Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. september 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. september 2017 · Nr. 111 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Av Skála til Toftir Vilmund Jacobsen Hetta er fyrstu ferð, at skipað verður fyri FM fyri handverkslærlingar í Føroyum, og bæði lærlingar og meistarar eru spent uppá uppgávuna. Á torginum í SMS fara bestu lærlingarnir innan timbur, rørsmíð og hárfríðkan at kappast um at gerast føroyameistarar. Tey eru spent – Jú, sjálvsagt er tað ein heiður hjá fyritøkuni, at ein av okkara lærlingum er útvaldur at kappast um føroyameistaraheiti, sigur Kjartan Hansen, stjóri á Kanjon. – Hetta er nakað heilt serligt. Vit hava fyrireikað okkum væl, og vit hava vant til FM. Nú skal kappingin bara byrja, sigur Tóra Knudsen, sum er í læru hjá Salong Bylgjuni á Argjum. Hesi skulu kappast Á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum í morgun verður kunngjørt, hvørji skulu kappast um FM í ávíkavist timbri, rørsmíði og hárfríðkan, og nøvnini eru: Annfinnur Allanson Hjaltalin, Demich Kári Hvidtfeldt Rasmussen, Blikksmiðjan Palli Haraldsen, Renovent Sunniva Sólarris, Eysturlon Marni Reinert Jacobsen, TN Bygging Hjalmar Debes Joensen, Byggivirkið KBH Ásmundur Poulsen, Kanjon Tóra Knudsen, Salong Bylgjan, Sarah Jensen, Karinsa Rebekka Ósá Petersen, KÖTLUM Jórun á Gravarbø, Evoke KRABBAVEIÐA: Línuskipið Mascot er nú riggaður til krabbaveiði. Skipið er klassað og dagført. Lastin er sett í stand og bjálvað, og frystiútgerð er sett í skipið. Mascot fer at fiska við 1000 rúsum á djúpum vatni, og teir fara at egna við sild og makreli. Manningin telur 10. Tað veit Føroyska Sjómansmissiónin, sum eisini eigur viðheftu mynd, at siga á sínari Facebook-síðu. Soleiðis gongur á havinum Í dag koma trý línu­ skip inn at landa. Tvey hava fiskað á Reykja­nesrygginum og hava mest av toski og svart­kalva – og eitt skip kem­ur undan Føroyum við longu og brosmu. Seinni í vikuni kemur eitt – ella møguliga tvey – línuskip undan Ís­landi. Hesi skipini hava mest av toski, longu, brosmu og hýsu. Á Fiskamarknaði Før­oya vita tey at siga, at eitt línuskip nýliga er byrjað at fiska í ís­lendskum sjógvi og kem­ur tí neyvan heim av landa hesa vikuna. Restin av línu­ skip­un­um liggja við bryggju, men fara helst út aftur í næstum. Um útlitini til út­ róð­ur hesa vikuna verð­ur sagt, at streym­ ur­in verður góður, men veðrið verður meira ivasamt. Tí verður ikki rokn­að við tí nógva út­róðr­ in­um hesa vik­una. Flestu partrolarapør eru eystanfyri og fiska upsa, og fiskiskapurin er á einari leið. Møguliga landa nøk­ur pør miðskeiðis ella síðst í hesi vikuni. – Fýra partrolarapør liggja við bryggju, men helst fer okkurt par út aft­ur í næstum. Lagt verður aftr­at, at tveir av djúp­vatns­trol­ ar­un­um fiska upsa, ein ger royndir á djúpum vatni – og ein fiskar sting­laks og blálongu. Væntandi landar ein djúpvatnstrolari mið­skeiðis í hesi vikuni og hinir møguliga síðst í vikuni ella fyrst í næstu viku. Tveir frystitrolarir eru eisini til fiskiskap, og teir fiska svartkalva. Væntandi er, at allir teir smáu trolbátarnir, sum eru úti, koma inn at landa í dag. – Trolbátarnir hava mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski og upsa, vita tey á Fiska­marknaði Føroya at siga um hesa vikuna. FM fyri handverkslærlingar verður á torginum í SMS dagarnar 5. og 6. oktober – Eg gleði meg at byrja og møta nýggjum og gomlum kundum aftur, sigur Mariann Johannesen, hárfríðkanarkvinna, sum eigur Salong-Zet Hesi kappast um FM fyri hand- verkslærlingar Hósdagin 28. september klokkan 16 skipar KT-felagið fyri heimleiðistiltaki við fokus á GDPR (persónsdatalógina) Vilmund Jacobsen Í morgin, týsdagin 26. sept­ emb­er klokkan 15, letur Mari­ann Johannesen, hár­ fríðk­an­ar­kvinna, upp nýggja salong á Toftum. Seinastu 13 ár­ini hevur hon havt salong á Skála, og nú flytir hon sa­ long­ina til Toftir. Salongin kemur nú at halda til við Toftagjógv í aðru hædd í bygninginum, har Samkeyp-handilin er. Hetta er bygningurin, har hand­il­in hjá Pidda var í nógv ár. Salongin hjá Mariann Jo­ hanne­sen kemur at húsast í stórum og snotuligum hølum. Salong-Zet fer at gera allar hárviðgerðir – hjá kvinnum, monnum og børnum, og her verður eisini møguleiki at taka passmyndir og myndir til koyrikort. Adressan hjá Salong-Zet er Toftavegur 4. - Eg gleði meg at byrja og møta nýggjum og gomlum kundum aftur, sigur Mariann Johannesen við heimasíðuna hjá Nes kommunu. Seinastu 13 árini hevur hon havt salong á Skála, men nú letur hon upp á Toftum