnað-
inum á landi verða flutt til
EU hvønn dag, nú verður
fiskimálaráðharrin noyddur
at taka høvdið úr aftur
sandinum og útinna tann
setning, sum hoyrir til
hansara embætið, nevniliga
at finna ta loysnina, sum er
best fyri Føroya land, og
ikki bert fyri ávís øki í
landinum.
Eg meti heldur ikki, at
Sambandsflokkurin kann
góðtaka, at einki verður
gjørt við hesar átrokandi
spurningar, og tí er mín
áheitan á Sambandsflokkin
um at gera nakað við hend-
an sera stóra trupulleika, og
ikki bara lata standa til,
sum fiskimálaráharrin ger,
tí vinnan á sjógvi/landi
hevur eitt natúrligt virkis-
búskaparligt áhugamál ella
endamál, og ikki eitt sam-
felagsbúskaparligt áhuga-
mál/endamál, og tí er tað
her at politikarir skulu
standa sína roynd og gera
nakað munagott fyri sína
høgu løn, sum er fólkinum
og landinum til frama.
Tað er bert at fegnast um,
at Skálaberg hevur fingið
eina
góða
avtalu
við
Marks&Spenser, og at teir
hugsa um optimering, hetta
skulu teir hava rós fyri,
men baksíðan av medaljuni
er tann, at um hesi skip
kunnu liva við einum lægri
liðugtvøru prísi enn hvat
flakavinnan í Føroyum
kann gera fyri somu vøru,
so skjóta vit okkum sjálvi í
fótin, og fáa virkini á landi
harvið økta kapping frá
føroyskum skipum, sum
fiska føroyska kvotu, og
sum allir føroyingar gjalda
nógv fyri, men sera fá fáa
ágóðan av, her síggja vit,
hvussu trupult tað er, men
tað er alneyðugt at finna
eina loysn, sum gagnar øll-
um fólkinum, t. d. kundi
tað verði álagt flakatrolar-
unum at flutt fiskahøvdini
til Føroyar til turkingar hesi
fara í sjógvin aftur nú, (20-
25% er høvd við uggabeini
av totalvektini á toskinum),
um kvotan er 15 túsund
tons eru høvdini 3.750 tons
til virkingar og søluvirði
turkað er uml. 16,0 mio kr
og geva høvdini arbeiði til
eini 18 ársverk, so her fara
stór virðir fyri skeyti, ella
kanska
flakatrolarirnir
eystanfyri skuldu goldið
tilfeingisskatt ella fáa kom-
binerða kvotina eystanfyri
soleiðis at feskfiskatrol-
ararnir eisini fingu tillutað
eina toska kvotu eystanfyri,
sum skuldi landast og
bjóðast úr í Føroyum, ella
at øll kvotan eystanfyri
bleiv førd fesk/fryst til
Føroyar.
Føroyingar eru førandi á
saltfiskamarknaðunum
í
Spania og Italia og hava tí
brúk fyri at fáa tosk støð-
ugt, toskurin er tíverri í
minking undir Føroyum,
hetta tiltak hevði kanska
tryggjað okkum ein støð-
uga tilgongd, eina lever-
ingstrygd og tryggan mark-
naðarpart í hesum umrøddu
londum, og kundi toskurin
eisini verið nýtur til aðrar
meirvirkaðar variantar í
sortimanginum hjá flaka-
virkjunum og spjaða til tað
í forvegin spinkla skiftis-
avlopið, sum er í vinnuni á
landi, og til síðst, men ikki
minst, hevði hetta tiltakið
skapt arbeiði til fiskaídnað-
in á landi í Føroyum.
Frysta flakið hjá Skála-
berg verður uppafturtiðnað
og selt sum uppafturtiðnað
fesk fløk, hetta kundu vit
lættliga gjørt í Føroyum
eisini uttan at missa nakað
økonomiskt, hetta skuldi
kanska blivið eitt krav aftur
fyri at hava kvotuna eystan-
fyri, somuleiðis hevði hetta
eisini elvt til økt virksemi
og harvið stabilitet, tað,
sum um ræður er, at tey
rættindi, vit hava, koma tí
føroyska fólkinum til frama
og ikki sum nevnt fleiri
ferðir, bert nøkrum fáum til
gagns, eg meti ikki at vit
missa nakað økonomiskt av
hesi orsøk, heldur tvørtur-
ímóti.
Her eru bert nøkur dømi
um, hvat kann gerast, men
hetta er alt upp til okkara
politikarar at taka støðu til,
og loysa, tað einasta sum
ikki má henda er at polit-
ikarir lata standa til, tí teir
skulu veljast inn aftur
næsta løgtingsval.
Her mugu og skulu nógv-
ir kamelar svølgjast hjá
politikarum, og breyðpolit-
ikarirnir mugu støðgast,
soleiðis at vit kunnu fáa
eina haldbara loysn og ikki
sum oftani hendir, koma
við eini loysn eingin kann
liva við, tí breyð-politik-
ararnir hava fingið alt
ónógv fingramerkir á loys-
nini, og arbeiðast má hart
fyri at finna eina loysn,
sum er langsiktað, og sum
kemur øllum okkum før-
oyingum til gagns, og ikki
bert nøkrum fáum.
Mín áheitan til serliga
sambandstingmenn og ikki
minst til formannin Kaj
Leo Johannesen, sum kenn-
ir alt til hetta økið, og okk-
ara fiskimálaráðharra og
samgonguna sum heild, er
at gera tað, sum teir eru
settir til, nevniliga at finna
tær røttu loysnirnar á
fiskivinnuøkinum til frama
fyri alt føroya fólk, ongan-
tíð óskjótt, og ikki liggja og
dvæla á málum, sum eru
sera følsom, eg endirtaki,
tað er tí tit politikarir sita í
tykkara sessum, at finna
semjir, sum enda við hald-
barum loysnum, tað krevur
at hava bein í nøsini fyri at
finna haldbarar loysnir, og
ikki er tað lætt, men tað
kann ikki góðtakast at
koma við eini avlagari
loysn á fiskivinnuøkinum,
tað hava vit als ikki ráð til í
Føroyum, herundir markn-
aðaratgongd sum er heilt út
av lagi vánalig, kvotir/loft,
handils/toll-avtalur osv…?,
her má landsstýrið seta
nógva orku inn fyri at vit
kunnu røkka fleiri markn-
aðum og beina forðingar
burtur, so vinnan á landi
kann menna seg og økja sítt
úrval av vørum/variantum,
her er næstan einki gjørt,
og má hetta fáa ein upp
prioritering, her burdi vinn-
an verði hoyrd, hvat hon
heldur er mest átrokandi at
fáa loyst, so her er nógv at
taka fat uppá.
Til síðst skal eg siga at
tað er spell at vit ikki hava
eitt havransóknarskip, sum
hevur
fabrikk
umborð,
góða maskinorku og góð
spøl (Heyðadrangur hevði
verið góður til hetta) so at
vit kunnu gagnnýta alt
okkara tilfeingi á føroysk-
um øki, vit vita ikki hvat
tilfeingið er í føroyskum
sjógvi, og kann hetta skip
finna
nýggj
fiskasløg,
nýggjar leiðir og fram-
leiðsluhættir, samt markn-
aðir, til gagns fyri skip og
flakavinnuna á landi, hetta
hava vit harliga brúk fyri.
Reiðaríir og flakavinnan
hava ikki fíggjarliga orku
til tess, hetta er ein uppløgd
uppgáva hjá landsstyrinum,
at finna útav hvat tilfeingi
er undir Føroyum, og kanna
um tað kann umsetast til
vinnulig endamál.
P.S. Kanska fiskimálaráð-
harrin greiður okkum før-
oyingum,
hvørja
støðu
hann hevur til ta, sum borið
er fram omanfyri - hesuferð
- ???
VIÐMERKINGAR
Nú má fiskimálaráharrin taka høvdið
úr sandinum
Katrin Dahl
Fyri at fáa eitt svar uppá
hendan spurning, vildi
eg spurt allar tær kvinn-
ur sum hava fingið
fosturtøku, hvussu tær
hava havt tað aftaná ella
seinri í lívinum, um tær
hava havt trupulleikar
samvitskuliga, ella um
tær, seinri í lívinum vóru
væl nøgdar við tað tær
gjørdu. Eisini er umráð-
andi at fáa svar frá teim-
um kvinnum sum fingu
gjørt fosturtøku í sínum
fyrsta graviditeti, og
sum ikki fingu børn
seinri.
Kanningin eigur eisini
at umfata allar tær
kvinnur, sum ynsktu at
fáa fosturtøku men sum
frá læknans síðu fingu
avslag.
Bleiv
hettar
barnið ein so stórur
trupulleiki í teirra lívi og
halda tær fast við, at
betur hevði verið fyri
móður og barn, um
barnið
ongantíð
var
komið í verðina. Hetta
eru relevantir spurning-
ar, sum eiga at svarast.
Og eg spyrji »Hvat er
»frí« fosturtøka?«
Ein blaðung genta
sum blívur við barn, er
neyvan før fyri at taka
støðu til um hon skal
gjøgnumføra graviditet-
in ella ikki. Ofta er hon
undir stórum trýsti, og
kanska hóttanum frá tí
manni, sum hon bleiv
gravid við. Eisini hevur
meiningin hjá foreldrum
og kanska vinkonum
ávirkan á hana, ja so
stóra ávirkan, at hon illa
sjálv kann gera sær eina
meining.
Hvar er so frælsið?
Hevði mamma mín
havt tann hugburð, sum
er frammi í dag, um fría
fosturtøku, og hevði tað
verið frí fosturtøka, tí
mamma mín átti síni
børn, var eg ivaleyst
ongantíð komin í verð-
ina, sum nr. fimm barn í
seks ár. Heldur ikki
mínum trimum yngru
systrum høvdu verið lív
lagað, og kanska onkur
av teimum eldru eisini
vóru skolaði út.
Ein óhugnaligur tanki
haldi eg sjálv. Øll mín
familja hevði ikki verið
til.
Um vit høvdu havt
fría fosturtøku, og hug-
burðurin hjá kvinnum
hesi seinastu 100 árini
var, at nógv børn eru ein
trupulleiki, so vóru vit
spard fyri at halda lív í
smáplássunum, har vildi
alt lív langt síðan verið
útdeytt av sær sjálvum.
At danskir fólkatings-
limir nú koma her og
bjóða sær til at forkoma
okkum í fosturlívi, er ein
so stór provokatión í
móti Føroya fólki, sum
vit ikki undir nøkrum
umstøðum kunnu góð-
taka. Okkara meining
mentanarliga, sosialt og
etiskt skulu vit hava
loyvi til at seta sjálvi.
Fosturtøka ella ikki
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Rúna Sivertsen
Líka mikið, hvørja støðu
vit hava til fosturtøku, so
eiga vit ikki at lata danir
sleppa at leggja seg út í
føroysk viðurskifti.
Tiga vit nú og lata
danir óátalaðir blanda
seg upp í, hvussu vit
lóggeva her á landi, so
fer tað at fáa álvarsligar
fylgjur fyri Føroyar.
At danskir politikarar
gjøgnum
felagsskapir
leggja seg út í okkara
viðurskifti er óhugna-
ligt! Hvat verður tað
næsta, sum onkur til-
vildarligur útlendskur
politikari fer at leggja
seg út í?
Vit hava fyrr verið úti
fyri
ágangi
frá
út-
lendskum felagsskapum,
eitt nú Greenpeace móti
grindadrápi. Tá hava vit
sanniliga talað at, og frá
politiskari síðu vart okk-
um og sagt frá, bæði hart
og týðiliga.
Tigur løgmaður nú, so
merkir tað, at tað frá før-
oyskari síðu verður góð-
tikið, at útlendingar gera
seg inn á okkum og
sleppa at stýra í Føroy-
um.
Hetta er prinsipielt og
snýr seg ikki um fostur-
tøku, og tí eigur løgmað-
ur beinanvegin harðliga
at átala hetta yvir fyri
donsku stjórnini.
Løgmaður skal langa
nevan í borðið
Hósdagin 30. sep-
tember var móttøka á
Føroya Sjómansskúla
í sambandi við at
stjórin, Dániel Johan
Poulsen, fór frá, og
Hans Johannes á
Brúgv tók við sum
nýggjur stjóri á
trimum skúlum
MÓTTØKA
Jens Kristian Vang /
Amalia Poulsen
Stórar broytinar eru farnar
fram á maritimu skúlunum
í ár. Føroya Sjómansskúli
og Maskinmeistaraskúlin
og Brandskúlin við Áir
hava lagt saman.
Stjórarnir á Sjómansskúl-
anum og Maskin-meistara-
skúlanum, Daniel Johan
Poulsen og Gordon Hof-
gaard, eru farnir frá, og
Hans Johannes á Brúgv er
nú stjóri á Føroya Sjó-
mansskúla, Maskinmeist-
araskúlanum og Brandskúl-
anum við Áir.
Á móttøkuni á Sjómans-
skúlanum
vórðu
talur
hildnar av fráfarandi stjór-
anum, Daniel Johan Poul-
sen, varaskúlastjóranum,
Petur Hans Dahl, nýggja
stjóranum, Hans Johannes
á Brúgv, Jógvani á Lakjuni,
landsstýrismanni og Mal-
uni Marnersdóttir, rektara á
Fróðskaparsetri Føroya.
Daniel Johan byrjaði við
at ynskja Hans Johannes á
Brúgv
vælkomnum
og
ynskti honum góða eydnu
við stjórastarvinum. Hann
segði m.a. at gjøgnum tey
32 árini, hann hevði starv-
ast á skúlanum, harav 10 ár
sum stjóri, hevði hann havt
við nógv hundrað ungfólk
at gera, og hann kundi ikki
lata vera við at siga hvussu
lagalig øll høvdu verið. Tað
verður mangan sagt, at tað
er kalt at sita á toppinum,
men tað havi eg als ikki
merkt nakað til, segði
Daniel Johan, samstundis
sum hann takkaði fyri ein
frálíka tíð saman við lærar-
um og næmingum.
Petur Hans Dahl segði
m.a. í talu síni, at sum leið-
ari hevur Daniel Jóhan
roynst stak væl. Hann hev-
ur við ógvuliga góðum
handalag megnað upp-
gávuna til fulnar, sum um
tað var nakað, sum var
viðføtt.
Hann hevur torað at
gingið á odda við broyt-
ingum og nýhugsan.
Hans Johannes á Brúgv
segði í síni talu m.a., at tá
hann í 1988 var liðugur við
skipsføraraútbúgving sína,
helt hann eina røðu á skúl-
anum. Tá hugsaði hann
ikki, at hann aftur skuldi
halda røðu á Sjómansskúl-
anum sum komandi stjóri.
Tá segði hann eisini far-
væl við Daniel Johan,
munurin er tann, at hesa-
ferð varð hann sjálvur eftir
í húsinum, meðan Dánjal
Johan fór.
Hann vónaði at kunna
taka upp arvin eftir Daniel
Johan, nú hann kemur at
standa fyri samanlegging-
ini, og boðskapurin er, at
tað ikki er neyðugt at bróta
niður fyri at byggja nakað
upp.
Hans Johannes á Brúgv
er 41 ára gamal og vest-
menningur. Hann gekk í
realskúla í Vestmanna og
tók HF-skeið í Hoydølum.
Tá hann var liðugur við
skipføraraútbúgving sína í
1988, sigldi hann sum
stýrimaður, til hann fekk
starv á Føroya Fiskasølu.
Har var hann í tilsamans 13
ár og var stjóri í fimm og
eitt hálvt ár.
Eftir tað búði hann sam-
an við familjuni á Spania í
eitt ár. 1. januar 2004 tók
hann við sum stjóri á
Rækjuvirkinum á Oyri og
1. september tók hann við
sum stjóri á Maskinmeist-
araskúlanum og 1. oktober
eisini á Sjómansskúlanum.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Hans Johannes loysir av á brúnni
Tøkk
Eina stóra tøkk vil eg fegin bera tykkum
øllum, sum á ymsan hátt gleddu meg
á 75 ára føðingardegnum.
Kjartan Mørkøre
Hans Johannes á Brúgv, nýggi stjórin á samanløgdu skúlunum, saman við Daniel Johan Poulsen, sum nú hevur lagt frá sær sum stjóri á Føroya Sjómansskúla
Fráfarndi stjórin saman við familjuni, f.v. Birita L. Poulsen, Heðin D. Poulsen, Hanna
Sigurheim, Kári Sigurheim, Daniel Johan Poulsen, Heini Nygaard, Amalia Poulsen, og Elsebeth
Bolstad. Bjarki Poulsen vantar á myndini
Hjúnini Daniel Johan og Amalia Poulsen
Petur Hans Dahl, varaskúlastjóri, og Daniel Johan Poulsen,
við einum málningi hann fekk frá skúlanum
C
M
Y
K
13
12