Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. september 2017síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. SEPTEMBER 2017 SOSIALURIN 110 11 miðil hevur viðgjørt, og tí fólk allatíðina tosa um teirra arbeiði við tey. Tey 57, sum svara, at starvið ávirkar teirra sosiala lív, eru spurd á hvønn hátt, og tey greiða millum annað soleiðis frá: Fólk hava altíð onkra meining um tað, sum eg geri sum miðlafólk. Eg skal altíð standa til svars fyri tað. Ein annar skrivar: Sum miðlafólk verða títt arbeiði og tíni miðlainnsløg nógv viðgjørd alment. Fleiri hava eina meining um teg sum miðlafólk. Fólk kunnu eisini ringja privat um okkurt, sum tey halda um greinirnar. Bæði jaligt og neiligt. Tú fært ikki farið út í frítíðini uttan javnan at verða mintur á okkurt, ið hevur við arbeiðið at gera. Men tað er til at liva við og ein partur av starvinum, tá ein velur hesa leiðina. Ein onnur skrivar: Eg arbeiði hvønn sunnudag og ofta leygardag eisini. Tað er eisini vanligt, at eg arbeiði á kvøldi mitt í viku. Tað hevur sosialar avmarkingar við sær. Ein triði skrivar: "Dagligdagurin rundan um meg hevur í ávísan mun noyðst at innrætta seg eftir mær" og ein skrivar: Eg haldi meg aftur og fari ikki í kjak í størri forsamlingum av ótta/ vitan um, at onkur nærum altíð vil "leggja eftir" onkrum, eg havi gjørt ella eftir journalistikkinum hjá kollegum ella kringvarpinum. Eg krúpi ikki fram við vegginum, men eg vandi mær um orðini í størri forsamlingum. Ein annar skrivar: Fingið nógvar vinir umvegis fakið. Komin at kenna nógv fólk umvegis arbeiðið sum journalistur. Sloppin framat nógvum umhvørvum, eg annars ikki var sloppin framat. Og aftur ein skrivar: Tú fært fíggindar, ert tú frammaliga í journalistikki Og ein skrivar: Eksponeringin ávirkar privatlívið. Tú mást ansa eftir, hvat tú sigur og gert í frítíðini. Tú mást ofta fyrihalda teg til títt arbeiði sosialt í frítíðini. Tú missir hugin at vera úti millum fólk. – Spurd um beinleiðis hóttanir svara 21,9 prosent, at tey hava verið fyri beinleiðis hóttanum. 23,4 prosent svara: "Ikki beinleiðis", og 54,7 prosent svara: "Nei", skrivar felagið í frágreiðingini. 28 persónar hava skrivað dømir um hóttanir í sínum svari: Millum annað eftir ein rættarfund, tá ein maður, sum var dømdur fyri grovt lógarbrot, hótti við, at hann visti, hvar eg og mín familja búgva. Ein annar skrivar: Arbeiddi á sinni við einum nógv umrøddum sosialmáli. Tá kendi eg meg hóttan av myndug- leikunum. Aftur ein annar skrivar soleiðis: Náttarshikana og hóttanir umvegis telefon eftir kritiskan journalistikk, sum kostaði viðkomandi starvið. Onkur er hóttur við harðskapi: • Hóttan um harðskap orsakað av eini kritiskari søgu/avdúking • Hóttur við forfylging • Hóttur eftir lívinum og við rópum í m. a. bussinum ella á gøtuni. • Hóttan um avsmurning. Og onkur annar av valdi ella peningaligari mátt: • "Tá valdsharrar blása seg upp og hótta við sakførara og øðrum, er støðan ógvuliga óbehagilig – havi tó aldrin upplivað annað enn, at hóttanir bara vóru hóttanir. Í mínum føri er einki endað við nøkrum sakarmáli ella øðrum, sum minnir um tað. Somuleiðis eri eg ongantíð hóttur eftir lívnum. " • "Politikarar og onnur hava roynt at niðurgera og stigmatisera meg." • "Hóttur við avleiðing fyri miðilin fíggjarliga" – Hóast fleiri upplivað ágang, hóttanir og lága løn, eru ikki mong, ið ganga við ítøkiligum ætlanum um at skifta starv. Vit hava spurt tey, ið eru í starvi á miðl um, um tey umhugsa at skifta starv. 50 hava fingið spurningin, um tey umhugsa at skifta starv. 60 prosent ganga ikki við tonk um um at skifta starv yvirhøvur. 36 prosent svara, at tey hugsa um tað av og á, og 4 prosent siga: "Ja, javnan." Einans tey, sum svaraðu "Ja, javnan", eru spurd hví, og tey grundgeva við vánaligum arb eiðs- umstøðum og lágari løn, skrivar fe lag ið Føroysk Miðlafólk í kanningini. AR STARVIÐ TÍTT SOSIALA LÍV? HÓTTANIR Ein skrivar: Fekk til dømis eina ferð at vita frá interviewpersóni, at vikomandi skuldi fáa onkran at likvidera meg. Men tað var sagt í kenning, og tí tók eg tað ikki so alvorligt. Annars typiskt uppringingar frá illum fólki, ella tá ein møtir fólki í býnum, ið partú skulu tosa um teirra persónligu uppliving av fjølmiðladekningi av málum, ið tey so ella so hava verið partur av. og ein sigur soleiðis frá: Tá tú arbeiðir í kring varp in- um, so skalt tú tola eitt sindur av, og tað havi eg ongan trup- ul leika við. Men eg finni meg ikki í, at fólk ákæra meg fyri at hava tikið ímóti mutri og annað fyri at gera innslag um okkurt tiltak ella líknandi, tá tali eg at. Annars skal eg ikki klaga. ein skrivar: Politikari við valdi hevur hótt við ymiskum og ein triði at: Onkur hevur skrivað til mín, at tey vilja spreiða ringar søgur um meg, um eg ikki gevist at umrøða okkurt mál. Søgur hava eisini gingið um meg, sum ikki passa. Eri blivin stevndur. Onkur hevur "ávarað" meg um onkra møguliga harðliga/ voldiliga hóttan. Eisini havt illgruna um, at familja hevur verið fyri onkrum lítlum órætti av mínum arbeiði. Ikki nakað ógvusligt. At kalla "bagatellir", men tó keðiligt. Og so alt tað vanliga Facebook-rokið.