Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-21, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. september 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. SEPTEMBER 2017 SOSIALURIN 110 18 LÍVSSTÍLUR Vit skulu ikki vænta at sleppa av við aggresiva gula og svarta smákyktið, ið nógv okkara ræðast. Vespan er komin til Føroya fyri at vera, sigur Høgni Holm, lívfrøðingur ANNIKA KUNOY IM V espuna sleppa vit óivað ikki av við aftur, og hóast 17 ár eru liðin síðani fyrstu vespu­ býlini vórðu funnin í Havn, so er hon ein nýggjur trupulleiki aðra staðni í landinum. Sosialurin hevur kannað, hvussu lívið hjá vespuni er, hvussu skulu vit bera okkum at, tá hon ger innrás og hvat hendir, tá ein verður stungin av vespu. Um aldarmótið gjørdu vespurnar inn­rás í Føroyum. Heystið 1999 vóru rættiliga nógvar vespur at finna í Havn, og serliga vóru tær uppi við Tórsvøll og Norðurlandahúsið. Fyrstu fýra vespu­býlini vórðu funnin í miðbýnum árið eftir, skriva Jens-Kjeld Jensen og Dorete Bloch í populervísindaliga ritin­ um Frøði í 2001. Populervísindaliga ritið Frøði skrivar soleiðis um vespurnar: »Eyðkenni fyri vespurnar er, at tær halda til í 1-ára sambýlum, sum ein drotn­ing setur á stovn hvørt vár. Hon bygg­ir býlið av gráum pappírsevni, sum hon ger við at tyggja træ. Tíðliga um várið fer drotningin at víggja, og tað ger hon alt summarið. Víggið verður til orm­verur, sum allar liggja í hvør sínum seks­hyrnta kliva. Tá ormveran fyllir allan klivan, verða tær til reivverur og klekjast til arbeiðsvepsur. Tær eru allar kvennvepsur, sum eru minni enn drotningin. Arbeiðsvespurnar eru neyðarskapningar, sum eru smáir og stervnir, tí ov trongt er í orm­veru­ klivanum. Allar hesar arbeiðsvespurnar hjálpa til við at røkja hinar ormverurnar, leita eftir føði og vaksa um vespubýlið. Seint út á summarið gera arbeiðs­ vespurnar nakrar serliga stórar klivar, og verða kallvespurnar og næsta árs drotningar uppføddar her, og tær fáa allar ríviligt at eta og hava gott pláss. Drotn­ingin kann sjálv gera av, um vígg­ ið undan henni er troðið ella ei. Troðið víggj verður til kvennvepsur, og tað er arbeiðsvepsur ella drotningar. Ótroðið víggj verður harafturímóti kallvepsur, sum tískil bert hava helvtina so nógv kromosom í kyknunum, sum kvenn­vepsurnar. Kallvepsurnar mak­ ast við tær nýggju drotningarnar og doyggja síðani, og tær víggjuføru drotn­ ing­arnar finna sær eitt gott skjól fyri vet­urin. Várið eftir er drotningin búgvin at fara undir eitt nýtt býli. Kallvepsurnar hava ongan brodd, men bæði arbeiðs­ vepsur og kvennvepsur kunnu stinga.« Komin fyri at vera Høgni Holm, lívfrøðingur, sigur, at vit ikki skulu vænta, at vit sleppa av við trupulleikan aftur, tí vespurnar í Før­ oyum eru komnar fyri at vera. Hann sigur, at óvist er, hvussu vesp­ urnar av fyrstantíð komu til landið, men hildið verður, at tær eru komnar við innfluttum plantum ella grasi. Hóast vit í Føroyum hava innflutt síð­ ani sekstiárini, so er miðalhitin í land­ inum nú heitari, enn hann var fyrr, og tí yvirliva vespurnar í Føroyum nú. – Tað er ikki vorðið nógv heitari. Talan er kanska um ein brøkpart av ein­ um hitastigi, men tær eru viðkvæmar mótvegis hitalagsbroytingum, sigur Høgni Holm. Ber teg róliga at Hann heldur, at ein orsøk til, at vesp­urnar í Føroyum tykjast at vera aggressivari enn í grannalondum okk­ ara er, at vespan verður strongd, tá tað er kaldari í veðrinum. Fleiri okkara eru óviss í, hvussu vesp­ an livur og hvussu vit skulu hátta okk­ um, tá hon er í nánd. ­Høgni Holm greiðir frá, at trupulleikn er, at vit í Føroyum ikki eru von við vesp­una enn, og tí eru summi bangin. – Vespan verður lýst, sum eitt farligt djór, men hon er helst ikki áhugað í okkum menniskjum. Hon leitar eftir føði, so sum plantir, frukt, burturkast og smákykt, og tað finnur hon ikki á okkum. Tá hon stingur, so er tað ofta tí, at hon kennir seg hótta, staðfestir hann. Vespurnar hamast upp á sterkar litir, so sum gult og grønt. Eisini kunnu tær hamast upp á teg, um tú hevur drukkið ella etið okkurt við sukri, ella um tú hevur luktilsi á. – Tá vespan kemur nær, so er umráð­ andi at bera seg róliga at og onki at gera henni, sigur lívfrøðingurin. Ágóðar av vespuni Hann heldur eisini, at vit síggja ágóð­ arnar av, at vespurnar eru komnar til Føroya, og hevði tað verið kannað, so hevði man óivað komið fram til, at ymisku planturnar vaksa betri nú, og møguliga er margfeldi hægri. – Hevur tú dustarar – tað er ein, ið flytur blómusáð frá eini plantu til ta næstu – so hevur tú fleiri møguleikar fyri vøkstri, sigur hann, og nevnir millum annað súrepli, sum ongantíð hava vaksið í Føroyum, men sum kanska høvdu kunnað vaksið nú. Finnur tú tó eitt vespubýli, so ber til at boða kommununi frá, og ofta sendir kommunan týningarfólk at eitra býlið. Høgni Holm sigur, at býlini eru alla møgu­liga staðni, men vespum dáma best í vernd frá vindi og veðri. – Tá tað veður kaldari og undir 10 hita­stig, so verða vespurnar dølskar, fara í híð, og fleiri teirra doyggja, greiðir hann frá. ANNIKA@SOSIALURIN.FO Vespan er komin fyri at verða