hósdagur 21. september 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. SEPTEMBER 2017
SOSIALURIN 110
10
Miðlar og ágangur
BARBARA HOLM
BARBARA@SOSIALURIN.FO
F
yri hálvum triðja ári síðan
gjørdi Sosialurin eina
kann ing av, hvussu nógv
fólk starvaðust í føroyska
tíð inda heim inum. Miðlalandslagið
var eyð sæð tódnað nógv sein astu
árini, og tað eyðmerkti redakti-
ón ir nar, sum høvdu tóm borð og
stólar standandi í stórum høl um.
Kann ingin, ið varð gjørd á Sosi al-
in um á sumri í 2014, var ikki nak-
að vísindaligt arbeiði, men ein
met ing av talinum á journalistum
í 2014 samanborið við 2007, ið
varð gjørd við at ringja til stjórar
og fyrrverandi stjórar og spyrja,
hvussu nógv størv vóru knýtt at
redakti ón unum í 2014 og sjey ár
frammanundan. Sambært stjór un-
um í miðlaheiminum vóru re dak ti-
ón irnar minkaðar nógv. Helvtin av
starvs fólkunum á miðlunum var
burt ur – og triðja hvørt tíðindafólk
var horvið eftir sjey ár.
– Ætlanin við hesi kanning er
m.a. at fylgja tí arbeiðinum upp,
sum varð gjørt í 2014, skrivar Før-
oysk Miðlafólk í kanningini. Her
eru nakrir spurningar og svar, sum
fe lag ið hevur fingið frá teimum 125
fólkunum, sum svaraðu spurn ar-
blað num frá felagnum. 187 fólk
fingu spurningarnar.
MEIRA
ENN EIN
TRIÐINGUR
FYRI ÁGANGI
Fleiri journalistar í Føroyum liva við
hóttanum og ágangi orsaka av teirra
arbeiði. Hetta kemur fram í kanning, sum
felagið Føroysk Miðlafólk hevur latið
gjørt. Hetta er ein partur av úrslitinum,
og vísir hetta, at journalistiska starvið
mangan hevur avleiðingar við sær fyri
tann einstaka journalistin. Her endurgeva
vit ein part av kanningini, sum Sosialurin
hevur fingið frá Føroysk Miðlafólk
Føroysk Miðlafólk gjørt kanning:
At starvast sum journalistur ávirkar
kanska sosiala lívið meir enn at vera í
øðrum størvum. Tí spurdi felagið Føroysk
Miðlafólk: "Hevur títt starv ávirkað títt
sosiala lív?". Øll hava fingið hendan
spurningin, og 131 persónar hava svarað
hesum spurningi. 45 prosent hava svarað
"Ja". Tað svarar til 59 persónar. Tó eru tað
bara 20,6 prosent, sum siga "Nei", tí 34,4
prosent ella 45 persónar svara "Bæði og".
– Størv flest ávirka helst sosiala lívið
hjá fólki, men tankin aftan fyri hendan
spurningin er, at tú sum journalistur
kanska er serliga sjónlig, og at summi
kanska halda, at tað kann vera ov nógv
av tí góða. Hinvegin hittir tú nógv fólk,
og spurningurin er settur, so hann bæði
leggur upp til eitt jaligt og eitt neiligt svar,
skrivar felagið í kanningini.
– Nógv svara jaliga upp á spurningin.
At tey hitta nógv fólk, og at tey eru minni
bangin fyri at seta seg í samband við
onnur, enn tey vóru, áðrenn tey royndu
seg sum journalistar. Onnur siga, at tey
halda tað vera hart at fara út millum fólk,
tí tey ofta skulu verja tað, sum teirra
HVUSSU ÁVIRKA
– Meiri enn ein triðingur kennir seg at vera
fyri ágangi ella illa viðfarnan í sambandi við
starv ið sum journalist. Spurd, um tey bein-
leið is eru fyri ágangi, svara 25,7 prosent "Ja"
– tað er 46 av 129 persónum. 30,2 prosent siga
"Ikki beinleiðis", og 34,1 prosent siga "Nei",
skrivar Føroysk Miðlafólk í kanningini.
Her eru nakrar av teimum 45 lýsingum
av, hvussu fólk kenna seg fyri ágangi: Ein
skrivar:
Lagdur undir at renna ørindir
fyri ávís fólk - tó at eg kann
siga við vissu, at tað havi eg
ongantíð gjørt.
Ein skrivar soleiðis:
Havi upplivað telefonchikanu
og hóttanir eftir kritiskan
journalistikk, sum fekk
avleiðingar fyri ein
valdspersón.
Ein annar, at:
Uppringdur heima.
Trýstur á ymsan hátt.
og aftur ein annar skrivar:
Eg havi verið úthongd-
ur á sosialum miðlum,
har fólk hava sagt líkt
og ólíkt. Tað veri seg
bæði um journalistiskt
avrik og útsjónd.
Verbal álop frá fullum
fólki í býnum kemur
meira enn so fyri, og
politikarar smæðast
heldur ikki við óhøv-
isk um atburði og út-
spill ing á alljósum
degi. Onkra dulda tele-
fonuppringin, sms og
teldupost havi eg eisini
fingið, sum hava verið
alt annað enn hugalig
at hoyra og lesa.
ÁGANGUR