Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-25, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. september 2017síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 25. september 2017 · Nr. 111 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR André Olsen Fyri føroyska fót­bólts­ spælar­an, Heina Vatnsdal, sum spælir fyri Fremad Amager í næstbestu donsku deild­ini, hevur árið í ár verið darv­að nógv av skaðum. Fyrstu átta mánaðirnar av 2017 hevur Heini Vatnsdal sitið uttanfyri hjá Fremad Amag­er við bróskskaða í knæn­um, og sunnudagin var før­oyski leikarin í Fremad Amag­er aftur óheppin, tá hann breyt nøsina í dysti fyri Fremad Amager móti Skive. Heini Vatnsdal er ann­ars komin væl fyri seg eftir drúgva knæskaðan, og undan dystinum móti Skive sunnudagin, var tað vænt­ andi, at hann kundi vera millum teir úttiknu hjá Lars Olsen til komandi dystirnar móti Lettlandi og Ungarn. Men tað verður av ongum. Eg breyt nøsina í dysti­ num móti Skive sunnudagin, og verið tí ikki tøkur fyri føroyska landsliðið til kom­ andi dystirnar. Eg havi tosað við Lars Olsen í dag um tað, sigur Heini Vatnsdal, sum fleiri ferðir hevur verið óhepp­in við skaðum, tá lands­liðið hevur verið við at verið úttikið. Sjálvan dystin vann Frem­ ad Amager annars 1-0 móti Skive, har Heini Vatnsdal var millum teir fyrstu 11 hjá Fremad Amager, meðan Finnur Justinussen sat á bonki­num allan dystin. Hallur og Jóan Símun við í sigri Sum heild hevur talan annars verið um eitt heldur friðarligt vikuskiftið fyri føroysku útisetarnar, har fáir av teimum hava verið við í stórvegis yvirskriftum. Í donsku Superliguni byrjaðu bæði Hallur Hansson og Jóan Símun Edmundsson inni fyri síni feløg, sum bæði vunnu sínar dystir. Hall­ur Hansson spældi 75 minuttir, tá AC Horsens vann 2-0 á heimavølli móti FC Helsingør, meðan Jóan Sím­un Edmundsson bert spældi fyrra hálvleik, tá OB vann 3-1 á heimavølli móti Randers FC. Vejle er framvegis nummar eitt Í næstbestu donsku deildini byrjaði Viljormur Davidsen sum vant inni á vinstra bakki fyri Vejle, sum spældi oddadyst á útivølli móti Thi­ sted. Dysturin endaði við 1-1 javnleiki, sum er eitt úrslit sum Viljormur Davidsen og liðfelagarnir væl fáa brúkt. Vejle liggur nevniliga fram­ vegis á fremsta plássinum í næstbestu deildini, nú 10 um­før eru leikt. Tó er stór kapp­ing í oddastríðnum, har trý lið – Thisted, Vendsyssel og HB Køge eru í hølunum á Vejle. Sigursrøðin hjá Brann steðgaði Í Noregi steðgaði góða gongd­in hjá Gilla R. Sørensen og Brann um vikuskiftið, tá Brann tapti útidystin móti Vaalerenga 2-1. Sigurin hevði alstóran týdning fyri Vaalerenga, sum nú flutti seg røttu megin niður­flyt­ingar­ strikuna við sigrinum. Gilli R. Sørensen og Brann liggja á øðrum plássi í bestu norsku deildini, har 10 stig eru upp til Rosenborg á fremsta pláss­i­num. Kaj Leo og Jónas eru hóttir av niðurflyting Í Íslandi var næstseinasta umfar í bestu deildini um vikuskiftið spælt. Har tykist tað mesta av­gjørt í ovara enda­num av deildini, har Gunnar Nielsen og René Shaki J o e n ­s e n spæla. Men í botninum er ser­stak­liga stórur spenn­ ingur um niður­ flyting­ar­stríðið. Tíverri er sætið hjá ÍBV, har Kaj Leo í Bartals­stovu og Jónas Tór Næs dagliga spæla, ikki heilt tryggja enn. ÍBV tapti um viku­skiftið 3-2 móti Breiða­bliki og liggja tí eitt stig omanfyri niður­ flytingarstrikuna undan seinasta dystinum. Men sermerkt við seinasta um­ farinum er, at tey bæði liðini, ið eru aftanfyri ÍBV á stiga­talvuni – ÍA Akranes og UMF Víkingur møtast. Har er vænt­andi at UMF Víkingur, ið kann fáa ÍBV aftur, fer at vinna, tí at ÍA Akranes er greiður botn­proppur í deild­ini. Tí er tað eitt krav fyri ÍBV at teir vinna sein­asta dystin, sum teir spæla á heimavølli móti KA Akureyri leygar­dagin, um teir skulu spæla eitt ár aftur­ at í bestu íslendsku deild­ini. HEINI BREYT NØSINA Í FREMAD AMAGER SIGRI Føroyski landsliðsleikarin, Heini Vatnsdal, sum fyri stuttum er komin fyri seg eftir langtíðarskaða, breyt sunnudagin nøsina, tá Fremad Amager vann 1-0 á heimavølli móti Skive. Skaðin ger at Heini Vatnsdal ikki verður tøkur fyri landsliðið til dystirnar móti Lettlandi og Ungarn