Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-21, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. september 2017síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. SEPTEMBER 2017 SOSIALURIN 110 26 Óli Jacobsen Mundi: Siðsøga SIÐSØGA Óli Jacobsen 2.partur T að eru ótrúliga nógvar broyt ingar hendar inn- an nótavinnuna í míni tíð. Tey fyrstu skipini tóku minni enn 200 tons, nú taka tey stóru 3.000 tons, kanska enn tá 4.000 tons, tá ið talan er um ídn- að ar fisk. Tá ið vinnan byrjaði varð veið- an hovað úr nótini. Nú verður hon pumpað, og tað gongur nógv skjót ari. Upprunaliga var ísað í kassar um borð, tá fiskurin skuldi landast til matna. Umframt, at hetta var stræv ið hjá manningini, setti hetta eisini avmarkingar fyri veið una. Ofta mátti leggjast stilt, með an veið an fekst til høldar. Køli tang- ar nir vóru ein sonn kollvelting. Nú kundi lastin fyllast eftir heilt stutt ari tíð. Tá var ikki koyrt i kassar, fyrr- enn tað var komið til lands. Tað var í sær sjálvum eitt stórt fram stig bæði hjá manning og skipi. Nú verður veiðan pumpað í land. Ein onnur broyting er, at kraft blokkur verður nærum ikki brúkt ur longur. Tað var tíðliga í tíð ini, at nótaskipini fóru at trola eft ir svartkjafti, og ein serligur sátt máli varð gjørdur til tað. Nú er trol tann mest nýtti reiðskapurin hjá hesum skipum. Skipini brúka nú bara partvíst nót til makrelveiðuna. Tey fáa nak að hægri prís, kanska 1-2 krón- ur meira fyri nótaveiddan makrel, tí nótin fer betri við fiskin. Broytingin er eisini stór í mann- ing ar talinum. Tey fyrstu føroysku nóta skipini høvdu upp til 18 mans. Við Grími Kamban vóru vit einir 14-15 mans. Stóra arbeiðið var at draga nótina. Men so fingu skip ini nótaleggjarar. Hetta spardi fleiri menn. Umborð á donsku nóta- skip unum er manningin bara einir sjey mans. Trolini og nótirnar eru eis ini nógv størri í dag, enn fyrstu tíð ina. Tá mugu sjálvsagt allir menn- in ir vera við í arbeiðinum. Tað eru nak að fleiri menn við føroysku skip un um. Tað er nú eisini meira skipað frí tíð. Vanliga eru tvær manningar, sum skift ast um at vera umborð. Í summ um førum eru teir seks vik- ur umborð og seks í landi. Í øðrum før um kann tað vera fýra vikur. Ymisk sáttmálaviðurskifti Tað er annars stórur munur á sátt - mála v iðurskiftini í Danmark og Før oy um. Í Føroyum eru greið ar regl ur fyri, hvussu tað skal av- rokn ast hjá øllum mann ing ar bólk- um. Í Danmark eru ikki reið ara- og manningarfeløg á sama hátt. Hýr- ur nar verða í Danmark av tal aðar mill um manning og reið ari. Ein annar munur er eisini, at føroysk skip gjalda stórar upp- hædd ir í tilfeingisgjald til tað al menna, meðan donsk einki gjalda. Í Dan mark telur henda vinn an so lítið, at tað ikki kemur mynd ug leik un um til hugs at krevja slíkt gjald. Skipini kunnu liggja vegna kvotu loysi, men summi teirra eru í drift mestsum alt árið, tí tey keypa kvotur. Men hetta kostar eis ini reiðaríunum nógv. Hirtshals kemur inn í myndina Tey fyrstu árini veiddu tey før- oysku skipini sildina á leiðunum norð anfyri, og hon varð landað í Før oy um. Hetta var grundarlagið fyri at byggja fiskamjølsvirkið Havs brún í Fuglafirði. Men í 1968 hvarv sildin óvæntað norð anfyri. Tá fóru skipini at veiða í Norðsjónum og at landa í Hirtshals. Tann fyrsti var reiðarin Eiler Jacobsen við sínum skipum í 1968. Úrslitið gjørdist so gott, at ein stórur partur av veiðuni hjá nóta- skipunum í nógv ár endaði í Hirts- hals. Hetta gav eisini nógv arbeiði i bý num og skapti veruliga eina nýggja vinnu. Í einari av bókunum hjá Eileri verður greitt frá hesum æv in týri, sum fylti nokk so nógv í bløð unum har á leiðini við frá- søgn um um allan tann pening, sum fekst burtur úr hesi veiði hjá øll um pørtum. Tangar vórðu eisini settir í Grím Kamban, men í fyrsta umfari var bara talan um køling við ísi. Seinni gjørdist tað køling við ís vatni, sum var enn eitt framstig. Malta gjørdist onnur havnin Stutt var ofta millum túrarnar. Tað var ein hópur av føroyskum fiski- monn um, sum komu til Hirtshals. Sjálvt um eingin tíð fór til spillis við kai vóru freistingar í landi. Hetta gav hugskotið til Malta, sum skuldi geva fiskimonnum eitt ann að tilboð enn vertshúsini. Leið- ari har var í mong ár Levi Joensen úr Klaksvík, sum royndi at vera um føroysku fiskimenninar, tá ið teir komu til lands. Sjálvur eri eg komin nógv á Malt an, eri har nærum hvørt sunnu kvøld. Men fólk eru væl kom- in uttan mun til, nær á degnum tað er. Har er altíð kaffi í kannuni. Tað kann sigast, at Malta hevur havt stór an týdning fyri føroyingar, sum eru komnir til Hirtshals. Men nú eru uppgávurnar broyttar, og tað eru ikki nógv føroysk skip, sum nú koma hagar. Men tað eru nógv ir føroyingar, sum búgva í Hirts hals og har á leiðini, og sum koma á Malta. Tað eru eisini fram- vegis nógvir føroyingar við “før- oysku” skipunum í Hirtshals. Umframt er Norrøna fastur gest ur, so tað koma nógvir før oy- ing ar fram við. Hirtshals er sum fiski vinnu bý- ur ikki tað sama sum fyrr. Fleiri av skipunum landa í Noregi. Ein bátur sum Ruth landar meg in part- in av sildini í Týsklandi. Tað er ikki longur nakað virki í Hirtshals, sum tekur ímóti so stór- um nøgdum, sum hesi skip kunnu hava inni. Tað er ein bátur sum landar í Hirtshals, tað er Isafold, men veið an verð koyrd til Ålbæk hinu- megin Jylland. Hinir bátarnir landa í Skagen norðanfyri. Tann fiskiskapur, sum er eftir í Hirtshals, er teir smáu bátarnir, meira at kalla útróðarbátar, men teir eru ikki so nógvir, sum teir plagdu at vera. Mundi hevur upplivað eina vinnu, sum hevur havt kollveltandi broytingar á øllum økjum Fiskaríhavnin í Hirtshals, sum hon var fyrr. KOLLVELTANDI BROYTINGAR Í NÓTAVINNUNI Mundi og konan Sigvør