Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-21, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. september 2017síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. SEPTEMBER 2017 SOSIALURIN 110 21 eru skipaðar. Tað er trupult á eldraøkinum sum heild, men ser- liga trupult á demensøkinum. Tì má uppgávan í dag ofta loysast við fólki, sum als ikki hevur fak- liga førleikan, men gera teirra besta og eitt gott arbeiði. Tað er sera umráðandi at fáa sett ferð á upp gávuna um at styrkja hetta øk ið, sum er eitt vitanartungt øki, men har tann vitanin sum er, ikki altíð kemur teimum til góða sum tørva hana, – nevniliga teimum við dem ensi. Demensur kann raka øll Gam alt var at siga, at deyðin hygg- ur ikki at tonnunum, – og her mein- andi, at ikki verður skeitt til ald ur. Tó so, at deyðin nú oftast vitj ar tey aldrandi. Sama er við dem- ens in um. Hann kan raka fólk á ung um árum, men serliga eru tað eldri fólk, sum fáa demenssjúku. Dem en sjúkan skeitir heldur ikki at penga punginum og rakar bæði rík sum fátøk,kend sum ókend, menn sum kvinnur. Seinast hava vit eis ini fingið staðfest, at heldur ikki verður skeitt til um blóðið er reytt ella blátt. Demensvinarligt samfelag Vit vilja skapa eitt demensvinarligt sam felag, – og hava eisini vitan, tank ar og ein ætlan um hvussu tað kann gerast. Hvussu taka vit vin- ar liga móti teimum við demensi í okkara samfelag ? Tað gera vit bert við vitan og at vitanin verður breidd út heilt tilvitað og skipað. Ikki tilvildarliga sum nú. Tað má verða allastaðni í sam fe- lag num, at vit eru demensvinarlig. Dan ir hava serliga valt at fokusera upp á at skapa demensvinarlig sjúkra hús. Hetta tí tað má ásann- ast, at sjúkrahúsini í dag ikki eru dem ens vinarlig. Har vilja tey helst ikki hava fólk við demensi og tey verða send á dyr so skjótt til ber. Hálv viðgjørd ella óviðgjørd. Tí hava tey valt at fokusera upp á sjúkra húsini. Fólk við demens hava eis ini krav upp á virðiliga viðferð og ta viðgerð teimum tørva. Vit hava ein góðan leist yvir hvussu tað kann gerast her hjá okk um. Vit skulu samla alla vit- an ina í ein vitanardepil, sum skal verða okkara spjaðingarkelda til skip aða vitan á røktarøkinum og í sam felagnum sum heild. Tað er hag ani at íblásturin skal koma til kommunu aftaná kommunu at gerast ein demensvinarlig komm- una. Tað er hagani vit skulu lyfta menn ing og útbúgving á økinum. Vit vita hvussu tað skal gerast. Tað tørvar bara ein politisk rað festing til at koma í gongd. Dem ens- vinarligar politikarar í einum dem- ens vinaligum Løgtingi, sum gera eina demensvinarliga fíggjarlóg fyri 2018. Er tað ov nógv kravt ? Góðan Alzheimersdag í øllum før um ! FAKTA UM DEMENS Um vit umskriva donsk tøl um demens til okkara viðurskiftið, so sær út til: Í Føroyum eru meira enn 800 fólk, sum hava eina demenssjúku Harav eru umleið 500 sum hava Alzheimerssjúkuna 30 fólk yngri enn 65 ár hava eina demenssjúku Vit staðfesta uml. 75 nýggjar tilburðir av demensi í Føroyum – á hvørjum ári Í 2040 rokna vit við at tali av fólki við demens í Føroyum er vaksið til millum 1250 og 1500 fólk 4000 fólk í Føroyum hava ein demenssjúkan í nærmastu familju kend andlit við DEMENSI Charles Bronson, Harald Wilson, Prins Henrik, Margareth Thatcher og Ronald Reagan eru nøkur av teim kendu fólkunum, har tað hevur verið alment at tey fingu demens.