Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-25, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. september 2017síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 25. september 2017 · Nr. 111 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTT SØGD Elisabet vann leygardagin bronsu í danska meistaraheitinum í fitness. Eisini aðrir føroyingar hava vunnið heiðursmerkir í Danmark, bæði í frælsum ítrótti og í svimjing Pætur Albinus FLOGBÓLTUR Leygardagin skipaði flog­ bólts­felagið Fleyr fyri FK Cup. Í meistaradeildini hjá monn­um var tað Mjølnir, sum fór avstað við gullinum. SÍ vann silvur, Fleyr bronsu og ÍF gjørdist nummar fýra. Í meistaradeildini hjá kvinn­ um var tað Fleyr A, sum vann gul eftir finalusigur ímóti Mjølnir. 1. deild hjá monnum vann Fleyr, og 1. deild hjá kvinnum vann SÍ. FR. ÍTRÓTT Maria Biskopstø og Óluva A. Joensen hava um vikuskiftið lut­tikið í DMU, sum er danska meistaraheitið fyri ung í frælsum ítrótti. Tær báðar, sum vanliga um­ boða Treysti, luttóku sam­ an við felagnum Vejle IF. Tað skrivar Norðlýsið. Vejle IF var styrkismett at enda aftast av teimum seks í finaluni, men tær vunnu held­ur óvæntað bronsu. Tein­ar og greinar, sum kapp­ ast varð í í finaluni, vóru 100m, 300m, 800m, 3.000m, 80m hekk, 4x100m, longarlop, hæddarlop, stangarlop, kúlu­ stoyt, skjótkasti, klingrukast og hamarkast. Vinnandi felag gjørdist Sparta við 11.104 stigum, nummar tvey gjørd­ist Ballerup við 9.152 stig­um og nummar trý altso Vejle IF við 8.959 stigum. Tað vóru vónir um heims­ met, tá ið kenda Berlin Mara­ thon varð runnið um viku­ skiftið, men hóast tríggir av bestu langteina rennarunum í søguni vóru við og myndaðu kappingina, so gjørdist tað ikki til nakað nýtt heimsmet á hesum sinni. Veteranurin Eliud Kipchoge úr Kenja vann við tíðini 2:03:32, sum var 35 sekund aftanfyri heimsmetið, ið Dennis Kimmetto setti í Berl­in fyri trim­um árum síðani. Guy Adola úr Etiopa gjørdist numm­ar tvey. Hetta var fyrstuferð, at hann kapp­ aðist á marathon-teini­num, og hetta var besta tíðin, ið ein, sum var við fyrstuferð, hevur runnið. Tíðin var 2:03:46. Triðbestur var Felix Kandie úr Kenja við tíðini 2:06:12. HONDBÓLTUR Helgi H. Hoydal og teir úr Odder vunnu leygardagin ein frálíkan 32-26-sigur ímóti ein­um av favorittunum í næstbestu deildini, TMS Ring­sted. Føroyski striku­ spælar­in, sum var liðskipari á føroyska U21-landsliðnum í HM-endaspælinum í Algeria í summar, skeyt tvey av mál­unum hjá Odder, sum nú er einsamalt oddalið í næstbestu deildini við full­ um stigatali eftir tríggjar dyst­ir. Øðrvísi gekk tað hjá Róa Berg Hansen og teimum í FIF, sum taptu 28-26 á útivølli ímóti Stoholm. Rói skeyt eitt av málunum hjá FIF, sum hevur tapt allar tríggjar teir fyrstu dystirnar og er á aftasta plássi saman við Otterup. Annars var føroyski landsliðsleikarin, danskt føddi Nicklas Selvig, eisini við hjá TMS Ringsted. Hann skeyt fýra av málunum í 32-26-tapinum ímóti Odder. Tann nú fyrrverandi H71- stór­skjúttin, danski Peter Krogh, sum tó er á føroyska lands­liðnum, hevur fingið eina góða byrjan upp á uppihaldið í Skive fH. Gaman í hevur liðið einans fingið tvey stig fyri fyrstu tríggjar dystirnar, men persónliga gongst honum væl, og hev­ur hann fyrstu tríggjar dyst­ir­ nar skotið 16 mál. Hetta er nokk til at vera á 8. plássi á toppskjúttalistanum í næst­ bestu donsku deildini. STYRKI Føroyska Elisabet Vang luttók um vikuskiftið í Open Danish Championships í fit­ ness, sum Danish Federa­tion of Natural Athletes (DFNA) skipaði fyri. Elisabet, sum er 19 ára gomul og úr Hoyvík, luttók í bólkinum 'figure'. Hon bleiv nummar trý í kappingini. Vinnari gjørdist Terese Clausen, og nummar tvey gjørdist Majken Vind – báðar úr Danmark. SVIMJING Føroyski svimjarin, Alvi Hjelm, vann um vikuskiftið trý heiðursmerki í donsku kapp­ingini GTI Cup í Greve. Tað skrivar svimjing.com. Alvi vann gull í 400 metr­ um frí, gull í 400 metr­um blandað og bronsu í 100 metr­um blandað. Eisini før­ oyski Magnus Jákupsson, sum annars hevur danskan svimji­tjóðskap, vann heiðurs­merkir. Hann vann fýra gull - í 50 metrum rygg, 100 metrum rygg, 50 metrum fir­vald og 100 metrum bland­ að. SÚKKLING Peter Sagan úr Slovakia var púra yvirlegin og vann HM triðja árið á rað, tá ið HM í súkkling á landavegi varð súkklað í norska býnum Bergen í gjár. Tað var lítið at síggja til tann ferðmikla spurtaran á tí 267,5 kilo­metr­ ar langa teininum í Berg­en, men sum vann skeyt hann seg fram í evstu løtu. Eingin megnaði at fylgja honum, og hann fullførdi harvið sítt ótrúliga HM-hattrikk. Norski Alexander Kristoff fór avstað við silvurinum, meðan Michael Matthews úr Avstralia vann bronsuna. TENNIS Eftir seks taptar finalur á rað brast loksins fyri nev hjá donsku tennisdrotningini, Caro­line Wozniacki, tá ið hon í gjár vann finaluna í WTA-kappingini í Tokyo 6-0, 7-5 ímóti russisku Ana­ sta­sia Pavlyochenkova. Merk­ist vert var tað, at fyrs­ta sett einans vardi í 21 min­utt­ir. Fyri kapp­ingar­ sig­urin í Tokyo vinnur hon góðar 1,2 milliónir krón­ ur umframt 470 stig til heims­styrkislistanum, har hon undan kappingini var numm­ar seks. ELISABET VANN BRONSU Í DM Elisabet Vang sæst her uttast til høgru Eliud Kipchoge var fyrstur á mál í Berlin Wozniacki vann fyrsta steypið í ár