Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-25, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. september 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. september 2017 · Nr. 111 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Pætur Albinus Mitt í síðstu viku vann Team Klaks­vík fyrsta sigurin í fleiri ár, tá ið teir púra óvæntað vunnu 18-17 ímóti Kyndli. Í gjár var so hitt havnaliðið, Neist­in, á vitjan. Tað leikti javnt á í fyrra hálvleiki, men tað var tó heima­liðið, ið fyri tað mesta hevði eina tepra leiðslu, og eisini fór til hálvleiks á odda 13-11. Team Klaksvík varðveitti leiðsluna tað mesta av seinna hálv­leiki, men tá ið smáir fimm minuttir vóru eftir kom av álvara spenningur í aftur, tí tá javnaði Neistin til 22-22. Tað var tó heimaliðið, sum dró longra stráðið og vann dystin 25-23. Hjá klaks­ víkingunum vóru tað serliga danski málverjin, Mark Dahl, og nýggi havnamaðurin, ið júst er komin til úr Kyndli, nevniliga Ludvík Súnason, sum stóðu sterkir í myndini og áttu sín stóra lut í sigrinum hjá Team Klaksvík. Hetta var annar sigurin hjá Team Klaksvík á rað, sum nú hevur lagt seg undir liðina á Neistanum á øðrum plássi, men tó hevur verri mál­mun. Næsti dystur hjá Team Klaksvík verður 8. oktubur, tá ið teir fara á vitjan hjá KÍF í Kollafirði. Neistin spælir sama dag grannauppgerð ímóti Kyndli. Kyndil tapti Ein annar dystur hevur verið í FTZ-deildini um vikuskiftið. Hann var í Hoyvík í gjár, har meistararnir fingu vitjan av Kyndli, sum ikki hevði fingið nakað stig, hóast mótstøðan í fyrstu tveimum umførunum æt StÍF og Team Klaksvík. Tað var heldur ikki í hesum dystinum, at Kyn­ dil slapp at fáa fyrstu stig­ini, tí hoyvíkingar vun­nu 29-25 eftir eina ann­ars púra sannførandi 18-8-hálvleiksleiðslu. H71 er oddalið við fullum stigatali eftir tríggjar teir fyrstu dystirnar, meðan Kyndil framvegis ikki hevur nakað stig. Kyndil sleppur aftur at royna seg 5. oktobur, men tá verður eiheldur lætt, tí tá umræður tað VÍF á útivølli. H71 spælir ikki aftur fyrr enn 11. oktobur, tá ið teir møta Neistanum. albinus@sosialurin.fo FTZ deildin støðan NR. LIÐ DYSTIR V.M. T.M. MUNUR STIG 1 H71 3 86 70 16 6 2 Neistin 3 79 73 6 4 3 Team Klaksvík 3 68 70 -2 4 4 StÍF 2 46 51 -5 2 5 KÍF 1 27 29 -2 0 6 Kyndil 3 66 72 -6 0 7 VÍF 1 20 27 -7 0 H71 – Kyndil 29-25 (18-8) H71: Hilmar Leon Jakobsen 8, Rúni Højgaard 7, Niklas H. Højgaard 5, Pætur Thomsen 2, Leivur Mortensen 2, Bergur Ákason 2, Sigmundur Nolsø 1, Poul Símun í Garði 1, Vilhelm Poulsen 1 Útvísingar: 7x2min Kyndil: Hjalti Mohr Jacobsen 7, Bartal Klein Olsen 5, Høgni Klein Olsen 5, Torvald Abrahamsen 4, Rókur Akralíð 3, Tróndur Wardum 1 Útvísingar: 3x2min Team Klaksvík – Neistin 25-23 (13-11) Team Klaksvík: Ludvík Súnason 10, Sámal á Tjaldrafløtti 6, Vilhelm Vilhelmsen 3, Hørður F. Sigtórsson 2, Jens Pauli Mohr 2, Finnur Hansson 2 Útvísingar: 5x2min Neistin: Rasmus Søby 6, Teis Horn Rasmussen 6, Pætur Mikkjalsson 4, Høgni Zachariasen 3, Torkil Mørk Hentze 2, Karl Martin Olsen 1, Rune Olsen 1 Útvísingar: 2x2min HONDBÓLTUR TEAM KLAKSVÍK BJÓÐAR AV Fyrsti sigurin í nógv ár bleiv fylgdur upp við enn einum sigri, og nú er Team Klaksvík í tí endanum á stigatalvuni, har teir ikki eru vanir við at vera