Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. september 2017síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. SEPTEMBR 2017 SOSIALURIN 110 9 Sundkrogsgade 30 2150 Nordhavn, København Tel +45 8818 1111 Søren Frichs Vej 34 D 8230 Åbyhøj, Aarhus Tel +45 8818 1100 bruun-rasmussen.dk Altjóða uppboðssøla í desembur Føroysk modernað list úr 20. Øld er sera nógv eftirspurd í løtuni. Fyri at røkja henda stóra áhuga leita vit eftir verkum hjá hesum listafólkum til okkara altjóðu uppboðssølu í desembur: Sámal Joensen-Mikines, William Heinesen, Janus Kamban, Steffan Danielsen, Ingálvur av Reyni, Ruth Smith, Thomas Arge, Zacharias Heinesen, Torbjørn Olsen, Tróndur Patursson, Eyðun av Reyni og øðrum. Nærri kunning fæst at vita hjá Niels Boe-Hauggaard á tlf. +45 8818 1182 / nbh@bruun-rasmussen.dk ella hjá Peter Beck á tlf. +45 8818 1186 / pb@bruun-rasmussen.dk. Søkt verður eftir føroyskari list ámal Joensen-Mikines: “Sólsetur við havið” (1960). 95 x 112 cm. elt fyri: 140.000 krónur. Leiðari til Kundatænastuna Um starvið Sum leiðari í Kundatænastuni í Føroya størsta peningastovni fært tú eitt spennandi og avbjóðandi starv við ávirkan og ábyrgd. Starvið gevur tær ein fjøltáttaðan gerandisdag, og tín fremsta uppgáva verður at taka tær av dagligu leiðsluni í Kundatænastuni, sum telur 25 starvsfólk. Umframt dagliga leiðsluleiklutin inniber starvið eisini nógv samskifti við kundar umframt tætt innanhýsis samstarv við aðrar deildir í bankanum. Førleikakrøv Tú hevur viðkomandi útbúgving. Tú hevur sjálvstøðugt arbeiðslag. Tú ert opin, framsøkin, samstarvssinnað/ur, úrslitagóð/ur og nýhugsandi. Tú megnar at hava nógvar bóltar í luftini samstundis. Tú dugir at taka skjótar avgerðir. Tú ert tænastusinnað/ur fram um alt. Tú hevur leiðsluroyndir ella leiðslueginleikar. Umsókn Skrivlig umsókn við lívsrensli (CV) og viðkomandi prógvum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 26. september 2017. Umsóknin skal sendast til hr@banknordik.fo. Hevur tú leiðsluroyndir, og brennur tú fyri at veita eina serliga góða tænastu? So er leiðarastarvið í Kundatænastuni kanska júst nakað fyri teg. Vit sóknast í løtuni eftir einum dugnaligum og virkisfúsum starvsfelaga at byrja skjótast gjørligt. Les meira um starvið á www.banknordik.fo/starv >