fríggjadagur 22. oktober 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 202 - 22. oktober 2004
Nr. 202 - 22. oktober 2004
15
Mánadagin 18. oktober andaðist Torbein Dam í
Havn, 72 ára gamal. Hann var sonur Annu, sum var
ættað úr Skálavík, og Erik Dam úr Havn. Torbein
vaks upp á Heygsbreyt. Anna og Erik áttu 9 børn:
Anna Poulina, Lena, William, Brynjolvur, Frank,
Tróndur, Una, Torbein og Eivind. Í fjørutiárunum
var húsið meint rakt av tuberklum. Øll børnini
høvdu smittuna, og Anna Poulina og William
doyðu av sjúkuni. Helst var tað dag um dag.
Torbein var giftur við Alexandrinu (Dinnu) úr
Fuglafirði. Tey bygdu á trønni hjá pápanum við
Marknagilsvegin. Tey fingu dóttrina Annu, sum er
gift við Magnusi Magnussen, og synirnar William
og Leif.
Sum ungur var Torbein ein túr í Grønlandi sum
messur við Oyrnafjall, men annars arbeiddi hann á
landi. Hann var arbeiðsmaður og arbeiddi í mong
ár á húsavirkinum hjá systkinabarninum Hans
Hilmar Dam. Tey nógvu seinastu árini arbeiddi
hann hjá SEV.
Torbein var lágur á vøkstri, men sterkur. Skemt-
ingarsamur og stuttligur at vera saman við. Hann
var havnarmaður við stórum H og haraftrat HB-ari
um ein háls.
Torbein Dam deyður
90 ára føðingardagur
Í dag, 22. oktober, fyllir Anna Hansen, Saltnes,
90 ár.
Dagurin verður hildin hjá Jórun og Dakku.
Dagurin
22. oktober. Cor-
dula. Hon var ein av
teimum 11.000
moyggjunum, sum
sagt var frá tann 21.
oktober.
FØÐINGARDAGUR
Jan Müller
Millum gestarøðararnar á
stóru HB móttøkuni í
Norðurlandahúsinum sein-
asta sunnudag var eisini
forsetin í ÍSF, Heðin Mort-
ensen. Hann helt fyri, at
hetta er ikki bert ein stórur
dagur fyri HB, tað er eisini
ein stórur dagur fyri ítróttin
í Føroyum.
Heðin Mortensen vísti á,
at HB hevur altíð millum
manna verið roknað sum
eitt av teimum stóru - og
hevur eisini verið tað. Altíð
frammalaga og altíð ført
fyri at gera vart við seg.
– Við einari heilari øld á
baki telist Havnar Bótfelag
millum elstu ítróttafeløg í
landinum. Hetta gevur eina
serstøðu, ið felagið tó
hevur megnað at røkt so
væl, at tað í mangar mátar
hevur
verið
eitt
undangongufelag
fyri
onnur.
Aldurin í sjálvum sær er
merkisverdur, men ikki
minni áhugavert er tað at
síggja, at HB telist millum
teirra, ið eldist við yndi.
Hetta sæst ikki minst aftur
í, at felagið støðugt hevur
ment seg og tikið við
nýggjum
avbjóðingum
segði ÍSF forsetin og vísti
á, at einki annað felag hev-
ur vunnið so nógv sum HB,
tað verið seg sum steypa-
vinnari og føroyameistari.
Fyri Havnina hevur HB
eisini altíð havt sera stóran
týdning, og saman við
øðrum feløgum í býnum,
hevur felagið givið ung-
dóminum eitt gott og
mennandi frítíðarítriv, sum
hjá teimum flestu man hava
verið orsøk til mong og góð
minni, tá nøkur ár eru
fráliðin.
– Eg tori at siga, at
Havnin hevði verið fátøk,
um vit ikki høvdu tykkum,
og her vil eg eisini fegin
takka fyri alt, tit í HB hava
gjørt líka síðan 1904. Illa
ber til at gera hetta upp í
verðsligum virðum, so hó-
ast tøkkin kanska kann
kennast fátækslig, skal hon
so sanniliga ikki liggja eftir
segði Heðin Mortensen og
helt fram:
– Ítróttarsamband Føroya
skal eisini her bera HB eina
stóra tøkk fyri stuðul øll ár-
ini síðan 1939, tá ÍSF varð
sett á stovn. Frá fyrsta degi
sóu havnamenn týdningin
av at fáa samskipa ítróttin í
Føroyum, og saman við
øðrum vóru teir við til at
leggja lunnar undir ÍSF.
Í mínum arbeiði sum for-
seti í Ítróttasamband Føroy
og við mentunarpolitikki
havi eg sæð, at eingin ivi er
um tann týdning, tað hevur
fyri trivnað og menning í
landi okkara, at vit eiga ein
virknan ungdóm, sum ikki
sparir seg, men vil leggja
tíð og mátt í at røkja tann
mentunararv, ið sprottin er
úr føroyskum jørðildi.
Vit, sum fáast við ítrótt
og tískil hava dagligt sam-
band og samstarv við ta
fjøld av fólki í øllum aldri,
ið er virkin innan ítróttin -
serliga ungdóm, kvinnu
sum mann - undrast og
fegnast
støðugt
yvir,
hvussu eldhugi og sjálvs-
ofran kunnu flyta fjøll - og
gera tað.
At HB hevur eina glæsi-
liga fortíð, finna vit so
mong dømi um tá ein lesur
bókina
Havnarmenn
í
Gundadali,
har
Jógvan
Arge sigur frá um tey fyrstu
50 árini. Tíðin hevur ikki
verið minni glæsilig sein-
astu 50 árini, sum Suni
Merkisstein í nýggjari bók
kemur at siga okkum frá.
Vit gleða okkum at síggja
og lesa hetta megnarverk
um HB.
Men í øllum hesum hava
tit ongantíð læst tykkum
føst í fortíðina. Framtíðin
hevur altíð staðið framma-
liga, og tit hava dugað at
sæð týdningin í, at ungt
fólk tekur við, har tey
gomlu sleppa. Ungdómurin
og gott ungdómsarbeiði eru
grundvøllir undir fram-
tíðini hjá HB.
Hetta er ein stórur dagur
hjá HB í dag. 100 ár eru
liðin, síðan havnarmenn
tann 4. oktober 1904 stovn-
aðu fótbóltsfelagið, Havnar
Bóltfelag,
Ítróttarsamband Føroya
hevur eftir ynski frá felagn-
um, valt at heiðra HB við
peningagávu, og kundu vit
hugsa okkum, at pening-
urin verður brúktur til tey
ungu. Har liggur framtíðin
hjá felagnum.
Ítróttasamband Føroya
hevur gjørt eitt skreytblað í
samband við dagin og eru
orðini, sum eru skrivað til
føðingardagsbarnið
HB
hesi:
Eina øld hevur slóðarin
gingið á odda.
Uppalt ungling til mann,
- til frama fyri felag,
einstakling og samfelag.
Hart hevur leikað á,
men fremst í gonguni
eru varðar laðaðir,
so lætt hevur verið at elt
slóðbrótaran,
sum kynt hevur loga, ið
hevur tænt sum viti.
Ein fyrimynd.
Øldin er rokkin, men
framvegis,
spelkin sum unglingi,
verður brotið upp úr
nýggjum.
Avbjóðingar bíða
- og slóðarin er til reiðar.
Hjartaliga tillukku
ynskir
Ítróttasamband Føroya
HB – eitt undangongufelag
fyri onnur eisini
Børnini
aftur
upp á
gólv
TÍÐINDASKRIV
Aftur í vetur skipar Tøk-
um Lætt fyri barna-
dansi. Byrjað varð 20.
oktober. Ætlanin er, at
børnini skulu fáa eina
hugnaliga løtu har høð-
ursdenturin verður lagd-
ur á kvæðini. Men tað
verður eisini pláss fyri
eini hugnaligari løtu við
onkrum leskandi og eini
góðari søgn ella einum
góðum ævintýri.
Dansað verður hvørt
mikukvøld kl. 19.00 -
20.00.
Øll børn eru hjartaliga
vælkomin - tey heilt
smáu skulu helst hava
ein vaksnan við sær.
Størri bólkar til dømis
ein skúlaklassi við lær-
ara eru eisini vælkomin
at luttaka, so kunnu vit
samstarva soleiðis, at
næmingarnir
kunnu
venja tey kvæði, ið
verða tikin í barnadans-
inum sum ein náttúrlig-
ur partur av tí obligator-
isku undirvísingini í
skúlanum.
Dansurin verður skip-
aður av sjálvbodnum
limum hjá Tøkum Lætt,
og luttakandi børn skulu
einki gjalda. Øll børnini
fáa eitt hefti við kvæð-
um og vísum til gávu.
Royndarskipan, ið
stuðlar føroyingum at
lesa hægri lestur utt-
an fyri tann enskttal-
andi heimin, sett í
verk
STUÐULSSKIPAN
tíðindaskriv frá
Mentamálaráðnum
Landstýrismaðurin
í
mentamálum hevur frá 1.
august 2004 sett nýggja
ÚSUN-kunngerð í gildi.
Størsta broytingin í nýggju
kunngerðini er, at nú verður
møguligt at fáa stuðul til
málslig fyrireikingarskeið
til hægri útbúgvingar á ikki
enskttalandi lærustovnum í
ikki enskttalandi londum
uttanfyri Norðurlond.
Talan er í fyrstu atløgu
um eina royndarskipan
fram til 31. desember 2006.
Mett verður, at í dag lesa
umleið 1.300 føroyingar
hægri lestur. Við hægri
lestur skilst útbúgvingar, ið
verða tiknar eftir miðnáms-
skúla ella líknandi. Av hes-
um 1.300 lesa umleið 500 í
Føroyum og 700 í Norður-
londum - meginparturin í
Danmark.
Harafturat lesa í dag
umleið 90 føroyingar hægri
lestur uttan fyri Norður-
lond. Gott og væl 80 av
hesum lesa í enskttalandi
londum - 40 í Onglandi, 25
í Skottlandi og restin í
USA, Avstralia, Kanada,
Wales, Írlandi og Ný Sæ-
landi. Bert 7 føroyingar
lesa í dag hægri lestur á tí
evropeiska
meginland-
inum.
Tá ið hugsa verður um
tað stóra samskiftið, sam-
handilin og samstarvið,
sum føroyingar hava við tað
evropeiska meginlandið, og
at tað harafturat sum heild
er nógv bíligari at lesa á
meginlandinum
enn
í
teimum enskttalandi lond-
unum, er tað harmiligt, at
ikki fleiri føroyingar taka
hægri útbúgvingar har.
Endamálið við nýggju
skipanini er at stimbra ung-
um føroyingum at fara at
lesa m.a. á tí evropeiska
meginlandinum. Orsøkin
til, at so fáir føroyingar lesa
har, er helst, at málsligi før-
leikin í týskum, fronskum,
sponskum og møguliga
øðrum evropeiskum málum
er ikki nóg góður. Fyri at
bøta um hetta, verður nú
møguligt at fara á málslig
fyrireikingarskeið í upp til
6 mánaðir við stuðli frá
Stuðulsstovninum.
Krøvini til málsligu fyri-
reikingarskeiðini eru, at
skeiðini skulu vera máls-
liga førleikagevandi til
hægri lestur. Hetta merkir,
at luttøkan á skeiðinum ella
tann endaliga próvtøkan á
skeiðinum er á einum slík-
um stigi, at tann lesandi fær
tann málsliga førleikan, ið
skal til fyri at lesa á hægri
lærustovni.
Harumframt
skulu skeiðini vera full-
tíðarskeið við í minsta lagi
15 tímum um vikuna.
Stuðulin verður í fyrstu
atløgu veittur sum lán til
skúlagjald
og
lán
til
livikostnað eftir fylgjandi
reglum:
• Til skúlagjaldið verður
veitt lán, tó í mesta lagi kr.
20.000. Skúlagjaldið fevnir
bert um útreiðslur, ið hava
beinleiðis við lesturin at
gera.
• Til livikostnað verður
veitt lán. Lánsupphæddin,
ið verður veitt hvønn
mánaða, er mánaðarliga
studningsupphæddin, sum
til eina og hvørja tíð verður
veitt til hægri lestur í Før-
oyum - skúlaárið 2004/-
2005 er henda upphædd kr.
3.462.
Um tann lesandi, innan 15
mánaðar eftir, at málsliga
fyrireikingarskeiðið
er
endað, fer undir hægri
lestur á lærustovni, har
høvuðsmálið er tað sama,
sum tað var á málsliga
fyrireikingarskeiðinum,
verða lánini umløgd til
studning.
Umleggingin
verður framd eftir, at tann
lesandi hevur tikið próv-
tøkurnar á fyrsta lestrarári í
útbúgvingini.
Meira fæst at vita um
henda
nýggja
stuðuls-
møguleikan á heimasíðuni
hjá
Stuðulsstovninum
www.studul.fo, har um-
sóknarblað og vegleiðing er
at finna.
Nýggj stuðulsskipan til lesandi
C
M
Y
K
15
14
i
Dimmalætting
Úrvalsbrúkari innan
roknskap og EDV
Gjaldstovan hevur um hendi Landsrokn-
skapin, Búskaparskipan landsins, og ein
stóran part av almenna bókhaldinum. Í
Gjaldstovuni arbei›a uml. 30 fólk.
Kjarnin í Búskaparskipan landsins er Ora-
cle Financials. Av ø›rum skipanum kunnu
ver›a nevndar: Felags lønarskipan, Bú-
skettskipan, Lei›slukunningarskipan og
Dátuvøruhús.
Fíggjardeildin hevur ábyrgdina at
rá›geva um Búskaparskipan Landsins
t.d. í høvu›sbóka-, debitora-,
kreditora- og ø›rum skipanum.
Deildin luttekur, tá i› n‡ggjar skipanir
ver›a kravfestar og tiknar í n‡tslu.
Deildin er eisini vi› í landsroknskapar-
og fíggjarlógararbei›inum. Hon skal
somulei›is vera vi› til at menna
fíggjarst‡ringina hjá tí almenna og at
røkja Búskettskipanina, Lei›slu-
kunningarskipanina og heimasí›una
hjá Gjaldstovuni.
Talan er um gó›ar arbei›sumstø›ur,
bæ›i tá i› ræ›ur um høli og útbúna›.
Gjaldstovan hevur eina flekstí›ar-
skipan, og í Fíggjarmálará›num
eru gó› kantinuvi›urskifti.
Meira um hetta er at lesa á heimasí›uni
hjá Gjaldstovuni.
Í løtuni n‡ta o. u. 800 brúkarar Búskapar-
skipan landsins.
Heimasí›a: www.gjaldstovan.fo
Nú eitt av okkara dugnaligu starvsfólkum hevur valt at fara undir hægri útbúgving, er
eitt starv sum úrvalsbrúkari í Fíggjardeildini á Gjaldstovuni leyst at søkja. Ert tú tann
rætta/rætti, kunnu vit bjó›a tær eitt spennandi starv innan roknskap og EDV.
Ábyrgdarøki› ver›ur at rá›geva og undirvísa í skipanum undir BSL, gera veglei›ingar og
mannagongdir, gera úrrit og annars at skapa kunning vi› dátum í EDV-skipanum, røkja
og menna heimasí›una og vera vi›, tá i› n‡ggj tøkni og skipanir skulu ver›a tiknar í
n‡tslu.
Tann, sum ver›ur sett/ur, skal hava útbúgving innan roknskap og/ella EDV sum t.d. HH,
HA, datanom, datamatikara v.m., hava gó›an kunnleika til bókhald, roknskap og til
bókhaldskipanir, duga at skriva føroyskt og kenna vanligar skrivstovuskipanir sum
outlook, word og excel. Ta› er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur royndir innan
roknskaparøki› og EDV. Men tey, i› júst hava loki› eina útbúgving, kunnu eisini søkja.
Dentur ver›ur lagdur á, at tann, i› ver›ur sett/ur, kann arbei›a sjálvstø›ugt og hevur gó›
evni at samskifta vi› onnur, t.d. tá i› undirvíst ver›ur í skipanum.
Í byrjanartí›ini ver›ur upplæring um tær ney›ugu skipanirnar.
Lønar- og setanarvi›urskifti eru samb. sáttmála millum Starvsmannafelagi› og Fíggjar-
málará›i› alt eftir útbúgving og royndum. Arbei›stí›in ver›ur 39 tímar um vikuna.
Umsókn vi› skjølum og CV skulu ver›a Føroya Gjaldstovu, Boks 2009, 165 Argjum
í hendi innan 8. november 2004.
Hans Petur Joensen tlf. 352455, sum er deildarlei›ari, er fúsur at svara spurningum
starvinum vi›víkjandi.