hósdagur 21. september 2017síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. SEPTEMBR 2017
SOSIALURIN 110
19
Verður tú stungin
Um man er so óheppin
at blíva stungin av eini
vespu, so er eitt av teimum
vísindaligu ráðunum at
leggja eitthvørt heitt á
húðina, har stingið er.
– Tað er prógvað, at verður
eitthvørt, ið er á leið 50-55
°C lagt á stingið í fimm til
seks minuttir, so kann hitin
gera eiturið óskaðiligt. Hitin
kann koma frá hitapútu,
einum teposa ella líknandi,
greiðir Høgni Holm frá.
Eru tær vandamiklar?
Fyri tey allar flestu er tað
vandaleyst at verða stungin
av eini vespu. Tað er vanligt,
at tú fært ilt og at húðin
verður hovin har, sum tú
verður stungin. Summi
eru tó ovurviðkvøm, og
tá er støðan álvarsligari.
Tak broddin úr beinanvegin
Læknin mælir til, at tú tekur broddin
úr stinginum skjótast gjørligt, um hann
situr eftir í húðini. Ein eiturbløðra er
á broddinum, sum heldur á fram við at
pumpa eitur - eisini eftir at vespan er farin.
Skriðar tað illa, og tað er illa hovið, so kant
tú taka eina antihistamin tablett, sum
fæst uttan læknaávísing á apotekinum.
Læknin sigur tó, at um tú fyrr hevur
fingið notusótt av vespustingi, so er
best at taka eina ella møguliga tvær
antihistamin tablettir skjótast gjørligt.
Hevur tú tó fingið annan heilivág frá
læknanum, so skalt tú taka hann eisini.
Hevur tú fyrr havt hættisligt ovurviðkvæmi,
so hevur læknin óivað leiðbeint teg í,
hvussu tú skalt gera. Er tað fyrstu ferð,
tú hevur hættisligt ovurviðkvæmi, so
tørvar tær bráðfeingis læknahjálp.
Ovurviðkvæmi fyri eitrinum
Kennir man seg ússaligan ella fær vaml, eftir at verða
stungin av vespu, er best at ringja til lækna, tí tað kann vera
tekin um ovurviðkvæmi, skrivar Holger Mosbech, serlækni
á Gentofte Hospital ¬í danska miðlinum Lokalavisen.
Ovurviðkvæmi kann vera vandamikið, og tí er umráðandi
at geva sær far um tey tekini, ið kroppurin gevur tær.
Verður tú stungin í munnin ella í hálsin, so mást
tú fara til læknan við tað sama, tí vandi er fyri,
at tú hovnar so illa, at tú ikki fært luft.
Ovurviðkvæmi sæst sum oftast innan nakrar tímar,
og ert tú sera ovurviðkvamur fyri vespustinginum,
so sæst tað í summum førum við tað sama.
Hevur tú milt ovurviðkvæmi, so verður
húðin sera hovin, har tú ert stungin. Húðin
verður reyð, skriðar illa og tú hevur ilt.
Er ovurviðkvæmi ógvusligari, so kanst tú fáa
notusótt, sum kann spjaða seg um allan kroppin.
Tað skriðar ógvuliga illa, og kroppurin kann
hovna aðra staðir eisini, so sum í andlitinum.
Er talan um hættisligt ovurviðkvæmi, so kanst
tú verða svimbul ella svíma, tí blóðtrýstið fellur.
Eisini kann tú kenna tað torført at anda og fáa ilt
í búkin, skrivar Holger Mosbech.
Ráð frá Holger Mosbech, serlækna:
Far til lækna um:
•
Tú verður stungin í munnin,
lungnapípu, ella í hálsin
•
Fært notusótt
•
Verður ússaligur og svimbul
•
Hevur havt ovurviðkvæmi fyrr og
ikki hevur rættan heilivág tøkan
Skáka tær undan soleiðis:
•
Ver í skóm, tá tú ert úti
•
Ver varin, tá tú etur og drekkur úti
•
Ver varin, tá tú arbeiðir í urtagarðinum
•
Ver í klæðum, sum liggja at kroppinum, so
vespan ikki verður fangað í klæðunum
•
Ikki kveistra vespuna burtur, um tú ikki
ert vísur í, at hon doyr av smeitinum
•
Til ber at brúka ein ketsjara við battarí
til at drepa vespur og flugur við. Tað
verða vespurnar ikki upp østar av.
»Vespan er helst ikki áhugað í okkum
menniskjum. Hon leitar eftir føði,
so sum plantir, frukt, burturkast og
smákykt, og tað finnur hon ikki á
okkum. Tá hon
stingur, so
er tað ofta
tí, at hon
kennir
seg
hótta«
Visti tú?
Um man er so óheppin at blíva
stungin av eini vespu, so er eitt av
teimum vísindaligu ráðunum at
leggja eitthvørt heitt á húðina, har
stingið er.
Tað er prógvað, at verður eitthvørt,
ið er á leið 50-55 °C lagt á stingið í
fimm til seks minuttir, so kann hitin
gera eiturið óskaðiligt. Hitin kann
koma frá hitapútu, einum teposa
ella líknandi
»Tá vespan kemur nær, so er
umráðandi at bera seg róliga
at og onki at gera henni«,
sigur lívfrøðingurin