mánadagur 25. september 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. september 2017 · Nr. 111
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
UNDIR FÝRA EYGUM
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eyðun Klakstein
Í hesum døgum eru liðin 10
ár, síðani føroyska sendi-
stov an í Reykjavík lat upp.
Seinastu tvey árini hev ur
Petur Petersen, sum framm-
an undan starvaðist átjan ár í
miðfyrisitingini, virkað sum
sendiharri í Íslandi.
– Hetta er eitt sera spenn-
andi og fjøltáttað starv –
frá tí minsta til tað størsta.
Frá at hjálpa føroyingum
við flogfarinum, sum hava
gloymt passið ella koyri-
kort ið eftir, til at fara á fund
við íslendska forsetan og alt
harímillum, sigur hann.
– Eg kenni heilt greitt, at
føroyingar verða serliga væl
móttiknir av íslendingum,
og vit eiga eitt serligt pláss í
hjartanum hjá teimum. Tað
forpliktar okkum eisini til at
liva upp til góða umdømið,
sum føroyingar hava í Ís-
landi, sigur Petur Petersen.
Føroyska
sendistovan
helt fyrstu árini til á Austur-
stræti mitt í Reykjavík, men
síðani 2013 hevur sendi-
stovan
verið
í
Túngata.
Nýggju hølini eru betur
egn að til virksemið, og før-
oyska sendistovan liggur nú
í sama granna lagi sum aðrar
sendistovur í ís lendska høv-
uðs staðnum – kanad iska
sendi stovan er í sama bygn-
ingi, og nærmastu grann ar
eru eitt nú indiska, russ iska,
finska og franska sendi stov-
an.
Selja Føroyar
Grundarlagið fyri føroysku
sendistovuni í Íslandi var
lagt í Hoyvíkssáttmálanum,
sum kom í gildi í 2006 og er
mest umfatandi sáttmáli
Før oyar hava við aðra tjóð.
Tá varð lagt upp til, at lond-
ini lótu upp sendistovur hjá
hvørjum øðrum.
Uppgávan hjá føroysku
sendistovuni er fyrst og
fremst at umboða føroysk
áhuga mál í Íslandi, at virka
fyri føroyskum áhugamálum
og at stuðla upp undir sam-
starv millum føroyingar og
íslendingar á øllum hugsandi
økjum.
– Tá ið eg flutti til Íslands
at vera sendiharri, spurdi
ein
íslendskur
vinmaður
meg, hvør uppgávan hjá
mær fór at verða. Eg royndi
at greiða frá, og so sigur
hann skemtandi, hví brúkar
tú so nógv orð um tað, tá ið
tú bara kanst siga, at tú er
sølumaður Føroya í Íslandi,
greiðir Petur Petersen frá.
Sendistovan skal virkað
fyri samstarvi millum Ís-
land og Føroyar, sum mill-
um annað er ásett í Hoy-
víks sátt málanum,
ið
er
fríhandils sáttmáli
millum
londini og sum við ávísum
undantøkum
er
fríur
flutningur av kapitali, vør-
GÓÐA UMDØMIÐ
FORPLIKTAR
OKKUM
– Eg kenni heilt greitt, at føroyingar verða
serliga væl móttiknir av íslendingum, og vit eiga
eitt serligt pláss í hjartanum hjá teimum. Tað
forpliktar okkum eisini til at liva upp til góða
umdømið, sum føroyingar hava í Íslandi, sigur Petur
Petersen, føroyskur sendimaður í Reykjavík
Hvussu dámar tær íslendskan mat?
– Mær dámar væl íslendskan mat – so at siga allan, men ræsta skøtu dámar mær ikki serliga
væl. Kona mín Haldóra og eg hildu fyrstu jólini í Reykjavík og valdu at halda jól, sum íslendingar
gera. Vit ótu ræsta skøtu tollaksmessudag, og tað var serlig uppliving. Vit vóru greið yvir, at vit
máttu vaska tey klæðir, sum vit vóru í, men yvirklæðini, sum hingu í klædnarúminum væl burtur
frá har sum við ótu máttu eisini reinsast. Tað høvdu vit ikki roknað við.
Hvat er títt yndisstað í Reykjavík?
– Eg haldi meg ikki til eitt einstakt stað. Mær dámar betri at royna fleiri
ymisk støð. Í Reykjavík eru nógv ymisk støð at fara til. Kanska við tíðini
fari eg at finna mítt yndisstað.
DIR FÝRA EYGUM
erliga
endingar
r, at vit
æl burtur
Hvat er títt
– Eg haldi meg
ymisk støð. Í R
fari eg at finn