mánadagur 25. september 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. september 2017 · Nr. 111
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SAMRØÐA
Annika Kunoy Im
annika@sosialurin.fo
Bandakríggj hevur seinastu
mán aðirnir herjað í danska
høv uðs staðnum,
eftir
at
bandin L oyal to Familia er
far in at vaksa um sítt virk-
semi. Tað hevur skapt øði í
økj um í Nord vest og Nørre-
bro, har lok alir band ar hava
svar að aft ur og vart síni økir.
Síðani 12. juni hava tað
ver ið 31 skottilburðir í Keyp-
manna havn, sum fylgja av
vaks andi krígnum millum
band ar nar. Bæði pol it ik arar
og løgreglan lova, at tey gera
alt tey kunnu fyri at basa
banda kríg num, ið sein astu
mán að ir nir
hevur
herj að
Keyp manna havn.
Føroysku Marina Moraitis
og sjeikurin hennara Hans
Christi an Andreassen búgva
á Nørre brúgv saman við
syn um teirra Jóannes, ið er
fimm ára gamal og Matheus,
ið er eitt ára gamal. Hans
Christi an hevur búð alt lív
sítt á Nørrebrúgv.
Kenna seg óttafull
Hon greiðir frá, at hon ikki
plag ar at vera bangin av sær,
men seinastu vikurnar hevur
kensl an verið ein onnur.
– Síðsta sunnudag fóru
vit í føð ingardag hjá eini
eldri kvinnu í De Gamles By á
Nørre brúgv. Á veg í føð ing ar-
dagin síggja vit eini 25 døkk-
holdaðir ungar menn standa
saman í einum bólki á veg-
num. Síðani síggja vit allan
bólk in flyta seg saman og
løg reglufólk, ið fjaldu seg og
eyg leiddu bólkin, sigur hon.–
Tað var sera óbehagiligt, og
tá vórðu vit kløkk, stað fest-
ir hon, og leggur afturat, at
orsøkin ikki var, at menn-
in ir
sóu
óhugnaligir
út,
men tá ein sær ein stóran
bólk av ungum monnum, ið
løgreglan eygleiðir á al ljós-
um degi, so er ongin ivi um,
at okkurt er áfatt, og tað er
ræðandi, sigur Marina Mora-
i tis.
Hósmorgunin
upplivdi
Mar ina Moraitis aftur eina
keði liga hending, tá hon var
á veg til arbeiðis á súkklu og
varð steðgað av løgregluni, ið
leiddi hana ein umveg. Hetta
tí, at ein skottilburður júst
hevði verið á staðnum.
– Eg ringdi til Hans
Christi an at siga honum um
støð una, og at biðja hann
ansa sær. Tá hevði hann
longu hoyrt tíðindini, greiðir
hon frá.
Hon heldur, at hóast tað
í fleiri ártíggju hava ver-
ið band ar á Nørrebrúgv,
so tykj ast fólk taka hetta
banda kríggið í størri álvara,
og ansa sær serliga væl á gøt-
un um um dagarnar.
– Tað er óhugnaligt, tá tað
rakar ósek menniskju, ið als
onki hava við stríðið at gera,
sigur hon, og leggur aft ur at,
at hóast hon og Hans Christi-
an ikki koma saman við fólki,
ið eru í bandum og tey ikki
ferðast í økinum, har banda-
virksemi er, so ávirkar stríð-
ið tey alsamt meir.
– Nú eitt kvøldið skuldu
vit vitja ein vinapar, ið júst
eru vorðin foreldur. Tey
búgva í økinum Nordvest,
og eg segði í spølni við Hans
Christi an, at eg ikki ordiliga
kendi meg trygga at fara í
tann partin av býnum. Hann
plag ar at biðja meg slappa
av og ikki vera bangna, men
tá segði hann, at hann tók
und ir við mær. Eg bleiv eitt
sind ur kløkk, tí hann hevur
búð á Nørrebrúgv alt sítt lív,
og hann plagar ikki at stúra
fyri slíkum, sigur hon.
– Bandakríggið ávirkar
eis ini hetta vinaparið hjá
okk um, ið búgva í Nordvest,
tí tey fara ikki longur út um
kvøld ar n ar, leggur hon aft-
ur at.
Marina Moraitis greiðir
frá, at hóast ógvisliga banda-
krígg ið onkursvegna ávirk ar
ger andisdag teirra, og tey
hugsa seg um, áðrenn tey
fara út, so hava tey ikki ætl-
anir um at flyta av Nørre-
brúgv.
Halda seg á røttu síðu
Marina Moraitis hevur fleiri
ferð ir fingið at vita, at hon
burdi flutt av Nørrebrúgv, tí
har ikki er trygt. Hon sig ur
sjálv, at hon ongar ætl an ir
hevur um at flyta, og um so
verður, so velur hon fyrr at
flyta til Føroyar enn til ein
annan part av Keyp manna-
havn.
– Eg elski stórbýin, Nørre-
brúgv og mentanina her, sig-
ur hon.
Hon greiðir frá, at íbúð
teirra er á “betru” síðuni á
Nørrebrúgv, og júst har sum
tey búgva er onki banda virk-
semi.
– Men man skal ikki so
langt yvir um vegin fyri at
finna støðini, har rúsevni
verða seld. Hetta veit man, tá
man kennir økið, sigur hon.
Nógv løgreglufólk
Hóast tað eru økir á Nørre-
brúgv, har banda virk semi er
ógvusligari enn aðra staðni
á Nørrebrúgv, so hava skot-
til burðir verið á so kall að-
um bandafríum økjum, og
ósek fólk hava verið rakt.
Hon greiðir frá, at løgreglan
hev ur økt sítt virksemi og er
nógv at síggja á Nørrebrúgv.
– Eg veit ikki, hvat løg-
regl an kann gera annarleiðis:
Løg reglufólk brúka nógva
orku her og eru sjónlig á gøt-
un um. Løgreglufók eru eisini
skjót á staðnum, tá eitthvørt
er áfatt, sum vit upplivdu
síðsta sunnudag, staðfestir
hon.
Hóast mongu løg reglu-
fólk ini, so kennir Marina
Mora it is seg ikki heilt trygga,
tá hon er úti á Nørrebrúgv.
Hon greiðir frá, at hon er
sera var in, tá hon fer út, og
fer ikki ov nær teimum støð-
un um, har bandarnir van liga
halda til. Hon heldur, at tað
er ræð andi, tá banda virk-
semi eisini flyt ur seg út á
mill um annað Nørre brogade,
tí har er hon ofta.
– Eg súkli ofta eftir Nørre-
bro gade. Ófriðurin júst har
er nakað nýtt, og tað er bæði
løgið og óhugnaligt, stað-
fest ir hon, og sigur eisini, at
vand in onkursvegna kennist
veru lig ari, tá Hans Christian
eis ini er farin at taka vandan
í størri álvara, tí hann er van-
ur við livið á Nørrebrúgv.
– Tað hevur altíð verið
so leið is á Nørre brúgv, at
banda virk semi
øk ist,
tá
band ar nir klandr ast síná-
mill um, men nú er hetta
vorð ið ger and is dagur her,
og tað er ræð andi, tá vit eru
mitt í øllum og mugu taka
– Tað hevur altíð verið soleiðis á Nørrebrúgv, at bandavirksemi økist, tá
bandarnir klandrast sínámillum, men nú er hetta vorðið gerandisdagur her,
og tað er ræðandi, tá vit eru mitt í øllum og mugu taka tað í so stórum álvara,
sigur føroyska Marina Moraitis, ið saman við familju síni býr á Nørrebrúgv
SAMRØÐA
Føroyingur á Nørrebrúgv:
KENNA
OKKUM
ÓTTAFULL