Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-21, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. september 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. SEPTEMBER 2017 SOSIALURIN 110 22 Víkingur hevur breiða undanbrekku ímóti FM, og 07 Vestur tók við Margáir ikki av møguleikanum at lyfta seg nærri bjargingini JÓANNES HANSEN Tað er stutt millum umførini og av­gerandi uppgerðirnar. Miku­ kvøldið var lykladystur um FM í Sarpugerði. Málleysi javnleikurin ber við sær, at Víkingur er fimm stig und­ an B36 og KÍ. Málmunurin hjá topp­liðnum er betri, enn hann er hjá næstu avbjóðarunum, og Víkingur eigur síðstu umførini fleiri av botnliðunum: Víkingur: Suðringar (h), ÍF (ú), NSÍ (ú) og EB/Streymur (h). B36: 07 Vestur (ú), Skála (ú), KÍ (h) og HB (ú). KÍ: HB (h), Suðringar (ú), B36 (ú) og NSÍ (h). Um Víkingur skal spæla sær av við FM heitið, so skulu favorittarnir tapa tveir dystir, og so skulu hini bæði liðini vinna fulla úrtøku. Tað ber ikki til hjá bæði B36 og KÍ at vinna fulla úrtøku, tí tey hittast í Gundadali sunnudagin fimtanda oktober – í næstsíðsta umfari. Eftir trivaliga 3-0 tapið við Margáir er 07 Vestur seks stig og lakari málmun frá bjargingini. Tí hongur vónin um Effo-fótbólt í Sørvági næsta ár nú mest í, um B68 í næstbestu deildini endar framman fyri nummar fýra ella ikki. Suðringar eru seks stig og betri málmun frammanfyri 07 Vestur. Í fýra teimum síðstu umfør­ unum sær skráin soleiðis út: 07 Vestur: B36 (h), NSÍ (h), Suðringar (h) og ÍF (ú). Suðringar: Víkingur (ú), KÍ (h), 07 Vestur (ú) og Skála (h). Europa upp á spæl KÍ-HB: Kári J. á Høvdanum Sunnudagin klokkan 15.00 Mest áhugaverdi ósvaraði spurn­ingurin er nú, um tað fer at eydnast HB at bjarga sær sessin í Europa, hóast tað leingi hevur sæð svart út. Tað eru átta stig frá HB og fram til KÍ. Um tað skal eydnast HB at taka plássið frá klaksvíkingum, so er alneyðugt, at havnarmenn vinna fulla úrtøku í Klaksvík sunnu­ dagin. HB var frammanfyri 3-0, áðrenn tað endaði 3-2 í Runavík. Ein av HB málskjúttunum var Sebastian Pingel: – Vit hugsa ikki um talvuna og møguleikan fyri Europa Cup. Vit arbeiddu nógv og miðvíst fyri at vinna í Runavík, og tað eydnaðist. Uppskriftin verður tann sama í Klaksvík, har vit eisini ætla at vinna, sigur Sebastian Pingel. Í Klaksvík ásanna teir, at møgu­ leikin fyri at vinna FM er mest sum burtur, og at tað nú snýr seg um at varðveita plássið, sum ber altjóða luttøku við sær: – Vit arbeiddu væl og nógv í Gøtu, og vit vunnu okkum til mál­ møgu­leikarnar, sum kundu borið øll stigini við sær. Uppskriftin verður tann sama, tá ið vit fáa vitjan av HB, sigur KÍ liðformaðurin Jonas Flindt Rasmussen. Gullið er í Sarpugerði Víkingur-Suðringar: Dagfinn Forná Sunnudagin klokkan 15.00 Tað var heilt greitt í Sarpugerði mikukvøldið, at málleysi javn­ leikurin gleið væl niður hjá heima­fólkunum. Venjarin, Sámal Erik Hentze, dugir væl at vera fokuseraður og at geva til kennar, at tað stendur nógv upp á spæl, nú Suðringar vera gestir í Sarpugerði: – Vit hava framvegis fimm stig at geva av, so tað er í lagi, nú tað eru tólv stig eftir at spæla um. Nú spæla vit ímóti okkum sjálvum, og vit eru greiðir yvir, at um vit ikki eru púra klárir, so kunnu vit tapa ímóti Suðringum, sigur Víkinga venjarin Sámal Erik Hentze. Hóast 3-0 tap í Gundadali ímóti B36 so hava Suðringar mest sum rokkið málið, ið var at varðveita plássið í bestu deildini: – B36 í Gundadali og nú topp­ lið­ið á útivølli eru risa stórar av­ bjóðingar. Vit arbeiða nógv, royna at verja okkum til eitt stig og so smekka til, tá ið hálvur møguleiki er í hinum endanum. Tað verður neyðugt at vinna okkurt stigið aftrat, sigur Jón Krosslá Poulsen hjá Suðringum. Á toppinum og í dalinum 07 Vestur-B36: Eiler Rasmussen Sunnudagin klokkan 15.00 B36 við Lukasz Cieslewicz í hopla sum spælstýrara og tvífaldum skjútta vann mikukvøldið sera sann­førandi 3-0 ímóti Suðringum. – Eg unni Lukasz Cieslewicz so sera væl málini. Hann gongur altíð undan og hevur ógvuliga stóran týdning fyri okkum, sigur B36 venjarin Jákup á Borg, sum fegnast um næstfremsta plássið. – Tað var týdningarmikið at vit ímóti Suðringum frá fyrsta bríksli av álvara settu okkum á spælið, og tað ætla vit eisini at gera í Sørvági. Vit mistu ov nógv stig fyrstu umførini at vinna gullið, men vit eru fokuseraðir at syrgja fyri trimum stigum hvørja ferð, tí tað riggar heilt væl í løtuni, sigur Jákup á Borg. Eftir 5-0 á heimavølli ímóti Skála endaði tað hjá 07 Vestur við 3-0 tapi við Margáir: – Tað var ov stórur fjáltur á. Vit mugu tora at spæla og renna og ÍTRÓTTUR TAÐ ER BARA RÆTTURIN AT SPÆLA Í EUROPA UPP Á SPÆL Upptakt til 24. umfar: