mánadagur 25. september 2017síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 25. september 2017 · Nr. 111
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Pætur Albinus
Okkurt bendir á, at bronsu
vinnararnir frá í fjør, VB,
ætla at blanda seg upp í
FM-stríðið í ár. Í øllum før
um hava tær nú í tveir
dystir á rað spælt ímóti
FM-finalistunum frá í fjør,
Neistanum og Kyndli, og
hvørki av hesum liðunum
hava megnað at fingið fulla
úrtøku við sær av aftur vølli
num. Í gjár var tað Neistin,
sum fekk oyrini í ta nýggju
og at síggja til væl smurdu
VB-maskinuna.
VB-kvinnurnar
hava
fingið
tilgongd
av
fýra
donskum
leikarum,
sum
ganga á Ítróttaháskúlanum
í Suðuroy, og tær hava alt
fyri eitt gjørt seg galdandi á
liðnum. Tær fýra eru Caro
line Ladefoged (bakspælari),
Agnes K. Fallesen (vinstri
vongur), Mathilde Pedersen
(bakspælari)
og
Katrine
Borup (málverji).
Góð verja
VB fekk eina góða byrjan
upp á kappingarárið við
27-23-sigri ímóti H71, og í
øðrum umfari fingu tær
javnt ímóti verandi meistar
unum úr Kyndli. Tann dyst
urin endaði 21-21.
Í gjár var so hitt finalu
liðið frá í fjør, Neistin, á
vitjan í Vági. Aftur hesaferð
bitu tær úr Vági frá sær, og
tær vóru á odda heili 17-11 í
hálvleikssteðginum. Sjálvs
álitið frá góða dystinum
ímóti Kyndli var til at fáa
eyga á – spælið koyrdi væl,
og VB stóð sanniliga eisini
væl í verjupartinum og fekk
vart fyri tí annars stinna
álopinum hjá Neistanum,
sum hesaferð hevði Marjun
F. Danberg við aftur. VB-mál
verjin, Katrine Borup, hevði
ein góðan dag, umframt at
landskvinna hennara, Agnes
K. Fallesen, var sjónliga góð
bæði í álopi og verju.
Í seinna hálvleiki raknaði
Neistin við aftur, og eftir
fáum minuttum var munurin
minkaður niður í trý mál.
Ímóti
dystarenda
var
VB um reppið at missa alt á
gólvið, og við støðuna 25-24
til VB var ógvuliga spenn
andi. Neistin misti bóltin
í álopinum, og í evstu løtu
slapp VB so í mótálop og av
gjørdi dystin. VB vann dystin
26-24, og nú tær hava fingið
stig ímóti bæði Kyndli og
Neistanum er tað mangt, ið
bendir á, at tær eru førar fyri
at bjóða av í FM-stríðnum
og sanniliga skulu takast í
álvara.
Eftir tríggjar heimadystir
á skal VB nú spæla á útivølli
næsta dyst. Tann dysturin
verður
í
Klaksvík
ímóti
Stjørnuni tann 8. oktobur.
Kyndil vann
Nýggja liðið í Hvonndeildini,
H71, hevur verið lutfalsliga
væl við fyrstu tveir dystirnar
ímóti VB og VÍF, men í gjár
var uppgávan aftur trupul, tá
ið tær spældu ímóti verandi
meistarunum úr Kyndli.
H71 var serliga væl við
í
fyrra
hálvleiki.
Kyndil
fór til hálvleiks við teprari
12-11-leiðslu, men í seinna
hálvleiki var als eingin ivi,
og Kyndil sementeraði sína
støðu sum meistari og ein av
favorittunum í ár.
Tað endaði við, at Kyndil
vann dystin greitt 27-18.
albinus@sosialurin.fo
Hvonn deildin støðan
NR. LIÐ
DYSTIR
V.M.
T.M.
MUNUR
STIG
1
Kyndil
3
77
56
21
5
2
VB
3
74
68
6
5
3
Neistin
3
84
65
19
4
4
VÍF
1
28
23
5
2
5
Stjørnan
1
23
24
-1
0
6
H71
3
64
82
-18
0
7
StÍF
2
33
65
-32
0
VB SKAL
TAKAST
Í ÁLVARA
Kvinnurnar hjá VB hava styrkt seg. Eftir frálíkan javnleik ímóti meistarunum úr
Kyndli stóðu tær enn einaferð royndina í gjár, tá ið tær vunnu ímóti Neistanum
VB – Neistin 26-24 (17-11)
VB: Gurið K. Augustinussen 5, Caroline Ladefoged 5, Agnes K.
Fallesen 5, Mathilde Pedersen 4, Bára K. Mortensen 3, Rannvá
Johannesen 3, Laila Eysturberg 1
Útvísingar: 1x2min
Neistin: Daniella Joensen 9, Marjun F. Danberg 6, Eir M. Berg 4,
Stina Madsen 2, Brynja Høj 2, Rannvá Dahl Hanusson 1
Útvísingar: 2x2min
H71 – Kyndil 18-27 (11-12)
H71: Maria H. Weyhe 9, Ása K. Hansen 2, Sanna S. Gunnarstein 2,
Durita T. Joensen 2, Katrin V. Højsted 1, Eva Barba Arge 1, Karin
Simonsen 1
Útvísingar: 5x2min
Kyndil: Turið Arge 9, Bjarta O. Johansen 6, Súna K. Hansen 4,
Bára K. Hansen 3, Marianna G. Eystberg 1, Anja Eliasen 1, Gudrun
Restorff 1, Lea Durhuus 1, Sólja B. Poulsen 1
Útvísingar: 4x2min
HONDBÓLTUR