hósdagur 21. september 2017síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. SEPTEMBER 2017
SOSIALURIN 110
12
TEMA: Miðlar og ágangur
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
D
anjal av Rana hev ur
arbeitt sum tíð inda-
mað ur í Miðlahúsinum
í hálvt fjórða ár. Hesa
tíð ina hevur hann kent ymisk
sløg av ágangi og hóttanum, og
hann greiðir frá, at hóast tað onk-
urs vegna hoyrir starvinum til, so
er tað líka óbehagiligt hvørja ferð.
Kendi seg ótryggan
eftir hóttan
Danjal av Rana greiðir frá, at sløg-
ini av ágangi, sum hann hevur upp-
liv að eru ymisk. Ein hóttan, sum
stend ur sterk í huga hansara var
frá einum persóni, sum skrivaði
boð til hansara á Facebook, og hótti
við at senda fólk eftir sær, um hann
ikki gavst við at skriva um seg. Í
boð unum stóð millum annað “Nú
fuck ing gevst tú tín helvitis idiot.
Eg sendi fólk eftir tær, tín fucking
idiot…”.
– Hetta er ein persónur, sum
er dømdur fyri innbrot og fleiri
av teimum, ið viðkomandi kemur
sam an við eru dømd fyri harðskap
og grovan harðskap fleiri ferðir,
sig ur Danjal av Rana.
Hann greiðir frá, at hann var
rólig ur, tá hann las boðini, men
hevði ikki ordiliga frið á sær aftaná.
– Eg tosaði við blaðstjóran og
aðrar journalistar í húsinum um
boð ini, ið eg hevði fingið. Eg nevndi
eis ini hóttanina fyri pápa mínum,
sum sjálvur fleiri ferðir hevur
fing ið hóttandi boð, og vit vórðu
øll samd um, at tað besta var at
nevna hetta fyri løgregluni, sigur
Danjal av Rana.
– Eg ringdi til løgregluna, og
tal an var um ein persón, sum løg-
regl an kennir. Eg varð biðin um at
koma á støðina, og síðani varð ein
rapport skrivað, leggur hann aft-
ur at.
Hóast Danjal av Rana ikki upp-
livdi, at nakar varð sendur eftir
hon um, so kendi hann seg óróligan
næstu dagarnar, og tað lá í huga
hans ara, at onkur kundi verði send-
ur eftir honum.
– Um onkur ætlar tað, so er tað
er jú ikki torført at finna útav, hvar
eg búgvi. Eftir hóttanina hvakk eg
við, um eg sá okkurt flyta seg í
eygna krók in um. Tað hevði eg ikki
gjørt áðr enn hóttanina, sigur hann
og leggur afturat, at hann eisini
hugs aði um, hvussu hetta kundi
ávirka konu og børn hansara.
– Kona mín varð illa við, tá eg
for taldi henni um hóttanina, og
hon helt eisini, at eg skuldi seta
meg í samband við løgregluna. Hon
er eisini vorðin illa við av øðrum
hótt andi teldupostum, sum eg havi
fing ið, og heldur tað vera ódámligt,
sig ur Danjal av Rana.
Danjal svaraði ongantíð hótt-
an ini, men hevur fleiri ferðir møtt
viðkomandi í býnum síðani hótt an-
ina, og tað hevur verið ein keðilig
støða at verið í, greiðir hann frá.
– Tær fyrstu ferðirnar eg møtti
við komandi í býnum, eftir at eg
varð hóttur á Facebook rópti við-
kom andi illbønir eftir mær og gav
mær fingurin. Tað var serstakliga
óbehagi ligt, tá hetta hendi meðan
eg sat saman við børnunum á
Burger King.
Hóast slíkar hóttanir sum hend-
an ávirka ein nakað í eina tíð, so
ávirka tær ikki, hvørji evni ein vel-
ur at viðgera, hvussu arbeitt ver ur
ella hugin til at arbeiða sum journ-
al istur, greiðir hann frá.
Hóttanir ávirka ikki arbeiði
Danjal hevur ikki skrivað um við-
kom andi síðani hóttanina, men
tað er ikki orsakað av hóttanini,
men tí viðkomandi ikki hevur
ver ið í rættinum. Kenningar hjá
viðkomandi hava tó verið í rætt in-
um síðani hendingina, og tey mál-
ini hevur Danjal dekkað og skrivað
um. Hann letur ikki slíkar hóttanir
ávirka tað arbeiði, sum hann ger.
Danjal hevur skrivað nógv frá
rætt in um, og greiðir frá, at tá man
skriv ar slíkar frágreiðingar kann
tað ávirka lívið hjá fólki. Umframt
at hava fingið hóttandi boð av ym-
isk um slag, so hevur Danjal eisini
fing ið boð frá fólki, sum halda, at
tey eru órættvíst viðfarin av sær
sum tíðindafók.
– Sum tíðindafólk hava vit eina
makt, og við tí maktini má fylgja
ein ábyrgd tí tað, sum vit skriva
ávirk ar lívið hjá teimum, ið vit
skriva um. Hetta havi eg í huga, tá
eg skrivi, og skilji ímillum tey, sum
hava framt brotsverk og tey, ið út-
sett eru, sigur hann.
– Slíkar viðmerkingar, sum eg
onk un tíð hava fingið – har fólk
kenna seg órættvíst viðfarnan –
taki eg til mín, tí tað er ongantíð
mein ingin, at tað skal ganga út yv-
ir offurið í einum rættarmáli, stað-
fest ir hann álvarsliga.
– Eg eri greiður yvir, at onkuntíð
havi eg skrivað ov nógv og okkurt,
sum var betri ósagt, og tað má eg so
minnast til í mínum arbeiði fram-
yvir, sigur hann.
– Vit mugu ansa okkum, hvat vit
skriva um offrini, men tá vit skriva
um brotsmenn ella fólk í vald støð-
um, er søgan ein onnur, sigur hann.
Hann leggur afturat, at hann
ikki tekur tað so nær, tá brotsmenn
á hini síðuni ilskast inn á tað, ið
hann skrivar, og siga at hann ikki
skriv ar sannleikan.
– Tað taki eg ikki so tungt, tí eg
haldi meg til tað, sum dómarin hev-
ur dømt í einstaka málinum, sigur
hann.
Hóast orsøkin ikki er hóttanir
ella ágangur, so eru tað av og á
um støð ur sum gera, at Danjal
sum journalistur ikki vil skriva
um eitthvørt. Orsøkin er oftast, at
hann er ov nær knýttur kelduni
ella søguni annars. Tá heldur hann,
at tað er betur at onkur annar
dekkar søguna.
– Tað er fyri at verja bæði søg-
una og eins egna trúvirði, sigur
hann.
Ymiskar reaktiónir
Tað eru ikki øll, ið hava neiligar við-
merkingar til arbeiði, ið ein journ-
al istur ger, tá hann fylgir einum
rætt ar máli, og Danjal av Rana hev-
ur eisini upplivað, at hann hevur
fing ið jaligar afturmeldingar frá
fólki.
– Eg havi eisini fingið teldupost
frá einum persóni, ið var glaður um
tað, sum eg hevði skrivað frá rætt-
ar mál inum. Orsøkin var, at hon
helt, at tað sum eg skrivaði var væl
greitt frá uttan at nevna ov nógv ar
viðkvæmar smálutir, og tað hjálpti
henni, tí hon var í eini støðu, har
fólk ikki trúðu frágreiðing henn-
ara, men av tí at tað var lýst í miðl-
un um, so fekk hon borið søguna
fram, og onkursvegna styrkti tað
um trúvirði í tí støðuni.
– Ein heilt onnur reaktión
kom frá mammu ein mann, ið
varð dømd ur fyri at hava framt
neyðtøku. Mamm an helt ikki, at
tað, sum eg skriv aði, var satt, og
hon vildi vera við, at sonur henn-
– Tær fyrstu ferðirnar eg møtti viðkomandi í býnum, eftir at
eg varð hóttur á Facebook, rópti viðkomandi illbønir eftir mær
og gav mær fingurin. Tað var serstakliga óbehagiligt, tá hetta
hendi meðan eg sat saman við børnunum á Burger King, sigur
Danjal av Rana, blaðmaður, sum fleiri ferðir hevur kent seg at
hava verið fyri ágangi vegna starvið innan miðlaheimin
ÁGANGUR
OG HÓTTANIR
PARTUR AV
STARVINUM
NIR
V
M