Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-25, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. september 2017síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 25. september 2017 · Nr. 111 um, arbeiðsmegi og tæn ast- um millum londini bæði. Sendistovan ger nógv við at styrkja um vinnuliga sam bandið millum londini, men eisini innan útbúgving, gransking, heilsu, mentan og annað eru uppgávur at taka sær av. Sendistovan er við til at skipa fyri ráðstevnum og tiltøkum, og hesa vik - una eru føroyskir veit ar- ar til alivinnuna í Ís landi á ráðstevnu, sum sendi stov an skipar fyri sam an við Lands- samband fisk eldis stöðva, ið svarar til okkara Hav bún- aðar felag. – Ein av okkara týð- andi uppgávum er at gera Føroyar sjónligar í Ís landi, og tað gera vit á ym iskan hátt. Eg eri nógv úti og vitji myndugleikar, komm un ur, vinnufyritøkur og ann að. Vit skipa eisini fyri ym iskum tiltøkum, vit hava flagg- dagshald, eru við í ment anar- náttini í Reykjavík, skipa fyri ráðstevnum og vitjanum og umboða annars føroysk áhuga mál á ymiskan hátt, sigur Petur Petersen. Eisini hevur Petur Petersen verið og vitjað nógvar fyritøkur og stovnar í Føroyum og greitt teimum frá møguleikunum í Íslandi. Sendistovan hevur nú so góðar karmar, at tey kunnu bjóða føroyskum fyritøkum skrivstovu, fundarhøli og fram sýningarhøli í sambandi við vitjanir og átøk í Íslandi, og hesum tilboði hevur før- oysk vinna tikið væl ímóti. Stórir møguleikar Føroyska sendistovan í Reykja vík hevur ikki sjálv- støð ugt diplomatiskt status, hóast sendimaðurin sjálvur hevur diplomatiskt status. Føroyska sendistovan er partur av donsku uttan ríkis- tænast uni. – Íslendingar virða og viður kenna tó føroysku sendi stovuna á sama stigi sum allar hinar sendi stov ur- nar, og vit verða boðin við til tiltøk og annað á jøvn um føti við hinar sendi stovurnar. Eg merki veruliga, at vit verða væl móttikin her í Íslandi, sigur Petur Peter sen. Virksemið hjá sendi- stov uni byggir á rað fest- ing ar, sum verða gjørd ar í sam starvi við heima tæn- ast una, og Petur Petersen hevur, síðani hann tók við, serliga arbeitt við at styrkja vinnuliga partin av sam- starvinum millum Før oy ar og Ísland. – Føroyingar troyta ikki íslendska marknaðin nóg nógv, og nýggir ak tør ar kundi saktans kom ið inn á mark naðin. Eftir spurn ing- urin veksur á øll um økjum í Íslandi – ser liga í byggi vinn- uni og ferða vinnuni – og før oyskar fyritøkur kundu hugt meira eftir íslendska marknaðinum fyri at skapt sær størri marknað. – Eg veit, at tað er eitt tak at fara inn á ein nýggjan marknað, men sendistovan kann hjálpa við nøkrum av avbjóðingunum. Íslendski marknaðurin er umleið seks ferðir størri enn tann føroyski, so hóast talan er um væl størri marknað enn tann føroyska, er tað ikki ein risastórur altjóða marknaður, og umstøðurnar í Føroyum og Íslandi líkjast nógv, sigur Petur Petersen. Sendimaður ásannar tó, at stundum kann tað verða trupult at vinna inn á ís- lendska marknaðin. – Íslendingar eru tjóð- skapar sinnaðir og hugsa nógv um sítt egna. Teir eru góðir við tað, sum teir sjálvir framleiða, og íslendskar vør- ur fáa ofta fyrimun fram um út lendskar vørur. Tað er ein tjóð skaparligur stoltleiki í Íslandi, og teir halda, at tað kemur øllum samfelagnum til góðar, um íslendingar keypa íslendskar vørur, sigur Petur Petersen. – Tá ið tað er sagt, so ber væl til at virka á íslendska marknaðinum, og føroyingar eru vælkomnir. Seinastu árini er føroyska sølan av vørum og tænastum til íslendingar nógv vaksin, og í fjør var besta árið nakrantíð, tá ið føroyingar seldu vørur og tænastur fyri væl yvir 400 milliónir krónur á ís lendska marknaðinum. Áveg is upp- gerðir fyri hetta árið benda eisini á, atgóða gongd in held- ur fram, sigur før oyski sendi- maðurin í Íslandi. Handil og kreppa Í 2005 skrivaðu Føroyar og Íslandi undir handils sátt- mála, sum verður nevndur Hoy víkssáttmálin. Hesin sátt málin skuldi gera tað lættari hjá íslendingum og føroyingum at virka um mørkini millum londini, Før oyar og Ísland gjørdust eitt felags búskaparøki við hesum sáttmála. Stund um verð ur funnist at hes um sátt- mála, og ført verður fram, at íslendingar hava fingið størri ágóðar av sáttmálanum enn føroyingar. Sendimaðurin hevur hug at gera hendan pástandin meira fjølbroyttan. – Tað ber til at býta Hoy- víkssáttmálan upp í trý tíðarskeiði. Fyrstu tíð ina eft ir at sáttmálin kom í gildi, virk aði hann á van lig um stigi, síðani kom ein undan- taks støða við kreppuni, og nú eru viðurskiftini við at normalisera seg aftur, sigur Petur Petersen. – Í 2008 kom Ísland í eina djúpa kreppu, har bú skap - urin smokkaði sam an og svann sera nógv inn. Tað hevði við sær, at eftir spurn- ingurin minkaði nógv, kostn- aðarstøðið fall, og íslendska krónan misti 80 prosent av virðinum. Tað gjørdi, at ís- lendskar vørur blivu nógv bí ligari í Føroyum, og før- oyskar vørur nógv dýrari í Íslandi. Fortreytirnar blivu so ólíkar, at tá skeiklaðist hand ilssambandið mill um Før oyar og Ísland. Íslend- ing ar bardust fyri lívinum, og møguleikarnir hjá eitt nú føroyingum at koma inn á marknaðin vóru avmarkaðir. – Frá 2014 og frameftir er veruliga gingið fram á í Íslandi. Virksemið og eftir- s purningur er nógv vaksin, og íslendska krónan er styrkn að aftur. Sølan hjá før oyskum fyritøkum á ís- lendska marknaðinum veks- ur støðugt og kann vaksa enn meira komandi árini. Frá 2014 til 2016 meira enn tví faldaðist føroyski út flutn- ingurin til Íslands. – Íslendska samfelagið var í undantaksstøðu frá 2008 og frameftir, og tá var sera lítið virksemið. Nú er gongd komin á samfelagið aftur, og nógv er at gera og at vinna innaftur. Tað mangla einar 9.000 íbúðir í Reykjavík næstu 3 árini, og ferðavinnan veksur í stórum. Í løtuni er stórur eftirspurningur eftir arbeiðsmegi, og umleið 40.000 útlendingar búgva og/ ella arbeiða í løtuni í Íslandi – serliga í byggivinnuni og ferða vinnuni. – Sjálvandi eru onkur mál í einum handilssáttmála, sum tað kann arbeiðast við, og tað verður tað eis- ini gjørt í løtuni. Men stór- ir møguleikar eru hjá før- oyskum vinnulívi á íslendska marknaðnum, sigur Petur Petersen. Hann sigur seg merkja ein vaksandi áhuga frá ís- lend ingum fyri samstarvi við Føroyar. – Kreppan, sum byrjaði í 2008, hevði við sær, at partar av samstarvinum millum Før oyar og Ísland datt niður fyri ella fór í dvala, serliga á tí kommunala økinum við vinarbýarsamstarvi og øðrum. Fíggjarligu um støð- urnar vóru heldur ikki tær bestu tá. Samstarv er jú lut víst knýtt at persónum, og stór útskifting var í ís- lendskum politikki og vinnu- lívi. Nú tykist tað, sum at íslendingar aftur vilja hava meira samstarv við før oy- ingar, og vit royna at stuðla upp undir hetta ynski, sigur Petur Petersen. UNDIR FÝRA EYGUM Hvat gert tú, tá ið tú slappar av? – So renni eg mær ein túr í vøkru náttúruni ella fari at svimja og njóti nógvu heitu pottarnar. Gangi ein langan túr saman við konuni. Eg slappi eisini av við at lesa. Hvussu gongur at tosa íslendskt? – Tað gongur væl til húsbrúk og til smáprát. Men tá tað kemur til arbeiðið, verður enskt sum oftast nýtt. Íslendingar dáma væl at tosa enskt, og duga tað eisini væl. Men tá ið tað kemur til at tosa við eldri fólk, vilja tey helst, at eg tosi íslendskt og í fleiri førum eisini føroyskt. Tey halda ikki, at tað sømir seg, at íslendingar og føroyingar tosa enskt saman. UNDIR FÝRA EYGUM mja n við Hvuss – Tað gon enskt sum Men tá i og í fleir føroyinga UM PETUR PETERSEN Petur Petersen er fuglfirðingur og hevur útbúgving innan búskap, roknskap, fíggjarstýring, fyrisiting og leiðslu. Hann hevur starvast í privatum vinnulívi heima og burturi. Í 8 ár var hann skúlastjóri í Føroya Handilsskúla á Kambsdali, ellivu ár var hann aðalstjóri í Mentamálaráðnum, og hann starvaðist í sjey ár á Løgmansskrivstovuni. Síðani 1. september 2015 hevur Petur Petersen virkað sum sendiharri Føroya í Reykjavík. – Tað tykist, sum at íslendingar vilja hava meira samstarv við føroyingar, og vit royna at stuðla upp undir hetta ynski, sigur Petur Petersen, føroyskur sendiharri í Íslandi