Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-25, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. september 2017síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 25. september 2017 · Nr. 111 Vilmund Jacobsen Komandi vikuskiftið fara um­leið 60 fólk úr Leirvík og Gøtu til Vestmannaoyggjar á vinarbýarferð. – Í mai í ár høvdu vit vitj­ an úr oyggjunum, og var tað eitt lívgandi vikuskifti, har vinir og frændur hittust aft­ ur, og nýggj vinabond vórðu knýtt. Tað vita tey í Eyst­ur­ kommunu at siga. Í ár eru liðin fimm ár, síð­an vin­ar­býa­r­vitjanir vóru sein­ast mill­um Eyst­u­ r­komm­unu og Vest­manna­ oyggj­ar. Tað var í 2012, at hópur av fólki úr Vestmannaoyggjum og tónleikabólkurin “Blítt og Létt” var á vitjan her í bygd­ un­um. – Seinnu hetta árið vóru eini 70 fólk úr Gøtu og Leir­ vík og vitjaðu í Vest­manna­ oyggj­um. Filmur varð tikin upp tá, og hann varð vístur í KvF skírishóskvøld í ár. Hildið við líka Úr Eyst­urkommunu verð­ur sagt, at fólksliga vin­ar­bý­ ar­sam­band­ið millum fólk í Gøtu, Leirvík og Vest­manna­ oyggjum er hildið við líka. – Nú er so stundin komin, at fólk úr okkara kommunu fara yvir aftur til vinaligan fe­lags­skap – til hugna og íblást­ur. Vinarbýarferðin í ár verð­ ur frá 29. september til 2. okt­ober. – Vert er at nevna, at sein­asta umfar í íslendsku lands­kappingini í fótbólti er hetta vikuskiftið, og at lok­ ala IBV, har gøtumaðurin, Kaj Leo í Bartalsstovu og Jón­as Tór Næs spæla við, hev­ur heimadyst og møtir Akur­eyri leygardagin 30. Sept­ember, siga tey í Eyst­ ur­kommunu. Ymisk á skránni Á skránni í Vest­manna­ oyggj­un­um verður gist­ing og hugni heima hjá fólki, út­ferð­ir á landi og sjógvi, tón­leik­ur, hugna­løt­ur, há­ tíð­ar­veitsla, fót­bólts­dyst­ur, kirkju­gongd og møti, og her verða savnsvitjanir og ann­ að. – Býráðsumboð úr Eyst­ ur­komm­unu fara eisini at hitta bý­ráðsumboð úr Vest­ manna­oyggjum á móttøku, og fundur verður um felags áhugamál og avbjóðingar, eins og tosað fer at verða um fram­tíðarsamstarv, vita tey í Eyst­urkommunu at siga. ­ ­ Býráðsumboð úr Eysturkommunu fara eisini at hitta býráðsumboð úr Vestmannaoyggjum, og her verða felags áhugamál, avbjóðingar og framtíðarsamstarv til umrøðu 60 fólk úr Gøtu og Leirvík vitja í Vestmannaoyggjum VIÐAREIÐI: Hesa vikuna byrjar arbeiðið at asfaltera vegin av nýggjum frá tunnilsmunnanum í Dølum til Viðareiðis. Eftir at tunnilin varð tikin í nýtslu, var skjótt greitt, at trupulleikar vóru við asfaltinum. Tað verður HJ Asfalt, sum skal gera asfaltarbeiðið fyri slakar 4,1 miljón krónur. Mikukvøldið klokkan 19 verður kunnandi fundur í Skúlanum á Fossanesi um arbeiðið at leggja kaðal gjøgnum tunlarnar Norður um Fjall Vilmund Jacobsen Á fundinum verða umboð fyri SEV, Landsverk, komm­ un­ur­nar í økinum og til­ búgv­ing­ina í Norðoyggjum. Neyðugt verður at steingja tunlarnar um nátt­ ina, meðan arbeitt verður. Á fundinum á Fossa­nesi verður kunnað um verk­ætl­ an­ina, og hvussu arbeiðið í tunl­unum kemur at ávirka ferðslu­viðurskiftini. Virksemið norðan fyri er økt munandi seinastu árini, og hetta hevur við sær, at neyð­ugt er hjá SEV at økja um el-orkuna í økinum. Arbeiðið at leggja kaðlar gjøgn­um tunlarnar byrjar hálv­an oktober. Hetta er eitt krevjandi arbeiði, sum tek­ur tíð og sum tískil eisini fer at ávirka ferðsluna í tunl­un­um. Serligar trygdarætlanir verða gjørdar fyri arbeiðið, so­leið­is at trygdin í tunl­un­ um verður ávirkað minst møgu­ligt, meðan arbeiðið er í gongd. Í morgun seldi Fiskamarknaður Føroya góð 80 tons av fiski fyri stívliga 1,4 miljónir krónur. Hetta gevur ein samanlagdan miðalprís á 17,53 krónur fyri kilo Seyður fær ikki heilivág Koltur hevur havt vist­ frøði­liga góðkenning síðan 2003. Tað er Vottunar­ stovan TÚN í Íslandi sum um­sit­ir og veitir góð­kenn­ing­ina. Einaferð um árið verður góðkenningin end­ur­skoðað og end­ ur­nýggjað, um alt ann­ars er í lagi. Vist­frøðiliga góðkenn­ ingin hevur við sær, at fyribyrgjandi heilivágur ikki má gevast seyð­ inum – uttan so, at djóralæknin krevur tað ella hevur staðfest eitt nú við tøðroyndum, at neyðugt er við viðgerð. – Vanliga er ikki neyðugt at viðgera vaksna seyðin í Koltri við fyri­byrgj­andi um heystið. Á Facebook-síðuni – Koltur – verðu sagt, at førilús ella seyðalús, sum hon eisini verður rópt, er ikki í Koltri. Sum partur av góð­kenn­ingini verða tøðroyndir tikar av seyðinum, og tað er Djóra­lækna­tæn­ astan, sum kannar hesar royndir.  vilmund@sosialurin.fo Kunnandi fundurin um kaðalarbeiðið í tunlum Neyðugt verður at steingja tunlarnar um náttina, meðan arbeitt verður