fríggjadagur 22. oktober 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 202 - 22. oktober 2004
Nr. 202 - 22. oktober 2004
17
varðveitir sína tilvitsku um,
at hetta er mítt og okkara
arbeiðs- ella bústaður, sum
øll seta eina æru í at fara
væl um og eru góð við sum
sítt egna.
Konsummentanin
um
bara at keypa nýtt, fara illa
um, blaka burtur fyri síðani
bara at útvega nýtt aftur,
hevur verið nógv útbreidd í
okkara samtíð, men tað er
skuldin samsvarandi eisini.
Menning og tíðarrák eru
onnur gandaorð uppi í
tíðini, og rætt er tað, at
tøknin mennist við rúkandi
ferð, og tað ræður um at
fylgja við og ikki gerast
eftirbátur.
Men kortini loysir tað seg
eisini at fara væl um tað,
sum kann brúkast yvir eitt
longri tíðarskeið.
Eitt talandi dømi eru øll
línuskipini, eini 60-70 í tali,
sum komu til Føroya ný-
bygd í sekstiárunum.
Tey vóru fíggjað yvir 10
ár og bygd til at skula halda
sama áramál, men enn, 40
ár seinri, virka eini tíggju
av hesum edlu skipum eftir
sum
tey
samanumtikið
frægast lønsomu og ar-
beiðsskapandi í føroyskari
fiskivinnu.
Væl eru tey allarflestu
umsíðir umbøtt og nútím-
ansgjørd, men minnist meg
rætt, trallar í hvussu er eitt
enn við somu 45-ára gomlu
høvuðsmaskinu,
hevur
áhaldandi positivt rakstrar-
úrslit og er trygt inntøku-
grundarlag hjá eini 20 fa-
miljum..
Giti, at har er eisini farið
væl um, og menn eru bæði
góðir við og stoltir av sín-
um gamla og framvegis fult
nýtiliga arbeiðsplássi.
Verður so farið yvir aftur
til heilsuverkið, so er hug-
burðurin manna millum
eins og hjá politikarum
munandi broyttur betra
vegin. Tað sýntis leingi,
sum um sjúkrahúsið ongan
góðan átti, tað materiella
afturúrsiglt og arbeiðsfólk-
ið niðurslitið og til tíðir enn
tá eisini háðað, men vit
vóru so nøkur, sum áhald-
andi talaðu at, og kanska
hevur tað kortini munað,
kanska. Og sjálvur søkk eg
í neyðini so djúpt sum at
flætta onkra illbøn uppí
mína aftanbøn um at lata
politikarar og umsiting
smakka sjúkrahúsverkið.
Annars lótu merkiliga fá
alment við seg koma,men
tilvitskan virkar ofta eitt
sindur seinri.
Samtíðin og væntandi
eisini framtíðin hevur tað í
sær, at flestallir føroyingar
byrja og enda sínar dagar á
sjúkrahúsi, fólk liva vanliga
leingi og nógv tørva á lívs-
leiðini ábøtur fyri heilsuna.
Tá tað leikar á hjá okkum,
verður tað fatað sum ein
sjálvfylgja, at heilsuverkið
stendur fult tilbúgvið at
dugna okkum, og er hjálpin
ókeypis fyri tann, sum
vanlagnan rakar, tí er tað
nakað, sum vit eru og eiga
at vera samhaldsføst um, so
er tað saman, eitt nú yvir
skattabilettina,
at
taka
heilsuliga hond um hvønn
annan.
Vit skulu ikki og ongan-
tíð hava amerikanskar til-
standir í heilsumálum.
Nýggi
sjúkrahúsbygn-
ingurin er ein stór, men
neyðug íløga í sjúkrahús-
verk Føroya fólks.
Tað er ein íløga í fram-
tíðina, eitt herðaklapp til
tolnu og trúgvu starvs-
fólkini og brúkaran við og í
síðsta enda ein sjálvgivin,
stórfingin fólkagáva frá
skattgjaldaranum.
Tískil vara vit øll somul
av hesi stóru íløgu, sum vit
og eftirkomarar okkara
forrestin hesuferð sjálvi
bløða fyri, og so mikið
meira
skuldi
ábyrgdin
okkara allra verið at fara
væl um og hjá fyrisiting og
politiska myndugleikanum
at læra av farnum mistøk-
um og ikki lata hesa stór-
bæru íløgu fara í rot og
órøkt.
Og so skulu vit eisini
minnast til, at sum hósk-
andi startkapital og møgu-
ðliga viðurkenning fyri
áður framdar svárar skerj-
ingar, so hava okkara
politikarar hesuferð sloppið
sjúkrahúsunum undan tí
10% niðurskurði av pen-
ingaligum tilfangi, sum
aðrir almennir stovnar nú
hava fingið at dragast við.
Eisini tað forpliktar sjúkra-
húsfyrisitingina og starvs-
fólkið mótvegis tí sam-
haldsfasta almenna.
Og verri er tað so ikki, at
landsstýrið um somu leið
spílar seg út við ymsum
fólksligum ætlanum og
átøkum fólkaheilsuni at
frama, sum væl kann koma
at minka um framtíðar-
trýstið og slitið á nýbygn-
ingin og sjúkrahúsverkið í
síni heild.
- Samtíðin og vænt-
andi eisini framtíðin
hevur tað í sær, at
flestallir føroyingar
byrja og enda sínar
dagar á sjúkrahúsi,
fólk liva vanliga leingi
og nógv tørva á lívs-
leiðini ábøtur fyri
heilsuna. Tá tað leikar
á hjá okkum, verður
tað fatað sum ein
sjálvfylgja, at heilsu-
verkið stendur fult
tilbúgvið at dugna
okkum, og er hjálpin
ókeypis fyri tann,
sum vanlagnan rakar,
tí er tað nakað, sum
vit eru og eiga at vera
samhaldsføst um, so
er tað saman, eitt nú
yvir skattabilettina, at
taka heilsuliga hond
um hvønn annan.
Vit skulu ikki og ong-
antíð hava ameri-
kanskar tilstandir í
heilsumálum skrivar
Eyðun Joensen í Ting-
hellukronikkini ídag
TINGHELLU-
KRONIKKIN
Eyðun Joensen
Nýggi parturin av Lands-
sjúkrahúsinum, sum júst er
tikin í nýtslu, er millum
allarstørstu stakíløgur hjá
almennu Føroyum nakran-
tíð.
Sjúkrahúsbygningurin
tykist út í odd og egg fram-
komin, væl frágingin og
hartil stásiligur.
Onkur heldur, at nú kom
so umsíðir túrurin at dugna
Landssjúkrahúsinum
so
dyggiliga, at haðani verður
kúrt í mong ár frameftir,
meðan onnur vilja halda
hesa íløgu bert vera eitt
hóskandi
fyribilsavdrag
fyri gamlar syndir av at
hava latið Landssjúkrahús-
ið farið í tøkniligt forfall,
so niðurslitið og forsømt alt
hitt gamla var vorðið av
væntandi politiskum fyriliti
og játtanum til megin-
sjúkrahúsið.
Det koster at væra kar, og
tað er sum við brendum
tonnum: fyrst líkasæla og
vanrøkt, og tá tað ikki
verður tikið hond um so
hvørt, gerst umsíðir galin
endi, og totalrenovering er
altíð dýr.
Sjálvur havi eg ongantíð
ivast í neyvum sambandi
millum arbeiðs/liviumstøð-
ur og avrik/trivna. Hatta
vita fólk, sum røkja síni
vinnutól væl ella endur-
nýggja tey so hvørt, eins og
familjur kenna tað í góðum
virkisárum at ognast egið
býli. Tá var einki óført, og
vit royndu at fara væl um
og at taka hond í so hvørt, tí
tað var okkara og kendist
sum ein partur av okkara
samleika.
Sjálvur kom eg tíðliga í
sjeytiárunum at starvast á tí
tá nýbygda stásiliga Stats-
hospitalinum, seinri psyki-
atrisku deild, eins og vit
sum familja um somu tíð
vóru millum tey allarfyrstu
at fáa fyribilsbýli í nýggju
starvsfólkabygningunum.
Tað var eitt serligt dám-
ligt huglag millum bæði
starvs- og búfólk at vera í
slíkum nýggjum og stási-
ligum umhvørvi, og tað eg
minnist vóru fólk yvirhøv-
ur íðin og vælhýrd, fóru
væl um og vóru góð við
bæði arbeiðsumstøður og
býli.
Men
sum
flestøllum
seinri kunnugt vísti byggi-
verkið seg skjótt at vera
stak illa frágingið.
Tað lak í eyri og seyri, og
tað geys illa.Timburverkið
rotnaði, og betongið datt
sundur.
Men tað var jú lutfalsliga
nýtt byggjarí, og tá byggi-
harrin og ánarin (danska
innanríkismálaráðið) var so
fjart av landi skotin, var
forstáilsi fyri ábótum og
endurgerð so sum so, og tá
føroyingar sjálvir einki áttu
í herligheitunum, kundi
ikki roknast við munandi
góðari hond haðani.
Úrslitið gjørdist skjótt
eitt umfatandi forfall.
Tað gingu tó bert fá ár, til
danir lótu føroyingar yvir-
taka heila molevittið, mær
vitandi púra ókeypis.
Við fullum ognar- og
ræðisrætti skuldi ein nú
trúð, at vend kom í órøkt-
ina, tí nú var alt hettar okk-
ara egna og ábyrgdin við.
Nakað er gjøgnum árini
pjøssað uppá, kanska eisini
fyri at sissa almennar
heilsu- og trygdarmyndug-
leikar, men neyvan nóg
mikið í mun til tað áhald-
andi slitið og forfallið, og
hvussu slummið síðani
man hava ávirkað bæði
starvsfólk og búfólk, skulu
gudarnir vita.
Farna landsstýrið um-
hugsaði eitt skifti at selja
privatum nakrar av íbúðar-
bygningunum til tess at
útvega kapital til at bøta
upp á aðrar, men tá tað varð
ivast í, um nakað líkinda
boð fekst fyri hesar bygn-
ingar, varð ætlanin tá helst
slept, men nú umhugsar so
verandi landsstýrið aftur at
selja, m.a. fyri at sleppa sær
undan viðlíkahalds-skyld-
unum.
Væl vóru tíðirnar í níti-
árunum soltnar, tó máti skal
vera við.
Minnist afturá, at vit altíð
gáðaðu um verðurvánirnar,
og kom hann vestaneftir við
avfalli, breiddu vit løk út í
vindeygakarmarnar á vest-
ursíðuni, og varð hinvegin
vátveður av eystri, vóru
løkini flutt eysturum. Tað
fall okkum bert natúrligt og
sum at skálka til umborð a
skipi.
Eitt skifti lak tað illa við
ódámligari evju omanyvir
høvdini á okkum á tí
psykiatriska komandosen-
tralinum, har vit fleiri ferðir
um dagin møttu til ráð-
leggingarfund.
Tekjan varð tett, bjálv-
ingin skift og 2 av íalt 8
loftsplátum skiftar út, og
umsíðir kom so dagurin, tá
málast skuldi afturíaftur
illitta vatnskaðan, men nei,
tann neyðars málarin hevði
bert fingið játtað máling til
hesar somu 2 endurgjørdu
loftspláturnar. Tað sjónliga
estetiska
málaraúrslitið
kunnu so fólk sjálvi ímynda
sær, og mær kunnugt lekur
tað forrestin enn.
Hettar skal ikki fatast
sum tað bera grenj, men
sum ein áminning til um-
siting og játtandi myndug-
leikar um týdningin av, at
tað verður farið væl um og
tikið hond um til botns so
hvørt, tí í longdini er tað
dýrast bara at lata standa til
ella pjøssa uppá.
Og so er tað hin ikki
minni týðandi síðan av
málinum, hetta at brúkarin
Nýtt sjúkrahús og hvat so?
"Nýggi sjúkrahúsbygningurin er ein stór, men neyðug íløga í
sjúkrahúsverk Føroya fólks. Tað er ein íløga í framtíðina, eitt
herðaklapp til tolnu og trúgvu starvsfólkini og brúkaran við og í
síðsta enda ein sjálvgivin, stórfingin fólkagáva frá skattgjald-
aranum."
"Vit vara øll somul av hesi stóru íløgu, sum vit og eftirkomarar
okkara forrestin hesuferð sjálvi bløða fyri, og so mikið meira skuldi
ábyrgdin okkara allra verið at fara væl um og hjá fyrisiting og
politiska myndugleikanum at læra av farnum mistøkum og ikki
lata hesa stórbæru íløgu fara í rot og órøkt."
"Vit skulu minnast til, at sum hóskandi startkapital og møguliga
viðurkenning fyri áður framdar svárar skerjingar, so hava okkara
politikarar hesuferð sloppið sjúkrahúsunum undan tí 10%
niðurskurði av peningaligum tilfangi, sum aðrir almennir stovnar
nú hava fingið at dragast við. Eisini tað forpliktar sjúkrahús-
fyrisitingina og starvsfólkið mótvegis tí samhaldsfasta almenna."
C
M
Y
K
17
16