Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. oktober 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 202 - 22. oktober 2004 Nevndin í Akstur- vinnufelagnum Sam- fylking harmast um at hýruvognsvinnan ongan góðan eigur, og at myndugleikarnir ikki hjálpa teimum at fáa skipaði viður- skifti, soleiðis at tað ber til at liva av at koyra hýruvogn í Tórshavnar komm- unu, sigur Magnus Fuglø, formaður í felagnum HÝRUVOGNAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Hýruvognsvinnan hevur tað ikki lætt í Tórshavnar kommunu, sigur Magnus Fuglø, formaður í akstur- vinnufelagnum Samfylk- ing. Talan er um eina vinna burturav, sum góðar 60 familjur í kommununi skulu liva av. Ringt er hjá einum hýru- vognsførara at fáa endarnar at røkka saman, hóast hann hevur langar arbeiðsdagar allar yrkadagarnar í vikunu. Hann er eisini noyddur at hava bilin koyrandi um næturnar í vikuskiftinum, tá fólk fara í býin og nýta nógv hýruvogn. Men her hava hýruvogn- arnir fingið kapping frá fleiri minibussum, sum við ongum hýruvognsloyvi í vikuskiftinum taka ein stóran part av kundunum frá hýruvognunum. Fyri at koyra hýruvogns- koyring í Havn, skalt tú hava loyvi frá hýruvogns- nevndini hjá Tórshavnar býráð. Loyvið umfatar koyring við upp til 8 ferð- andi. Hýruvognsreglugerð- in ikki galdandi Fyri nøkrum árum síðan fann onkur út av, at um man fekk sær ein minibuss, sum tók meira enn 8 ferðandi, so var hýruvogns-reglu- gerðin ikki galdandi fyri teir. Har var altso ein grá sona í hýruvognsreglugerðini, sum gjørdi at hesir mini- bussar kundu koyra ótarn- aðir. Hetta førdi síðan við sær at fleiri minibussar komu á gøtuna og komu inn á økið hjá hýruvognunum, serliga í vikuskiftinum, og nýta t.d. steðgiplássini í Steinatúni, sum hýruvognarnir eiga, eftir at býbussarnir eru givnir á miðnátt. Magnus Fuglø sigur, at teir kunnu ikki forða fyri hesum piratbussum, men teir hava ikki loyvi at koma inn á økið hjá hýruvognum og taka kundar frá teimum. Nevndin í Samfylking hevur havt nógvar fundir við fútan, Vinnumálaráðið og hýruvognsnevndina hjá býráðnum um hesa pirat- koyringina. Tað vísir seg at sum at hýruvognsvinnan eigur ongan góðan, og at mynd- ugleikarnir ikki klára at hjálpa okkum við at fáa skipaði viðurskifti at ar- beiða undir, sigur Magnus Fuglø. Hann nevnir sum dømi, at fyri nøkrum árum síðan høvdu hýruvognsførarar í Bergen somu trupulleikar at stríðast við, men tað var skjótt, at myndugleikarnir fingu tað í rætt lag. Magnus sigur víðari, at teir hava heitt á Vinnu- málaráðið um at fáa hýru- vognsreglugerðina fyri Tórshavnar kommunu end- urskoðaða. Reglugerðin hevur 20 ár á baki og er ikki tíðarhóskandi í dag. 2. desember í fjør fekk Samfylking bræv frá Vinnumálaráðnum um, at ein arbeiðsbólkur skuldi setast til at endurskoða reglugerðina, men longu 6. desember slitnaði sam- gongan, og alt datt niður- fyri. Steðgipláss til hýruvognar Ein annað átrokandi mál sum Asturvinnufelagið Samfylking arbeiðir við, er at alt ov fá steðgipláss eru til hýruvognar í býnum. Á Vaglinum eru trý, og uttan fyri SMS eru tvey, sum eru sera væl fjald fyri fólki, sum koma út hiðani. Vit kundu hugsað okkum at t.d. tvey steðgipláss vóru við hvørja av teimum trimum høvuðsinngongd- unum í SMS og aðrastaðni í býnum, har nógv fólk koma og fara, sigur Magnus Fuglø. Tað eru umleið 60 hýru- vognsloyvir í Tórshavnar kommunu, og tað halda vit vera meira en nokk. Vón- andi kunnu vit í góðum samstarvi Tórshavnar kommunu og Vinnumála- ráðið gera tað liviligt hjá teimum, sum liva av at koyra hýruvogn, og at borg- ararnir í høvuðsstaðnum fáa eina góða tænastu alt samdøgrið og hvønn dag í vikuni, sigur Magnus Fuglø. Vónandi kunnu vit í góðum samstarvi Tórshavnar kommunu og Vinnumálaráðið gera tað liviligt hjá teimum, sum liva av at koyra hýruvogn, sigur Magnus Fuglø, formaður í Aksturvinnufelagnum Samfylking Aksturvinnufelagið Samfylking: Hýruvognsreglugerðin má endurskoðast Eftir ætlan verða heimadystirnir hjá Stjørnuni framyvir vístir á Televarpinum sama kvøld,sum teir eru leiktir. Fyrsti dysturin skal ætlandi vísast sunnukvøldið HONDBÓLTUR Jákup Mørk Tey eru ikki bangin fyri at royna nakað nýtt í Klaksvík. Tað hevur næst størsti býurin í landinum prógvað ferð eftir ferð, og nú bróta tey enn einaferð upp úr nýggjum. Saman við Televarpinum fer hondbóltsfelagið Stjørnan nevnliga undir eina roynd, og ætlanin við hesum er, at tað framyvir skal bera til at síggja heimadystirnar hjá felagn- um á sjónvarpi sama dag, sum teir eru leiktir. Ein roynd Fyrstkomandi heimadyst- urin hjá Stjørnuni verður sunnudagin móti Neistan- um. Dysturin verður leiktur kl. 15.00, og longu kl. 20 er so ætlanin, at hyggjarar hjá Televarpinum kunnu sess- ast við skíggjan at vita, hvussu leikur fór. Ella fyri at finna fram onkra detalju í dystinum, sum eyguni ikki fangaðu heilt í høllini. Stjóri Televarpinum er Laila Hentze, og tó at hon ikki heilt vil staðfesta, at tað verður sent, so tykjast tað í løtuni bert vera smá- lutir, sum resta at fáa upp á pláss. – Enn er alt tað tekniska ikki heilt greitt, og aðrar smálutir resta eisini í, áðrenn hetta er endaliga upp á pláss, men tað er so ætlanin at gera eina roynd, sigur hon. – Og talan er um eina roynd. Vit hava ikki roynt slíkar sendingar áður, so enn havi eg ikki hug at blása hetta alt ov stórt upp, sigur stjórin á Televarpinum. Framúr møguleiki Hinvegin tykjast tey í Stjørnuni at vera meira reyst í málinum í so máta. Og tað er helst einki at ivast í, at gongur alt eftir ætlan, so kann hetta vera við at pro- filera helst sterkasta kvinnu- liðið í landinum enn meira. – Hetta er ein framúr góður møguleiki hjá okk- um at profilera felagið, sigur Rógvi Nielsen, sum umframt at venja besta kvinnuliðið eisini hevur ítróttarligu ábyrgdina í felagnum. – Vit rokna við, at øll teknisk viðurskifti verða fingin í rættlag til sunnu- dagin. Samstundis, sum dysturin verður festur á band, verður hann goymdur á einum harðdiski, og so fær Televarpið talgildaðu útgávuna av dystinum. Sendiútgerðin hjá teimum er ikki analog, og tí er hesin framgangshátturin neyðug- ur, men vit rokna ikki við, at hetta fer at geva nakrar trupulleikar, sigur Rógvi. Víðari sigur hann, at tey miðja eftir, at dygdin av upptøkunum skal verða á so høgum støði, sum tað yvirhøvur er gjørligt, nú talan er um amatør-upp- tøkur. Eisini hevur felagið fingið fatur á speakara til dystin. Tað verður Karl Jo- hansen, sum í nógv ár leikti á besta liði felagsins. Fíggjarligir fyrimunir Hvørgin parturin fæst at siga nakað um fíggjarliga partin av avtaluni. Men tað er lítið at ivast í, at hjá báðum pørtum eru fíggjar- ligu møguleikarnir í hesum stórir. Stjørnan fær á hend- an hátt ein – eftir føroysk- um standardum – eina- standandi møguleika at profilera felagið, og skuldi hetta sostatt skapt góð gróðrarlíkindi fyri øktum sponsorinntøkum framyivr. Og hjá Televarpinum er hetta uttan iva enn eitt stig at økja um innihaldið á Rás1, sum fyritøkan rekur sjálv. Her eru frammanund- an tíðindi, húsamarknaður, veður og valuta at síggja. Og hartil, so er hetta helst eisini ein háttur at draga lýsarar at Televarpinum. Nr. 202 • fríggjadagur • 22. oktober 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Stjørnan á Televarpið Sunnukvøldið kunnu hyggjarar hjá Televarpinum ætlandi sessast framman fyri skíggjan til hondbóltsdyst. Fyrsti dysturin verður tann millum Stjørnuna og Neistan C M Y K 19 18