hósdagur 21. september 2017síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. SEPTEMBR 2017
SOSIALURIN 110
23
ikki at hyggja so nógv eftir fótbólti,
Vit gjørdu ov nógv mistøk, og tá ið
tað beinanvegin eftir steðgin varð
3-0 við brotssparki var tað liðugt.
Tað er ikki heilt liðugt enn, men
vit mugu vísa heilt øðrvisi avrik
enn í Streymnesi, sigur Trygvi
Mortensen, venjari hjá 07 Vestur.
Tað eru seks stig og verri mál
munur frá 07 Vestur og fram til
Suðringar.
Lættin er stórur
EB/Streymur-Skála: Ransin N.
Djurhuus
Sunnudagin klokkan 15.00
Felags fyri EB/Streym og Skála
er, at tey mikukvøldið vunnu fulla
úrtøku. Harvið hava bæði liðini 26
stig, sum plagar at vera roknað at
vera nóg mikið fyri at varðveita
plássið í bestu deildini.
Fagnaðurin var stórur við Marg
áir, tá ið 3-0 sigurin ímóti 07 Vestur
var veruleiki:
– Hetta var besta avrikið hjá
okkum í ár. Vit vóru væl skipaðir,
vunnu nærdystirnar og runnu
nógv. Talan var um uppreisn eftir
skrædlið í Klaksvík leygardagin. Vit
vóru hundrað prosent fokuseraðir
alla tíðina. Nú eru vit sjey stig frá
niðurflyting. Tað eru tólv stig eftir
at spæla um, so tað sær gott út,
sigur EB/Streyma venjarin Heðin
Askham, og hann heldur fram:
– Skála er væl skipað lið. Vit vita,
at tað verður javnt, og tað verður
tað liðið, sum fer at vísa størri vilja,
sum fer at vinna, heldur Heðin
Askham.
Á Skála er stórur lætti, eftir at
tað eydnaðist at vinna 2-1 ímóti ÍF.
Hetta var fyrsti heimasigurin hjá
Skála síðani á jóansøku.
– Tað var leingi javnt ímóti ÍF,
men eftir at Michal Przybylski
hevði skorað fínt mál, loysnaði
tað. Kortini kendist tað ov leingi
ov spennandi. 5-0 skrædlið í
Sørvági minti okkum á, hvussu
skjótt tað kann ganga hvønn
vegin, so vit kenna okkum ikki
heilt tryggar, hóast vit eru sjey
stig frá niðurflyting. Tí ræður tað
um at vinna stig í Streymnesi, sigur
Skála liðformaðurin Pætur Dam
Jacobsen.
Hava givið skarvin yvir
ÍF-NSÍ: Jóhan Hendrik Ellefsen
Sunnudagin klokkan 15.00
Oyggjauppgerðin í Fuglafirði
sunnudagin verður millum tvey lið,
sum eru í aldudalinum. ÍF hevur
níggju stig tilsaman, og síðani
sigurin í steypafinaluni hevur NSÍ
í trimum dystum bara vunnið eitt
stig.
Mikukvøldið var tað vónbrot at
tapa fyri aðru ferð á rað á heima
vølli, tá ið HB fór til hús við 3-2
sigri. NSÍ lá eina løtu undir 3-0.
NSÍ miðvallarin Karl Løkin er
bersøgin:
– Fótbóltsspælið var í løtum ikki
so galið, men talan var um alt nógv
mistøk, og tey kostaðu. Eg roknaði
við, at steypasigurin fór at bera
við sær, at vit fóru at verða meiri
tendraðir og fóru at stríðast fyri
at vinna FM, men soleiðis hevur
tað ikki verið, staðfestir Karl Løk
in, sum ikki roknar við lættari
avbjóðing í Fuglafirði.
– Vit vunnu 3-0 ímóti teimum
í Runavík, men tá vóru vit hepnir.
So tað verður neyðugt at vísa væl
betri avrik og hugburð, enn vit
hava gjørt seinastu ferðirnar, sigur
Karl Løkin.
Í ÍF leguni ásanna teir, at nú er
tað greitt, at tað næsta ár verður
leygardagsfótbóltur í Fuglafirði:
– Vit fara at royna at enda kapp
ingarári við æru. Avrikið á Skála
var vánaligt. Nú eiga vit heima
vøll ímóti bæði NSÍ og Víkingi,
og eg vóni, at tað fer at eydnast
at vísa góðan hugburð. Vit hava
fyri stuttum vunnið 2-1 á HB á
heimavølli. Fyrr í ár megnaðu vit
1-1 á heimavølli ímóti Víkingi, og
nú ætla vit at vinna ímóti bæði
NSÍ og Víkingi, droymir Ari Ó.
Ellingsgaard hjá ÍF.
24. umfar
Sunnudagin 24. september
KÍ-HB:
Víkingur-Suðringar:
ÍF-NSÍ:
EB/Streymur-Skála:
07 vestur-B36:
__________________________________________
Máltindurin
Klæmint A. Olsen NSÍ 16
Patrik Johannesen B36 14
Adeshina Lawal Víkingur 14
Búi Egilsson Suðringar 10
Sølvi Vatnhamar Víkingur 10
Páll A. Klettskarð KÍ 10
NSÍ-HB 2-3 (0-1)
0-1: Sebastian Pingel 10.
0-2: Øssur Dalbúð 53.
0-3: Jógvan Rói Davidsen
1-3: Árni Frederiksberg 83.
2-3: Pætur Hentze 92.
Dómari: Lars Müller
NSÍ: Karstin Hansen – Bárður J. Hansen (Pætur Hentze,
71.), Jens Joensen, Jann Ó. Ellingsgaard (Petur Knudsen,
65.), Einar Tróndargjógv (Andri Benjaminsen, 46.) – Betuel
Hansen, Karl Løkin – Árni Frederiksberg, Pól Jóhannus
Justinussen, Jann Benjaminsen – Klæmint A. Olsen
Gult kort: Jan Ó. Ellingsgaard, Betuel Hansen, Karl Løkin
Venjari: Anders Gerber
HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen,
Jóhan Troest Davidsen, Bartal Wardum, Daniel
Johansen – Heri H. Mohr, Rókur av Fløtum Jespersen
(Hjalti K. Djurhuus, 82.), Tróndur Jensen, Adrian
Justinussen (Símun Samuelsen, 72.) - Sebastian
Pingel (Jákup Pauli Breckmann, 87.), Øssur Dalbúð
Gult kort: Sebastian Pingel, Jákup Pauli Breckmann
Venjari: Sigfríður Clementsen
Skála-ÍF 2-1 (1-0)
1-0: Michal Przybylski 17.
2-0: Pætur Dam Jacobsen br 67.
2-1: Ndende Adama Guéye 68.
Dómari: Eiler Rasmussen
Skála: Andras Gango - Ari Olsen, Jákup Jakobsen,
Valerian Iobashvili, Jónhard Frederiksberg –
Edvin Jacobsen, Hákun Edmundsson, Pætur Dam
Jacobsen, Ólavur Mikkelsen - Michal Przybylski
(Mamuka Toronjadze, 86.) – Brian Jacobsen
Gult kort: eingin
Venjari: Pauli Poulsen
ÍF: Henrik Lindhard Jensen – Fritleif í Lambanum,
Pedri Tarancon Anton, Poul Nolsøe Mikkelsen (Dánjal
Pauli Højgaard, 58.), Niels Pauli Danielsen – Kristoffur
Jakobsen, Bogi Reinert Petersen, Ndende Adama Guéye
– Andy Ó. Olsen (Jákup Andrias Gaardbo, 84.), Ari Ó.
Ellingsgaard, Dánjal á Lakjuni (Andrias Poulsen, 75.)
Gult kort: Bogi Reinert Petersen
Venjari: Oddbjørn Joensen og Albert Ellefsen
EB/Streymur-07 Vestur 3-0 (2-0)
1-0: Leif Niclasen 33.
2-0: Pætur Petersen 38.
3-0: Rógvi Egilstoft Nielsen br 55.
Dómari: Kári J. á Høvdanum
EB/Streymur: Trygvi Askham – Poul G. Olsen, Árni
G. Olsen, Andras Olsen, Jóhannes Hansen – Arnar
Dam (Brian Olsen, 73.), Rógvi Egilstoft Nielsen -
Leif Niclasen (Tóki á Lofti, 86.), Dan í Soylu, Pætur
Petersen – Ari Mohr Olsen (Arnbjørn Hansen, 90.)
Gult kort: Brian Olsen
Venjari: Heðin Askham
07 Vestur: Ivan Stojkovic – Petur G. Dalbø, Dann
Fróðason, Martin Tausen, Tór-Ingar Akselsen – Holgar
Durhuus, Pål Fjelde, Høgni Egilstoft Nielsen, Janus Svabo
Samuelsen (Sølvi Egilsson, 59./Rói Hansen, 71.) – John
Fredriksen (Asbjørn Heðinsson, 67.), Søren B. Nielsen
Gult kort: Dann Fróðason, Pål Fjelde, Petur G. Dalbø
Venjari: Trygvi Mortensen
B36-Suðringar 3-0 (1-0)
1-0: Lukasz Cieslewicz 23.
2-0: Lukasz Cieslewicz 55.
3-0: Patrik Johannesen 92.
Dómari: Alex Troleis
B36: Rói Mørk Hentze – Erlendur Magnusson
(Høgni Eysturoy, 78.), Odmar Færø, Bjarni Petersen,
Alex Mellemgaard – Eli Falkvard Nielsen, Róaldur
Jakobsen (Ragnar Samuelsen, 92.) - Gestur B.
Dam (Andrias H. Eriksen, 71.), Meinhard E. Olsen,
Lukasz Cieslewicz – Patrik Johannesen
Gult kort: Patrik Johannesen
Venjari: Jákup á Borg
TB/FCS/Royn: Marius Berntzen – Eirikur Magnusarson,
Mats Walberg, Jón Áki Jacobsen, Teitur Olsen – Teitur K.
Mortensen (Stefan Radosavlevic, 78.), Dánjal Godtfred
(John Marni Lindenskov, 82.) Anton Holse, Salmundur Bech
– Búi Egilsson, Jón Krosslá Poulsen (Eiler Brattalíð, 84.)
Gult kort: Eirikur Magnusarson, Salmundur Bech,
Búi Egilsson, Marius Berntzen, Jón Áki Jacobsen
Venjari: Maurice Ross
Støðan