Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-25, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. september 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. september 2017 · Nr. 111 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR 17 ára gamli Stefan Radosavljevic var dagsins maður, tá ið Suðringar feldu FM kandidatarnar í Víkingi, og John Fredriksen var dagsins maður, tá ið 07 Vestur koppaði B36 07 VESTUR – REGIN DAVIDSEN Her er tað stuttligt, her er tað gott... Fantastiskur hugburður og stríðsvilji. Helst tað besta spælið vit hava víst í ár. Nú vinna vit rest og síggja hvussu langt tað røkkur. NSÍ – JAN B. ANTHONIUSSEN Ein intensur, spennandi dystur, við tveimum liðum, ið høvdu nógv at spæla fyri.... Var hetta ikki. Men 3 stig eru 3 stig! Góðir! TB/FCS/ROYN – JANUS KJÆRBO Í Gøtu ein dag eitt undur tað hendi. Tá Stefan hin ungi SUĐRINGAR á siðurskós sendi!!! ÍF – SÆBJØRN LEITI Væl kempa í dag, men tað rakk ikki til nøkur stig, NSÍ tók av sínum møguleikum Koyr á ÍF EB/STREYMUR – RÓGVI DAM Vegna arbeiði sá eg ikki dystin Vit hyggja frameftir og ikki snakka um handan dystin. Vit skulu nokk reisa okkum aftur Saman standa vit sterk B36 – LISSI MOURITSEN Koppa vit eitt sindur - jamen, so reisa vit okkum aftur!!!!!! Vit eru NEMLIGA B36 !!! Jóannes Hansen Tað var so nógv, sum vendi øðrvísi, enn tað plagar, í fjórði síðsta umfari, at tað var heilt merkisvert. Víkingur og KÍ vóru favorittar á heima­ vølli, og B36 var favorittur á útivølli, men einki av lið­ unum, sum eru á heiðurs­ merkja­plássunum, megnaði at vinna fulla úrtøku. Suðringar struku úr Sarpu­gerði við 3-2 sigri, og har­við var borðreitt fyri bæði KÍ og B36, sum við sigr­um av álvara kundu fáa spenn­ing í aftur FM stríðið, sum seinastu vikurnar hevur kenst vera mest sum av. Tað eydnaðist hvørki B36 ella KÍ at vinna og har­við av álvara at bjóða Vík­ingi av. Meistararnir eru fýra stig undan klaks­vík­ingum og fimm stig undan árs­tals­ felagnum í høvuðs­staðnum. At 07 Vestur vann 4-3 á heima­vølli ímóti 07 Vestur, og at Suðringar vunnu 3-2 á útivølli ímóti B36 er stað­festing av, at bólturin framvegis er rundur, og at tað er møguleiki fyri øllum – eisini í trimum teimum seinastu umførunum. Fuglfirðingar gleða seg ÍF-NSÍ 0-2 Víkingur skal inn um varma­ keldueið næsta sunnu­dag. ÍF, sum langt síðani hevur mist møgu­leikan at sleppa undan niðurflyting, hevur á pappírinum yvir­høvur ongan møguleika at gera nakað sum helst við Víking, men fuglfirðingar ætla ikki at leggja seg niður og geva seg uttan mótstøðu. Í gjár tapti ÍF á heimavølli 2-0 ímóti NSÍ. Einsamallur mál­skjútti var Pól Jóhannus Justinussen, sum eftir inn­ legg skoraði einaferð í fyrra hálvleiki og einaferð í seinna hálvleiki. -Vit hava ikki verið so sann­førandi, og ímóti NSÍ hava vit seinnu árini ofta havt tað torført. Kanska hevði myndin verið meiri í tráð við spæl og mál­møgu­ leikar, um úrslitið var 4-2 til NSÍ, sigur Dánjal á Lakjuni hjá ÍF. Og nú fáa tit vitjan av Víkingi? -Vit hava í fleiri vikur sæð fram ímóti grannauppgerðini ímóti Víkingi, og vit eru sera motiveraðir at arbeiða fyri at spenna bein ímóti grann­ unum og harvið kanska at vera við til at fáa spenning í aftur í kappingina um FM heit­ið. Hetta hevur ikki verið serliga hugaligt ár hjá okkum, men hevði tað eydn­ ast okkum at vunnið onkrar sigrar aftrat, so hevði tað verið hugaligari at lagt lok á hesa kappingina, sigur Dánjal á Lakjuni. Klæmint A. Olsen, NSÍ liðfor­maðurin, fegnast um, at tað loksins eydnaðist NSÍ aftur at vinna fulla úrtøku. NSÍ hevði ikki vunnið síðani í steypafinaluni, sum var leygar­dagin 26. august ella fyri einum mánað síðani. -Vit spældu okkum til nógvar møguleikar, og sjálvur kundi eg á einum góð­ um degi havt skorað eini trý mál, men tíbetur syrgdi Pól Jóhannus Justinussen fyri málunum, sum vóru neyðug fyri at vinna. Nú vóna vit, at endin verður betri, enn tað hevur verið fýra tær seinastu ferðirnar, tá ið vit bara hava vunnið eitt stig – í málleysa javnleikinum í Trongisvági, sigur NSÍ liðformaðurin. 17 ára gamli Stefan var dagsins maður Víkingur-Suðringar 2-3 Tað var kæti og fagnaður millum fáu viðhaldsfólkini hjá Suðringum, sum vóru í Sarpugerði og stuðlaðu sín­um monnum ímóti FM kandidatunum í Víkingi. Tá ið Dagfinn Forná bríksl­aði fyri síðstu ferð, vísti talvan 2-3. Víkingur var frammanfyri 1-0, tá ið tað var hálvleikt, og tað tóktist vera steinur oman á byrðu, tá ið liðformaðurin hjá Suðr­ingum, Rógvi Joensen, noydd­ist av vøllinum, tá ið hálvur tími var farin. Stefan Radosavljevic, sum áttanda september fylti seytjan ár, loysti liðfor­mann­ in av, og tað ber ikki til at siga annað, enn at unglinga­spæl­ arin kom, sá og sigraði. Hann átti uppleggið, tá ið Sal­mund­ ur Bech úr somu støðu, sum Adeshina Lawal hevði lagt Víking framum, javnaði til 1-1, og hann skoraði bæði til 1-2 og so til 2-3, eftir at Hanus Jacobsen við stútara hevði javnað til 2-2. - Vit vónaðu at vinna eitt stig, og nú fara vit til hús við øllum trimum stig­un­ um. Tað er sera týdn­ingar­ mikið. Vit kendu í steðgi­ num, at tað kundi bera til. Undan steðginum rakti eg samankomingina við lang­ skoti. Vit høvdu fingið boð um at royna, og tað var fram­ úr, at tað tvær ferðir eydn­ aðist at skora, sigur Stefan Radosavljevic. Hetta var fyrsta ferðin yvir­høvur, at hann hevur skorað tvey mál í bestu deildini. - Alt kann koma fyri í fót­ bólti. Nú sær tað gott út, og um vit megna at vinna eitt stig aftrat, so sleppa vit heilt víst undan at flyta niður, sig­ ur 17 ára gamli dagsins mað­ ur hjá Suðringum. Favorittarnir í Víkingi vóru sera vónbrotnir: -Vit vóru ógvuliga óhepn­ ir, men vit kunnu ikki annað enn staðfesta, at Suðringar vóru ógvuliga raskir og vístu fram­úr hugburð og skoraðu trý mál ímóti okkum í Sarpu­gerði, staðfesti liðfor­ maðurin hjá Víkingi Atli Gregersen. Sølvi Vatnhamar var ikki við, og bæði Sorin Anghel og Philip Djordjevic, sum vórðu skiftir inn, vóru fyrsta tíman á beinkinum. Gongd­in og úrslitið vístu, at Víkingur ikki klárar seg uttan lyklaspælarar ímóti gramm­um og stríðsfúsum mótstøðuliði. John var dagsins maður í Sørvági 07 Vestur-B36 3-4 Tað var framúr undir­hald­ andi í Sørvági, tá ið 07 Vest­ur sendi favorittarnar í B36 til hús aftur við 4-3 tapi. Hetta var vorðið sum byrjan hjá Sigtóri Petersen, sum í gjár hevði ábyrgd av 07 Vestur fyri fyrstu ferð, eftir at samstarvið millum 07 Vest­ ur og Trygva Mortensen hós­ dagin helt uppat. Stóri maðurin var 07 Vestur álopsspælarin John Fredriksen. 21 ára gamli mið­vingurin ger av álvara mun. Síðani summarsteðgin hevur hann spælt tíggju tær fyrstu ferðirnar yvirhøvur í Effo-deildini. Fýra ferðir er hann skiftur inn, tríggjar ferðir er hann skiftur út, og tvær tær seinastu ferðirnar á heimavølli er tað av álvara glopp­ið. Í 5-0 sigrinum ímóti Skála skoraði hann tríggjar ferðir, og aftur í gjár skoraði hann tríggjar ferðir. Undir liðini á honum í álopinum var í gjár Søren B. Nielsen: -Hetta var heilt framúr. Alt, sum John Fredriksen nú fæst við, endar við málum. Vit vístu einastandandi góð­ an hugburð, og vit vóru eisini hepnir. Vit hava framvegis møguleika sjálvir at sleppa okkum undan niðurflyting. Næsta avbjóðingin verður NSÍ í Sørvági, sigur Søren B. Niel­sen. Vónbrotið var øgiligt í leguni hjá B36, sum fór til hús sum av torvheiðum og ikki gagnnýtti møguleikan at bjóða Víkingi av í FM stríð­ num. Hóast hópurin er breið­ ur, so kom tað illa við, at Patrik Johannesen var KÍ OG B36 KENDU IKKI SÍNA VITJUNARTÍÐ