hósdagur 21. september 2017síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. SEPTEMBER 2017
SOSIALURIN 110
7
løg sjálvur, og okkurt teirra er eisini
at hoyra á Youtube. Men teir góvu
ong an tíð nakað út.
– Tað hava vit enn til góðar at
geva tónleik út, sigur Eyðun Ása-
son.
Annars arbeiddi hann eisini.
Hann hevur bæði siglt við Maersk,
koyrt lastbil, arbeitt hjá Strand-
ferðsl uni, arbeitt hjá Føroya Bjór,
og ann að.
– Mær hevur altíð dámað væl
at vera mín egin og tí havi eg ofta
skift arbeiði, soleiðis sum hugurin
hev ur verið. Men eg havi aldrin
ver ið arbeiðsleysur, sigur hann.
Hann tók eisini studentsprógv,
men hann hevði ongar ítøkiligar
ætl anir um, hvat hann skuldi
brúka tað til.
– Eg tók bara studentsprógv fyri
at hava tað, sigur hann.
Kollveltingin
Men tann 14. desember 2006 koll-
velt ist alt lívið.
Eg vaknaði tann morgunin og
føldi, at hondin ristist so illa. Eg
fór til læknan, men vit tosaðu mest
um, at tað mundi vera okkurt við
stoff skiftinum. Men fyri at fáa tað
stað fest, varð eg sendur beinleiðis
til Poul Joensen, neurolog, til kann-
ing ar.
– Tað tók ikki serlæknanum
drúgva tíð at staðfesta, at eg hevði
fing ið parkinson, sigur Eyðun Ása-
son.
Tá var hann 29 ára gamal. At fáa
parkinson 29 ára gamal er sjáld-
sama ungt og Eyðun er ein tann
yngsti yvirhøvur í Evropa, sum
hev ur fingið sjúkuna.
– Tað verður sagt, at ein kann
ganga við sjúkuni í 10 ár, áðrenn
hon vísir seg, so kanska var eg bara
19 ár, tá ið eg varð sjúkur, heldur
hann fyri.
– Tað var ein skelkur at fáa at
vita at eg hevði fingið parkinson.
Eg visti ikki, hvat tað var fyri ein
sjúka, so ímeðan eg sat hjá lækn-
an um, føldi eg tað, sum at eg hevði
fing ið ein deyðadóm, sigur Eyðun.
Men hann sigur, at tað vardi
bara eina lítla løtu.
– Hetta var ein deiligur dagur og
sól in stavaði av heiðum himli, og
tá ið eg kom út í tað góða veðrið
hugs aði eg, at tað varð ikki enn á
sinni, at eg ikki fór at merkja nakað
til sjúkuna. Eg hugsaði bara, at nú
havi eg fingið parkinson, og so livi
eg víð ari við tí. Og síðani tá havi eg
ikki verið keddur eina einastu lítlu
løtu, sigur hann.
– Og tað er púra vist, at eg havi
fing ið meiri burtur úr parkinson
enn parkinson hevur fingið burtur
úr mær, sigur Eyðun.
– Síðani eg fekk staðfest sjúk-
una, er tilveran blivin betri, stað-
fest ir hann.
– Lívið er blivið ótrúliga deiligt
og nógv kensluríkari enn tað var.
Verð in er vakrari og litirnir eru
sterk ari og eg havi funnið útav,
hvussu stórt virðið er í øllum tí
smáa, sum eg hevði í lívinum, men
sum eg ikki hevði givið gætur áðr-
enn.
– Lívið var gott áðrenn, men nú
er tað blivið heilt fantastiskt, sigur
Eyðun Ásason.
Hann sigur, at hann er ikki ein-
sam allur at sita við eini kenslu av,
at tá ið tú verður raktur av álv-
ars ligari sjúku, verður lívið nógv
kenslu ríkari og sterkari.
– Eina ferð, eg sat og bíðaðu eftir
flog farinum eftir at hava verið á
Rík is sjúkrahúsinum til kanningar,
kom eg at sita saman við einum
manni í bestu árum við ólekjandi
krabba meini.
– Hóast hann visti, at hann ikki
hevði leingi eftir at liva, segði hann,
at hann vildi ikki verið hesa tíðina
við krabbameini fyriuttan, tí lívið
hevði verið heilt fantastiskt síðani
hann varð sjúkur.
– Eg haldi, at tað hendir okkurt
við fólki, sum fáa at vita, at tey eru
álv arsliga sjúk, tí tá verður lívið
knapp liga nógv meiningsfullari
enn tað var, sigur Eyðun Ásason.
Hann vil kortini ikki siga, at
hann ikki vildi verið sloppin undan
at havt parkinson. Men hann hevur
ein rættiliga einfaldan hugburð til
lív ið og tað er, at vit vit mugu læra
okk um at liva við teimum kortum,
vit fáa at liva við.
– Tað nyttar ikki at leggja seg
nið ur, tí tað kemur av sær sjálvum
eina ferð, tá ið tann tíðin er.
Legði ikki lívið á hillina
Men Eyðun sigur, at sanniliga er
tað strævið at hava parkinson. Bara
tað at koma upp um morgunin, og
í klæð ini, kann viðhvørt krevja
eina øgiliga viljastyrki, tí kropp ur-
in er púra stívnaður, og tað kann
rættiliga leingi at fáa hann at
makka rætt. Parkinson ger nevni-
liga ikki bara, at kroppurin ristist.
Tað hendir seg eisini, at kroppurin
full komiliga stirðnar, og herviligir
kramp ar gera tilveruna ógvuliga
trupla í løtum.
Púra vanligar, ger and is við ur-
skifti, sum tað annars ikki koma
van lig um fólki til hugs, eru ikki
til at koma burtur úr hjá einum,
sum hevur parkinson. Bara eitt so
ein falt, sum at smyrja børnunum
ein matpakka um morgunin kann
vera ein vón leys uppgáva. Men so
er bara at bíða eina løtu og herja á
aft ur, sigur hann. Hetta merkir so
eis ini, at tað er hopleyst at leggja
neyv ar ætlanir, tí tað er ikki altíð at
kropp urin og heilin vilja tað sama.
Um tað mundi, hann varð sjúk-
ur, hitti hann eisini Jeanette sum
hann flutti saman við.
– Tað hevur verið ómetaliga gott
– Eg haldi, at tað hendir
okkurt við fólki, sum fáa at
vita, at tey eru álvarsliga sjúk,
tí tá verður lívið knappliga
nógv meiningsfullari enn tað
var, sigur Eyðun Ásason
framhald