hósdagur 21. september 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. SEPTEMBER 2017
SOSIALURIN 110
6
PERSÓNSSØGA
ÁKI BERTHOLDSEN
– Tá ið fekk boðini frá læknanum
um, at eg hevði parkinson, fekk eg
tað øgiliga ringt. Akkurát tá føldi
eg tað sum ein deyðadóm. Men
tað vardi bara eina løtu og tá ið
eitt korter var farið, hevði eg fótað
mær aftur. Og eg havi ikki verið
kedd ur eina einastu løtu síðani tá.
Tað sigur Eyðun Ásason av Tvør-
oyri. Hann var bara 29 ára gamal,
tá ið hann fekk staðfest parkinson,
og sostatt er hann ein av teimum
yngstu í Evropa, sum hava fingið
hesa sjúkuna.
Fangaður
av tónleiki
Annars var Eyðun sum fólk flest.
Hann er uppvaksin í ein um musi-
kalsk um heimi mitt á Tvøroyri.
Omm an, Jonna Mortensen, sang
alla tíðina, og pápin, Ási, sang nógv
í kóri og hann var eisini fastur
sang ari, tá ið jarðarferðir vóru.
Men tað var ikki fyrrenn hann
gekk í framhaldsdeildini í Tvør-
oyr ar Skúla, at áhugin fyri sangi
og tónleiki av álvara varð vaktur
í honum.
Lærarin, tey høvdu í enskum,
Jean Dimon, gav teimum ein tann
størsta rokksangin av øllum, Bo-
he mi an Rhapsody hjá Queen, fyri
í enskum.
– Tá ið eg hevði hoyrt tann sang-
in fyrstu ferð, var eingin veg ur
aftur. Eg lánti plátuna frá ein um
øðrum lærara, Martini S. Eides-
gaard, men eg vildi so illa av við
hana aftur, tað gekk eitt heilt ár
áðr enn hann fekk hana aftur.
– Og eg lurtaði eftir henni alla
somlu tíðina, leggur hann afturat.
Seinni fekk hann eisini fatur
á “A Kind of Magic” plátuni hjá
Queen, og tá fekk hann eisini
systr ina, Guðruna Sólju, við upp á
at syngja.
Øll ungdómsárini varð Eyðun
ógvu liga virkin sangari og gitt ar-
spælari og tað var valla eitt viku-
skiftið har hann ikki spældi onku-
staðni. Oftast var hann saman
við vinmanninum, Neil Joensen í
Vági. Teir spældu ikki bara kring
land ið, men eisini uttanlands, í Ís-
landi, í Danmark, á Gran Kanaria
og í Hetlandi. At teir eisini fóru til
Het lands, komst kanska mest av, at
Neil er hálvur hetlendingur.
Teir vórðu eisini bodnir til
USA at spæla. Tað var sjálvur
um boðsmaðurin hjá Rihannu, ið
bjóð aði teimum yvir, men teir fóru
ong antíð, tí teir trúðu at tað var tað
bera gass. Men seinni fingu teir so
at vita, at tað var tað altso ikki.
– Tað vóru góðir dagar, sum eg
sakni ræðuliga illa, sigur Eyðun.
Teir gjørdu eisini onkur einstøk
– Síðani eg varð sjúkur, er lívið blivið kensluríkari, heimurin er blivin vakrari og
litirnir eru blivnir sterkari. Og tá ið tann fyrsti skelkurin hevði lagt seg, havi eg
ikki verið keddur eina einastu løtu aftur, sigur Eyðun Ásason av Tvøroyri, sum
er ein tann yngsti í Evropa, sum hevur fingið herviligu sjúkuna, parkinson
krari og
havi eg
ri, sum
on
EG HAVI
FINGIÐ MEIRA
FRÁ SJÚKUNI
ENN HON HEVUR
FINGIÐ FRÁ MÆR
6
EG HAVI
Eyðun Ásason:
Lívið var gott
áðrenn, men nú
er tað blivið heilt
fantastiskt