Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-21, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. september 2017síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. SEPTEMBER 2017 SOSIALURIN 110 32 BAKSÍÐAN ÁRNI GREGERSEN Tað er nokk so sjáldsamt, at ein sum føroyingur ikki grenjar um veðrið. Hetta summarið og byrjanin av heystinum hevur tað verið so gott veður, sum ongantíð áður í mans minni. Kann gott vera sólin ikki hevur skoldað okkum á hásumri, men veðrið hevur verið av tí allarbesta við lýkku og stilli. Tað er á mangan hátt gott at búgva í Føroyum, serliga tá ið Várharra eisini gevur okkum slíkt veður. Viðhvørt kann ein tó ivast í um vit sjálvi eru líka kring av skipa fyri í okkara samfelag, sum skipað hevur verið fyri veðrinum í ár. Øll tey klóku – búskapar- frøð ingar, samfelagsfrøðingar, spámenn og politikarar hava mjarra um, hvussu stóran týdning tað hevur, at tá ið tað gongur væl, so mugu vit ansa eftir at ikki ov nógv ferð kemur á búskapin. Tað skelkandi við hesum er, at júst hesi somu nú sita sum sligin á nevið og mæla ikki orð um nógvu ferðina. Ja, summi teirra, eru enntá so næsadjarv at siga, at hetta er onki óvanligt. Til tað er bert at siga, at tit eiga at seta tykkum í ein bil og koyra lndið runt. So síggja tit við egnum eygum – ikki gjøgnum Excel-ørk- at búskapurin í Føroyum gløðir. Byggivinnan arbeiðir við fullari ferð, entreprenørarnir hava stórar verkætlanir og tað almenna yvirhálar í stóran mun privatu vinnuna. Bert við at hyggja at stóru skúlabyggingunum í Havn: almenni Glasir, Skúlin á Fløtum, Musikkskúlin er ivaleyst. Harafturat byggja vit nýtt landssj´+urahús og ein hálv milljard verður bygd í Nólsoyarfirði. Neyvan nakað hevði hent um onkur av hesum verkætlanunum vóru strektar yvir eini tvey-trý ár afturat. Kring landið byggir alivinnan út í stóran stíl og so tað allastørsta: undirsjóvartunnlarnir til Eysturoynna og til Sasndoynna. “Hetta er ikki ein íløga, sum sæst á fíggjarlógini”. Nei, tað er rætt, men tað at allar hesar verkætlanirnar eru í senn ger alt nógv dýrari enn tað hevði veirð annars. Okkara fólkavaldu eiga at vita, at tey millum annað eru vald til at raðfesta. Ikki til bert at brúka heimildir til at krevja pengar inn og brúka teir so skjótt til ber. Sjálvandi fegnaswt vit, tá ið verkætlanirnar eru gjørdar, men tey helst verið betri fyri samlaða búskapin um alt var strekt yvir nøkur á afturat. Tað er helst ov seint at gera nakð við tað nu, men fyri tey, sum skulu leggja eina fíggjarlóg fram nú, er tungt at halda aftur við pengum til rakstur, tá ið tað vísir seg, at allar íløgur kunnu gerast ísenn. Ája! Árni Gregersen, journalistur, skrivar Spælifilmurin eftir Sakarisi Stórá “Dreymar við havið” er boð in við í høvuðskappingina New Visions á Reykjavik In ter- na tio nal Film Festival sam an við 13 filmum úr øllum heim in- um. Filmstevnan verður 28 sept til 8 okt. Tað var í Reykjavík, at Sak- aris Stórá fekk sítt fyrsta herða klapp, tá hann í 2010 fekk tal ent prísin fyri fyrsta stuttfilm Passa sjeren. Dreymar við havið er ein inni- ligur ungdómsfilmur um vin ar- lag og leitanina eftir samleika. Hetta er fyrsti spælifilmurin eft ir Sakaris Stórá, ið áður hevur gjørt virðisløntu stuttfilmarnar Passa sje ren, Summarnátt og Vetr ar morg un. Juliett Nattestad og Helena Heð ins dótt ir hava høv uðs- leik lut ir nar í filminum, Marj- un Syderbø Kjelnæs skriv aði leikritið, og filmurin er fram- leidd ur av føroyska Fish&Film sam an við danska Adomeit film. Filmurin hevur fingið sera góð ummælið herheima, og er væl vitjaður í biografinum. Film- ur in gongur í Havnar Bio, og eis- ini ber at bíleggja sersýningar fyrra- og seinnapartar. Filmurin kann síggjast í havn ar bio og eisini ber til at bí leggja sersýningar. DREYMAR VIÐ HAVIÐ KAPPAST Á ALTJÓÐA FILMSSTEVNU