Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-25, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. september 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. september 2017 · Nr. 111 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen Hóast tað resta trý umfør – og fýra dystir hjá AB - so er tað longu greitt, at AB næsta ár skal spæla í bestu deildini. 4-1 sigurin ímóti Giza Hoy­ vík seinnapartin leygardagin 23. september 2017 ber søgu­ liga staðfesting við sær. AB hevur vunnið næstbestu deildina, og tað er ikki komið fyri áður. Nýggja avbjóðingin Ábyrgdarfólkini fyri fót­ bólti­num á Argjum eru greið yvir, at tað verður neyðugt at styrkja liðið, sum skal royna seg í Effo-deildini, um tað skal eydnast at vinna seg upp um niðurflytingarstrikuna. Tað eru formaðurin Doris V. Ras­mussen, formaðurin í stuðuls­felagnum Andras Dranga­stein og Sjúrður Olsen, sum hevur havt ábyrgd av besta liðnum, samd um. - Gongdin higartil í ár hevur víst, at vit eiga nógv­ ar evnaríkar spælarar. Í fjør fóru fleiri av berandi spælar­unum av landinum í lestrarørindum. Tí var vón­in undan hesum kapp­ingar­ári­ num ikki so stór, og vit løgdu ikki so sannførandi fyri. Men blaðungir dreingir eru nógv mentir, teir hava tikið við ábyrgd, og trý umfør undan kappingarenda er tað greitt, at vit næsta ár aftur fara at spæla í bestu deild­ini. Tað hevur ógvuliga stór­an týdning fyri felagið og fót­ bóltin á Argjum. Verður tað hetta liðið, sum næsta ár fer at spæla í bestu deildini? - Vit vóna og rokna við, at teir fara at halda fram. Tað ræður um at breiðka um hóp­in. Teir, sum vit vóna at fáa aftrat, skulu vera við til at styrkja um liðið. Tað vil siga, at teir skulu hava roynd­ir úr bestu deildini, og teir skulu vera sjálvskrivaðir at spæla á besta liðnum. Ann­ars er eingin meining í at fáa nýggjar spælarar. Vit ímynda okkum, at tað verður neyðugt við umleið fimm spælar­um. Søgan AB er tríggjar ferðir áður flutt upp úr næstbestu deild­ ini. Allar tríggjar ferðirnar er AB flutt upp sum næstbesta liðið í næstbestu deildini. Tá ið AB flutti upp í 2012, var úrtøkan 61 stig. Tá ið AB flutti upp í 2008, var úrtøkan 64 stig. Tá ið AB flutti upp í 2006, var úrtøkan 47 stig. Í tveimum teimum fyrru føru­num var tað fyri 27 dystir, og í síðsta førinum var tað fyri 21 dystir. Higartil í ár hevur AB vunn­ið 55 stig. Tað resta fýra dyst­ir, og harvið hevur AB møgu­leika at vinna 67 stig, Um tað eydnast, so verður úr­tøkan størri, enn hon nakrantíð áður hevur verið hjá AB í næstbestu deildini. Setningurin hjá AB í bestu deildini hevur allar tríggjar ferðirnar verið at halda tørn um plássið. Í fyrstu royndini – í 2007 – vann AB seytjan stig, sum bar níggjunda plássið og niður­flyting við sær. Onnur royndin bar pláss í fremstu røð við sær í tvey ár. Í 2009 var úrtøkan 34 stig og sætta pláss. Hetta er besta úr­tøkan hjá AB higartil. Í 2010 var úrtøkan fjúrtan stig og tíggjunda plássið og niður­flyting. Triðja royndin bar pláss í fremstu røð við sær í fýra ár. Í 2013 var úrtøkan 31 stig og sjeynda plássið. Í 2014 var úrtøkan 25 stig og áttanda plássið. Í 2015 var úrtøkan 24 stig og áttanda plássið. Í 2016 var úrtøkan átjan stig, níggjunda plássið og niðurflyting.   B68 kiksaði Um AB verður einsamallur upp­flytari, ella um B68 eisini fer at flyta upp, er framvegis ógreitt. Treytin fyri at B68 skal flyta upp er, at liðið endar í hvussu so er á triðja plássi. Eftir 24. umfar er B68 nummar fýra, men tað er bara eitt stig fram til næst­ fremsta plássið. Tað er ikki bara á Toftum og í Nes kommunu, at tað við spenningi verður fylgt við í, hvussu tað gongur hjá B68. 07 Vestur er næstniðast í bestu deildini. Um B68 endar aftanfyri nummar trý, so fer bara eitt lið at flyta niður úr bestu deildini. Tað er greitt, at ÍF flytur niður. 07 Vest­ ur er næstaftast. Um enda­ støðan í næstbestu deild­ini verður tann sama, sum hon er undan trimum teim­um síðstu umførunum, so slepp­ ur 07 Vestur undan niður­ flyting. Leygardagin var B68 á útivølli ímóti Suðringum, sum eru hóttir av niður­ flyting. Úrslitið var 3-3. At B68 noyddist norður aftur við einum stigi og ikki trim­um, kann fara at vísa seg at hava avgerandi týdning fyri, um tað verður eitt ella tað verða tvey lið, sum fara at flyta upp, og harvið fyri møgu­leikan hjá 07 Vestur at sleppa undan niðurflyting.  B36 longri frá bjargingini Giza Hoyvík, Suðringar og B36 kappast um at sleppa undan at flyta niður úr næst­bestu deildini. ÍF, sum sum leygardagin tapti 5-0 á heimavølli ímóti HB, er langt síðani flutt niður. Spurn­ingurin er, hvør skal flyta niður saman við fugl­ firð­ingum. Leygardagin vóru Suðring­ar teir einastu av niður­flyt­ingar­kandi­dat­un­ um, sum vunnu stig. Tað end­aði 3-3 á heimavølli ímóti B68. Hetta var fimta ferðin á rað, at Suðringar vunnu úr­ tøku. Saml­aða úrtøkan hes­ar fimm ferðirnar er níggju stig. Giza Hoyvík tapti leygar­ dagin 4-1 á heimavølli ímóti AB. B36 tapti 2-0 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi. Eftir óvæntaða sigurin á heimavølli ímóti B68 hevur B36 nú tapt á útivølli ímóti KÍ og á heima­ vølli ímóti Víkingi. Í trimum teimum síðstu um­førunum er skráin hjá Giza Hoyvík, Suðringum og B36: Giza Hoyvík: B68 (ú), KÍ (h) og Víkingur (ú). Suðringar (fýra dystir): AB (ú), KÍ (ú), Víkingur (h) og HB (ú). B36: HB (ú), ÍF (ú) og NSÍ (ú). FÓTBÓLTUR 1.DEILD Eftir at AB leygardagin skrivaði søgu, verður nýggja avbjóðingin í bestu deildini næsta ár fyrireikað NEYÐUGT VIÐ FIMM NÝGGJUM STUÐLUM ÍF-HB 0-5 (0-1) 0-1: Rói av Fløtum 0-2: Rói av Fløtum 0-3: Rói av Fløtum 0-4: Rói av Fløtum 0-5: Jógvan Petersen  NSÍ-KÍ Útsettur til mánakvøldið  Giza Hoyvík- AB 1-4 (0-1) 0-1: Teitur D. Olsen 0-2: Jobin Drangastein 1-2: Ahmed Keita 1-3: Cristian í Garði  1-4: Jobin Drangastein  B36-Víkingur 0-2 (0-1) 0-1: Regin Jensen 0-2: Pól Enok Hansen  Suðringar-B68 3-3 (2-2) 1-0: Teitur K. Mortensen 2-0: Poul Ingason 2-1: Oddur Højgaard 2-2: Óli H. Olsen 2-3: Oddur Højgaard 3-3: Palli Augustinussen Útsettir dystir Mánadagin 25. september NSÍ-KÍ Mikudagin 27. september AB-Suðringar   25. umfar Leygardagin 30. september KÍ-Suðringar Víkingur-NSÍ B68-Giza Hoyvík HB-B36 AB-ÍF 1. deildin støðan NR. LIÐ DYSTIR VUNNI JAVNT TAPT + MÁL - MÁL +/- STIG 1 AB 23 17 4 2 70 17 +53 55 2 Víkingur II 24 13 5 6 45 27 +18 44 3 KÍ II 23 13 4 6 56 29 +27 43 4 B68 24 13 4 7 54 39 +15 43 5 HB II 24 9 6 9 55 43 +12 33 6 NSÍ II 23 10 3 10 60 51 +9 33 7 Giza Hoyvík 24 7 8 9 45 46 -1 29 8 TB/FCS/Royn II 23 8 4 11 45 58 -13 28 9 B36 II 24 6 6 12 75 55 +20 24 10 ÍF II 24 0 0 24 12 152 -140 0