hósdagur 21. september 2017síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. SEPTEMBR 2017
SOSIALURIN 110
17
goymi eg, men tað er langt frá allir
lagstubbar, sum eg goymi. Eg goymi
bert teir lagstubbar, sum mær
veruliga dámar væl og kunnu blíva
til nakað. Hinar lagstubbarnar
bindi eg ikki fastar, men lati teir
arbeiða víðari í ótilvitskuni, og so
kunnu teir koma fram aftur sum
okkurt annað seinni, sigur hann.
Spælir nógv
Signar í Homrum er ein av virknastu
spælimonnunum í Føroyum. Hann
spælir so at siga hvørt vikuskiftið á
barr ella dansistaði, og harafturat
hevur hann eisini nógvar aðrar
framførslur um vikuskiftini og
mitt í vikuni – til privatar veitslur,
tiltøk av ymsum slagi og annað.
– Meira eg spæli, jú betri er tað.
Eg elski at spæla, sigur Signar í
Homrum og siterar John Johansen,
sum hann spælir nógv saman við,
fyri at siga, at tað er ov seint at siga
ja, tá ið telefonin ikki ringir.
– Tað er stuttligt at uppliva, at
fólk taka væl ímóti mínum sangum
og duga at syngja teir. Tá ið eg havi
latið ein sang frá mær, veit eg ikki,
hvat lív hann fær.
– Eg fekk herfyri eini facebook-
boð frá einum persóni, sum hevði
tatoverað eina strofu úr sangi
hjá mær á armin. Tá mást tú
viðurkenna, at sangir fáa týdning
fyri fólk, og tá eg havi givið ein sang
út, havi eg latið hann úr mínum
hondum, og so fær hann sítt egna
lív, sigur Signar í Homrum.
Hann er sera nógv umbiðin, og
vanliga er hann bókaður tríggjar-
fýra mánaðir fram í tíðina.
– Eg spældi í einum føðingardegi
í Fuglafirði í 2014. Tá kom ein maður
til mín og spurdi, um eg plagdi at
spæla í Danmark. Jú, tað plagdi
viðhvørt, svaraði eg. Hann segði,
at hann og konan fóru at halda
dupultan 50 ára føðingardag og
spurdi, um eg kundi koma at spæla
hjá teimum í 2018. Eg svaraði, at tað
kundi nokk bera til, og vit kundu
hoyrast, tá ið tað nærkaðist, sigur
Signar í Homrum.
– Høvuðsendamálið við bókini er at
gera vart við føroyskar bókmentir
uttanlands, sigur Jógvan Isaksen
EYÐUN KLAKSTEIN
Hóskvøldið var nýggj bók
mentasøga um føroyskar bók
mentir løgd fram í Havn.
Tað er forlagið Marselius,
sum nú gevur út fyrra bind av
tveimum um føroyskar bók
mentir skrivað á donskum
av Jógvani Isaksen, lektara á
universitetinum í Keypmanna
havn.
»Færøsk Litteraturs Historie
Bind 1«, sum er 470 blaðsíður,
røkkur um árini frá 1298 og til
1950. Annað bind, sum væntandi
kemur út um gott eitt ár, er um
skeiðið frá 1950 og til í dag.
– Høvuðsendamálið við bók
ini er at gera vart við føroyskar
bókmentir uttanlands. At geva
fólki ta fatan, at tað er lív í
føroyskum skaldskapi. Bók
in er skrivað á donskum máli,
og tað gevur nógvum norður
lendingum møguleika at kunna
seg um føroyskar bókmentir,
uttan at tey duga at lesa før
oyskt, sigur Jógvan Isaksen.
– Eg undirvísi á donskum
máli um føroyskar bókmentir,
og tí hevur tað ikki verið nakar
trupulleiki at skriva bókina
á donskum máli. Avbjóðingin
hevur verið at týða tey endur
givnu ørindini og brotini til
danskt mál. Har sæst stundum,
at danska týðingin er veikari
enn tann føroyska, men tað er
gjørt so gott sum gjørligt, sigur
hann.
Má velja
Jógvan Isaksen hevur í arbeið
num við bókmentasøguni verið
noyddur at velja og vekta mill
um rithøvundar, men tað valið
hevur ikki verið so avbjóðandi
hesaferð, sum tað verður í
sambandi við seinna bindið,
sum snýr seg um bókmentir frá
1950 og frameftir, tí tá er nógv
meira útgivið.
– Eg havi givið miðaldar
kvæðunum rímiliga nógv pláss
í fyrru bókini, tí eg haldi, at tey
hava so stóran týdning fyri
føroyskan skaldskap og fyri
okkara fatan av okkum sjálvum.
Týðandi rithøvundar sum
Janus Djurhuus, Hans Andrias
Djurhuus, William Heinesen,
Heðin Brú og aðrir fáa eisini
nógv pláss í hesari bókini, sigur
Jógvan Isaksen.
– Eg velji sjálvur, hvat eg
taki við, og hvussu nógv tað
ymiska verður umrøtt. Hesa
ferð er tað ikki so trupult, tí
millum miðaldarkvæðini og
skaldskapin, sum kom út eftir
1900-talið, er so øgiliga lítið av
bókmentum givið út í Føroyum,
sigur hann.
Avbjóðingin verður munandi
størri í seinna bindinum, sum
snýr seg um seinastu sløku 70
árini av bókmentasøguni.
– Í seinna bindinum verði eg
noyddur at velja meira, tí í nógv
ár eru komnar einar 250 bøkur
út á føroyskum um árið. Onkur
verður ivaleyst ósamdur við
onkrum av teimum valunum,
men tað ber ikki til at umrøða
alt, og tí má eg velja, sigur Jógv
an Isaksen.
»Færøsk Litteraturs Historie
Bind 1« fæst til keyps í bóka
handlunum.
Jógvan Isaksen
hevur skrivað
nýggja føroyska
bókmentasøgu á
donskum máli
950
JÓGVAN I SAKSEN
1298–1950
FØRSTE BIND
lıuS
Bókmenta
søga skal røkka
út um landið
– Meira eg spæli, jú
betri er tað, sigur
Signar í Homrum,
sum nú er aktuellur
við nýggjari útgávu