Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-21, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. september 2017síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. SEPTEMBER 2017 SOSIALURIN 110 15 EIRIKUR LINDENSKOV Næsta royndin at geva blað út í Føroyum var ikki fyrr enn 25 ár aftan á Færingetidende hjá Niels Winther, tá Dimmalætting sá dagsins ljós. Onnur bløð komu eisini, Føroyingartíðindi, sum virkaði fyri søk Føringafelagsins og málstríðnum, og seinni eisini Tingakrossur, sum sendi fyrsta einstakið á gøtuna fyrsta dagin í síðstu øld, tann 1. januar í 1901. Eftir floksbýtið á tingi gjørdust bløðini bæði, Dimmalætting og Tingakrossur, málgøgn hjá teimum báðum politisku flokkunum, sum tá vóru, Sambandsflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum – og harvið var støðið lagt fyri tíðindaflutninginum og viðgerðini av politisku málunum. Tá fólk í 20'unum fóru undir at stovna ein arbeiðaraflokk, Javnaðarflokkin, var tað ein fyritreyt, at tey fyrst fingu sær eitt málgagn, og tí kom Føroya Social- Demokrat út á fyrsta stinni 24. mai í 1927. Blaðið skuldi taða lendið soleiðis, at tað fór at eydnast at fáa flokkinum umboð vald á ting. Og tað eydnaðist. Fyrsta royndin at stovna at blað fyri at fáa ein flokk á ting eydnaðist. 2. mai í 1935 kom Dagblaðið á fyrsta sinni. Blaðið segði seg vera ópolitiskt og óheft og bjóðaði øllum at skriva í blaðnum. Men longu til løgtingsvalið í 1936 stuðlar blaðið Vinnuflokkinum – sum seinni varð til Fólkaflokkin. Onnur royndin at stovna blað fyri at fáa ein flokk valdan á ting eydnaðist. Fimta beinleiðis floksmálgagnið var 14. September, sum kom út á fyrsta sinni 3. juni í 1947. Endamálið við hesum blað var at stuðla upp undir loysing frá Danmark – og Tjóðveldisflokkurin varð valdur á ting næsta løgtingsvali, sum var í 1950. Triðja royndin at stovna eitt blað fyri at fáa ein flokk valdan á ting eydnaðist. Her síggja vit, at upp á sløk 100 ár eru komin út sjey bløð í Føroyum, sum hava havt meira og minni – helst meira – politiskt endamál við at fáa ávísar flokkar valdar á ting. Eingin flokkur kláraði seg uttan blað, og tí var neyðugt, at bløðini gjørdu síni ørindi fyri flokkarnar. Hetta var heilt nátúrligt. Ja so nátúrligt, at bløðini skrivaðu ikki ein gang minningarorð um per- són ar í »skeivum« flokkum. Tí vakti tað ávísa undran, tá Petur Mohr Dam, løgmaður og formaður Javnaðarfloksins skrivaði minn- ing ar orð í Sosialinum um Thor- stein Petersen, fyrrverandi for- mann Fólkafloksins, sum doyði 4. mai í 1960. Tað vísti seg, at teir flokkar, sum vóru á tingi áðrenn útvarpið kom í 1957, fingu sær málgøgn, með an nýggjaru flokkarnir ikki hava tað. Hetta kann vera tí, at út varpið broytti siðvenjuna og for treyt ir- nar at fáa boðaskapin út – hó ast útvarpið heldur ikki var so pro- fessio nelt við objektivum og grav- andi journalistikki ta fyrstu tíðina. EIRIKUR LINDENSKOV Vit á Sosialinum sóu tað týðuliga, og tað gjørdu onnur bløð við. Tað vóru nógvir kjakarar, sum mis- nýttu møguleikan við bein- leið is útspilling fyri eyga, ella við pol it isk um vinningi fyri eyga. Flestu fólk vóru glað fyri hesa avgerð, meðan onnur vóru misnøgd. Ført var fram, at Sosialurin á henda hátt kundi kippa tann songfugin, sum nú ikki hevði møguleika at boða frá – dulnevt – um skeivleikar, sum viðkomandi visti um, men sum hann ikki kundi leggja navn til. Ákærurnar viknaðu, og fáur mundi sakna dulnevnda kjakið sum tíðin leið. Men við Facebook varð alt broytt. Alt tað dulnevnda kjakið, sum bløðini vildu sleppa undan, kyknaði nú á Facebook. »Tann duldi heimurin« verður latin upp, og alt kjak fer óredigerað beinleiðis alment út á Facebook. Tann stóri munurin er tó, at nú leggja fólk navn til. Á onkran hátt er tað lættari at sita heima í síni fjálgu stovu og oysa gor og gall út alment, enn tað var at skriva sína hugsan í brævi til eitt blað, sum prentaði meiningina. Nú er alt ikki útspilling á Facebook. Har eru sjálavndi nógv seriøst og viðkomandi kjak. Men vit koma ikki uttanum, at har er nógv fjas og nógvar útspillingar, sum ikki høvdu fingið húsarúmd har, sum ein redaktørur stóð við ábyrgdini. RI ELLA LARI Bløðini sum politiskir viðspælarar Facebook broytti kjakið Vit hoyra javnan í politiska kjakinum, at fjølmiðlar fáa bæði eitt og annað skotið í skógvarnar. Meginreglan hjá politikarum er, at fjølmiðlar altíð renna ørindi fyri hini. Spyrt tú fjølmiðlafólk, so viðganga tey ikki, at tey renna ørindini fyri nakran, tí tað er í stórari mótsøgn til tað, sum ein fræls pressa hevur sum aðalmál: At halda hátt leiðreglur um góðan fjølmiðlasið. Men fjølmiðlar duga at virka saman við politikarum og at luttaka í politiska spælinum. Politiskir valdsharrar skifta, men »ágangurin« – viðhvørt kanska í so sterkt orð – móti fjølmiðlunum er at kalla hin sami, um hesin vongurin ella hasin vongurin situr við valdið. Tá ákoyringar koma frá fleisi síðum – og øll tí kanska eru næstan líka ónøgt, so halda fjølmiðlarnir helst, at støðan man vera so nøkulunda. Tað merkti tíðindaflutningin, at bløðini meginpartin av síðstu øld virkaðu sum politisk málgøgn Tað eru 20 ár síðani, at Sosialurin útihýsti dulnevndu lesarabrøvunum. Hetta varð gjørt, tí tað var so týðuligt, at fólk misbrúktu hendan møguleika til beinleiðis útspilling EIRIKUR LINDENSKOV Í 2003 kom út bók, nevnd »Skjót journalistin«, sum Øssur Winther- eig og Grækaris Djurhuus Magn- us sen høvdu skrivað. Í bókini var Anfinn Kallsberg, sum tá var løgmaður, lagdur undir óreglu- semi í sambandi við starv sítt sum roknskaparmaður fyri eitt fiska- virki. Hóast einki rættarmál og ongan dóm, so fyltu hesar skuldsetingar nógv í almenna kjakinum – og úr- slit ið var, at hesar ákærur gjørdu enda á samstarvinum millum Fólka flokkin og Tjóðveldisflokkin, og feldu soleiðis seinnu full veld is- sam gonguna. Anfinn Kallsberg skrivaði út ný- val til løgtingið, sum varð hildið 20. januar 2004. Ein forsíða í Sosialinum 11. sepetemer í 2008 avdúkaði eitt løgið stríð millum Jóannes Eid es- gaard, løgmann, og Høgna Hoydal, utt an rík is ráðharra, um eitt lykl ar- hol í Tinganesi. Stíðið snúði seg um rættin til eina skrivstovu, sum løg- mans skrivstovan og aðalráðið hjá Høgna Hoydal stríddust um. Lás vórðu skift fleiri ferðir, og skjøl og møbl ar flutt aftur og fram. Hetta endaði við, at løgmaður koyrdi øll landsstýrsifólkini hjá Tjóð veldinum til hús. Hann skrivarði ikki út nýval, men CHE samgongan millum Javn- að ar flokkin, Tjóðveldi og Mið flokk- in fór í søguna, og nýggj samgonga skipað millum Sambandsflokkin, Fólka flokkin og Javnaðarflokkin við Kaj Leo Johannesen úr Sam- bands flokkinum sum løgmanni. MIÐLAR HAVA FELT TVÆR SAMGONGUR Fullveldissamgongan og Che-samgongan endaðu av fjølmiðlaumørðu F o s v j s l g u h r m H v m