Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. september 2017síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 25. september 2017 · Nr. 111 SAMRØÐA tað í so stórum álvara, sigur hon. Bandavirksemi ávirkar avgerðir Í summar skuldu Marina og Hans Christian velja skúla til eldra son teirra, og ófriðurin í grannalagnum ávirkaði valið hjá parinum. – Vit hava hugsað nógv um av­gerðina, og vit hava av­gjørt at sonur okkara skal ganga í privatskúla. Hetta er ikki eitt val, ið eg hevði tikið, var grannalagið tryggari, men vit mugu hugsa um trygd­ina hjá honum fyrst og fremst, sigur hon. – Nú búgva vit á Nørre­ brúgv, og vit mugu eis­ini hugsa um, hvussu um­hvørv­ ið, sonur okkara er í møgu­ liga ávirkar valini, ið hann tek­ur seinni í lívinum, leggur hon afturat. Hon greiðir frá, at Hans Christian eisini hevur upp­ livað ófrið av bandum fyri á leið 20 árum síðani, tá hann sjálv­ur gekk í fólkaskúla á Nørre­brúgv. Ein vinmaður hans­ara mátti tá skifta skúla av somu orsøk. – Vit vilja ikki leiða son okk­ara inn í bandaumhvørvi við vilja, staðfestir hon. BANDAKRÍGGIÐ Loyal to Familia er ein bandi, ið heldur til á Blågards Plads á Nørrebrúgv. Bandin varð settur á stovn í 2012 og er vaksin so mikið nógv, at hann er ein tann størsti av 98 bandum í Danmark. Tað eru 225 limir í Loyal to Familia, og bandin er vaksin serstakliga nógv síðani bandaleiðarin Shuaib Khan 21. mars í ár varð leysgivin úr fangahúsi. Bandin hevur sett á stovn fleiri nýggjar deildir ymsa staðni í Danmark. Shuaib Khan segði við Berlingske í summar, at Loyal to Familia ikki er ein kriminellur bandi, og brotsverk verða ikki framd í navi teirra. Danska løgreglan sigur tó, at Loyal to Familia er partur av bandakrígnum. Í uttara partinum av Nørrebrúgv - í Mjølnerparken – er ein annar bandi, ið nevnist Brothers. Teir siga, at orsøkirnar til konfliktirnar eru mangar. Eitt nú hevur bandin Loyal to Familia roynt at rekruttera ungar dreingir frá Mjølnerparken í sín part, og tað vilja Brothers ikki finna seg í. Ein onnur síða av søkini er, at Loyal to Familia hevur gjørt nýggja avtalu við sponsku stuðlarnir, ið veita bandanum hassj til marknaðin í Keypmannahavn. Hetta hevur kostað Brothers milliónir í inntøku seinastu mánaðirnir. Løgreglan í Keypmannahavn er ikki í iva um, at bandakríggið í Keypmannahavn snýr seg um hassj marknaðan. Løgreglan hevur sett up eina flytiføra løgreglustøð á Nørrebrúgv og hevur nýtt flogfør og tyrlir at rannsøkja økið, biðið um størri manning, og rannsøkt, handtikið og skuldsett bandalimir. Løgreglustjórin í Keypmannahavn, Anne Tønnes, veit ikki at siga, nær bandakríggið endar. Kríggið er ógvusligari og meir skelkandi enn nakrantíð. Kelda: Berlingske SKOTSTILBURÐIR Síðani 12. juni hava tað verið 31 skottilburðir í Keyp­ manna­havn, sum kunnu hava tilknýti til vaksandi banda­konfliktina. Sjey tilvildarligir persónar eru raktir av skoti síðni fyrst í august mánaða. Seks av teimum vórðu rakt á Nørrebrúgv. Danska løgmálaráðið sigur, at alt árið í fjør vórðu 25 skot latin av í øllum høvuðsstaðarøkinum Hans Christian Andreassen og Marina Moraitis við synum teirra Jóannes og Matheus á Nørrebrúgv. – Eg elski stórbýin, Nørrebrúgv og mentanina her, sigur Marina Moraitis, ið ikki hevur ætlanir um at flyta, hóast ófriðin – Eg bleiv eitt sindur kløkk, tí hann hevur búð á Nørrebrúgv alt sítt lív, og hann plagar ikki at stúra fyri slíkum