hósdagur 21. september 2017síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. SEPTEMBER 2017
SOSIALURIN 110
24
TRÓNDUR ARGE
– SARPUGERÐI, GØTA
T
o p p d y s t u r i n
millum nummar
eitt og tvey í
landskappingini,
Víkingur og KÍ, endaði við
málleysum javnleiki. Tað er
ein sigur fyri leirvíkingar og
gøtufólk, tí liðið er nú fimm
stig fremst í landskappingini,
nú tað bara resta fýra umfør.
Máltalvan
og
spælið
kundi bent á ein fusara av
einum toppdysti, men talan
var um tvey lið, sum løgdu
nógv fyri og fleiri ferðir lógu
menn eftirá. Ikki tí talan var
um ein óndsinnaðan dyst,
men tí hetta er helst týdn
ingarmiklasta uppgerðin, ið
er eftir av hesum kappingar
árinum.
Víkingur til null
Undan dystinum var Víking
ur fimm stig framman
fyri KÍ. Tí kann heimaliðið
liva við javnleikinum, tá
tá spælararnir renna inn á
vøllin. Flestu tippingarnar
undan dystinum eru eis
ini ein javnleikur. Ein mál
fátækur javnleikur millum
tvey lið, sum hava styrkina
í kropsstrykini og skipaða
spælinum.
Við
Sorin
Anghel
og
Gunnar Vatnhamar á vengr
unum er talan um “Evropa-
uppstillingina” hjá Víkingi,
meðan KÍ valdi at halda fast
í 4-4-2 við Pálli A. Klettskarð
og Albert Adu í álopinum.
Í verjustøðu stóð Víkingur
sterkt, men tvær ferðir stóð
nógv á. Miðskeiðis í fyrra
hálvleiki stútaði Jákup B.
Andeasen upp um úr stuttari
fjarstøðu, meðan Elias Ras
mussen
stórbjargaði,
tá
Albert Adu stútaði innlegg
niður í svørðin stutt fyri tíð.
Sámal Erik Hentze, venj
ari hjá Víkingi, legði stóran
dent á, at Víkingur spældi
fyri at vinna. Tað sást eisini
eina løtu í seinna hálvleiki, tá
Víkingur sett skjótt í gongd,
tá teir annars kundu havt
drálað.
Hinvegin, so vístu sein
astu minuttirnar eisini, at
Víkingur hevði tað betri við
javnleikinum, tí KÍ trýsti.
Víkingur
greiddi
sína
støðu sum oddalið – og helt
til null.
KÍ spældi sín
møguleika
Eftir dystin var Sámal Erik
Hentze, venjari hjá Víkingi,
bersøgin og segði helst ov
nógv, tá hann kallaði spælið
hjá KÍ fyri “heiladeytt”, tí teir
bara sparkaðu langt.
KÍ og Mikkjal Thomassen
hava í seks royndum í lands
kappingini ikki tapt fyri
Víkingi, so teir kongabláu
vistu hvat teir gjørdu, tá
teir ikki spældu bóltin runt
á miðvøllinum. Tað er har
Víkingur hevur sína stryki,
tá teir pilka bóltin og fara í
mótálop. Ein líknandi støða,
stutt fyri tíð, mundi eisini
køvt seinastu vónina um
spenning í FM stríðnum,
men
Gunnar
Vatnhamar
skjeyt uppum.
– Teir hava nakrar snildar
spælarar á miðjuni, sum
duga væl at vinna bóltin og
fara í mótálop. Tí spældu vit
meiri beinleiðis fótbólt í dag,
viðgongur Jonas Flindt Ras
mussen, liðskipari hjá KÍ.
KÍ kom til tveir stórar
møguleikar, umframt nakrar
góðar støður í opnum spæli.
Í hinum endanum kom Vík
ingur bara til tann eina
møguleikan
hjá
Gunnari
Vatnhamar, meðan restin var
upp á deyðbóltar.
Hevði Albert Adu stútað
bóltin í málið stutt fyri tíð,
hevði eftirmælið hjá KÍ verið,
at liðið spældi sín møguleika
og vann. Nú er eftirmælið, at
KÍ partvís spældi sín møgu
leika, men vann ikki.
Seks ferðir og
ongan sigur
Seinastu tvey árini hava
Víkingur og KÍ verið topp
liðini í føroyskum. Seks
ferðir hevur Sámal Erik
Hentze spælt móti KÍ og
Mikkjali Thomassen. Eitt
sindur merkisvert er, at
Víkingur ongan dyst hevur
vunnið, men vann FM í fjør,
og er væl á veg at vinna tað
aftur í ár.
Av teimum seks dystun
um í landskappingini sein
astu tvey árini hevur KÍ
vunnið tríggjar, meðan trígg
ir eru endaðir við javnleiki.
KÍ vann allar í fjør, 2-0, 2-0 og
2-1. Í ár eru teir endaði 2-2, 1-1
og nú 0-0.
Víkingur vinnur FM
Tað er ilt at síggja hvar Vík
ingur skal tveita FM vekk.
Liðið hevur heimadystir
móti TB/FCS/Royn og EB/
Streymi, og útidystir móti
ÍF og NSÍ. Av hesum er tað
serliga dysturin í Runavík,
sum sær torførur út, og tá
hevur Víkingur ráð at tapa
hann.
Umframt tað, so skulu B36
og KÍ eisini vinna allar sínar
dystir. Tey møtast millum
annað í næst seinasta umfari,
so har fellur annar parturin –
um ikki teir spenna bein fyri
hvørjum øðrum.
Víkingar, Atli Gregersen
og Sámal Erik Hentze kunnu
renna undan sum teir vilja,
men alt bendir á, at Víkingur
aftur vinnur FM í ár.
trondur@sosialurin.fo
VÍKINGUR HEVUR LÆTTAR DYSTIR EFTIR
Víkingur er fimm stig fremst og hevur eina betri málúrtøku enn KÍ og B36. Tí
kann Víkingur helst bæði tapa ein og spæla ein javnan, og framvegis vinna FM.
Tað er ilt at síggja hvar Víkingur skal tveita FM vekk. Liðið hevur heimadystir
móti TB/FCS/Royn og EB/Streymi, og útidystir móti ÍF og NSÍ. Hinvegin,
so mundu klaksvikingar hugsa tað sama í fjør, tá tveir dystir vóru eftir.
Elias Rasmussen
og Víkingur hava
eina hond á FM-
steypinum, sum
longu stendur
í Sarpugerði
frá í fjør. Tað
skuldi ein stór
bjarging til, at
halda KÍ vekk
frá FM-heitinum
í ár. Sámal Erik
Hentze hevur
ikki vunnið á KÍ í
landsdkappingini
sum venjari hjá
Víkingi, men
hann vinnur nokk
FM á øðrum sinni
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
Spælarametingar
1: Avrikið er út av lagi
vánaligt og kostar
dystin
2: Avrikið er vánaligt og
dystaravgerandi
3: Avrikið er væl undir
miðal og tað sæst aftur
á liðavrikinum
4: Avrikið er undir miðal,
men ikki avgerandi
5: Avrikið er miðal og
spælarin røkir tær
uppgávur hann skal
6: Avrikið er beint yvir
miðal
7: Avrikið er yvir miðal
og tað sæst aftur á
liðavrikinum
8: Avrikið er væl yvir
miðal og spælarin er
avgerandi
9: Avrikið er framúr
og spælarin er
dystaravgerandi
10: Á landsliðið og seldur í
morgin!
Víkingur vann 0-0:
VÍKINGUR EINA HOND Á