Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-21, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. september 2017síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. SEPTEMBER 2017 SOSIALURIN 110 27 Norðmenn koma at keypa inn Tann størsti ferðslan í Hirtshals í dag er fergutrafikkurin. Her eru nógv­ar fergur sum sigla, eisini frá Nor­egi. Tað sigst, at alt er so dýrt í Nor­egi. Tí fara norðmenn í hópavís til Hirtshals at keypa inn, tí her er so nógv bíligari. Tað eru bussar, sum koyra bæði til Hjørring og Ål­borg at keypa inn. Men tað merkist eis­ini í vøruúrvalinum í handl­unum i Hirtshals, tá ið norð­ menn hava ver­ið! Føroysku skipini í Hirtshals eru Ruth hjá Gullak Madsen, Beinir og Asbjørn. Beinir eiga Virgar og Fríðálvur Tindskarð. Maðurin aft­ an­fyri Asbjørn er Asbjørn Magn­ us­sen, ættaður á Sandavági. Hann sigldi forrestin eisini við Gr. Kamb­ an, tá ið hann hoyrdi heima í Før­ oyum. Nú er Asbjørn farin at eld­ ast, so tað eru synirnir, sum hava tik­ið yvir. Sonur hansara, Fríði, er for­mað­ur fyri donsku nótaskipini. Upprunin til Ruth er annars Skála­fossur, sum eg var við eitt skifti. Skálafossur varð seldur til Fugla­fjarðar. Men skipið kláraði seg ikki og mátti seljast. Tað var tá Gullak, sum keypti skipið, og hetta gjørdist tann fyrsta Ruth. Fleiri skip við sama navni eru kom­in aftaná. Nú tað er rokan um kvota­skip­ an í Føroyum hava vit upp­liv­að tað sama í Danmark, tá ið fiski­mála­ ráð­harrin var úr Esbjerg. Tá skuldi hann flyta kvotur úr Hirtshals til Es­bjerg, sum var valdømið hjá hon­um. Hetta mundi gjørt enda á okkum. Finnur møguliga met í uppisjóvarvinnuni Finnur Johannesen, ættaður úr Skálavík, hevur eisini verið drúgv­ ur í uppisjóvarvinnuni. FF-blaðið hevði í 2002 eina sam­ røðu við Finn. Hann var bara trý ára gamal, tá ið hann misti páp­an, Her­leif. Hann gekk burtur í 1951 við “Alva”, sum royndi við snurri­ váð undir Íslandi. Báturin hvarv við mann og mús. Finnur giftist til Skopunar við Katr­ini Kjærbo. Í 1965 fór Finnur við “Grími Kamb­an” fyrst á saltfiskaveiði og síð­an við kraftblokki. Hetta var sam­an við Munda. Hann fór við “Sólborg” hjá Eiler Jacobsen í 1968. “Sólborg” var fyrsta skipið við tangum. Í 1973 fór Finnur við “Krúnborg” og í 1978 fer hann við “Grimsby Lady”, sum var eitt bretskt nótaskip við Agga í Garðastovu úr Vestmanna sum skipara. Manningin var átta før­oy­ingar og fýra bretar. Fór við donskum nótaskipum Í 1980 fór Finnur við danska nóta­ skip­inum “Marie Polaris”, har dan­ in Svend Jespersen var skipari. Hann var kanska ikki tann fyrsti danski kraftblokkaskiparin, men hann var tann fyrsti, sum fekk tað at bera til. Svend seldi skipið í 1990 til Gullak Madsen. Gullak seldi skipið nakað seinni til Chile og keypir “Havlot”, sum gjørdist til “Ruth”, og her hevur Finnur verið við síðan. Í Danmark vóru tá 11 nótaskip, og ein heilt stórur partur av mann­ ing­ini vóru føroyingar. Hesin flot­ in hevur havt heilt stóran týdning fyri danska fiskivinnu, so okkurt hava føroyingar lært danir. Fluttu heim tá ið fiskimanna­skatturin kom í gildi Finnur hevur alla tíðina búð í Før­ oy­um. Hann segði, at tað hevði stór­an týdning, at skattaskipanin fyri fiskimenn varð samtykt fyrst í 1998 eftir stóra mótstøðu frá parti av arbeiðsmarknaðinum. Teir vóru tá 11 føroyingar við Ruth. Av teimum vóru tveir bú­ sit­andi í Føroyum, áðrenn skatta­ skip­anin ­kom. Men tá hon var kom­in, fluttu sjey av teimum níggju bústaðin til Føroyar. Við hesi broytingini kom tað tá at loysa seg eins væl skattliga at búgva í Føroyum sum í Danmark. Tað vóru tá einir 80 føroyskir nóta­menn við donskum skipum, og hetta var gongdin yvirhøvur. Hetta merkti aftur, at Føroyar fingu fleiri skattaborgarar grund­ a­ð á hesa skipan. Hetta mátti sig­ ast at vera ein skilagóður poli­tikk­ ur. Ein partur av hesi søgu er eis­ ini Oliver Sømark, ættaður úr Skála­vík. Hann var eisini við Grími Kamban frá byrjan av og kom seinni í nógv ár at sigla út frá Hirtshals. Nú er hann tó givin. Virgar er óførur Tað hava verið nógv skip í Nólsoy. Ann­finn Poulsen átti tvey skip við navn­inum Kapilssund, sum vóru ídn­að­artrolarar. Anfinn átti eisini út­róðrarbátin Hólmasund. Jens Poul­sen átti Royndina Fríðu, og syn­ir­nir hjá Juul Jacobsen áttu tveir trolarar, sum itu Margretha. Tað hava verið fleiri smærri bátar eisini. Og so eru tað nólsoyingar utt­ an­lands, sum hava gjørt vart við seg. Ein nólsoyingur í Esbjerg er Virg­ar Joensen. Hann hevði í nógv ár sítt egna skip, ein trolara, sum kall­að­ist Stjernefoss. Tað serliga við Virgar er, at sum ungur misti hann aðra hondina av einum skaða­tilburði, tá ið teir landaðu ídn­að­arfisk. Onkursvegna kom hann fastur í lossingarbandið, og gal­ið var. Hann fekk eitt hampiliga stórt endurgjald, og tað gjørdi hann føran fyri at keypa skipið. So hann hevur verið ein pressari. Virgar hevur danska konu, hon tosar reint føroyskt. Tey plaga eisini at koma til Nólsoyar á vitj­an. Hann var ógvuliga raskur. Hann seldi sítt skip um somu tíð, sum eg seldi. FF-blaðið hevði í 2002 eina samrøðu við Jóan Jakku Just­in­ us­sen, ættaður úr Leirvík, men hann fór ungur til Danmarkar og Es­bjerg, har hann býr enn. Hann segði um Virgar, at “hann er ein fantastiskur maður”. Tað er stuttligt at okkara lands­menn fáa slík ummæli. Lív í Nólsoy Eg havi ongantíð havt nakran ser­ lig­an áhuga at fleyga eftir fugli. Vit dyrgdu nógv sum smádreingir. Abbi, Jens, plagdi at rógva og vit dyrgdu. Vit drógu bátin yvir um oynna, og so dyrgdu vit fram við landi eystanfyri. Nólsoyggin er so smøl, at hetta lat seg væl gera. Seiður er góður matur. Tað vóru ikki bara mannfólkini sum dyrgdu. Kvinnur og børn fóru gleði­liga at dyrgja. Fólk flest fingu ein stuttleika at flóta á báti góð­veð­ urskvøld, ta ið dagsins arbeiði ann­ ars var lokið. Eg minnist eisini, at vit kastaðu nót. Tá kundi eisini nógv vera at fáa. Egon Hansen skrivar í síni Nóls­ oy­ar­søgu, at seiður varð brúktur sum býtishandil við aðrar bygdir í býti fyri vørur sum turt kjøt, slepp­ingarlomb og veðragjólingar. Fyri eina vág av seiði, sum var 18 kg. ella 200 greipur, fekst eitt sand­ oy­ar­lamb, prísurin var ein dáli. T.d. fingu skálvíkingar nógvan seið úr Nóls­oy í býti við kjøt og gæs. Í Nólsoy vóru fleiri handlar, og teir tóku móti fiski, sum bleiv flakt­ur og saltaður. Hetta gav nak­ að av arbeiði í bygdini. Tá ið tað viðraði vóru bátarnir altíð á út­ róðri. Seinni kom eisini flakavirki. Tað gav nógv arbeiði í bygdini, so leingi tað vardi. Í dag er sambandið til Havnar ógvu­liga gott við fleiri fartum um dag­in. Tað var nógv øðrvísi fyrst ið eg minn­ist. Tá var tað gamla Ritan, sum sigldi, og eg haldi ikki, at tað var hvønn dag. Familjan Vit fingu trý børn. Elstur er er Jann Kjell, hann siglir við Mærsk. Dótt­ irin Winnie býr á Langeland. Sól­ finn, tann yngsti, býr í Hirtshals. Hann siglir við Esvagt í Esbjerg. Hann var bestimaður hjá mær, so leingi vit høvdu Herdis J. Eg eigi sjey abbabørn og seks lang­abba­ børn. Tað var hugaligt at hitta Munda aft­ur, og ynskt verður honum og hans­ara alt tað besta. Komandi partur Komandi tveir partar verður fatið aftur í tíðina í sambandi við eitt 100 ára hald. Mundi kom at kenna nógvar nótamenn. Ein teirra var Nikkel Nielsen av Eiði, sum sigldi við Norðborg. Nikkel var óførur at bøta. Hann var eisini góður hjá teimum meira óroyndu at heita á. Manning á Grími Kamban við konum inni á Malta í 2005. Uttan vinstrumegin Finnur Johannesen saman við Asbjørn Magnussen og konu hansara Bjarma. Uttast høgrumegin Mundi og Sigvør. Malta í Hirtshals