hósdagur 21. september 2017síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. SEPTEMBER 2017
SOSIALURIN 110
16
MENTAN
EYÐUN KLAKSTEIN
S
einastu árini hava Signar
í Homrum skrivað og
sungið eitt hitt fyri og
annað eftir, men hóast
drúgvu royndirnar sum sangskri
vari dugir hann framvegis ikki at
siga, nær ein sangur verður hitt
ella ikki.
– Tað er vónleyst at siga, hvat
verður eitt hitt. Eg kann ikki seta
meg niður at gera ein sang eftir
einum formli, og so kenna meg
vísan í, at hann verður eitt hitt.
Tað er trupult at siga, hvussu víða
sangirnir koma, og hvussu stórir
teir blíva millum fólk, sigur Signar
í Homrum.
– Eg skrivaði tekstin til sangin
Ansa Tær hjá Jens Marna, og tá ið
vit lurtaðu eftir sanginum, áðrenn
hann kom út fyri eini fimtan árum
síðani, segði eg við Jens Marna,
at hatta verður eitt risahitt. Eg
hoyrdi sangin einar tvær ferðir í
útvarpinum, og so hoyrdi eg ikki
sangin aftur í nógv ár. Men nú
tey seinastu árini hevur sangurin
verið sera nógv spældur. Tað er
vónleyst at siga, hvat lív ein sang
ur fær eftir útgávuna, sigur Signar
í Homrum.
Nýggj EP
Mikudagin gav Signar í Homrum
eina EP út. Á útgávuni, sum hevur
fingið heitið 14-17, eru fimm sangir,
ið eru útgivnir sum stakløg árini
frá 2014 til 2017.
Fýra av sangunum eru útgivnir,
áðrennn EP-útgávun nú savnar
teir, og tann fimti verður nú út
givin. Um vikuskiftið verða sang
irnir eisini lagdir á Spotify og
iTunes.
Tveir av sangunum hevur
svenskarin Bjørn Afzelius skrivað
– teir hevur Anker Eli Petersen
týtt til føroyskt. Ein av sangunum
hevur ein annar svenskari, Mikael
Wiehe, skrivað, og tann sangin
hevur Signar týtt saman við
Steintóri Rasmussen. Teir báðar
seinastu sangirnar hevur Signar í
Homrum skrivað – annan saman
við Henningi Nicodemussen og
hin saman við Bjørn Zetterqvist.
Sangirnir eru upptiknir í
studio hjá Mikkjal Hvannastein,
Kristoffur Mørkøre og Henning
Nicodemussen. Erik Biskopstø
og Alvin Ellebye Andersen hava
ljóðblandað sangirnar.
Sangskriving
Signar í Homrum hevur seinastu
árini skrivað nógvar sangir – bæði
til sín sjálvan og til onnur.
– Eg siti javnan og skrivi nýtt
tilfar, men tað er langt frá alt, sum
blívur til nakað. Sum er bert hug
skot, sum eg royni at goyma, og
sum kann blíva til okkurt seinni,
sigur Signar í Homrum.
– Tekstbrotini, sum eg skrivi,
Føroyskur
filmur
kappast í
Reykjavík
Nýggi filmurin hjá
Sakaris Stórá skal
luttaka á filmsstevnu
í Reykjavík
Nýggi spælifilmurin Dreymar
við havið, sum Sakaris Stórá
hevur leikstjórnað, er boðin
við til høvuðskappingina
New Visions á Reykjavik
International Film Festival,
har hann skal kappast við 13
filmar úr øllum heiminum.
Filmstevnan í Reykjavík
verður hildin frá 28. september
til 8. oktober.
Tað var í Reykjavík, at
Sakaris Stórá fekk sítt fyrsta
herðaklapp, tá hann í 2010
fekk talentprísin fyri fyrsta
stuttfilm Passasjeren.
Dreymar við havið er ein
inniligur ungdómsfilmur um
vinarlag og leitanina eftir
samleika. Filmurin er ein
søga um tvær ungar gentur á
gáttini til vaksna lívið. Ester
býr í lítlu bygdini við havið,
hon gongur í sunnudagsskúla,
keðir seg og onki hendir. Alt
hetta broytist, tá Ragna flytur
til bygdina.
Gjøgnum Ragnu
letur ein nýggjur heimur seg
upp, ein heimur uttan mørk.
Men Ragna hevur trupulleikar
at dragast við, og Ester lærir
skjótt, at frælsi og val hava
avleiðingar. Saman droyma tær
um at sleppa burtur, men gera
sær ikki rættiliga far um, hvat
tær flýggja undan, ella hvagar
tær skulu fara.
Dreymar við havið er fyrsti
spælifilmurin eftir Sakaris
Stórá, ið áður hevur gjørt
virðisløntu stuttfilmarnar
Passasjeren, Summarnátt og
Vetrarmorgun.
Juliett
Nattestad
og
Helena Heðinsdóttir hava
høvuðsleiklutirnar í filmin
um, Marjun Syderbø Kjelnæs
skrivaði leikritið, og filmurin
er framleiddur av føroyska
Fish&Film saman við danska
Adomeit film.
Filmurin hevur fingið sera
góð ummælið heima og er
væl vitjaður í biografinum.
Filmurin gongur í Havnar
Bio, og eisini ber at bíleggja
sersýningar fyrra- og seinna
partar.
Juliett Nattestad spælir
leiklutin sum Ester
MYND: VIRGINE SURDEJ
Vónleyst at
siga hvat
verður hitt
– Sangir fáa týdning fyri fólk, og tá eg havi givið ein sang út,
havi eg latið hann úr mínum hondum, og so fær hann sítt egna
lív, sigur Signar í Homrum, sum nú gevur nýggja EP út