mánadagur 25. september 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. september 2017 · Nr. 111
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI SÍÐA 9
Yvir
100 fólk
til arbeiðis
HELENA DAM Á NEYSTABØ
KJAK SÍÐA 11
Vil
semju við
Sambandi
Á ein hátt tykist tað bláoygt, tá
fíggj ar nevnd ar lim ur
hjá
Tjóð-
veldi nokt ar at taka undir við at
játta eina millión krónur til at seta
kann ing ar stjóra at kann em bæt is-
førsl u na hjá Hønga Hoydal, lands-
stýr is manni.
Hinvegin er tað tykjast full kom i-
liga ábyrgdarleyst við øllum hes um
kann ing ar stjóru num. Hví skulu ad-
vo kat ar soleiðis fáa ein blanko kekk
frá Løg ting i num, bara tí at nøkur
løg tings fólk vilja leggja fótonglar
fyri ar beiði hjá landsstýrisfólki?
Soleiðis kunnu vit munnhøggast.
Men skipanin er nú soleiðis, at ein
minn i luti av Løgtinginum hevur
heim ild at biða løg tings for man n-
in seta kann ing arstjóra at kanna
lands stýr is fólk. Og tá hetta kravið
kem ur, so hevur løgtingið bara at
punga út.
Og tá advokatar skriva rokn ing-
ar, so eru ongar avmarkingar. Tað
vita ting fólk eins væl og øll onnur.
Men kortini hava somu tingfólk,
sum brokka seg um ovurstóra alm-
enna nýtslu, einki ímóti at oysa
nakr ar almennar milliónir út til
ad vo kat ar í vónini um, at teir klára
at sláa bein ini undan einum lands-
stýr is fólki.
Vit siga ikki, at núverandi and-
støðu fólk eru verri enn onnur and-
støðu fólk plaga at vera. Men tað er
bara so við politikarum, at teir siga
og gera tað, sum passar teimum
best her og nú. Og beint nú passar
tað hesari and støð uni best at gera
okkurt, sum kann steðga Høgna
Hoydal. Bara okkurt, sum kann
seta mannin í ringt ljós. Og beint
nú halda tey, at um ein ad vo kat ur
fer at kanna hann, so kann hann
um ikki annað í eygu num á fólki
tykjast óreiðiligur, tá »em bæt is-
førsla hansara skal kann ast«.
Í roynd og veru er hetta helst
eitt skálka skjól, soleiðis sum slíkar
kann ing ar plaga at vera. So tá ting-
mað urin sum eisini eisini er borg-
ar stjóri í Vestmanna sigur nei til
at brúka peng ar nar til slíkt fjas,
so hev ur hann helst grein í sínum
máli. Løgtingið hevur kanska brúkt
eitt stað mil lum 10 og 20 milliónir
»at kanna lands stýr is fólk«. Sum
oft ast er tað bara fyri at gera for-
treð – og tað vita tingfólk væl.
Men hetta er ein partur av skip-
an ini. Ein rættur, sum ein minniluti
í løgtinginum hevur. Helst er tað
ein asta høvi, sum ein minniluti
hev ur til at játta pengar – sum bara
kunnu gevast advokatum, ið er
tann stætt in í landinum, sum dugir
eina best at skriva rokningar.
At reka politikk er at raðfesta.
Allar hesar advokatmilliónir vóru
betur farnir, har tær trongdu meira.
Men pol it ik arar hava so raðfest
held ur at brúka hesar milliónirnar
at spæla hund fyri – tó at talan er
um okkara skattakrónur!
SPÆLA HUND VIÐ SKATTAPENGUM
Ein uppløgd
upp gáva fyri
fólka tings-
menn okkara
er at greiða
fløkj una, um
føroyingar skulu
gjalda fyriat
koyra á donsku
veg u num...
Danskarar ætla nú at taka
peng ar frá útlendingum, sum
koyra á donsku vegunum við
út lenskum bilum.
Og tað halda øll er í fín-
asta ordan. Eisini Visit Den-
mark. Tey halda, at tað fær
onga ávirkan, tí soleiðis verð-
ur gjørt í so nógvum londum
kort ini.
Tann av gjalds lætta, sum
dan ir fáa, tá teir keypa
nýggj ar bilar, skal stjórn in
hava inn aft ur frá út lend-
ing um, sum koyra á donsku
veg u num.
– Tað órógvar ikki okkum,
tí á onkr an hátt er hetta tann
nýggi stand ard ur in. Næstan
líka mikið, hvørj um landi tú
koyrir í, so er okk urt slag av
veggjaldi, sig ur sam skift is-
stjór in í VisitDenmark, And-
ers Ros bo sambært Ritzau.
– Vit halda ikki, at tað fer
at halda fólki burtur frá at
vitja Dan mark, heldur hann.
Sam skiftisstjórin
vísir
eis ini á, at tað hevði verið
verri,
um
bensinprísurin
varð hækk að ur.
Allar
flestu
ferðafólk,
sum koyra bil í Danmark,
koma úr Týsk landi, sambært
Anders Ros bo.
Tað eru um 20 lond í Ev-
rop a, har veggjald er fyri at
koyra á ávísum vega tein um.
Ætlanin
er
eisini,
at
dansk ir bilførar skula gjalda
upp í móti 1.000 krónur um
ár ið í veg gjaldi. Men aft ur-
fyri fáa teir lægri bilavgjøld.
Útlendskir
bilførarar
skulu
sam bært
stjórn ini
gjalda upp ímóti 1.000 krón-
ur um árið fyri at koyra á
donsk um vegum.
Í málinum um danska út-
búgv ing ar stuð ul in SU varð
her fyri skorið út í papp, at
før oy ing ar eru »danskarar«,
tá tað snýr seg um at fáa SU
í Dan mark.
Men valla eru føroysk
ferð a fólk í føroyskum bil-
um »danskarar« í hesum
sam an hangi, og tað merkir
utt an iva, at føroyingar eins
og aðr i r útlendingar skulu
gjalda fyri at koyra á donsku
vegunum.
Hetta er jú ein upp løgd
fløkja hjá okkara kæru fólka-
tings monn um at greiða – eru
vit før oy ingar ella danskarar,
tá vit koyra í føroyskum bil-
um í Danmark?
Hvør verður nú fyrst ur,
Magni ella Sjúrður?
Eru vit danskarar? – Ein upp-
gáva fyri Magna ella Sjúrð
Onkrum tørvar meira
peng arnar enn advokatar...
Hon var fyrsti kvinnuligi
sam veld is kanslari í Týsk-
landi, og nú stendur hon til
at vinna fyri fjórðu ferð
Tann 63 ára gamla Ang-
ela Merkel er ávegis í móti
fjórða
skeiðnum
sum
samveldiskanslari í Týsk-
landi.
Les meira um Merkel her:
Navn: Angela Doroteha
Merk el (doypt: Angela Dor o-
thea Kasner)
Fødd: 17. juli 1954 (63 ár)
Føðistaður: Hamburg í
tá verandi Vesturtýsklandi,
men familjan flutti til Templ-
in í Eysturtýsklandi, tá hon
var tríggjar mánaðir gomul.
Foreldur: Horst Kasner,
prest ur, úr Berlin og Herlind
Jentzch, lærari úr Danzig.
Útbúgving:
Útbúgving
fys ik ari við doktaragrad í
kvant e kemi.
Starvsleið: Byrjaði polit-
isku starvsleiðina síðst í
1980'unum. Eftir at Berlin-
múr urin fall varð hon ein av
teimum politikarum, sum
Helmut Kohl, kanslari, tók
framum. Týskur sam veld is-
kansl ari síðani 22. november í
2005 sum hin fyrsta kvinn an.
Hjúnarstøða: Síðani 1998
gift í øðrum hjúnarlagi við
Joach im
Sauer,
kemi pro-
fessara. Navnið Merkel hevur
hon frá fyrra hjúnarlagnum
við Ulrich Merkel.
Bústaður: Býr í íbúð í Berl-
in.
Annars: Vaks upp í tá ver-
andi Eysturtýsklandi, dámar
væl at standa á skíð, tosar
flót andi russiskt.
Kelda: Bundskanzlerin.de.
/ritzau/
Fysikarin fann
formulin fyri vald
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin