Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-21, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. september 2017síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. SEPTEMBER 2017 SOSIALURIN 110 28 BRÚDLEYP DÁVID TAUSEN GARÐALÍÐ OG BÁRA STRØM GÜNTHER Stutt lýsing um brúðarparið: Dávid arbeiðir á Deko- deildini hjá Sendi stovuni, og Bára arbeiðir hjá Thetis Kann ing ar stovu. Tey møttust fyrstu ferð 13. juli 2012 á einum túri niðan á Slætt ara tind. Tey eiga eina dóttir saman, Nora, sum er 1,5 ár. Dato fyri vígsluna: 22. juli 2017 Gestir til veitsluna: 135 fólk – fyri inn bodnum. Og so høvdu vit brúðarhús dagin eftir. Stað fyri vígsluna: Hoyvíkar Kirkja. Sama stað, sum dótturin varð doypt. Veitslan bleiv hildin: Í B36-Húsinum Fíggjarætlan: Vit høvdu sum so onga fíggjarætlan. Tað, sum var týdn ing ar mikið fyri okkum, var, at gestirnir skuldu hava eitt ordiliga gott kvøld við góðum mati, drekka og undirhaldi. FRÁ HEIMASÍÐUNI BRUDLEYP.FO LES ALT UM BRÚDLEYP Í FØROYUM Á IN.FO! Avgerðin um at giftast BÁRA GREIÐIR FRÁ Vit høvdu tosað um, at vit ætlaðu okkum at giftast, men tað var einki fastlagt. Dávid fríggjaði til mín, tá vit vóru farin í Randers Regnskov saman við familju, og eg av óvart kom til at trýsta á jakkalumman hjá Dávid, og fann okkurt hart í lummanum. Tá eg spurdi hvat hatta var, bleiv Dávid reyður um oyrini og illa við. Hann tók síðan ringin upp úr lummanum, og spurdi, um eg vildi giftast við honum. Eg segði sjálvandi ja og var ordiliga glað. Vit høvdu vikuna frammanundan funnið útav, at eg gekk við dóttrini. So tað var ein sonn gleði fyri okkum bæði. Vit tóku ring uppá 16. maj 2015. Eg bleiv, sum sagt, sjálvandi ordiliga glað. Eg hevði tó væntað, at hann fór at fríggja, tá vit vóru á Bali sama ári fyri at feira mín 30 ára føðingardag. Alt var perfekt. Dávid hevði leigað ein taxachauffør fyri allan dagin, sum vísti okkum ymiskar perlur runt umkring á oynni. Vit dasaðu á einari lekkrari strond og royndu ymiskan vatnsport og endaðu dagin við at eta lekkurt sjógæti til nátturða, har borðið simpulthen var dekkað upp í sandinum á strondini. Alt hetta meðan vit sóu sera flott sólsetur. Men nei, har kom einki fríggjarí. Eg fekk tó seinni at vita, at hann hevði ætlað sær at fríggjað tá, men hann hevði ikki funnið rætta ringin. Brúðardagurin – Bára greiðir frá: Eg fór í salongina ”Karina´sa” kl. 11 fyri at seta hár og leggja make-up. Dávid skuldi til frisør kl 12. Eg skuldi møta Dávid frammi við altarinum í kirkjuni, so eg og pápi mín vórðu koyrd til kirkjuni í brúðarbilinum. Kl. 14 byrjaði vígslan, har bispur vígdi okkum. Aftaná vígsluna vóru vit koyrd runt í brúðarbilinum, har vit drukku sjampanju úr so flottum brúðargløsum frá ”Heimagjørt frá E.T.”. So fóru vit at taka myndir. Fyrst undir Svartafossi, síðan í Hoydølum. OPHfoto tók okkara brúðarmyndir. Vit eru sooooo væl nøgd við myndirnar. Virkuliga penar og natúrligar myndir. Osvald dugir sera væl at fanga serligu løturnar og er sera diskret. Man legði yvirhøvur ikki til merkis, at hann gekk runt og tók myndir. Tað er ein góður eginleika at hava. Hann vilja vit viðmæla til onnur. Eisini høvdu vit leigað eina selfiebox frá selfie. fo. Tað var eitt ”hit”. Vit flentu í nógvar dagar eftir myndunum, sum komu burturúr har. Veitslan byrjaði kl. 18.30. Tað var gott lag á øllum fólkunum, og vit høvdu eitt gott borðhald, sum endaði langt yvir midnátt. So kom orkestrið at spæla. Vit høvdu fría barr, slush-ice og poppkorn. Tey allar sterkastu hildu á til kl. 6 um morgunin. Alt í alt ein so væl eydnaður dagur. Hví júst hetta slag av brúdleyp?: Tí fyri okkum merkti tað serliga nógv, at hava ein super dag og kvøld saman við teimum fólkunum, ein er allarbest við. Vit høvdu ikki viljað gjørt nakað øðrvísi. Brúðarkjólin: Kjólin varð leigaður frá Brúðarlín. Fantastiskt, at ein kann leiga ein kjóla, so ein sleppur frá at hava hann hangandi í skápinum aftaná. Klæðini hjá brúðgóminum: Klædningurin var myrkabláur og av merkinum Hugo Boss. Hann var keyptur á Kastrup Lufthavn. Vesturin var frá Kissa. Slipsið og manchettirnar vóru keyptar í onkrum handli í Keypmannahavn. Hár, makeup og negl: Hárið og make-up var gjørt av Petru í ”Karin’sa”. Eg var so nøgd við hárið og sikken ein góð tænasta. Eg vildi ikki hava slørið í til veitsluna, og Petra kom heim til mín, fyri at hjálpa mær at taka tað úr og rættaði uppá onkrar hárnálir. Ordiliga proffesionelt. Neglirnar vóru gjørdar hjá Ergo. Eg valdi pink neglalakk, tí eg haldi, at franskir tippar er so keeeeðiligt. Maturin til veitsluna: Matin gjørdi Viljin – við Magna og Hannebeth úr Kallsoynni. Virkuliga lekkur matur. Tey hava mobilan køk at transportera alt runt við. Nemt og ómakaleyst, og so hava tey virkuliga fitt og dugnalig starvsfólk at hjálpa sær. Brúðarkøkan: Hana gjørdi ”Køku-design v/ Ildiko Johansen”. Sera vøkur og vælsmakkandi køka, har alt varð gjørt burturúr heimagjørdum tilfari. Tað besta við degnum: Tað er ringt at siga, hvat var tað besta. Eg haldi, at alt var gott uppá hvønn sín máta. Alt í alt ein ógloymandi og fantastiskur dagur. Brúðarferðin: Brúðarferðin er útsett eitt sindur. Kanska til næsta ár (2018). Um vit fara langt burtur, hava vit tosað um Maldiverne. Um vit ikki ætla okkum so langt, fara vit nokk til antin Santorini ella Mykonos í Grikkalandi. Eitt gott ráð til komandi brúðarpør: – Bílegg alt tað týdningarmikla í góðari tíð – minst 1 ár frammanundan. Tað er t.d. prest, kirkju, høli og mat o.s.fr. So kann alt hitt koma so við og við. – Og: Brúdleypið kostar altíð eitt sindur eyka enn man líka roknar við. Høvdu tit gjørt nakað øðrvísi um møguligt?: Nei ftftast Bára & Dávid: dreyma d Okkara dreyma brúdleyp