hósdagur 21. september 2017síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. SEPTEMBER 2017
SOSIALURIN 110
13
ara ikki hevði gjørt tað, ið hann
var dømdur fyri. Tá mátti eg bara
svara, at eg skilti, at tað er hart,
men at vit bæði sótu í rætt inum,
tá dómur varð feldur og hoyrdu,
hvat dómarin segði, sigur hann, og
leggur afturat, at tað er um ráð andi,
at hava í huga, at tað eru menn-
iskju, sum vit skriva um.
– Ein hevur av og á lyndi til, at
hugsa í skipanum og stovnum ella
í krónum og oyrum, men vit mugu
ikki gloyma, at tað ávirkar menn-
iskju eisini, leggur hann afturat.
Tað er tí umráðandi at meta um
í hvørjum einkultum førum, tí til
tíðir eru viðmerkingarnar grund-
að ar, og við árunum skilur man
hetta betur, greiðir hann frá.
– Tú skalt fortelja nokk, men
ikki pensla detaljurnar út, stað-
fest ir hann.
Hóttan frá valdspersóni
Tað er ymiskt, hvussu ein hóttan
verð ur borin fram, og hvat slag av
hótt an talan er um. Ein kann eisini
verða hóttur við, at tað ein skrivar
fær avleiðingar fyri ein persónliga,
ella eisini skal fyritøkan, ið tú arb-
ei ð ir fyri, kenna sviðan.
Danjal av Rana hevur eisini
upp livað, at fáa hóttanir um, at
gev ast við at skriva um eitt mál, tí
viðkomandi, ið hann skrivaði um
nú mátti gevast at koma í sam-
kom una har viðkomandi gekk, tí
tað ávirkaði so mikið nógv, at við-
kom a ndi var nevndur í miðlunum.
– Talan var um ein almennan
per són, sum skrivaði til mín og
arb eiðs felagar mínar, at tað, sum
eg skriv aði um nú fekk ævigar av-
leið ing ar, tí viðkomandi ikki longur
kundi savnast í andaligum høpi,
sig ur hann frá.
– Her er talan um ein almennan
per són, og tá eg fái slíkar aft ur-
meld ingar, so havi eg skyldu til at
venda tí við blaðstjóranum og meta
um tað er nakað í tí, sum verður
skriv að. Mín niðurstøða er tó, at eg
kann ikki lata vera við at skriva um
eitt mál av tí grund, at viðkomandi
gong ur í somu samkomu sum eg,
sig ur hann.
Hetta málið hevur Danjal av
Rana ikki skrivað meir um síðani
hótt an ina, men hann sigur enn
eina ferð, at verður nakað at skriva
um málið í framtíðini, so fer hann
at ikki at halda seg aftur vegna
hesa viðmerkingina.
Eitt annað slag av hóttan, sum
priv atu miðlarnir kenna serliga
væl, er hóttan frá lýsarum um, at
teir gevast at lýsa í blaðnum, um
redakti ónin ikki steðgar at skriva
um eitthvørt mál, sum lýsarin av
ein hvørjari orsøk ikki ynskir at
skri v að verður um.
– Tá er umráðandi, at tað verð ur
greitt fyri allar partar, at skiln að ur
er millum lýsinga- og tíð inda deild-
ina í húsinum. Tað er tó meir enn
so komið fyri, at kundar, ið lýsa
nógv, eru steðgaðir við tí orsaka
av tíð inda flutninginum hjá okkum,
greið ir hann frá.
Óbehagiligt hvørja ferð
Hóttanir og ágangur verða ikki
lætt ari at lesa sum tíðin gongur.
Hvørja ferð ein hóttan ella eini keði-
lig boð liggja í klivanum, hvøkkur
man við og má hugsa tað ígjøgnum,
áðrenn man avger, hvussu tað skal
viðgerast, greiðir hann frá.
– Tað er líka óbehagiligt, at
fáa teldupost ella Facebook boð
hvørja ferð, men eg fái hjálp frá
starvsfeløgum og sigi altíð blað-
stjór an um frá, soleiðis at mín søga
er søgd, sigur hann.
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
Royndi journalisturin Georg
L. Pet ersen segði í samrøðu
við Kringvarpið, at hóast hann
hevur upplivað ágang og hótt-
an ir í 25 ár, so er ágangurin
broytt ur, tí fyrr varð hann ofta
upp ringdur, men nú er ágang-
ur in mest á sosialu miðlunum.
Hann upplivir tó ofta, at tað
verð ur rópt at sær á gøtuni,
men hetta upplivdi hann meir
av, tá hann var yngri.
Hann minnist serliga væl, tá
hann varð uppringdur, eft ir at
hava skrivað nakrar kritt isk ar
greinar.
– Síðani ringir tann per-
són urin, sum eg hevði verið
mest krittiskur ímóti til mín
um kvøldið og segði, at fór eg
í býin og sá ein bil við døkk um
rútum, skuldi eg ikki kenna
meg tryggan, tí hann hevði
sent onkran í býin at gera av við
meg. Eg hoyrdi, at við komandi
var ávirkaður, so eg koblaði ein
bandupptakara til telefonina,
og ringdi hann aft ur, so fór eg
til løgregluna við tí. Tað er tað
grovasta, sum eg havi verið út
fyri, sigur Georg L. Petersen.
Eftir hesa hendingina
greiddi hann arbeiðsplássinum
frá hendingini, so at starvs fe-
lag ar nir vistu tað, skuldi okk urt
hent honum.
Valdshavarar hótta
Georg L. Petersen greiddi frá, at
journalistar eisini verða hótt ir
av valdshavarum og pol it ik ar-
um.
– Ein hóttan um stevn-
ing kann sanniliga eisini
verða alvorlig fyri ein journ-
al ist, tí sambart fjøl miðla-
ábyrgdarlógini hevur journ al-
ist urin ábyrgd fyri tí, ið hann
skriv ar. Ein hóttan um at verða
stevnd ur ger, at tú gert títt arb-
eiði betur, men tað kann eis ini
verða kostnaðarmikið. Tað
kann gera, at onkur velur ikki
at skriva meir um evnið, og tá
virkar hóttanin og tað skal hon
ikki, staðfestir hann.
Georg L. Petersen segði eis-
ini í samrøðuni við Kring varp-
ið, at stundum steðga fyritøkur
við at lýsa í miðlinum, tí skriv að
verður um eitthvørt evni, sum
viðkemur teimum
–Tað er ikki gott nokk.
Journalistarnir arbeiða í eini
fyrtøku, sum skal rinda løn
teirra, og tað kann áleggja ein
óbevístan sjálvsensur, segði
Georg L. Petersen.
Georg L. Petersen hevur verið
journalistur í nærum 25 ár, og
hann greiddi frá í sendingini
Góðan Morgun Føroyar í
Kringvarpinum mánadagin, har
hann luttók saman við Barbaru
Holm, at hann hevur upplivað
ágang av ymiskum slagi, síðani
hann byrjaði í yrkinum.
HAVI KENT
ÁGANG
SÍÐANI EG
BYRJAÐI
Georg L. Petersen: