mánadagur 25. september 2017síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 25. september 2017 · Nr. 111
Føroyskar vinkonur á Haslev húsarhalds
skúla í 1957 savnaðust í Skálavík
Vikuskiftið 9-10 september 2017,
høvdu nakrar føroyskar vinkonur
sett sær fyri, at hava seksti ára há
tíðarhald í Sandoynni. Osøkin til
hátíðardagin var, at í ár eru seksti
ár liðin síðani tær átta, ið vóru
savnaðar saman og fimm aðrar før
oyskar gentur í 1957 vóru á Haslev
húsarhaldsskúla.
Fyri útvið 30 árum síðani fóru
tær undir at savnast regluliga. Í
fyrstani fimta hvørt ár, men síðani
á hvørjum ári.
Seksti ára haldið byrjaði við, at
ein av teimum, Sybilla Krabenhøft
í Skopun beyð vinkonunum til
morgunmatar í heimi sínum. Har
var borðreitt við øllum góðum,
sum hugsast kann. Dóttir Sybillu,
Meiken, var mammuni til hjálpar
at stákast fyri vinkonunum og geva
teimum ein góðan morgunmat og
góða samveruløtu.
Eftir at hava sitið hjá Sybillu um
middagsleitið og út á seinnapartin,
varð farið til Depilin í Skálavík,
har hugnasamveran helt fram við
góðum døgurða um kvøldið.
Seinnapartin – í fagrasta veðri
og sólskini – hugnaðu tær sær uttan
fyri Depilin í hesi bygd, ið hevur
fostrað stórmenni innan skaldskap
og vinnulív, t.d. Kristian Osvald
Viderø, Heðin Brúð, brøðurnar
Sámal og Eiler Jacobsen og aðrar.
Eftir døgurðan í høli fyri seg
sjálvar, á Deplinum, høvdu vinkon
urnar góðar stundir at tosa um
ymiskt og farnar dagar á Haslev
húsarhaldsskúla summarið 1957.
Í ungdómsins føgru morguntíð
lærdu tær matgerð væl og virðiliga,
ið seinni kom teimum øllum til góð
ar og hjálp í húsarhaldinum her
heima í Føroyum. Tær lærdu eisini
at borðreiða til veitslur, baka nógv
ymisk sløg av køkum, matgera og
mangt annað.
Onkur av húsarhaldsvinkon
unum búsettist í Danmark, men
tær allarflestu komu heimaftur og
giftust her.
Seinni er onkur teirra farin nið
ur aftur til Danmarkar at búgva,
men hevur leitað heim, tá ið
húsarhaldsvinkonurnar hava savn
ast.
Sv
NØVN
Lærarar og næmingar avmyndaði uttan fyri Haslev húsarhaldsskúla á sumri 1957
Føroysku genturnar á húsarhaldsskúlanum í Haslev 1957 .
1. rað frá vinstru: Sybilla Viderø, Húsavík (Krabenhøft) Skopun,
Edilborg Eliasen, Klaksvík, Magny Mouritsen, Sørvágur,
(Petersen) Danmark, Josefina Højgaard (Niclasen) Skáli
2. rað frá vinstru: Sigga Petersen, Fuglafirði, Sunneva
Lindenskov, Tórshavn (Christiansen), Betty Djurhuus, Akrabyrgi,
Danmark, Jonna Jensen, Hellur, (Johannesen) Klaksvík,
0g Johanna Rasmussen, Skála (Olafsdóttir)
3. rað frá vinstru: Dora Várlíð, Sørvágur (Jacobsen), Olivia
Mouritsen, Sørvágur (Joensen) Bøur, Birgit Restorff,
Tórshavn (av Lofti), Ester Johannesen, Fuglafirði
(Restorff) Tórshavn og Gerda Danielsen, Strendur
Húsarhaldsvinkonurnar í Skálavík 2017: Frá vinstru: Birgit av Lofti,
Tórshavn, Esther Restorff, Tórshavn, Dora Jacobsen, Sørvágur,
Jonna Johannesen, Klaksvík, Sunneva Lindenskov, Tórshavn, Sibylla
Krabenhøft, Skopun, Olivia Joensen, Bøur og Magny Mouritsen, Esbjerg
Leys størv á
Landssjúkrahúsinum
Sjúkrarøktarfrøðingur til Medisinska depilin,B7
Umsóknarfreist 29. september 2017
Deildarleiðari til Medisinska Depilin, B8
Umsóknarfreist 25. september 2017
Ljósmøður til Føðideildina, A2
Umsóknarfreist 6. oktober 2017
Les meira og sí fleiri størv á www.ls.fo
Bingo
Gott Bingo hjá EB-Streymi
Gott bingo verður við Margáir
mánakvøldið 25-09-2017 kl. 19. Øll
hjartaliga vælkomin. EB-Streymur
Býli í Føroyum
Íbúð ynskist til leigu
Friðaligt tilkomið par søkir íbúð í
Eysturoy ella Streymoy. Roykja /drekka
ikki. Gjalda til tíðina.
tlf 529056
Fundir
TØKUM LÆTT
Árligi aðalfundurin hjá Tøkum Lætt
verður sunnudagin 8.oktobur 2017 kl.
20.00 í Skansastovu. Skrá sambært
lógini.
Nevndin
Innbúgv
Nýggjur stólur til sølu
Vegna feilkeyp, selji eg ein svartan
leðurlook stól. Stólurin kann leggjast
niður við føstum skamli, vibererast eitt
sindur. Til sølu fyri ½ prís
Ring 313481