fríggjadagur 22. oktober 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 202 - 22. oktober 2004
Nr. 202 - 22. oktober 2004
21
Jovevic
til TB
Alexandar Jovevic, sum
tey bæði seinastu kapp-
ingarárini hevur leikt
við NSÍ og Skála, fer
komandi ár at spæla
fótbólt á Tvøroyri.
Hetta skrivar Dimma-
lætting hósdagin. Við
blaðið sigur formaðurin
í TB, Sofus Laðanberg,
at teir meta tað sum
neyðugt at styrkja um
hópin, nú felagið er flutt
upp í bestu deildina, og
at tilgongdin av Jovevic
er ein liður í hesum
arbeiði.
Í fjør hevði TB út-
lendskan styrk í Em-
manuel Larbi, Daniel
Nyarko og Predrag Ziv-
kovic. Hesin seinasti
nevndi hevur verið í
Føroyum síðani 2000,
og er tí at rokna sum
føroyingur í fótbólts-
høpi, so tað tykist væl
møguligt, at TB fer at
knýta enn ein útlendsk-
an leikara afturat liðn-
um í vetur.
-jm
Javnleik
móti
Albania
Føroyska talvlandsliðið
telvaði mikudagin sín
sætta dyst á talvolympi-
aduni á Mallorka. Hesa-
ferð var móstøðuliðið
Albania, sum er styrkis-
mett sum nummar 62.
Tað eru 25 pláss framm-
anfyri Føroyar.
Met hetta løgdu før-
oysku telvararnir líka í.
Bæði Hans Kristian
Simonsen á øðrum og
IM John Rødgaard á
fjórða borði vunnu síni
talv móti telvarum, sum
vóru væl hægri styrkis-
mettir. Martin Poulsen
mátti á fyrsta borði lúta
fyri einum stórmeistara,
sum hevði omanfyri
2500 ratingsstig, og á
triðja borði tapti Olaf
Berg somuleiðis sítt
talv.
Javnleikur var tó eitt
sera gott úrslit hjá før-
oyska liðnum, sum nú er
á 82. plássi í kappingini.
Hetta eru fimm pláss
omanfyri styrkismeting-
ina.
-jm
Javnt í
botn-
uppgerð
Randers er fram-
vegis aftast, og
mikukvøldið eydn-
aðist tað ikki Es-
bjerg at sleppa
leyst av botninum
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
Tá ið tað síðst í juli varð
farið undir nýggja kapp-
ingarárið í superliguni,
bar tað ikki til at fáa
uppgerðina í Randers
millum uppflytararnar í
superliguna,
Randers
FC; og Esbjerg av-
greidda. Tað komst av,
at Esbjerg spældi í
Intertoto Cup.
Mikukvøldið varð út-
setta uppgerðin endiliga
fingin frá hondini í
illfýsnum heystarveðri í
Randers. Úrslitið gjørd-
ist 1-1, eftir at heima-
liðið, sum fyrst hevði
vindin og regnið í rygg-
in, hevði verið á odda í
steðginum. Úrslitið ber
við sær, at Randers
framvegis er niðast, og
at tað ikki eydnaðist
Esbjerg at sleppa so
leyst av botninum, sum
bronsuvinnararnir í fjør
høvdu vónað, at tað fór
at gera í útsetta dystin-
um.
Tólvta umfarið verður
spælt í vikuskiftinum.
Leygardagin
er
ein
dystur á skránni. Tá fer
botnliðið at fáa vitjan av
oddaliðnum, Brøndby.
Sunnudagin sær skráin
soleiðis út: AaB-Her-
følge,
Esbjerg-AGF,
FCM-FCN, OB-Silke-
borg og FCK-Viborg.
Í Fuglafirði verður
vónað, at manningin
verður umleið tann
sama, nú teir ætla at
toga seg longri fram,
sum hon var, tá ið tað
eydnaðist teimum at
sleppa undan niður-
flytingini
ÍF FYRIREIKINGAR
Jóannes Hansen
Tað verður ein gamal kenn-
ingur í Fuglafirði og ÍF,
sum fer at hava ábyrgdina,
tá ið fuglfirðingar eftir árs-
skiftið fara at leggja til
brots í fyrireikingunum til
nýggja kappingarárið. Pet-
ur Simonsen, sum býr í
Havnini, men er ættaður úr
Fuglafirði, og ÍF skrivaðu
týskvøldið undir sáttmála,
sum sigur, at Petur tvey tey
næstu
árini
skal
vera
venjari hjá ÍF. Tað skrivaði
ÍF heimasíðan mikudagin.
– Uppgávan kennist bæði
spennandi og sum ein stór
avbjóðing. Eg havi ikki
verið venjari í bestu deild-
ini síðani í 1998. Men eg
havi havt samband við
venjarar og fótbóltsheimin,
og tað er mín fatan, at talan
hevur verið um stórar
broytingar síðani tá, og ikki
minst í Fuglafirði eru teir
málrættaðir og taka upp-
gávuna í stórum álvara. Tað
er í hvussu so er fatanin,
sum eg havi fingið, tá ið vit
hava tosað um samstarvið,
sum vit nú hava gjørt av at
fara undir. Eg haldi, at tað
eru møguleikar í spælarun-
um, sum vóru við í ár, og
nevndin og stuðulsfelagið
hava sett út í kortið, og teir
kenna fyritreytirnar.
Hetta sigur Petur Simon-
sen. Hann er ikki ókendur í
ÍF. Har hevur hann bæði
verið formaður og venjari.
Hann var formaður frá
1978 og til 1982. Tað var
um ta tíðina, tá ið vøllurin í
Fuglafirði varð gjørdur av
nýggjum. Petur hevur í
tveimum skiftum verið
venjari hjá ÍF. Fyrra skeiðið
var 1983, 1984 og 1985, og
seinna skeiðið var í 1996 og
í 1997. Í 1998 var Petur
venjari á Toftum, og síðani
tá hevur hann ikki verið
venjari í fremstu røð.
Petur er ein av tíggju
venjarum í Føroyum, sum
hevur tað sonevndu elitu-
venjara
útbúgvingina.
Hann hevur tey seinnu árini
saman við fleiri av hinum
elituvenjarunum
arbeitt
sum instruktørur, og sam-
stundis hevur hann verið
venjari í øðrum deildum
enn tí fremstu. Í ár hevur
hann havt ábyrgdina av
unglingunum og 3. deildar-
liðnum hjá. Í 1999 var hann
venjari hjá HB unglingun-
um og 2. deildarliðnum, og
í 2000 vandi hann smá-
dreingirnar og dreingirnar
hjá EB/Streymi.
Sama fólkið
Rúni Petersen, formaður í
ÍF, sigur seg vera fegnan
um, at venjaraspurningurin
fyri tvey tey næstu árini er
fingin upp á pláss.
– Tá ið vit í fjør fluttu
upp í bestu deildina, settu
vit okkum sum mál, at trý
tey næstu árini skuldu nýt-
ast at fóta okkum í bestu
deildini. Millum fyritreytir-
nar, ið skulu vera upp á
pláss, eru, at venjaraspurn-
ingurin og spælaraspurn-
ingurin eru loystir. Nú er
Petur Simonsen vorðin
venjari, og vit eru fegnir
um, at hetta er komið upp á
pláss, nú vit tosa við spæl-
ararnar. Vit halda, at tað eru
møguleikar fyri, at liðið,
sum spældi í ár, kann gerast
uppaftur betri, og tí vóna
vit, at somu spælarar, sum
spældu við í ár, eisini fara
at vera við næsta ár. Vit
vóna eisini, at tað fer at
eydnast at fáa onkran spæl-
ara afturat. Enn er ov tíð-
liga at siga nakað ítøkiligt
um hetta, men vit halda, at
tað sær hampuliga gott úr,
sigur Rúni Petersen, sum í
gjár ikki vildi vera meiri
ítøkiligir viðvíkjandi spæl-
arunum.
Tá ið ÍF í fjør tryggjaði
sær uppflyting til bestu
deildina,
var
Sigfríður
Clementsen venjari. Hann
helt fram eftir ársskiftið,
men í summar varð hann
sagdur úr starvinum. Tá tók
Petur Mohr liðið á seg, men
nú hevur nevndin so aftur
gjørt av at skifta venjara.
Hjalgrím Elttør var
aftur í ferðalagnum,
men føroyska íslettið á
vøllinum í Odense var
ikki stórt, tá ið Fremad
Amager mikukvøldið
vann tryggan sigur á
botnliðnum
DANMARK 1. DEILD
Jóannes Hansen
Tað gongur so væl, sum tað
kann bera til at ganga, hjá
feløgunum
í
næstbestu
deildini í Danmark, har
føroyskir spælarar eru við í
kappingini um plássini á
besta liðnum.
Mikukvøldið varð ein út-
settur dystur á skránni. Nú
hava øll feløgini spælt
ellivu landskappingardystir
í part, og sæð frá føroysk-
um sjónarhorni, sær støðu-
talvan áhugaverd út. Hors-
ens, sum hevur Johan B.
Hansen
á
liðnum,
er
oddalið við 23 stigum, og
stavn um stavn í kappingini
um næstfremsta plássið,
eru Fremad Amager, sum
hevur tríggjar føroyskar
spælarar, og Frem, sum
sunnudagin hevði Jón Róa
Jacobsen sum tvífaldan
málskjútta (tvær ferðir mál-
skjútti við høvdinumaftaná
hornaspørk), og sum mána-
dagin á heimasíðuni hjá
felagnum varð kosin besti
spælarin sunnudagin.
Gunnar Nielsen er hvørja
ferð eykamálverji hjá Frem.
Lítil leiklutur
Útsetti
dysturin
miku-
kvøldið var á Odense
stadion, har Fremad Amag-
er vitjaði botnliðið Dalum.
Nýggi venjarin hjá Fremad
Amager, Benny Johansen,
hevði givið Hjalgrími Elt-
tør boð um at vera við í Od-
ense ferðini saman við
Andrew av Fløtum og tólv
øðrum spælarum. Í fleiri
vikur hevur Hjalgrím ann-
ars ikki verið partur av
besta liðnum.
Eftir málleysan 1. hálv-
leiki vann Fremad Amager
3-1. Sigurin bar við sær, at
Fremad Amager flutti fram
á næstfremsta plássið. Lag-
ið í felagnum er ógvuliga
gott. Í fjør stríddust teir alt
kappingarárið fyri at sleppa
undan niðurflytingini, og
hóast teir í summar vónaðu,
at tað hesa ferð skuldi royn-
ast betri enn tað, so hevur
eingin droymt um, at
felagið skuldi blanda seg í
stríðið um uppflyting. Enn
er langur vegur á mál, og
tað fer neyvan at eydnast
felagnum
at
varðveita
framúr góðu støðuna. Men
tann løtan, sum er góð, er
ikki ring, sum tað plagar at
verða tikið til.
Synd er at siga, at før-
oyski leikluturin var serliga
stórur á Fremad Amager
liðnum mikukvøldið. Hjal-
grím Elttør var á beinkinum
allar 90 minuttirnar, og fyri
fyrstu ferð í fleiri umfør
taldist Andrew av Fløtum
ikki millum teir fyrstu
ellivu. Hann varð settur inn
í álopið, tá ið tað restaðu
trettan minuttir. Tað var
akkurát, tá ið Fremad Am-
ager hevði økt um munin til
3-1.
Leygardagin skal Frem
spæla á heimavølli móti
Næstved. Sunnudagin skal
Fremad Amager í torføran
útidyst móti SønderjyskE,
meðan Horsens skal spæla
á heimavølli móti AB.
Gamal kenningur verður
venjari í Fuglafirði
Allir føroyingarnir eru í toppinum
Hóast hann er ein av bara tíggju venjarum, sum hevur hægstu føroysku venjaraútbúgvingina,
so hevur hann av arbeiðsávum ikki vant lið í fremstu deildini síðani 1998
Venjingarskúlin
Søkt verður eftir lærara til tíðaravmarkað starv til
avlopstímar at byrja sum skjótast.
Løn sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og
Fíggjarmálaráðið.
Umsóknir saman við prógvum og møguligum við-
mælum skulu vera skúlastýrinum í hendi í seinasta
lagi mánadagin 1. november.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
skúlastjóran á tlf. 316317 ella 213502.
Skúlastýrið við Venjingarskúlan
v/ Gunri Johannesen
Blankagøta 10
100 Tórshavn
Øll hava eina góð
óða s
a íðíðu
- pop.fo hevur 100
hevur 100
C
M
Y
K
21
20