mánadagur 25. september 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. september 2017 · Nr. 111
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vikan ið fór
Føroyska
kvinnulandsliðið tapur
8-0 aðruferð á rað í
HM-undankappingini,
tá ið tær renna seg inn
í eitt satt ódnarveður
á Laugardalsvøllinum
í Reykjavík, har Ísland
er greitt omaná.
Team Klaksvík vinnur
sín fyrsta dyst í fleiri
ár, tá ið tað í FTZ-
deildini gerst til ein
19-18-heimasigur
ímóti Kyndli. Fáar
dagar seinni vinna teir
eisini Neistan.
07 Vestur og venjari
teirra, Trygvi
Mortensen, gera semju
um at fara hvør til
sítt. Hetta er aðruferð
í ár, at ein venjari í
Effodeildini gevst.
Tann fyrsti var Jákup
Mikkelsen hjá ÍF.
Jónas G. Djurhuus
gerst dagsins leikari
og skjýtur trý mál,
tá ið lið hansara,
HØJ, vinnur 32-
27 ímóti Otterup í
næstbestu donsku
hondbóltsdeildini.
Við 4-1-sigri ímóti
Giza Hoyvík hevur
AB tryggjað sær
uppflyting til
Effodeildina komandi
kappingarár. AB liggur
eisini sera væl fyri til
at vinna 1. deild.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Peter Sagan, heimsmeistari í súkkling, var
ískaldur áðrenn HM-kappingina í Bergen í gjár
Dánjal á Lakjuni, ÍF-ari, undan grannauppgerðini
ímóti oddaliðnum Víkingi komandi umfar
- Vit fara at gera alt, sum
vit kunnu, fyri at royna at
spenna bein fyri teimum.
- Trýst? Hvat er tað?
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Katrine Borup
Aldur: 19
Starv: Hondbóltur (málverji hjá VB)
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1. Ludvík Súnason
2. Viktor Axelsen
3. Fyllingen
4. 17
5. Per Klarup
6. Gibraltar
7. Glasgow Rangers
8. Ásla Johannesen
Hey Katrine! Trívist
tú væl í Føroyum?
- Hey! Ja, tað geri eg í øllum førum.
Fólkini í Suðuroy hava verið fitt
og hava tikið væl ímóti okkum.
Harafturat gera tey alt fyri at vit
skulu kenna okkum væl tilrættis í
hesum umhvørvinum, so tað er so
sera deiligt.
Hvar hevur tú áður
spælt hondbólt?
- Sum ungdómsspælari spældi eg í
Elitehåndbold Aalborg, áðrenn eg
í fjør skifti til Aalborg HK, har eg
spældi í 1. division.
Hvussu komst
tú í samband við
Ítróttaháskúlan í Suðuroy?
- Vit tosaðu við felagið um hvat vit
skuldu gera meðan vit vóru her, og
vit blivu samd um at tað var ein
góð loysn at ganga á háskúlanum
og uppliva nógv av umhvørvinum
samstundis við at vit spæla
hondbólt.
Hvussu er at spæla við VB?
- Fyrst og fremst er tað ein
stór uppliving! Feit høll og ikki
minst
fantastiskir
áskoðarar!
Hondbóltsliga er tað eisini ein
stór uppliving at koma til eitt
annað land og eitt lið, har allir
spælararnir
eru
fittir,
men
samstundis eisini at læra um aðra
hondbóltsmentan.
Heldur tú, at VB kann
koma langt í ár?
- Tað kann nógv henda enn.
Kappingarárið er drúgt og tað eru
fleiri góð lið, men um vit kunnu
halda okkum skaðafríar og halda
fast í hesum støðinum, so ivist eg
ikki í, at vit kunnu blanda okkum
í toppin.
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
1
Hvussu eitur fyrrv. Kyndla-leikarin, sum bleiv
toppskjútti hjá Team Klaksvík í gjár?
2 Hvussu eitur danski heimsmeistarin í einmansleiki
hjá monnum í badminton?
3 Hvussu eitur norska hondbóltsfelagið, sum Kjartan
Johansen er farin til?
4 Hvat nummar er Gilli Rólantsson hjá Brann?
5 Hvussu eitur venjarin hjá Stjørnuni?
6 Hvar verða oyggjaleikirnir hildnir í 2019?
7 Hvørjum Glasgow-felag hevur TB/FCS/Royn-
venjarin, Maurice Ross, spælt við?
8 Hvussu eitur føroyski leikarin á myndini?
AB er aftur í bestu deildini