Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-21, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. september 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. SEPTEMBER 2017 SOSIALURIN 110 20 Tíðargrein Tormóður Stórá Psykiatari H óast vit hava eina góða ætlan um hvussu vit skulu taka av hesi av- bjóð ingini, so eru vit ong an vegin komin. Politisku lov- orðini um at her má gerast nak að, eru ikki fylgd av politiskum rað- fest ingum. Tey við demensi eru gloymsk, tey eru gloymd og svikin av pol it isku raðfestingini. Í 2017 er sett ar av 500.000 kr til at íverkseta demens ætlanina, – við tógvi stríð. Hin veg in vóru í eini handavending sett ar 600.000 kr til at hyggja nærri at ridluskriða – hjá seyði. Tað er eitt gott høvi, ein slíkan al tjóða dag, at hyggja nærri at hvussu gongur hjá okkum her heima at taka av hesi stóru av- bjóð ing ini í almenna geiranum. Tað eru longu fleiri ár síðani fyrsta fram ferðarætlanin varð gjørd á øk- in um. Eisini eru nú fleiri ár síð ani vit fingu okkara egnu demens ætl- an her í Føroyum við ambitiøsu yv ir skrivt ini um, at vit vilja verða eitt demens vin arliga samfelag. Pol it isku lov orðini vóru nógv. Vit vildu veruliga gera nakað við hetta. Pengar vóru tó ongir avsettir til at seta ætlanina í verk. Longu árið eftir var alt gloymt um tað og í bráðskundi, beint upp undir jól, tóku nakrir politikarar seg sam- an og fingu játtað 250.000 kr til 2016, so byrjast kundi. Hetta var uml 5 % av tí, sum tað varð mett, at demensætlanin kom at kosta árliga, tá hon var sett í verk. Ein byrjan kanska ? Árið eftir hvarv hug takið “demensætlan” í fíggj ar- lóg ini og játtanin var løgd undir Lands sjúkrahúsið (allarhelst?) – 250.000 afturat í 2017, so samlað 500.000 kr. Nú eru vit komin upp á 10 % – aftaná trý ár. So tekur tað eini 20 ár, til ætlanin er sett í verk – um ferðin verður tann sama. Men van liga plagar hon at minka, sum ár ini líða. Vilja verða eftirbátar ? Við hvørt tykist, sum tað er ein pol- it isk ur vilji at verða afturútsigld. Vit vóru faktisk eitt av teimum fyrstu londunum, sum høvdu eina egent liga demensætlan. Framman fyri fleiri av grannalondunum. Framm an fyri Danmark. Men vit hava latið okkum yvirhála. Við vilja. Danmark setti í fjør 470 milli- ón ir krónur av fyri árini 2017,18 og part vís 2019. Tað vildi svarað til, at vit settu uml. 5 milliónir kr av, um vit høvdu somu ambitiónir, sum danir. Tað hødu vit, men bara om an fyri hálsvølin. Tá tað kom til politiskar raðfestingar, so vóru játt að ar tilsamans 750.000 í tvey ár ...... har danska játtanin lutfalsliga vildi svarað til 5 milliónir. So nú eru vit eftirbátar. Við vilja. Nógvir pengar allíkavæl til demens. Tó so, tað verða brúktir nógvir peng ar upp á demens aðrar vegir í sam fe lagnum. Til røktarheimini, sum í stóran mun húsa fólkum við demensi, sambýlir, til heimarøkt, heima hjálp, mista arbeiðsinntøku hjá av varðandi, sjúkrameldingar og stuð uls skipanir. Danskar út- rokn ingar siga, at tað er ómetaliga kostn að armikið. So dýrt, at tað fyri okk um svarar til eina 200 milli ónir kr – um vit brúka danska út rokn- ing ar leistin. Hann er sikkurt á góð ari leið. Tað eru í øllum førum øgi lig ir pengar, um talið av fólki við demens økist sum væntað – og um vit skulu loysa avbjóðingina á sama hátt sum higartil. Tað var eis ini tað, sum demensætlanin skuldi slóða fyri. At royna at loysa av bjóð ingina á ein annan hátt enn framm an undan. Draga inn annað til feing ið at loysa uppgávurnar. Lágraðfestingarøki Tað vísir seg, at tað er á nógvum um ráð um, at tað hevur lága rað- fest ing at takast við at loysa upp gávurnar á demensøkinum. Tað er ikki ókent, at tað er trup- ult at fáa røktarstarvsfólk at arbeiða á demenseindunum, sum Gloymsk, gloymd og svikin! Altjóða Alzheimersdagur er 21. september. Dagurin har varpað verður ljós á eina av stóru avbjóðingunum í heilsu- og almannaverkinum og eldrarøktini í kommununum: DEMENSUR