hósdagur 21. september 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. SEPTEMBER 2017
SOSIALURIN 110
14
TEMA: Miðlar og ágangur
TEMA: Miðlar og ágangur
14
Fjølmiðlar:
EIRIKUR LINDENSKOV
Tað er ikki av ongum, at fjølmiðlar
verða lagdir undir at renna ørindi.
Tí fjølmiðlarnir eru upprunaliga
settir í verða til at renna ørindi
fyri onkran – í øllum førum teir
føroysku.
Fara vit aftur til fyrstu roynd-
ina við fjølmiðlum í Føroyum,
so var tað, tá Niels Winther gav
út Færin ge tidende á fyrsta sinni
tann 13. mai í 1852. Og tað var
júst fyri at virka ímóti danska
embætisvaldinum í Før oyum,
sum sambært honum mis nýttu
valdsstøðu sína.
Tann fyrsta fjølmiðlaroyndin
í Før oyum fekk ein bráan enda,
tí tað ov mikið fyri yvirvøldina
at fáa mótspæl, so Niels Winther
var stutt og greitt køvdur, so hann
gavst eftir einans níggju blað út-
gáv ur.
Í blað nummar 8 hevði Niels
Winther eina hvassorðaða at-
finn ing at einahandlinum og varð
stevnd ur fyri hetta brotið:
»Nu gaar det for vidt med
Monopolhandelens
Snyderi.
I Mai Maaned blev der fra
Handelsstedet her i Thorshavn
udleveret en Rulle Skraatobak
af Jørgen Bechs Fabrik, der da
det skulle bruges, befandtes at
være spundet omkring tvundet
tykt Sejlgarn og hvori der som
sædvanlig var indstykket en
Mængde Træpinde af over én
Tommers Længde (næsten en halv
Tomme Omkreds)....
Den konstige, noget sejge
Indmad i denne Tobak er saa tyk
at den kunde benyttes til deri at
hænge en voxen Mand, ja selv en
velmædsket Handelsdirekteur.«
Fyri hesa grein var Niels Winther
dømd ur at gjalda 600 ríkisdálar í
bót. Tað megnaði hann ikki, men
góð ir vinir hjálptu honum.
Og tá maðurin, sum hevði kært
um tubbakkið ikki vildi leggja eið
uppá, at snørisendi hevði verið
í tubb akk inum, so gavst Niels
Win ther við blaðútgávuni eftir
hendan dóm in.
EIRIKUR LINDENSKOV
Í sjeyti- og áttatiárunum høvdu
politisku bløðini góðar dagar.
Nógv varð skrivað, og bløðini
gjørdust alsamt størri í vavi.
Hóast tað mangan var ringt at
fáa endarnar at røkka saman – hjá
øllum uttan hjá Dimmalætting, so
gekk tað kortini. Løgtingið játtaði
flokkunum pengar til politiska
upplýsing, sum beinleiðis vóru
ætlaði til floksbløðini, hóast heitið
á stuðlinum bendi á, at hann
skuldi til floksorganisatiónirnar.
Men politisku fjølmiðlarnir
komu undir trýst. Eingin ivi er
um, at útvarpið og sjónvarpið
hava havt sína stóru ávirkan á
ta gongdina – og tað, at vit fingu
fystu útbúnu journalistarnar.
Tað merkti tíðindaflutningin í
sjeytiárunum, og tað er ikki fyrr
enn tá, at vit veruliga kunnu tosa
um journalistikk. Fyri ta tíð høvdu
bløðini frá sagnir frá hendingum í
samfelagnum, men løgdu størstan
dentin á at vinna »sínum« flokki
fyrimunir. Veruligan viðgerandi
journalistikk høvdu vit ikki.
Sosialurin og Dimmalætting
vóru tey einastu av floks bløð-
un um, sum hóraðu undan.
Sam stundis sum tíðin er ímóti
floksbløðunum, so fáa vit ta stóru
búskaparkreppuna í Føroyum í
nítiárunum, sum tók grundarlagið
undan øllum, sum ikki hevði trygt
grundarlag at standa á.
Men tá politiska haftið varð
slept, so komu nýggjar av bjóð-
ing ar.
Føroyingar sluppu á internetið
í 1996, og tá Sosialurin alment kom
á netið í november í 1997 segði til
dømis stjórin á Elektron, Niels
Christian Nolsøe, í Sosialinum,
at internetið fór at kollvelta sam-
felagið. Og tað gjørdi tað av sonn-
um.
Í dag er internetið ein sam-
runnin partur av øllum fjøl miðl-
um. Ein miðil, tað verið seg útvarp,
sjónvarp ella blað, sum ikki eisini
er á netinum, hevur ongan kjans.
Sið bundu inntøkukeldurnar hjá
bløð unum eru álvarsliga hóttar,
tí lýsingar floyma út á internetið
heldur enn í prentaða miðil.
Bløð kring allan heim gjørdu
tann feilin, at tey hava latið alt
ov nógv ókeypis tilfar á internetið.
Tað merkir sjálvandi mistar inn-
tøkur, tí lýsingarparturin á
internetinum uppvigar ikki fall-
andi sølu av bløðum og blaðhaldi.
Nú verða nógvar royndir gjørdar
at samantivnna blaðhald á papp-
íri við blaðhald á netinum, sum
tey eitt nú í Noreg hava havt sera
góð ar royndir við – og fyri fyrstu
ferð í fleiri ár kunnu fleiri bløð
erpa sær av framgongd í hald-
aru m.
Hetta verður eisini uttan iva
fram tíðin hjá bløðum sum miðil,
at internetið alsamt tekur yvir,
har pappírið sleppur.
– ALMENNUR BOÐBER
KRITISKUR MÓTSPÆ
EMBÆTISMENN KØVDU FYRSTU
FJØLMIÐLAROYNDINA
FRÁ PAPPÍRI TIL INTERNET
Spyrt tú fjølmiðlafólk, so viðganga tey ikki, at tey renna ørindini fyri nakran, tí tað er í stórari mótsøgn til
tað, sum ein fræls pressa hevur sum aðalmál: At halda hátt leiðreglur um góðan fjølmiðlasið.
»Internetið fer at
kollvelta samfelagið«
segði stjórin á Elektron,
tá fyrsti Sosialurin
fór á internetið fyri
20 árum síðani